Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 110 - 12. juni 2007 tíðindi Fríggjakvøld á Asfalt: Alt hetta gamla er ikki so langt burt­ur í Tórsgøtu í Havn held­ur. Gøtan er gomul høv­uðs­gøta í býnum, men hev­ur kanska verið meira ein síðusmoga í nøkur ár, við meira ella minni tóm­ um, niðurløgdum ella lítið vitj­að­um bygningum. Men so kom lív í aftur undan as­fal­ti­num ASFALT Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Myndir: Ólavur Frederiksen Asfalt hevur í Føroyum ikki altíð ver­ið roknað fyri nakað jaligt. Svarta evjan, ið legði grønt lendi und­ir seg, men sum tó ikki klár­ aði at forða spírum at treingja upp í sólarljósið. Hendan svarta evj­an, ið varð blakað á túnini á sjálvt fjarskotnastu útoyggjum, tá drotn­ing­a­vitjanir vóru fyri framm­ an, og sum førdi mangt hugnaligt bygd­a­tún inn í nútíðina og framtíðina, so til bar at standa á rull­u­skoytum ella rullifjøl, með­ an teir gomlu hittust undir neyst­a­ vegg­i­num. Alt hetta gamla er ikki so langt burt­ur í Tórsgøtu í Havn heldur. Gøtan er gomul høvuðsgøta í bý­num, men hevur kanska verið meira ein síðusmoga í nøkur ár, við meira ella minni tómum, nið­ ur­løgd­um ella lítið vitjaðum bygn­ing­um. Men so kom lív í aft­ ur undan asfaltinum. Sjónleikur gleið lættliga inn í Marg­ar­in­fa­ brikk­i­na og ungir tónleikarar spæla alt annað enn lættan smør­ ten­ortónleik. Posthúskjallarin gjørd­ist hugnaligur, Sjó­mans­ heim­ið nýmótans hotel og virkið miðl­a­hús við alskyns miðla­am­ boð­um kom í handilshúsini hjá Valdemar, har amboð og grýtur og pottar og annað fyrr vóru, og har Heinesen fyrr hevði handil og har ungi spírin William óivað hevur gingið og lagt framtíðarætlanir. Og í fjør sá so nýtt tiltak dags­ ins ljós á asfaltinum í Tórsgøtu. Asfalt! Spælistað gróðursett í asfalti Eg ummælti bólkarnar á planet. fo fríggjakvøldið og síggjast um­ mæl­­ini har. Her skal hug­leið­ast breið­ari um fríggjakvøldið og til­ takið. So sum eg síggi tað. Oyðandi evjan, asfaltið, hevur fing­ið nýggja merking. Her skal gróð­ur­setast tað, ið skal gerast eitt spælistað í høvuðsstaðnum. Minnist, at tá vit ungdómar í Havn í áttatiárunum leitaðu eftir venj­ing­arhølum, so endaðu fleiri okk­ara í gamla Skipshandilinum, ið nú hevur verið søga í mong ár. (Hand­ilin lá har, ið Smyril og Norr­øna leggja at). Men gomlu hús­ini, ið av mongum stóðu klár at ríva niður, vóru karmurin eina stutta tíð. Men sjarman manglaði ikki. Men so fullu húsini og tíðin kravdi sítt. Og soleiðis hevur søgan verið og líkandi dømi eru fleiri. Tíðir broytast. Tónleikurin broyt­ist og umstøðurnar broytast. Um­støðurnar eru bert blivnar betri og tað er tónleikurin og fram­b­­urðurin eisini. Ungu tón­ leik­ar­arnir í dag duga væl betri (tekn­inst og ástøðiliga), enn tón­ leikarar fyri eini 15-20 árum síð­ ani. Dygdini hevur ongantíð bil­ að. Men spælistað er onki komið enn, um enn bardagin fyri slíkum stað hevur verið málið í mong, mong ár. Men nú sæst vónarljós og As­falt er við at leggja lunnar und­ ir gongdina. Líkt og ólíkt Spæliskráin fríggjakvøldið var fjøl­broytt sum ferðslan á al­faraveg. Á asfaltinum ganga og koyra lík og ólík hvørt í sínum lag, saman og hvør sær. Á Asfalt spæla lík og ólík, men tó gongur, og skal alt ganga, í hægri eind, nevn­iliga eitt fjøllbroytt útboð av tón­leikatilboðum á avmarkaðum stað í avmarkaða tíð. Fríggjakvøldið var veðrið av tí fagr­asta og tað var lagt upp til hugn­a­kvøld í góðveðrinum. Ein góð broyting hesaferð var, at øk­ið var minkað og færri pallar á Grør um gangandi f Blandið av nýggjum, ungum tón­leiki og tónleikarum, og so tað kenda, etableraða og so nost­al­gi­ina, er sera góð. Har var okk­urt fyri øll oyru fríggjakvøldið. Heine Lützen, eitt av teimum meira etableraður nøvnunum á Asfalt Mynd: Jens Kristian Vang