Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 110 - 12. juni 2007 tíðindi Fríggjakvøld á Asfalt: Alt hetta gamla er ikki so langt burtur í Tórsgøtu í Havn heldur. Gøtan er gomul høvuðsgøta í býnum, men hevur kanska verið meira ein síðusmoga í nøkur ár, við meira ella minni tóm­ um, niðurløgdum ella lítið vitjaðum bygningum. Men so kom lív í aftur undan asfaltinum ASFALT Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Myndir: Ólavur Frederiksen Asfalt hevur í Føroyum ikki altíð verið roknað fyri nakað jaligt. Svarta evjan, ið legði grønt lendi undir seg, men sum tó ikki klár­ aði at forða spírum at treingja upp í sólarljósið. Hendan svarta evjan, ið varð blakað á túnini á sjálvt fjarskotnastu útoyggjum, tá drotningavitjanir vóru fyri framm­ an, og sum førdi mangt hugnaligt bygdatún inn í nútíðina og framtíðina, so til bar at standa á rulluskoytum ella rullifjøl, með­ an teir gomlu hittust undir neysta­ vegginum. Alt hetta gamla er ikki so langt burtur í Tórsgøtu í Havn heldur. Gøtan er gomul høvuðsgøta í bý­num, men hevur kanska verið meira ein síðusmoga í nøkur ár, við meira ella minni tómum, nið­ urløgdum ella lítið vitjaðum bygningum. Men so kom lív í aft­ ur undan asfaltinum. Sjónleikur gleið lættliga inn í Margarinfa­ brikkina og ungir tónleikarar spæla alt annað enn lættan smør­ tenortónleik. Posthúskjallarin gjørdist hugnaligur, Sjómans­ heimið ný­mótans hotel og virkið miðlahús við alskyns miðlaam­ boðum kom í handilshúsini hjá Valdemar, har amboð og grý­tur og pottar og annað fyrr vóru, og har Heinesen fyrr hevði handil og har ungi spírin William óivað hevur gingið og lagt framtíðarætlanir. Og í fjør sá so ný­tt tiltak dags­ ins ljós á asfaltinum í Tórsgøtu. Asfalt! Spælistað gróðursett í asfalti Eg ummælti bólkarnar á planet. fo fríggjakvøldið og síggjast um­ mælini har. Her skal hugleiðast breiðari um fríggjakvøldið og til­ takið. So sum eg síggi tað. Oyðandi evjan, asfaltið, hevur fingið ný­ggja merking. Her skal gróðursetast tað, ið skal gerast eitt spælistað í høvuðsstaðnum. Minnist, at tá vit ungdómar í Havn í áttatiárunum leitaðu eftir venjingarhølum, so endaðu fleiri okkara í gamla Skipshandilinum, ið nú hevur verið søga í mong ár. (Handilin lá har, ið Smyril og Norrøna leggja at). Men gomlu húsini, ið av mongum stóðu klár at ríva niður, vóru karmurin eina stutta tíð. Men sjarman manglaði ikki. Men so fullu húsini og tíðin kravdi sítt. Og soleiðis hevur søgan verið og líkandi dømi eru fleiri. Tíðir broytast. Tónleikurin broytist og umstøðurnar broytast. Umstøðurnar eru bert blivnar betri og tað er tónleikurin og framburðurin eisini. Ungu tón­ leikararnir í dag duga væl betri (tekninst og ástøðiliga), enn tón­ leikarar fyri eini 15­20 árum síð­ ani. Dygdini hevur ongantíð bil­ að. Men spælistað er onki komið enn, um enn bardagin fyri slíkum stað hevur verið málið í mong, mong ár. Men nú sæst vónarljós og Asfalt er við at leggja lunnar und­ ir gongdina. Líkt og ólíkt Spæliskráin fríggjakvøldið var fjølbroytt sum ferðslan á alfaraveg. Á asfaltinum ganga og koyra lík og ólík hvørt í sínum lag, saman og hvør sær. Á Asfalt spæla lík og ólík, men tó gongur, og skal alt ganga, í hægri eind, nevniliga eitt fjøllbroytt útboð av tónleikatilboðum á avmarkaðum stað í avmarkaða tíð. Fríggjakvøldið var veðrið av tí fagrasta og tað var lagt upp til hugnakvøld í góðveðrinum. Ein góð broyting hesaferð var, at økið var minkað og færri pallar á Grør um gangandi f Blandið av nýggjum, ungum tónleiki og tónleikarum, og so tað kenda, etableraða og so nostalgiina, er sera góð. Har var okkurt fyri øll oyru fríggjakvøldið. Heine Lützen, eitt av teimum meira etableraður nøvnunum á Asfalt Mynd: Jens Kristian Vang