Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2007 19 tíðindi øki­num. Hetta var gott, tí tað, at eini 2 ella kanska 3 tiltøk koyra í senn, er nokk. Meira skal tað ikki vera. Bæði tí áhoyrarin ikki fær møguleika at ganga ímillum og fáa eitt petti av hvørjari fram­ førslu, um tað er tað ein vil, og eisini, tí tað annars verður ov lítð í part av áhoyrarum til allar pall­ ar­nar. Blandið av nýggjum, ungum tón­leiki og tónleikarum, og so tað kenda, etableraða og so nost­ al­gi­ina, er sera góð. Har var okk­ urt fyri øll oyru fríggjakvøldið. Tað løgna var kanska, at t.d. tá Simme og tey fóru á pallin, so vóru ikki nógv tilkomin fólk á øki­num. Í hvussu er ikki tey, ið minn­ast fyrstu tíðina vð Simma og teimum. Men Simme og tónleikarar - og tón­leikur hansara - megnaðu sum onki at fáa miðaldrandi, ung og tey yngstu við. Men hetta sigur tó nakað um, at føroyingar eru tungir at dansa við og ringir at fáa út undan væð­ ingini og út á asfaltið. Her krupu gamlir tónleikarar á pall og ungir undan væðingini í venj­ing­arhølunum. Men (eldru) á­hoyr­ararnir krupu ikki undan væð­ing­ini. Og sum heild er at siga, at enn sum áður koma føroyingar ikki fyri seg, fyrr enn klokkan slær mið­ nátt. Tað er spell, tí tá Asfalt byrjar klokk­an 19 og túnini ikki fyllast fyrr enn á miðnátt, so sigur tað seg sjálvt, at alt ov mong ganga glipp av alt ov nógvum. Og tá tey hava sett sær fyri at fara og hava at­gong­umerki, so kunnu tey tað sama fara frá húsum í góðari tíð, og ikki beint innan tiltakið endar. Men hetta er serføroyskt fyr­i­ brigdi. Hinvegin kann tað vera, at fólk hava valt út, hvat tey vilja hoyra og møta til tíðina, tá hetta er at hoyra, men hesum ivist eg í. Íborið Sum heild kann sigst, at breiða vift­an av tónleikaútboðum lætt­ liga kann fáa áhoyraran at missa luftina, um ein roynur fáa alt við. Hin­ vegin er áhoyrarin somikið at sær komin í dag, at hann dugir at velja. Og í einstøkum førum hevði tað við sær fríggjakvøldið, at nærum manntómt var framman fyri onkran pall, tí ann­ að tilboð dróg áhoyrararnar. Og sum orðatakið sigur; har gott fólk er, kemur gott fólk til. Og tað er íborið. Vit fylkjast í flokk og fara har fjøldin er. Helst tí vit vænta, at har er helst okkurt spenn­andi. At tað hinvegin kann loysa seg at leita og verða heppið at standa einsamallur við fong­i­ num, kemur okkum sjáldan til hugs, og vit troyta ikki fjar­leið­i r­ nar, hóast har kann eisini verða okk­u­­rt at fáa, um enn so mong ikki royna har. Fríggjakvøldið fór onkur góð fram­førsla fram fyri nærum tóm­ um sali, tí glaðir tónar tættari gøt­ uni lokkaðu áhoyrararnar. Asfalt er komið fyri at verða og er ein óførur møguleiki hjá teim ungu og ein góður pallur hjá teim royndu. At fyrreikararnir tykjast hava op­ið sinni og ikki eru bangnir fyri at gera broytingar, er jaligt. Broyt­ingarnar hesaferð gjørdu í øll­um førum tiltakið betri. fót á Asfalti Mítt Asfalt: Dagfinn Olsen. Lærari, tón­ leikari, orða- og lagasmiður og blaðmaður. Teldupostur; dagfinn@ sosialurin.fo. Hevur verið virkin part­ur av føroyska tónleikapallinum síð­ani fyrrapartin í átt­a­ti­ár­u­num,verið á útgávum og sjálvur giv­i ð út, og hevur eisini skrivað nógv um tónleik. Tær dnasa á stóra pallinu á Asfalt Asfalt savnaði ung sum eldri