týsdagur 12. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 12. juni 2007
19
tíðindi
økinum. Hetta var gott, tí tað, at
eini 2 ella kanska 3 tiltøk koyra í
senn, er nokk. Meira skal tað
ikki vera. Bæði tí áhoyrarin ikki
fær møguleika at ganga ímillum
og fáa eitt petti av hvørjari fram
førslu, um tað er tað ein vil, og
eisini, tí tað annars verður ov lítð
í part av áhoyrarum til allar pall
arnar.
Blandið av nýggjum, ungum
tónleiki og tónleikarum, og so
tað kenda, etableraða og so nost
algiina, er sera góð. Har var okk
urt fyri øll oyru fríggjakvøldið.
Tað løgna var kanska, at t.d. tá
Simme og tey fóru á pallin, so
vóru ikki nógv tilkomin fólk á
økinum. Í hvussu er ikki tey, ið
minnast fyrstu tíðina vð Simma
og teimum.
Men Simme og tónleikarar og
tónleikur hansara megnaðu sum
onki at fáa miðaldrandi, ung og
tey yngstu við.
Men hetta sigur tó nakað um,
at føroyingar eru tungir at dansa
við og ringir at fáa út undan væð
ingini og út á asfaltið.
Her krupu gamlir tónleikarar á
pall og ungir undan væðingini í
venjingarhølunum. Men (eldru)
áhoyrararnir krupu ikki undan
væðingini.
Og sum heild er at siga, at enn
sum áður koma føroyingar ikki
fyri seg, fyrr enn klokkan slær
miðnátt.
Tað er spell, tí tá Asfalt byrjar
klokkan 19 og túnini ikki fyllast
fyrr enn á miðnátt, so sigur tað
seg sjálvt, at alt ov mong ganga
glipp av alt ov nógvum. Og tá tey
hava sett sær fyri at fara og hava
atgongumerki, so kunnu tey tað
sama fara frá húsum í góðari tíð,
og ikki beint innan tiltakið endar.
Men hetta er serføroyskt fyri
brigdi.
Hinvegin kann tað vera, at fólk
hava valt út, hvat tey vilja hoyra
og møta til tíðina, tá hetta er at
hoyra, men hesum ivist eg í.
Íborið
Sum heild kann sigst, at breiða
viftan av tónleikaútboðum lætt
liga kann fáa áhoyraran at missa
luftina, um ein roynur fáa alt við.
Hinvegin er áhoyrarin somikið at
sær komin í dag, at hann dugir at
velja. Og í einstøkum førum
hevði tað við sær fríggjakvøldið,
at nærum manntómt var
framman fyri onkran pall, tí ann
að tilboð dróg áhoyrararnar.
Og sum orðatakið sigur; har
gott fólk er, kemur gott fólk til.
Og tað er íborið. Vit fylkjast í
flokk og fara har fjøldin er. Helst
tí vit vænta, at har er helst okkurt
spennandi. At tað hinvegin kann
loysa seg at leita og verða heppið
at standa einsamallur við fongi
num, kemur okkum sjáldan til
hugs, og vit troyta ikki fjarleiðir
nar, hóast har kann eisini verða
okkurt at fáa, um enn so mong
ikki royna har.
Fríggjakvøldið fór onkur góð
framførsla fram fyri nærum tóm
um sali, tí glaðir tónar tættari gøt
uni lokkaðu áhoyrararnar.
Asfalt er komið fyri at verða
og er ein óførur møguleiki hjá
teim ungu og ein góður pallur hjá
teim royndu.
At fyrreikararnir tykjast hava
opið sinni og ikki eru bangnir
fyri at gera broytingar, er jaligt.
Broytingarnar hesaferð gjørdu í
øllum førum tiltakið betri.
fót á Asfalti
Mítt Asfalt: Dagfinn Olsen. Lærari, tón
leikari, orða og lagasmiður og
blaðmaður. Teldupostur; dagfinn@
sosialurin.fo. Hevur verið virkin partur
av føroyska tónleikapallinum síðani
fyrrapartin í áttatiárunum,verið á
útgávum og sjálvur givið út, og hevur
eisini skrivað nógv um tónleik.
Tær dnasa á stóra pallinu á Asfalt
Asfalt savnaði ung
sum eldri