týsdagur 12. juni 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 110 - 12. juni 2007
Lýsing eftir stuðli í
farloyvisstarv til barn
við serligum tørvi
Viðareiðis Kommuna søkir eftir stuðli at byrja 16/8 2007
og árið út, til 9 ára gamlan drong við serligum tørvi.
Starvið er eftir skúlatíð uml. frá 12.30 og er umleið 17
tíma um vikuna.
Arbeiðsuppgávan er at skapað umstøður so drongurin
kann mennast kropsliga, málsliga, sosialt og mentalt.
Neyðugt er at umsøkjarin hevur bil so barnið kann koma
til ymisk tiltøk.
Vit ynskja at tú:
• brennur fyri uppgávuni
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
• vilt samstarva við foreldur, børn, starvsfelagar og
ymsar fakbólkar, ið eru knýttir at barninum.
• ert tolin
• ert áhugað/ur í at geva barninum ein mennandi
gerandisdag
Lønin verður eftur sáttmálanum millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelag og Føroya Pædagogfelag og lønt
sum pedagogur/hjálparfólk á bústovni.
Um spurningar eru til starvið, ber til at venda sær til
dagrøktarleiðarin á tlf. 588053
Umsóknin við møguligum prógvum/viðmælum skal verða
okkum í hendi í seinasta lagið 22. juni og verður send til:
Viðareiðis Kommunu
750 Viðareiði
FO- 750 Viðareiði · T-postur: vid.kommuna@kallnet.fo
Tel: +298 451083 · Fax: +298 451094
LÆRARAR TIL
KOLLAFJARÐAR SKÚLA
Í Kollafjarðar skúla eru hesi størv leys at søkja:
Søkt verður eftir:
• Tveimum – møguliga trimum – lærarum í tíðar
avmarkað starv skúlaárið 2007/2008 vegna
niðursett tímatal og avlopstímar. Síðsta starvið
er parttíðarstarv, og tímatalið til hetta starvið
verður endaliga ásett 1. sept. 2007.
Harumframt verður søkt eftir:
• einum lærara fulla tíð fyri lærara í barnsburð
arfarloyvi frá 16. august 2007 – 31. januar 2008
• einum lærara fulla tíð fyri lærara í barnsburðar
farloyvi frá 16. august – 7. septembur 2007
Størvini verða sáttmálasett.
Í Kollafjarðar skúla ganga komandi skúlaár uml.
140 næmingar í 1. til 9. flokki.
16 lærarar fara at starvast í skúlanum.
Kollafjarðar skúli er ein eittsporaður skúli við 9
árgangum.
Vit arbeiða í trimum deildum við einum lærara
toymi í hvørjari deild. Býtt er soleiðis: 1.3. flokkur,
4.6. flokkur og 7.9. flokkur.
Vit arbeiða støðugt við at menna skúlan, og
vit sóknast eftir lærarum, ið eru eldhugaðir,
samarbeiðshugaðir og fakliga dugnaligir.
Vit hava ein lærarahóp, ið røkkur fakliga víða.
Vit hava brúk fyri at seta lærarar við ymiskum
førleikum. Eisini er tørvur á einum lærara, ið kann
átaka sær skúlavegleiðing.
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving.
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1 – 27.4.
Umsókn saman við CV, avriti av prógvum og
møguligum viðmælum, verður at senda til:
Kollafjarðar skúla
Botnavegur 2
FO410 Kollafjørður
í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2007 kl. 12.00.
Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum
til skúlaleiðaran, Karin Hammer, á tlf. 30 25 53 ella
22 14 07 ella á teldupostbústaði karin.hammer@
skulin.fo
VØRHÚSIÐ á HJALLA
Vit sóknast eftir tveimum fólkum:
Handilslærlingur á møbladeildini
Starvið umfatar sølu og tænastu til kundar
okkara, innkeyp og marknaðarføring av brúks
list og prýðislutum v.m.
Lærutíðin er 3 ár um umsøkjarin hevur lokið
FHSútbúgving og 2 ár um HHútbúgving er
lokin.
Vit vænta av tær, at tú ert fyrikomandi, opin
og hevur lætt við at samskifta.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi lærupláss
har tú kanst menna tíni evni innan innkeyp,
handil og sølu við nógvum fjølbroyttum upp
gávum.
Goymslufólk
Vit sóknast eftir goymslufólki við møguligum
læruplássi fyri framman.
Arbeiði umfatar vanligt goymsluarbeiði, m.a.
móttøku av vørum og avgreiðsla av ordrum.
Um tú vilt vita meira um størvini, eru tygum
vælkomin til at ringja á tlf. 542500.
Umsøkn við møguligum viðmælum verða at
senda áðrenn 15. juni til:
P/F Litaval
Postboks 1019
110 Tórshavn
Ella teldupost litaval@litaval.fo
Lærarastørv
Tvey lærarastørv verða lýst leys at seta frá 1. august
2007.
Eitt fast starv fulla tíð. Eitt starv vegna avlopstímar.
Umsóknir
Umsóknir við møguligum prógvum, c.v. og um-
mælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 22. juni kl. 12.00.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til
Janne Schantz Johnsson, skúlaleiðara, á tlf. 313260
ella 225054.
Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðu-
ni: www.skulin.fo/adv
Hoyvíksvegur 56 · FO-100 Tórshavn · Tel. 31 32 60
Shellstøðin við Streymin
Sóknast eftir tveimun ungum røskum og
álítandi gentum, tó ikki undir 17 ár, at arbeiða
sum feriuavloysari beinanvegin.
Shellstøðin við Streymin
Tlf. 422255 · Fax 422481
Maskinmaður
Maskinmaður søkist til Snæfugl SU-20,
laksabrunnbátur í Skotlandi og Noreg.
Báturin sær gott út og lastar uml. 12.000
laksir. Motorurin er 1300 hk og 957 kw.
Áhugaði kunnu venda sær til:
Sildarvinnslan hf.
Hafnarbraut 6 · Neskaupstaður · Ísland
T-postur: hakon@svn.is · Tel 00 354 895 9909
www.svn.is