Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 110 - 12. juni 2007 Lýsing eftir stuðli í farloyvisstarv til barn við serligum tørvi Viðareiðis Kommuna søkir eftir stuðli at byrja 16/8 2007 og árið út, til 9 ára gamlan drong við serligum tørvi. Starvið er eftir skúlatíð uml. frá 12.30 og er umleið 17 tíma um vikuna. Arbeiðsuppgávan er at skapað umstøður so drongurin kann mennast kropsliga, málsliga, sosialt og mentalt. Neyðugt er at umsøkjarin hevur bil so barnið kann koma til ymisk tiltøk. Vit ynskja at tú: • brennur fyri uppgávuni • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd • vilt samstarva við foreldur, børn, starvsfelagar og ymsar fakbólkar, ið eru knýttir at barninum. • ert tolin • ert áhugað/ur í at geva barninum ein mennandi gerandisdag Lønin verður eftur sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Pædagogfelag og lønt sum pedagogur/hjálparfólk á bústovni. Um spurningar eru til starvið, ber til at venda sær til dagrøktarleiðarin á tlf. 588053 Umsóknin við møguligum prógvum/viðmælum skal verða okkum í hendi í seinasta lagið 22. juni og verður send til: Viðareiðis Kommunu 750 Viðareiði FO- 750 Viðareiði · T-postur: vid.kommuna@kallnet.fo Tel: +298 451083 · Fax: +298 451094 LÆRARAR TIL KOLLAFJARÐAR SKÚLA Í Kollafjarðar skúla eru hesi størv leys at søkja: Søkt verður eftir: • Tveimum – møguliga trimum – lærarum í tíðar­ avmarkað starv skúlaárið 2007/2008 vegna niðursett tímatal og avlopstímar. Síðsta starvið er parttíðarstarv, og tímatalið til hetta starvið verður endaliga ásett 1. sept. 2007. Harumframt verður søkt eftir: • einum lærara fulla tíð fyri lærara í barnsburð­ arfarloyvi frá 16. august 2007 – 31. januar 2008 • einum lærara fulla tíð fyri lærara í barnsburðar­ farloyvi frá 16. august – 7. septembur 2007 Størvini verða sáttmálasett. Í Kollafjarðar skúla ganga komandi skúlaár uml. 140 næmingar í 1. til 9. flokki. 16 lærarar fara at starvast í skúlanum. Kollafjarðar skúli er ein eitt­sporaður skúli við 9 árgangum. Vit arbeiða í trimum deildum við einum lærara­ toymi í hvørjari deild. Býtt er soleiðis: 1.­3. flokkur, 4.­6. flokkur og 7.­9. flokkur. Vit arbeiða støðugt við at menna skúlan, og vit sóknast eftir lærarum, ið eru eldhugaðir, samarbeiðshugaðir og fakliga dugnaligir. Vit hava ein lærarahóp, ið røkkur fakliga víða. Vit hava brúk fyri at seta lærarar við ymiskum førleikum. Eisini er tørvur á einum lærara, ið kann átaka sær skúlavegleiðing. Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Umsókn saman við CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum, verður at senda til: Kollafjarðar skúla Botnavegur 2 FO­410 Kollafjørður í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2007 kl. 12.00. Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðaran, Karin Hammer, á tlf. 30 25 53 ella 22 14 07 ella á teldupostbústaði karin.hammer@ skulin.fo VØRHÚSIÐ á HJALLA Vit sóknast eftir tveimum fólkum: Handilslærlingur á møbladeildini Starvið umfatar sølu og tænastu til kundar okkara, innkeyp og marknaðarføring av brúks­ list og prýðislutum v.m. Lærutíðin er 3 ár um umsøkjarin hevur lokið FHS­útbúgving og 2 ár um HH­útbúgving er lokin. Vit vænta av tær, at tú ert fyrikomandi, opin og hevur lætt við at samskifta. Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi lærupláss har tú kanst menna tíni evni innan innkeyp, handil og sølu við nógvum fjølbroyttum upp­ gávum. Goymslufólk Vit sóknast eftir goymslufólki við møguligum læruplássi fyri framman. Arbeiði umfatar vanligt goymsluarbeiði, m.a. móttøku av vørum og avgreiðsla av ordrum. Um tú vilt vita meira um størvini, eru tygum vælkomin til at ringja á tlf. 542500. Umsøkn við møguligum viðmælum verða at senda áðrenn 15. juni til: P/F Litaval Postboks 1019 110 Tórshavn Ella teldupost litaval@litaval.fo Lærarastørv Tvey lærarastørv verða lýst leys at seta frá 1. august 2007. Eitt fast starv fulla tíð. Eitt starv vegna avlopstímar. Umsóknir Umsóknir við møguligum prógvum, c.v. og um- mælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. juni kl. 12.00. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Janne Schantz Johnsson, skúlaleiðara, á tlf. 313260 ella 225054. Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðu- ni: www.skulin.fo/adv Hoyvíksvegur 56 · FO-100 Tórshavn · Tel. 31 32 60 Shellstøðin við Streymin Sóknast eftir tveimun ungum røskum og álítandi gentum, tó ikki undir 17 ár, at arbeiða sum feriuavloysari beinanvegin. Shellstøðin við Streymin Tlf. 422255 · Fax 422481 Maskinmaður Maskinmaður søkist til Snæfugl SU-20, laksabrunnbátur í Skotlandi og Noreg. Báturin sær gott út og lastar uml. 12.000 laksir. Motorurin er 1300 hk og 957 kw. Áhugaði kunnu venda sær til: Sildarvinnslan hf. Hafnarbraut 6 · Neskaupstaður · Ísland T-postur: hakon@svn.is · Tel 00 354 895 9909 www.svn.is