Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Fyri blóðgevan er talan bert um eitt lítið prik á leiðini, men fyri Una er blóðið mun­ur­in millum lív og deyð. Einaferð um mán­að­in fer hann á sjúk­ra­hús­ið, har hann verð­ur løddur upp við blóði frá gávumildum blóð­gev­um Heilsa Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Myndir: Høgni Thomsen Fitti Uni verður fimm ár í næs­tu viku, og eins og onn­ ur børn gleðir hann seg til føð­ing­ar­dagin, gávurnar og gest­ ir­nar. Men foreldur han­ sa­ ra gleða seg ikki bara til føð­ing­ar­dagin. Tey gleða seg eisini um, at Uni er á lí­vi. Tí Uni er millum tey mon­ gu, hvørs lív eru treytað av, at onnur menniskju geva sær stundir til at lata blóð í blóð­bank­an av og á. Av tí, at Uni hevur eina sera sjáldsama sjúku, Pyru­ vat­kina­se­mangul nevnd, har honum væntar eitt ávíst en­zym, skal hann eina ferð um mánaðin møta upp á Lands­sjúk­ra­húsinum at fáa nýtt blóð. - Nú hann hevur fingið so nógv blóð, hevur tað stór­ an týdning, at donorblóðið svar­ar nágreiniliga til allar und­ir­typurnar hjá Una, sum ann­ars er ein blóðtypa O rhes­us pos. Tí fær hann blóð frá teimum somu geva­ r­u­n­um hvørja ferð. Vit vita sjálv­sagt ikki hvørjir teir eru, men bert, at teir javnan la­ta blóð til Lands­sjúk­ra­hús­ ið, sigur Herdis Sigurðss on, mam­ma Una, sum sjálvandi er óendaliga takksom fyri, at hesir ókendu føroyingar hal­da lívinum uppi á Una. - Fyri okkum er tað tann størs­ta gávan, men tað fer so lítið av teimum, sum lata ha­na, sigur Herdis, sum sjálv er blóðgevi, og eisini var tað áðrenn hon fekk Una. Eftirnølarin var sjúkur Hóast Ingi og Herdis Sig­ urðs­son úr Klaksvík í dag ei­ga ein deiligan, glaðan og rask­ an Una, kundu tey ikki at ímynda sær stríðið, tey skul­du ígjøgnum, tá tey fin­ gu gleðiligi boðini um, at ein eftirnølari var á veg. Herdis greiðir frá, at tá hon hevði átt, ætlaði hon sær heim av føðideildini, tá son­ur­in var tveir dagar gam­ al. - Tá ljósmóðurin spurdi, hvus­su hann treivst, segði eg sum var, at hann var rætt­ i­li­ga dovin at súgva og sera frið­ar­lig­­ur. Hon sá til at blóð­roynd­ir vórðu tiknar, og staðfest varð, at blóð­pro­ sent­ið var alt ov lágt, sigur Her­dis. Nú byrjaði eitt drúgt og ør­kym­l­andi tíðarskeið, har fam­il­jan næstu 14 má­nað­ir­ nar ferðaðist millum Dan­ mark og Føroyar - Rík­is­ sjúk­ra­hús­ið, Lands­sjúk­ra­ hús­ið og Klaksvíkar Sjúkra­ hús. Hetta samstundis sum, at heimafronturin eisini krav­di sítt við trimum eldri syn­um, sum í dag eru áv­ika­ vist 11, 17 og 19 ára gaml­ ir. Nógvar flogferðir Alla hesa tíðina, har lækna­r­ nir ikki vistu, hvat bagdi lít­ la Una treivst hann illa. – Hóast eg mjólkaði út, tók hann ikki uppá og skran­ t­aði ofta. Matarlysturin var lí­til, og tað er hann enn í dag, sigur Herdis, sum veit, at tvey onnur børn her á lan­ di hava somu sjúkuna sum Uni. Hon greiðir frá, at tað var ómetaliga hart at fáa boðini um, at sonurin var álvarsliga sjúk­ur. - Tað var forferdiliga ringt, tí man heldur ikki, at tað rakar ein sjálvan. Ó­vis­s­ an, allar ferðirnar og so sam­stund­is at fáa alt at han­ ga saman heima, sigur Herd­ is, sum gleðist um at hava góð­an stuðul frá familjuni. Í dag ferðast tey niður á Rík­is­sjúk­rahúsið triðja hvønn mánað og eina ferð um mánaðin skulu tey møta á barnadeildini í Havn, har hann fær blóðið skift. - So vit hava verið nógvar flúg­vi­túr­ar, tað er heilt sikk­ urt, sigur Herdis. Svevur við maskinuni Spurd, hvuss u Uni reagerar upp á sjúkuna og viðgerðina, greið­ir hon frá, at fimm dag­ ar um vikuna liggur hann knýtt­ur at einari maskinu í 10 tímar hvørja ferð. - Tá noyðast vit at prika hann, og viðhvørt tímir hann tað ikki so væl. Men tað er neyðugt, tí hann hev­ ur so nógv jarn sum kropp­ ur­in ikki nær at bróta niður, sig­ur hon. Og í sama við­fan­ gi fegnast hon um barna­ deild­ina á Lands­sjúk­r­a­hús­ in­um. - Tá Uni kemur inn á deild­ina, heldur hann seg ei­ga alt. Heilsar uppá starvs­ fólk­ini og fær sær eina á­ví­ sa súkklu. Tey eru so ó­trú­li­ ga fitt, tá vit koma inn hend­ an eina dagin um mánaðin, sig­ur hon. Læknarnir hava o­per­er­að eitt portacat inn í ei­na æðr høgru megin á bring­uni á Una. Har verður blóð­ið latið í, so tey sleppa und­an at prika hann hvørja ferð, hann fær blóð. - Vit hava tað gott við at fa­ra til havnar. Tey eru so væl fyri við barnalæknum, góð­ari deild og fittum starvs­fólk­um. So har kenna vit okkum í tryggum hond­ um, sigur Herdis. Omman misti tvey børn Roknað verður við at Uni kem­ur at liva við sjúkuni rest­ ina av lívinum. - Av tí at so fá í heiminum ha­va hesa sjúkuna, er hetta helst ikki so spennandi at gran­­s­ka í, sigur Herdis, sum sjálv er berari av sjúk­ uni. Men ongin annar í fami­l­juni hevur sjúkuna. - Men mamma hevur fortalt, at omman misti tvey smá børn. So kanska okkurt hev­ur verið um sjúkuna lon­ gu tá, hugleiðir hon. Fyri hálvumøðrum ári síð­ani fór Uni í barnagarð í Mylnu­hús­inum. Honum dám­ar sera væl í Innistovu, sum stovan eitur, og hann trív­ist væl. Ikki minst dám­ ar honum væl at sparka bólt og at spæla við bilar. Men ei­na ferð um mánaðin skal kann inn á Landss júkrahúsið at løðast upp, kundi ein sagt. - Uni hevur tað gott, men fy­ri at vera í topp, skal hann ha­va blóð. Tí heiti eg inni­ liga á fólk um at bjóða seg fram at vera blóðgevar. Tað er gull vert fyri okkum, sum brúka tað, sigur Herdis at enda. Blóðið eigur lívið í Una Blóðgevaradagur í Miðlahúsinum Í samband við altjóða blóðgevaradagin skipar felagið Blóðgevi fyri hugnakvøldi í Miðlahúsinum. Bjarni á Steig, yvirlækni og serlækni í blóðsjúkum heldur fyrilestur um blóðgávu og um, hvat blóðið kann nýtast til í viðgerðini av ymiskum sjúkum. Starvsfólk í blóðbankanum greiða frá, hvuss u blóðgáva fer fram, og hvuss u blóðið verður viðgjørt í bankanum. Eisini verða nøkur hagtøl frá blóðbankanum løgd fram. Eisini verður undirhald við sangi og tónleiki, og nýggir blóðgevar kunnu tekna seg. Tiltakið byrjar kl. 19.30 og er ókeypis. Vanta 750 blóðgevar Fyri at vera sjálvbjargin krevst, at 2500 føroyingar eru blóðgevar. Men í Føroyum eru tað einans 1750 fólk, sum lata blóð. – Eingin heilivágur kann setast í staðin fyri blóð, og tí eru blóðgevar so týdningarmiklir, sigur Marita Simonsen, forkvinna í felagnum Blóðgevi. Hon vísir á, at blóð ikki kann framleiðast, men uttan blóð ber ikki til at gera allar tær viðgerðirnar, sum verða gjørdar. Kravið til at gerast blóðgevi er, at tú ert millum 18 og 60 ár, vigar meiri enn 50 kg og annars ert frískur. – Haraftrat mást tú tola eitt lítið prik, sigur Marita Simonsen, sum sjálv hevur latið blóð 30 ferðir. Skal Uni vera í topp, skal hann hava nýtt blóð hvønn mánað - Fyri okkum er blóðið tann størsta gávan. Men tað fer so lítið av teimum, sum lata tað, siga Herdis og Ingi Nr. 111 - 13. juni 2007