mikudagur 13. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Fyri blóðgevan er
talan bert um eitt lítið
prik á leiðini, men
fyri Una er blóðið
munurin millum lív
og deyð. Einaferð um
mánaðin fer hann á
sjúkrahúsið, har hann
verður løddur upp við
blóði frá gávumildum
blóðgevum
Heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Fitti Uni verður fimm ár í
næstu viku, og eins og onn
ur børn gleðir hann seg til
føðingardagin, gávurnar og
gestirnar. Men foreldur han
sara gleða seg ikki bara til
føðingardagin. Tey gleða
seg eisini um, at Uni er á
lívi.
Tí Uni er millum tey mon
gu, hvørs lív eru treytað av,
at onnur menniskju geva
sær stundir til at lata blóð í
blóðbankan av og á.
Av tí, at Uni hevur eina
sera sjáldsama sjúku, Pyru
vatkinasemangul
nevnd,
har honum væntar eitt ávíst
enzym, skal hann eina ferð
um mánaðin møta upp á
Landssjúkrahúsinum at fáa
nýtt blóð.
Nú hann hevur fingið
so nógv blóð, hevur tað stór
an týdning, at donorblóðið
svarar nágreiniliga til allar
undirtypurnar hjá Una, sum
annars er ein blóðtypa O
rhesus pos. Tí fær hann
blóð frá teimum somu geva
runum hvørja ferð. Vit vita
sjálvsagt ikki hvørjir teir
eru, men bert, at teir javnan
lata blóð til Landssjúkrahús
ið, sigur Herdis Sigurðsson,
mamma Una, sum sjálvandi
er óendaliga takksom fyri,
at hesir ókendu føroyingar
halda lívinum uppi á Una.
Fyri okkum er tað tann
størsta gávan, men tað fer
so lítið av teimum, sum lata
hana, sigur Herdis, sum
sjálv er blóðgevi, og eisini
var tað áðrenn hon fekk
Una.
Eftirnølarin
var sjúkur
Hóast Ingi og Herdis Sig
urðsson úr Klaksvík í dag
eiga ein deiligan, glaðan og
raskan Una, kundu tey ikki
at ímynda sær stríðið, tey
skuldu ígjøgnum, tá tey fin
gu gleðiligi boðini um, at
ein eftirnølari var á veg.
Herdis greiðir frá, at tá
hon hevði átt, ætlaði hon
sær heim av føðideildini, tá
sonurin var tveir dagar gam
al.
Tá ljósmóðurin spurdi,
hvussu hann treivst, segði
eg sum var, at hann var rætt
iliga dovin at súgva og sera
friðarligur. Hon sá til at
blóðroyndir vórðu tiknar,
og staðfest varð, at blóðpro
sentið var alt ov lágt, sigur
Herdis.
Nú byrjaði eitt drúgt og
ørkymlandi tíðarskeið, har
familjan næstu 14 mánaðir
nar ferðaðist millum Dan
mark og Føroyar Ríkis
sjúkrahúsið, Landssjúkra
húsið og Klaksvíkar Sjúkra
hús. Hetta samstundis sum,
at
heimafronturin
eisini
kravdi sítt við trimum eldri
synum, sum í dag eru ávika
vist 11, 17 og 19 ára gaml
ir.
Nógvar flogferðir
Alla hesa tíðina, har læknar
nir ikki vistu, hvat bagdi lít
la Una treivst hann illa.
– Hóast eg mjólkaði út,
tók hann ikki uppá og skran
taði ofta. Matarlysturin var
lítil, og tað er hann enn í
dag, sigur Herdis, sum veit,
at tvey onnur børn her á lan
di hava somu sjúkuna sum
Uni.
Hon greiðir frá, at tað var
ómetaliga hart at fáa boðini
um, at sonurin var álvarsliga
sjúkur.
Tað var forferdiliga
ringt, tí man heldur ikki, at
tað rakar ein sjálvan. Óviss
an, allar ferðirnar og so
samstundis at fáa alt at han
ga saman heima, sigur Herd
is, sum gleðist um at hava
góðan stuðul frá familjuni.
Í dag ferðast tey niður á
Ríkissjúkrahúsið
triðja
hvønn mánað og eina ferð
um mánaðin skulu tey møta
á barnadeildini í Havn, har
hann fær blóðið skift.
So vit hava verið nógvar
flúgvitúrar, tað er heilt sikk
urt, sigur Herdis.
Svevur við maskinuni
Spurd, hvussu Uni reagerar
upp á sjúkuna og viðgerðina,
greiðir hon frá, at fimm dag
ar um vikuna liggur hann
knýttur at einari maskinu í
10 tímar hvørja ferð.
Tá noyðast vit at prika
hann, og viðhvørt tímir
hann tað ikki so væl. Men
tað er neyðugt, tí hann hev
ur so nógv jarn sum kropp
urin ikki nær at bróta niður,
sigur hon. Og í sama viðfan
gi fegnast hon um barna
deildina á Landssjúkrahús
inum.
Tá Uni kemur inn á
deildina, heldur hann seg
eiga alt. Heilsar uppá starvs
fólkini og fær sær eina áví
sa súkklu. Tey eru so ótrúli
ga fitt, tá vit koma inn hend
an eina dagin um mánaðin,
sigur hon. Læknarnir hava
opererað eitt portacat inn í
eina æðr høgru megin á
bringuni á Una. Har verður
blóðið latið í, so tey sleppa
undan at prika hann hvørja
ferð, hann fær blóð.
Vit hava tað gott við at
fara til havnar. Tey eru so
væl fyri við barnalæknum,
góðari deild og fittum
starvsfólkum. So har kenna
vit okkum í tryggum hond
um, sigur Herdis.
Omman misti
tvey børn
Roknað verður við at Uni
kemur at liva við sjúkuni
restina av lívinum.
Av tí at so fá í heiminum
hava hesa sjúkuna, er hetta
helst ikki so spennandi at
granska í, sigur Herdis,
sum sjálv er berari av sjúk
uni. Men ongin annar í
familjuni hevur sjúkuna.
Men mamma hevur
fortalt, at omman misti tvey
smá børn. So kanska okkurt
hevur verið um sjúkuna lon
gu tá, hugleiðir hon.
Fyri hálvumøðrum ári
síðani fór Uni í barnagarð í
Mylnuhúsinum.
Honum
dámar sera væl í Innistovu,
sum stovan eitur, og hann
trívist væl. Ikki minst dám
ar honum væl at sparka bólt
og at spæla við bilar. Men
eina ferð um mánaðin skal
kann inn á Landssjúkrahúsið
at løðast upp, kundi ein
sagt.
Uni hevur tað gott, men
fyri at vera í topp, skal hann
hava blóð. Tí heiti eg inni
liga á fólk um at bjóða seg
fram at vera blóðgevar. Tað
er gull vert fyri okkum,
sum brúka tað, sigur Herdis
at enda.
Blóðið eigur lívið í Una
Blóðgevaradagur í Miðlahúsinum
Í samband við altjóða blóðgevaradagin skipar felagið Blóðgevi fyri
hugnakvøldi í Miðlahúsinum. Bjarni á Steig, yvirlækni og serlækni í
blóðsjúkum heldur fyrilestur um blóðgávu og um, hvat blóðið kann nýtast til
í viðgerðini av ymiskum sjúkum.
Starvsfólk í blóðbankanum greiða frá, hvussu blóðgáva fer fram, og hvussu
blóðið verður viðgjørt í bankanum. Eisini verða nøkur hagtøl frá
blóðbankanum løgd fram.
Eisini verður undirhald við sangi og tónleiki, og nýggir blóðgevar kunnu
tekna seg. Tiltakið byrjar kl. 19.30 og er ókeypis.
Vanta 750 blóðgevar
Fyri at vera sjálvbjargin krevst, at 2500 føroyingar eru
blóðgevar. Men í Føroyum eru tað einans 1750 fólk,
sum lata blóð. – Eingin heilivágur kann setast í staðin
fyri blóð, og tí eru blóðgevar so týdningarmiklir, sigur
Marita Simonsen, forkvinna í felagnum Blóðgevi. Hon
vísir á, at blóð ikki kann framleiðast, men uttan blóð
ber ikki til at gera allar tær viðgerðirnar, sum verða
gjørdar. Kravið til at gerast blóðgevi er, at tú ert
millum 18 og 60 ár, vigar meiri enn 50 kg og annars
ert frískur. – Haraftrat mást tú tola eitt lítið prik, sigur
Marita Simonsen, sum sjálv hevur latið blóð 30 ferðir.
Skal Uni vera í topp, skal
hann hava nýtt blóð hvønn
mánað
- Fyri okkum er blóðið tann størsta gávan. Men tað fer so lítið
av teimum, sum lata tað, siga Herdis og Ingi
Nr. 111 - 13. juni 2007