mikudagur 13. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Blóðgevadagur í Miðlahúsinum
Hósdagin 14. juni er Altjóða Blóðgevadagur. Í tí sambandi skipar
Felagið Blóðgevi fyri hugnakvøldi í Miðlahúsinum. Til hugnakvøldið í
sambandi við altjóða blóðgevaradagin verða fyrilestrar og undirhald.
Bjarni á Steig, yvirlækni og serlækni í blóðsjúkum heldur fyrilestur um
blóðgávu og um, hvat blóðið kann nýtast til í viðgerðini av ymsum
sjúkum. Starvsfólk í blóðbankanum greiða frá, hvussu blóðgáva fer
fram, og hvussu blóðið verður viðgjørt í bankanum. Eisini verða nøkur
hagtøl frá blóðbankanum løgd fram. Undirhald verður eisini á skránni,
og nýggir blóðgevar kunnu tekna seg. Tiltakið byrjar kl. 19.30.
Lík av pinkubarni funnið
Tá Odense á skuldi reinsast í gjáramorgunin, funnu
arbeiðararnir ein hvítan posa við einum lítlum barni í.
Hetta veit danska heimasíðan bt.dk at siga. Líkið var so
illa farið, at tað ikki ber til at siga, um talan er um ein
drong ella eina gentu. Talsmaðurin hjá kriminalløgregluni
í Odense, Herman Overgaard, sigur, at tað kann hugsast,
at ein kvinna hevur fingið barnið í loyndum og síðani
beint fyri tí. Læknar skulu nú kanna, hvussu leingi barnið
hevur ligið í ánni, og hvussu gamalt tað var.
Tvey virki í Eysturoyn
ni hava í felag gjørt
eina verkætlan, ið
bæði sparir pening og
er við til at minka um
dálking av umhvørv
inum
Birgir W. Høgnesen
birgir@sosialurin.fo
Talan er um Tavuna í Leir
vík og Hógv í Sældarfirði,
sum hava arbeitt saman um
eina skipan, ið er fyrsta av
sínum slagi.
Jákup Olsen, stjóri á
Hógv, sigur, at teir eru væl
nøgdir við úrslitið.
Tavan í Leirvík er eitt
fiskavirki, sum eins og flest
onnur hevur eina frystiskip
an, ið nýtir nógva orku, og
sum eisini gevur nógvan
hita av sær, ið annars ikki
verður gagnnýttur.
Jákup sigur, at tað er hes
in hitin ið nú verður endur
vunnin úr køliskipanini, og
nýttur til at hita bygningin
og heitt vatn við.
Tavan hevur havt skipan
ina í meira enn eitt ár, og
teir hava staðfest, at hetta er
ein sera góð íløga. Saman
við nýggju skipanini hevur
Tavan fingið nýggjan orku
sparandi ketil frá Hógv.
Hógv er eisini í ferð við
at seta eina líknandi skipan
upp á einum ørðum fiskavir
ki.
Tað er Hógv, ið hava
ment skipanina og sett hana
upp. Kølisíðan í skpanini er
gjørd í samstarvi við John
son Controls; ella York
Køletekni.
Jákup Olsen vísur á, at
hetta er ein rættiliga stór
orkusparing fyri virkini og
er eisini við til at minka um
dálkingina av umhvørvin
um.
Hiti burtur úr kulda
Norska sjóverjan
kom gjáramorgunin
fram á eitt russiskt
og eitt georgiskt skip,
sum umskipaðu fisk í
Smoguni.
Veiðitjóvar
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Yvirmenninir á teimum báð
um skipunum fingu ein
hvøkk, tá norska sjóverju
skipið "Andenes" klokkan
fimm gjáramorgunin kom
frá á tey, júst sum tey vóru í
ferð við at umskipa tann
ólógliga fiskin. Sambært
sjóverjuni royndu skikpini
at fjala, hvat tey fingust
við, men tað miseydnaðist.
Skipini royndu eisini at taka
til rýmingar, men tað eyd
naðist heldur ikki. .
Norska sjóverjan hevur
ikki nevnt nøkur tøl, men
sigur, at skipini umskipaðu
rættiliga nógvan tosk. Sagt
verður, at tað var týðiligt, at
yvirmenninir á teimum báð
um skipunum høvdu ikki
væntað at fáa vitjan av ein
um sjóverjuskipi, og at tann
óvæntaða vitjanin kom púra
óvart á teir. Smogan er
altjóða sjógvur, men NEA
FC-londini hava samtykt at
hava eftirlit við øllum skip
um har fyri at steðga ólógli
gu veiðini.
Skiftir navn
Tey bæði skipini, sum "And
enes" kom framá, eru gam
lir kenningar hjá norsku sjó
verjuni. Annað skipið eitur
ella rættari sagt brúkar navn
ið "Merlin", men tað er ein
ki skip við hesum navninum,
sigur
sjóverjan.
Skipið
hevði heldur einki flagg gjá
ramorgunin. Hetta sama
skipið hevur fyrr itið "Sind
bad". Tað er eisini tað rætta
navnið, og hetta skipið er
skrásett í Georgia.
Hitt skipið eitur "Mumrin
skiy". Tað er skrásett í Russ
landi, og tá Russland er lim
ur í NEAFC, umfata reglur
nar um Smoguna eisini russ
isk skip. Tí fáa russisku
myndugleikarnir nú eina
frágreiðing frá norsku sjó
verjuni um virksemið hjá
skipinum.
Veiðitjóvar umskipa tosk í Smoguni
Merlin ella Sindbad (ovara
myndin) og Mumrinskiy
(niðara myndin) eru gamlir
kenningar í Smoguni
Saman við Hógv í Søldarfirði
hevur Tavan í Leirvík gjørt
eini orkusparandi skipan, har
hiti fæst burtur úr kulda
Nr. 111 - 13. juni 2007