Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Blóðgevadagur í Miðlahúsinum Hósdagin 14. juni er Altjóða Blóðgevadagur. Í tí sambandi skipar Felagið Blóðgevi fyri hugnakvøldi í Miðlahúsinum. Til hugnakvøldið í sambandi við altjóða blóðgevaradagin verða fyrilestrar og undirhald. Bjarni á Steig, yvirlækni og serlækni í blóðsjúkum heldur fyrilestur um blóðgávu og um, hvat blóðið kann nýtast til í viðgerðini av ymsum sjúkum. Starvsfólk í blóðbankanum greiða frá, hvussu blóðgáva fer fram, og hvussu blóðið verður viðgjørt í bankanum. Eisini verða nøkur hagtøl frá blóðbankanum løgd fram. Undirhald verður eisini á skránni, og nýggir blóðgevar kunnu tekna seg. Tiltakið byrjar kl. 19.30. Lík av pinkubarni funnið Tá Odense á skuldi reinsast í gjáramorgunin, funnu arbeiðararnir ein hvítan posa við einum lítlum barni í. Hetta veit danska heimasíðan bt.dk at siga. Líkið var so illa farið, at tað ikki ber til at siga, um talan er um ein drong ella eina gentu. Talsmaðurin hjá kriminalløgregluni í Odense, Herman Overgaard, sigur, at tað kann hugsast, at ein kvinna hevur fingið barnið í loyndum og síðani beint fyri tí. Læknar skulu nú kanna, hvussu leingi barnið hevur ligið í ánni, og hvussu gamalt tað var. Tvey virki í Eyst­uroyn­ ni hava í felag gjørt­ eina verkæt­lan, ið bæði sparir pening og er við t­il at­ minka um dálking av umhvørv­ inum Birgir W. Høgnesen birgir@sosialurin.fo Talan er um Tavuna í Leir­ vík og Hógv í Sældarfirði, sum hava arbeitt saman um eina skipan, ið er fyrsta av sínum slagi. Jákup Olsen, stjóri á Hógv, sigur, at teir eru væl nøgdir við úrslitið. Tavan í Leirvík er eitt fiskavirki, sum eins og flest onnur hevur eina frystiskip­ an, ið nýtir nógva orku, og sum eisini gevur nógvan hita av sær, ið annars ikki verður gagnnýttur. Jákup sigur, at tað er hes­ in hitin ið nú verður endur­ vunnin úr køliskipanini, og nýttur til at hita bygningin og heitt vatn við. Tavan hevur havt skipan­ ina í meira enn eitt ár, og teir hava staðfest, at hetta er ein sera góð íløga. Saman við nýggju skipanini hevur Tavan fingið nýggjan orku­ sparandi ketil frá Hógv. Hógv er eisini í ferð við at seta eina líknandi skipan upp á einum ørðum fiskavir­ ki. Tað er Hógv, ið hava ment skipanina og sett hana upp. Kølisíðan í skpanini er gjørd í samstarvi við John­ son Controls; ella York Køletekni. Jákup Olsen vísur á, at hetta er ein rættiliga stór orkusparing fyri virkini og er eisini við til at minka um dálkingina av umhvørvin­ um. Hiti burtur úr kulda Norska sjóverjan kom gjáramorgunin fram á eit­t­ russiskt­ og eit­t­ georgiskt­ skip, sum umskipaðu fisk í Smoguni. VeiðitjóVar Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Yvirmenninir á teimum báð­ um skipunum fingu ein hvøkk, tá norska sjóverju­ skipið "Andenes" klokkan fimm gjáramorgunin kom frá á tey, júst sum tey vóru í ferð við at umskipa tann ólógliga fiskin. Sambært sjóverjuni royndu skikpini at fjala, hvat tey fingust við, men tað miseydnaðist. Skipini royndu eisini at taka til rýmingar, men tað eyd­ naðist heldur ikki. . Norska sjóverjan hevur ikki nevnt nøkur tøl, men sigur, at skipini umskipaðu rættiliga nógvan tosk. Sagt verður, at tað var týðiligt, at yvirmenninir á teimum báð­ um skipunum høvdu ikki væntað at fáa vitjan av ein­ um sjóverjuskipi, og at tann óvæntaða vitjanin kom púra óvart á teir. Smogan er altjóða sjógvur, men NEA­ FC­londini hava samtykt at hava eftirlit við øllum skip­ um har fyri at steðga ólógli­ gu veiðini. Skiftir navn Tey bæði skipini, sum "And­ enes" kom framá, eru gam­ lir kenningar hjá norsku sjó­ verjuni. Annað skipið eitur ella rættari sagt brúkar navn­ ið "Merlin", men tað er ein­ ki skip við hesum navninum, sigur sjóverjan. Skipið hevði heldur einki flagg gjá­ ramorgunin. Hetta sama skipið hevur fyrr itið "Sind­ bad". Tað er eisini tað rætta navnið, og hetta skipið er skrásett í Georgia. Hitt skipið eitur "Mumrin­ skiy". Tað er skrásett í Russ­ landi, og tá Russland er lim­ ur í NEAFC, umfata reglur­ nar um Smoguna eisini russ­ isk skip. Tí fáa russisku myndugleikarnir nú eina frágreiðing frá norsku sjó­ verjuni um virksemið hjá skipinum. Veiðitjóvar umskipa tosk í Smoguni Merlin ella Sindbad (ovara myndin) og Mumrinskiy (niðara myndin) eru gamlir kenningar í Smoguni Saman við Hógv í Søldarfirði hevur Tavan í Leirvík gjørt eini orkusparandi skipan, har hiti fæst burtur úr kulda Nr. 111 - 13. juni 2007