mikudagur 13. juni 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 111 - 13. juni 2007
tíðindi
Føroyar hava ráð at
bjarga Múrinum
Samstarva uttanlands
Intrum Føroyum gerst nú partur av European Payment index. Komandi
tíðina fer felagið at senda út spurnarbløð til føroyskar fyritøkur, har tað
m.a. fer at kanna, um rokningar verða goldnar til tíðina, og hvussu langa
tíð tær føroysku fyritøkurnar geva kundunum at gjalda rokningar sínar.
Her snýr tað seg um bæði privatar kundar, almennar kundar og
virkiskundar. Við at kanna hetta, kann Intrum møguliga bøta um
peningarstreymin og úrslitið hjá kravánarum uttan at skaða sambandið
millum kravánaran og skuldaran. Tá ið kanningin er liðug, fáa
fyritøkurnar, sum eru við í kanningini, møguleika at síggja
gjaldsmynstrið hjá fyritøkuni, og á henda hátt kunnu tey eisini samanbera
seg við líknandi fyritøkur í landinum, umframt aðrar fyritøkur.
Kirkjubømúrurin
er aftur vorið eitt
kjakevni, eftir at
norðmenn hava
bjóðað seg fram at
geva tak og stólar til
Múrin. Fyrrverandi
umboðsmaður
Føroya í Aberdeen
heldur, at Føroyar
kunnu læra av
skotum, tá ræður
um at varðveita
fornminni
KIRKJUBØMÚRURIN
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Sosialurin kundi her fyri
greiða
frá
um
norska
kvinnu, sum saman við
øðrum bjóðar føroyingum
tak og stólar til Kirkjubø
múrin. Tey seinnu árini
hevur
Fornminnissavnið
arbeitt við at kanna og turka
múrin, og eitt álit um,
hvussu Múrurin skal varð
veitast og brúkast í framtíð
ini verður væntandi handað
landstýrismanninum seinni
í ár.
Sofus Poulsen, sum var á
Umboðsstovu
Føroya
í
Aberdeen í 54 ár, har av
hann í 22 ár var sendimaður
Føroya í Bretlandi, sigur
við Sosialin, at tað er gott,
at málið um Kirkjubømúrin
verður tikið framaftur
- Hetta er okkara dýra
barasti fornminnislutur og
skuldi fyri langari tíð síðani
havt verið settur í stand, so
øll tey mongu, bæði okkara
egnu og tey fremmandu,
sum vitja múrin, kunnu fáa
gleði av at síggja hann og
fáa upplýsingar um tað
søguligu síðuna.
Sofus Poulsen hevur altíð
havt stóran áhuga fyri
Múrinum og hevur eisini
sent føroysku myndugleik
unum frágreiðingar um,
hvussu líknandi bygningar
eru vardir og ístandsettir í
Skotlandi.
- Fyri á leið 38 árum
síðani sendi eg eitt skriv til
Føroya
Landsstýri
við
myndum av eini líknandi
kirkju í Argyll í vestur
Skotlandi,
sum
líkist
Kirkjubømúrurinum nógv.
- Í Argyll hava myndug
leikarnir lagt glastak innan
í kirkjuni, sum ikki sást
uttanífrá og so hava teir lagt
takrennur og rør innanfyri,
sett sterk vindeygu og svera
hurð av timbur í kirkjuna
ella múrin og koyrt grús á
gólvið.
Miðstøðuhiti
er
eisini, so har er fløtt at
koma inn, og har eru
ymiskir lutir at síggja sum
hoyrdu kirkjuni til.
- Hvat hevði verið í vegin
fyri at gjørt nakað líknandi
við Kirkjubømúrin, spyr
fyrrverandi umboðsmaður
Føroya.
- At leggja tak á Múrin
hevði gjørt tað myrkt innan,
og um ein hugsar um, hví
hesin múrur ella dómkirkja
varð bygd, so var tað fyri at
vit
menniskjur
skuldu
venda okkara tankar og
hugsan uppeftir, og tað
hevði sjálvandi eisini verið
tað sum tey innkomandi
høvdu gjørt, um glastekja
var á Múrinum, og so hevði
ein sæð alt sum innanfyri
múrarnar var, uttan at hava
fyri
neyðini
at
hava
manngjørt ljós. Glasið í
skotsku kirkjuni er sjálvandi
bæði tjúkt og sterkt, og
rammurnar eru antin av
aluminium ella rustfríum st
áli.
Sofus
Poulsen
sigur
eisini, at føroysku myndug
leikarnir kundu lært av
royndunum í Orkney, har
føroyski múrurin hevur ein
navnað, St. Magnus Cathe
dral í Kirkwall.
- Sjálvandi er neyðugt at
halda Múrin við líka við
røttum tilfari, og her kundi
ein tosa við teir, sum halda
navna múrins - St. Magnus
Cathedral í Kirkwall - við
líka, tí har er líknandi
veðurlag við bæði vindi,
sjóroki og regni eins og í
Føroyum, og teir múrarnir
hava staðið líka leingi sum
Kirkjubømúrurin.
Fyrrverandi sendimaður
Føroya í Bretlandi metir, at
Føroyar eiga at hava ráð at
gera nakað við Múrin.
- Í dag er fíggjarstøðan í
Føroyum nógv betri, enn tá
ið fyrstu ætlanirnar um at
varðveita
Kirkjubømúrin
vóru havdar á máli, og ein
kundi væntað at peninga
sterk bankar og virkir fóru
at kenna tað sum eina æru
at stuðla varðveislu av
kirkjubømúrinum.
Múrurin er okkara dýrabarasti fornminnislutur og skuldi fyri langari tíð síðani havt verið settur í stand, sigur Sofus Poulsen, fyrrverandi sendimaður
Føroya í Bretlandi
Gera skotska heimasíðu
Right4EU er ein skotsk fyritøka, ið selur kostískoyti í
næstan øllum Europa.
Fyritøkan hevur havt heimasíðu í fleiri ár, og varð
komin til tað niðurstøðu, at ein nýggj loysn varð
neyðug. Right4EU valdi at gera samstarv við føroysku
fyritøkuna Knassar, og nú er nýggja loysnin almenn.
Frá Knassar siga tey, at uppgávan var spennandi og
lærurík. - Right4EU er okkara fyrsti kundi í Skotlandi,
og tað frøir okkum, at tey longu hava givið okkum enn
fleiri uppgávur, sigur Rúni Petersen, sølustjóri á
Knassar.