Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 111 - 13. juni 2007 tíðindi Føroyar hava ráð at bjarga Múrinum Samstarva uttanlands Intrum Føroyum gerst nú partur av European Payment index. Komandi tíðina fer felagið at senda út spurnarbløð til føroyskar fyritøkur, har tað m.a. fer at kanna, um rokningar verða goldnar til tíðina, og hvussu langa tíð tær føroysku fyritøkurnar geva kundunum at gjalda rokningar sínar. Her snýr tað seg um bæði privatar kundar, almennar kundar og virkiskundar. Við at kanna hetta, kann Intrum møguliga bøta um peningarstreymin og úrslitið hjá kravánarum uttan at skaða sambandið millum kravánaran og skuldaran. Tá ið kanningin er liðug, fáa fyritøkurnar, sum eru við í kanningini, møguleika at síggja gjaldsmynstrið hjá fyritøkuni, og á henda hátt kunnu tey eisini samanbera seg við líknandi fyritøkur í landinum, umframt aðrar fyritøkur. Kirkjubømúrurin er aftur vorið eitt kjakevni, eftir at norðmenn hava bjóðað seg fram at geva tak og stólar til Múrin. Fyrrverandi umboðsmaður Føroya í Aberdeen heldur, at Føroyar kunnu læra av skotum, tá ræður um at varðveita fornminni KIRKJUBØMÚRURIN Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Sosialurin kundi her fyri greiða frá um norska kvinnu, sum saman við øðrum bjóðar føroyingum tak og stólar til Kirkjubø­ múrin. Tey seinnu árini hevur Fornminnissavnið arbeitt við at kanna og turka múrin, og eitt álit um, hvussu Múrurin skal varð­ veitast og brúkast í framtíð­ ini verður væntandi handað landstýrismanninum seinni í ár. Sofus Poulsen, sum var á Umboðsstovu Føroya í Aberdeen í 54 ár, har av hann í 22 ár var sendimaður Føroya í Bretlandi, sigur við Sosialin, at tað er gott, at málið um Kirkjubømúrin verður tikið framaftur ­ Hetta er okkara dýra­ barasti fornminnislutur og skuldi fyri langari tíð síðani havt verið settur í stand, so øll tey mongu, bæði okkara egnu og tey fremmandu, sum vitja múrin, kunnu fáa gleði av at síggja hann og fáa upplýsingar um tað søguligu síðuna. Sofus Poulsen hevur altíð havt stóran áhuga fyri Múrinum og hevur eisini sent føroysku myndugleik­ unum frágreiðingar um, hvussu líknandi bygningar eru vardir og ístandsettir í Skotlandi. ­ Fyri á leið 38 árum síðani sendi eg eitt skriv til Føroya Landsstýri við myndum av eini líknandi kirkju í Argyll í vestur Skotlandi, sum líkist Kirkjubømúrurinum nógv. ­ Í Argyll hava myndug­ leikarnir lagt glastak innan í kirkjuni, sum ikki sást uttanífrá og so hava teir lagt takrennur og rør innanfyri, sett sterk vindeygu og svera hurð av timbur í kirkjuna ella múrin og koyrt grús á gólvið. Miðstøðuhiti er eisini, so har er fløtt at koma inn, og har eru ymiskir lutir at síggja sum hoyrdu kirkjuni til. ­ Hvat hevði verið í vegin fyri at gjørt nakað líknandi við Kirkjubømúrin, spyr fyrrverandi umboðsmaður Føroya. ­ At leggja tak á Múrin hevði gjørt tað myrkt innan, og um ein hugsar um, hví hesin múrur ella dómkirkja varð bygd, so var tað fyri at vit menniskjur skuldu venda okkara tankar og hugsan uppeftir, og tað hevði sjálvandi eisini verið tað sum tey innkomandi høvdu gjørt, um glastekja var á Múrinum, og so hevði ein sæð alt sum innanfyri múrarnar var, uttan at hava fyri neyðini at hava manngjørt ljós. Glasið í skotsku kirkjuni er sjálvandi bæði tjúkt og sterkt, og rammurnar eru antin av aluminium ella rustfríum st áli. Sofus Poulsen sigur eisini, at føroysku myndug­ leikarnir kundu lært av royndunum í Orkney, har føroyski múrurin hevur ein navnað, St. Magnus Cathe­ dral í Kirkwall. ­ Sjálvandi er neyðugt at halda Múrin við líka við røttum tilfari, og her kundi ein tosa við teir, sum halda navna múrins ­ St. Magnus Cathedral í Kirkwall ­ við líka, tí har er líknandi veðurlag við bæði vindi, sjóroki og regni eins og í Føroyum, og teir múrarnir hava staðið líka leingi sum Kirkjubømúrurin. Fyrrverandi sendimaður Føroya í Bretlandi metir, at Føroyar eiga at hava ráð at gera nakað við Múrin. ­ Í dag er fíggjarstøðan í Føroyum nógv betri, enn tá ið fyrstu ætlanirnar um at varðveita Kirkjubømúrin vóru havdar á máli, og ein kundi væntað at peninga­ sterk bankar og virkir fóru at kenna tað sum eina æru at stuðla varðveislu av kirkjubømúrinum. Múrurin er okkara dýrabarasti fornminnislutur og skuldi fyri langari tíð síðani havt verið settur í stand, sigur Sofus Poulsen, fyrrverandi sendimaður Føroya í Bretlandi Gera skotska heimasíðu Right4EU er ein skotsk fyritøka, ið selur kostískoyti í næstan øllum Europa. Fyritøkan hevur havt heimasíðu í fleiri ár, og varð komin til tað niðurstøðu, at ein nýggj loysn varð neyðug. Right4EU valdi at gera samstarv við føroysku fyritøkuna Knassar, og nú er nýggja loysnin almenn. Frá Knassar siga tey, at uppgávan var spennandi og lærurík. ­ Right4EU er okkara fyrsti kundi í Skotlandi, og tað frøir okkum, at tey longu hava givið okkum enn fleiri uppgávur, sigur Rúni Petersen, sølustjóri á Knassar.