Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 111- 13. juni 2007 Ferðslubroytingar á Eystanstevnu Frá mikukvøldinum 13. juni kl. 19.00 til sunnukvøldið 17. juni klokkan 23.00 verður ongin gjøgnumkoyring á Stevnuøkinum. Heiðavegurin verður sostatt stongdur frá Jungmann og suður til Hotel Runavík. Í hesum sambandi verður ferðslan beind eftir vegnum á kaiøkinum. Tó ber til at koyra til handlar, sum liggja millum Føroya Banka og Brotið. Ferðslubroytingarnar eru uppmerktar á kortinum yvir stevnuøkið. Sparkivøllur til Skálavíkar Í eina tíð hevur verið arbeitt við at gera nýggja sparkivøllin í Skálavík lidnan, og nú er arbeiði endiliga liðugt. Fríggjadagin í farnu viku var UEFA- sparki­vøllurin avhendaður til bygdafólki í Skálavík. Tað var Karl Vidtveldt umboðandi før­oyska fótbóltssambandið, sum stóð fyri hesum. Sama dag, sum vøllurin bleiv avhendur til bygdar­fólki í Skálavík, var bygdin vertur fyri Sandoyar­stevnuni. - Fyrst legðist sonurin sjúkur, og síðan eg sjálvur. Hetta var óbehagiligt. Tað byrjaði við spýggisjúku og síðan búkilsku, sigur havnaborgari, sum herfyri lá sjúkur Sjúka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Eg eri ikki 100% vísur í, at sjúkan stavaði frá vatn­ inum, men eg havi ein sterkan mistanka um tað. Tað sigur havnaborgari, sum um dagarnar hevur ligið sjúkur. Hann sigur, at fyrst legðist yngri sonurin sjúkur, og síðan hann sjálvur. - Sonurin byrjaði at spýggja og fekk síðan búk­ ilsku og nógvan fepur. Seinni legðist eg sjálvur sjúk­ur, og hetta byrjaði á sama hátt. Havnaborgarin sigur, at hjá honum byrjaði tað eisini við spýggisjúku og síðan við ringari búkilsku og leysum lívi. - Eg fekk nakað av fepri, men ikki tað nógva. Eg gjørdist rættiliga ússaligur, spýði nógv og hevði ongan matarlyst. Hetta vant upp á seg yvir einar 3-4 dagar. Hann sigur, at eftir nøkr­ um døgum var neyðugt at fara til lækna at fáa heilivág, sum kundi stabilisera tarm­ ar og maga. - Seinni hoyra vit so, at ávísir trupulleikar hava verið við vatninum í høvuðs­ staðnum, og tað er lætt at vera bakklókur. Havnaborgarin sigur, at hann ikki er 100% vísur í, at tað er drekkivatnið, ið elvdi til sjúkuna, men hann hevur ein mistanka um, at so er. - Vit hava drukkið ókókað vatn sum vanligt, men vit hava onga staðfesting av, um hetta nú var orsøkin, tí ongar veruligar kanningar eru gjørdar í so máta, sigur hann. Havnaborgarin heldur, at Tórshavnar kommuna eiga at lata fólk vita, um minsti mistaki er til vatnið. - Tað ger einki, um sagt verður frá einaferð ov nógv – heldur enn einaferð ov lítið, sigur hann. Illgruni til vatnið Kanningar, sum Tórshavnar Komm­ una higartil hevur latið gera av vatn­ inum í høvuðs­ staðnum, hava ikki víst, at vatnið er fongt við e.coli ella koliforma bakterium. Nakrir enterokokkar vórðu staðfestir her­ fyri, men nú bendir einki á, at vatnið er dálkað VatnDÁLKING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Viggo Christiansen, sum er vatnmeistari í Tórshavnar Komm­unu, sigur, at tá søgur fara at ganga um, at drekkki­vatnið er dálkað, gerast fólk sjálvandi órógv­ að. Liggja fólk um somu tíð við spýggisjúku og leysum lívi, er sannlíkt, at tey halda, at orsøkin er drekkivatnið. Hann vísir á, at fólk í sein­ astuni hava ligið við spýggi­ sjúku og leysum lívi, men hetta er ikki bara í Havn, eisini kring landið og eitt nú á Skálafjørðinum, har fleiri fólk hava ligið sjúk. Eingin staðfesting Vatnmeistarin sigur, at herfyri varð staðfest, at nakrir ente­rokokkar vóru í drekki­vatninum í parti av høvuðs­staðnum, men hvørki e.coli ella koliforma bakteriur eru staðfestar í vatn­goymslunum í Vill­ ingardali ella Havnardali. - Vit hava ikki havt slíkar trupulleikar við vatninum, síðan vit høvdu eitt brek á reinsiverkinum í Villingar­ dali í fjør heyst, sigur vatn­ meistarin. Hann vísir á, at Tórs­ havnar Kommuna veit ikki orsøkina til, at enterokokkar vóru funnir fyri umleið 10 døgum síðan, men nú vísa kanningarnar, at vatnið er í lagi. - Nýggjar kanningar eru nú gjørdar. Faroe Seafood hevur gjørt tvær, og vit hava gjørt eina á Faroe Seafood í Havn og eina á Mjólkar­ virkinum fyri at staðfesta, hvussu vorðið er í Eyst­ur­ býnum. Viggo Christiansen sigur, at í løtuni er einki staðfest nakrastaðni. - Faroe Seafood hevur eisini havt kanningar til dyrkingar seinastu dagarnar, og soleiðis sum eg havi skilt á teimum, sum standa fyri laboratoriunum hjá teim­um, hava hesar kanningar ikki staðfest nak­ að óvanligt hesar seinastu dagarnar, sigur hann. Umfatandi kanning Vatnmeistarin sigur, at Heilsufrøðiliga Starvs­ stovan skipar fyri, at ein stór kanning av vatninum verð­ur gjørd einaferð um mánaðin, og hendan kann­ ing plagar at verða tikin fyrsta týsdag í hvørjum mánaða. - Tíggju royndir verða tiknar ymsastaðni í kom­m­ ununi – og ikki bara í Havn. Hesar royndir verða kann­ aðar nú, og um einar tríggjar dagar hava vit úrslitini, sigur hann. Viggo Christiansen vísir á, at hetta er ein reglulig kemisk-og mikrobiologisk kanning, sum er rættiliga umfatandi. Hann sigur, at Tórshavnar kommuna heldur seg til eina norska skipan, sum merkir, at tá einki vísir seg at verða í einari seinni kann­ ing, sum kemur efti­r­fylgj­ andi einari fyrru, verður ikki meira burtur úr mót­ vegis borgarunum. - Orsøkin til, at vit hesa­ ferð vendu okkum til stovn­ ar, har heilsuveik fólk og børn eru, var kanningin, sum herfyri vísti, at nakrir enterokokkar vóru stað­ festir, sigur vatnmeistarin. Eftir stóru kanningina, sum nú er tikin á tíggju ym­iskum støðum, fæst seinni í hesi vikuni neyvari greiða á, hvussu støðan er. Heystið ringast Viggo Christiansen sigur, at vanliga er heystið ring­ asta tíð fyri vatnið, tí tá kunnu vit fáa nógv regn, sum dregur skarn frá seyði og fugl oman í vatn­goymsl­ urnar. - Tað er serliga hendan tíðin, sum kann geva trupul­ leikar, leggur hann aftrat. Eingin grund til panikk Eingin lækni at hitta Vatn Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin royndi allan fyrrapartin at fáa fatur á onkrum av kommunu­ lækn­unum í Havn fyri at fáa at vita, um nøkur stað­festing er gjørd, sum sigur, at spýggisjúkan og búkilskan, sum fólk hava drigist við í seinastuni, kann stava frá drekki­vatn­ inum. Vit ringdu til einar fimm av komm­unu­lækn­ unum, men tíverri eydnaðist okkum ikki at fáa orð á nøkrum teirra. Teir, sum svaraðu, vóru upptiknir við sjúk­ ling­um og onkur vísti á telefonsvarara til aðrar læknar í økinum. Í løtuni er einki, sum bendir á, at drekkivatnið í høvuðsstaðnum er fongt við bakterium