Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 111- 13. juni 2007 Ferðslubroytingar á Eystanstevnu Frá mikukvøldinum 13. juni kl. 19.00 til sunnukvøldið 17. juni klokkan 23.00 verður ongin gjøgnumkoyring á Stevnuøkinum. Heiðavegurin verður sostatt stongdur frá Jungmann og suður til Hotel Runavík. Í hesum sambandi verður ferðslan beind eftir vegnum á kaiøkinum. Tó ber til at koyra til handlar, sum liggja millum Føroya Banka og Brotið. Ferðslubroytingarnar eru uppmerktar á kortinum yvir stevnuøkið. Sparkivøllur til Skálavíkar Í eina tíð hevur verið arbeitt við at gera nýggja sparkivøllin í Skálavík lidnan, og nú er arbeiði endiliga liðugt. Fríggjadagin í farnu viku var UEFA- sparkivøllurin avhendaður til bygdafólki í Skálavík. Tað var Karl Vidtveldt umboðandi føroyska fótbóltssambandið, sum stóð fyri hesum. Sama dag, sum vøllurin bleiv avhendur til bygdarfólki í Skálavík, var bygdin vertur fyri Sandoyarstevnuni. - Fyrst legðist sonurin sjúkur, og síðan eg sjálvur. Hetta var óbehagiligt. Tað byrjaði við spýggisjúku og síðan búkilsku, sigur havnaborgari, sum herfyri lá sjúkur Sjúka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Eg eri ikki 100% vísur í, at sjúkan stavaði frá vatn- inum, men eg havi ein sterkan mistanka um tað. Tað sigur havnaborgari, sum um dagarnar hevur ligið sjúkur. Hann sigur, at fyrst legðist yngri sonurin sjúkur, og síðan hann sjálvur. - Sonurin byrjaði at spýggja og fekk síðan búk- ilsku og nógvan fepur. Seinni legðist eg sjálvur sjúkur, og hetta byrjaði á sama hátt. Havnaborgarin sigur, at hjá honum byrjaði tað eisini við spýggisjúku og síðan við ringari búkilsku og leysum lívi. - Eg fekk nakað av fepri, men ikki tað nógva. Eg gjørdist rættiliga ússaligur, spýði nógv og hevði ongan matarlyst. Hetta vant upp á seg yvir einar 3-4 dagar. Hann sigur, at eftir nøkr- um døgum var neyðugt at fara til lækna at fáa heilivág, sum kundi stabilisera tarm- ar og maga. - Seinni hoyra vit so, at ávísir trupulleikar hava verið við vatninum í høvuðs- staðnum, og tað er lætt at vera bakklókur. Havnaborgarin sigur, at hann ikki er 100% vísur í, at tað er drekkivatnið, ið elvdi til sjúkuna, men hann hevur ein mistanka um, at so er. - Vit hava drukkið ókókað vatn sum vanligt, men vit hava onga staðfesting av, um hetta nú var orsøkin, tí ongar veruligar kanningar eru gjørdar í so máta, sigur hann. Havnaborgarin heldur, at Tórshavnar kommuna eiga at lata fólk vita, um minsti mistaki er til vatnið. - Tað ger einki, um sagt verður frá einaferð ov nógv – heldur enn einaferð ov lítið, sigur hann. Illgruni til vatnið Kanningar, sum Tórshavnar Komm- una higartil hevur latið gera av vatn- inum í høvuðs- staðnum, hava ikki víst, at vatnið er fongt við e.coli ella koliforma bakterium. Nakrir enterokokkar vórðu staðfestir her- fyri, men nú bendir einki á, at vatnið er dálkað VatnDÁLkInG Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Viggo Christiansen, sum er vatnmeistari í Tórshavnar Kommunu, sigur, at tá søgur fara at ganga um, at drekkkivatnið er dálkað, gerast fólk sjálvandi órógv- að. Liggja fólk um somu tíð við spýggisjúku og leysum lívi, er sannlíkt, at tey halda, at orsøkin er drekkivatnið. Hann vísir á, at fólk í sein- astuni hava ligið við spýggi- sjúku og leysum lívi, men hetta er ikki bara í Havn, eisini kring landið og eitt nú á Skálafjørðinum, har fleiri fólk hava ligið sjúk. Eingin staðfesting Vatnmeistarin sigur, at herfyri varð staðfest, at nakrir enterokokkar vóru í drekkivatninum í parti av høvuðsstaðnum, men hvørki e.coli ella koliforma bakteriur eru staðfestar í vatngoymslunum í Vill- ingardali ella Havnardali. - Vit hava ikki havt slíkar trupulleikar við vatninum, síðan vit høvdu eitt brek á reinsiverkinum í Villingar- dali í fjør heyst, sigur vatn- meistarin. Hann vísir á, at Tórs- havnar Kommuna veit ikki orsøkina til, at enterokokkar vóru funnir fyri umleið 10 døgum síðan, men nú vísa kanningarnar, at vatnið er í lagi. - Nýggjar kanningar eru nú gjørdar. Faroe Seafood hevur gjørt tvær, og vit hava gjørt eina á Faroe Seafood í Havn og eina á Mjólkar- virkinum fyri at staðfesta, hvussu vorðið er í Eystur- býnum. Viggo Christiansen sigur, at í løtuni er einki staðfest nakrastaðni. - Faroe Seafood hevur eisini havt kanningar til dyrkingar seinastu dagarnar, og soleiðis sum eg havi skilt á teimum, sum standa fyri laboratoriunum hjá teimum, hava hesar kanningar ikki staðfest nak- að óvanligt hesar seinastu dagarnar, sigur hann. Umfatandi kanning Vatnmeistarin sigur, at Heilsufrøðiliga Starvs- stovan skipar fyri, at ein stór kanning av vatninum verður gjørd einaferð um mánaðin, og hendan kann- ing plagar at verða tikin fyrsta týsdag í hvørjum mánaða. - Tíggju royndir verða tiknar ymsastaðni í komm- ununi – og ikki bara í Havn. Hesar royndir verða kann- aðar nú, og um einar tríggjar dagar hava vit úrslitini, sigur hann. Viggo Christiansen vísir á, at hetta er ein reglulig kemisk-og mikrobiologisk kanning, sum er rættiliga umfatandi. Hann sigur, at Tórshavnar kommuna heldur seg til eina norska skipan, sum merkir, at tá einki vísir seg at verða í einari seinni kann- ing, sum kemur eftirfylgj- andi einari fyrru, verður ikki meira burtur úr mót- vegis borgarunum. - Orsøkin til, at vit hesa- ferð vendu okkum til stovn- ar, har heilsuveik fólk og børn eru, var kanningin, sum herfyri vísti, at nakrir enterokokkar vóru stað- festir, sigur vatnmeistarin. Eftir stóru kanningina, sum nú er tikin á tíggju ymiskum støðum, fæst seinni í hesi vikuni neyvari greiða á, hvussu støðan er. Heystið ringast Viggo Christiansen sigur, at vanliga er heystið ring- asta tíð fyri vatnið, tí tá kunnu vit fáa nógv regn, sum dregur skarn frá seyði og fugl oman í vatngoymsl- urnar. - Tað er serliga hendan tíðin, sum kann geva trupul- leikar, leggur hann aftrat. Eingin grund til panikk Eingin lækni at hitta Vatn Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin royndi allan fyrrapartin at fáa fatur á onkrum av kommunu- læknunum í Havn fyri at fáa at vita, um nøkur staðfesting er gjørd, sum sigur, at spýggisjúkan og búkilskan, sum fólk hava drigist við í seinastuni, kann stava frá drekkivatn- inum. Vit ringdu til einar fimm av kommunulækn- unum, men tíverri eydnaðist okkum ikki at fáa orð á nøkrum teirra. Teir, sum svaraðu, vóru upptiknir við sjúk- lingum og onkur vísti á telefonsvarara til aðrar læknar í økinum. Í løtuni er einki, sum bendir á, at drekkivatnið í høvuðsstaðnum er fongt við bakterium