mikudagur 13. juni 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111- 13. juni 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Sam Høgnesen, ættaður úr Elduvík, búsitandi í
Esbjerg, andaðist mánadagin 11. juni, 56 ára
gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Kistan við Mervin Dimon, Tvøroyri, fer úr
kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, í kirkjuna í
kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar
kirkju hósdagin klokkan 13. Tey ið vilja minnast
Mervin kunnu lata eina peningagávu til Suðuroyar
Ellis og Røktarheim, konta í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
14.
juni.
Rufinus,
deyður umleið ár 300.
Rómverskur hermaður,
sum saman við øðrum
varð tikin av døgum fyri
trúar sakir.
Eins og undanfarin ár letur
Sofus Poulsen, listamaður,
upp
summarframsýning
sína í Smiðjuni í Lítluvík
hósdagin 14. juni kl. 14.
Um hesa framsýningina
sigur Sofus, at litirnir og
samanspælið millum litir
nar eru høvuðsinnihaldið í
teimum 20 oljumálningun
um, hann hevur við á fram
sýningini.
Hann heldur sjálvur, at
hann hevur flutt seg nógv
síðan ta fyrstu framsýning
ina, hann hevði í Smiðjuni í
1993.
Framsýningin er opin til
og við mikudagin 14. juni,
allar dagur frá kl. 14-18,
har øll eru vælkomin.
Litirnir eru høvuðsinnihaldið
Hósdagin 14. juni letur Sofus Poulsen, listamaður, upp eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík
Mynd: Jens Kristian Vang
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
okkum samkenslu og vóru nærverandi, tá okkara
kæra kona og mamma
Esther Abrahamsen
Tórshavn
andaðist á Mørkini í Streymnesi og
varð jarðað í Havn.
Takk, Heri Joensen, fyri umsorgan og góð orð bæði
har norðuri á Mørkini og síðani í Havn. Takk øll
tit í Heilsuverkinum, sum sum onkusvegna vóru
um Esther, meðan hon livdi. Takk fyri heilsanir,
kransar og blómur og hjálp til jarðarferðina. Takk
starvsfelagar fyri stuðul!
Eina serliga tøkk senda vit tykkum á
Røktarheiminum Mørkini, fyri tykkara umsorgan
fyri Esther og okkum, sum varaðu av, og sum gjørdi
hennara seinastu tíð so góða og virðiliga, sum
til bar. Takk øll tit, sum fylgdu Esther til hennara
seinasta hvíldarstað. Og at enda eina tøkk til
familjurnar, som hava hjálpt so nógv!
Símun og Pól Laurits
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu, í stóru sorg okkara, tá kæra kona,
mamma, vermamma og omma
Jóhanna Hansen
Klaksvík
so brádliga andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Niels Paula Danielsen, prest, og Hanus
Simonsen fyri troystarríku orðini í kapellinum
og í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og hornblástur.
Tøkk til tykkum øll, sum vitjaðu inn á gólvið og øll
tykkum, sum hjálptu til heima og
í samband við ervið.
Tykkum á onkulogisku deild á Landssjúkrahúsinum
takka vit hjartaliga fyri hjálp og stuðul. Ein serstøk
tøkk til Boga Davidsen lækna fyri hjálp í Danmark.
Tøkk fyri blómur og kransar og fyri
peningagávurnar til Landsfelagið fyri Autismu.
Øllum tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað takka vit hjartaliga.
Familjunnar vegna
Hans Olav, Annika, Petur Martin,
Ólavur og Martina
Í gjár boðaði Jóansøkufesti
valurin frá, at Jack Petersen
verður á skránni hjá festi
valinum. Men eisini í Havn
verður møguleiki, at hoyra
mergjaða søgusigaran siga
frá. Á Ólavsøkukonsertini
verður Jack at hoyra í tí líki,
ið hann er best kendur og
dámdur millum føroyingar.
Hann fer nevnliga at siga
frá um hendingina í Dan
mark, tá hann bleiv stungin
av einum ørum, vápnaðum
dana. Hetta stóð at lesa á
kjaksíðuni, kjak.fo, leygar
dagin. So við hesum kann
staðfestast, at Jack verður
at hoyra fleiri ferðir í
summar.
Jack Petersen
á Ólavsøku
konsertina