mikudagur 13. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 111- 13. juni 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Skotsku áskoðararnir, sum
vóru í Føroyum í sambandi
við landsdystin millum Før
oyar og Skotland mikudagin
6. juni, hava mist eitt stórt
flagg/bannara, tá teir vóru
her og vilja fegnir hava tað
aftur, tí tað kostaði teimum
nógv.
Teir siga soleiðis í skrivi
til ferðaskrivstovuna Green
Gate Incoming í Havn:
“They have lost our enor
mous football banner/flag.
It is about 10 metres long
and 3 metres broad. The
words on it are : BONNY
BRIDGE TARTAN ARMY.
It was in a black or dark
navyblue rucksack/bag.
The flag is a big white
cross on a blue background
(Saint Andrew’s cross the
patron saint of Scotland).
They may also have left it
in a bar or restaurant in
Torshavn.
Could you create publi
city about its loss perhaps
a feature in your local
newspapers to ask everyone
if anyone has found it.
Please do your best”.
Tey, sum vita nakað um
flaggið, kunnu venda sær
til Greengate Incoming P/f,
undir Bryggjubakka 3, Tórs
havn, tel. 350520, mail adr
essa: hilda@greengate.fo.
Skotar leita eftir flaggi
Eydna Danielsen í Hovi er
sett sum nýggjur vara
skúlastjóri
í
Hvalbiar
skúla, har hon eisini hevur
starvast
seinastu
tvey
árini.
Eydnu Danielsen er 46
ára gomul. Hon tók lærara
útbúgving sína á Esbjerg
Seminarium í 1987.
Í samfull 18 ár hevur
Eydna verið einalærari í
Sandvík, men seinastu
tvey árini hevur hon verið
í farloyvi frá hesum starvi.
Hesi árini hevur hon
arbeitt
sum
lærari
í
Hvalbiar skúla.
Varaskúlastjóri
settur í Hvalbiar
skúla
Eydna Danielsen er nýggjur
varaskúlastjóri í Hvalbiar
skúla
Mánadagin 11. juni 2007
gav Postverk Føroya út
seks nýggj frímerki.
Út kom eitt smáark við
trimum frímerkjum á 5,50
kr, sum avmynda teir
tríggjar
sum
týddu
Bíbliuna
til
føroyskt:
Jákup Dahl, K.O. Viderø
og Victor Danielsen.
Edward Fuglø hevur
teknað.
Trý frímerki undir heit
inum Heimafuglur komu
eisini út. Tey avmynda
ávíkavist hønur, dunnur
og gæs. Virðini eru 9,
20, og 25, kr.
Astrid
Andreassen
hevur teknað.
Frímerki við
heimafuglum og
bíbliutýðarum
Edward Fuglø hevur teknað frímerkini við bíbliutýða
runum: Jákup Dahl, K.O. Viderø og Victor Danielsen
Astrid
Andreassen
hevur teknað
frímerki undir
heitinum
Heimafuglur
Í oktober eru liðin
25 ár síðan danin
Hans Korsgaard í
»Klokkuni« í SMS
kom til Føroya
at arbeiða sum
ursmiður og 9. juni
2007 vóru 20 ár síðan
Klokkan á fyrsta sinni
læt upp í Dr. Jacob
sensgøtu í Havn
Handil
Í hesum døgum verður
hátíðarhildið at ursmúkku
og gávuhandilin Klokkan í
SMS fyllir 20 ár. Tað var
Hans
Korsgaard
sum
stovnaði Klokkuna í 1987,
tá hann læt handilin upp í
Dr. Jakobsensgøtu.
Sum úlærdur ursmiður
fór Hans, sum kemur frá
Ålborgleiðini, til Sveis at
læra meira um ur hjá Cand
ino urverksmiðjuni. Síðan
kom hann til Føroya at
arbeiða sum ursmiður í sam
bandi við at »Ursølan« hjá
Arnold Berg læt upp handil
í SMS, tá annað byggistig
av handilsmiðstøðini gjørd
ist veruleiki. Hetta var í
oktober 1982.
Eftir at hava hildið til í
Dr. Jacobsensgøtu síðan
1987 flutti klokkan sum
sjálvstøðugur handil í SMS
í 1990. Í 1997 var handilin
lagdur saman við tveimum
øðrum handlum, sum fingu
navnið 3arin. Nú eitur
handilin aftur Klokkan.
Í sambandi við 20 ára
føðingardagin hevur Klokk
an nøkur góð tilboð og eina
brúðarframsýning á Torgin
um í SMS við trúlovilsis
ringum og øðrum. Eisini
verður gamli Fordurin hjá
Hans við á framsýningini.
Hans er nevndarlimur í
áhugafelagnum Føroya Ell
isakfør og eigur einum flott
an svartan Ford A frá 1930.
mg
Klokkan í SMS 20 ár
Tað er hesum flagginum skotarnir leita eftir. Flaggið er blátt og hvítt
Fyri 20 árum síðan stovnaði
Hans Korsgaard ur
smúkku og gávuhandilin
Klokkan, sum í dag heldur
til í SMS
Mynd: Jens Kristian Vang