mikudagur 13. juni 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 111 - 13. juni 2007 ]
VB/Sumba fer at liggja
langt aftri í royndini
at halda málið reint,
meðan HB fer at leypa
á við øllum monnum,
tá liðini bæði hittast
í fyrru hálvfinaluni
í steypakappingini í
kvøld
Fótbóltur
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
VB/Sumba
hevur
allar
mans tøkar, nú teir fara
norður um fjørðin at spæla
hálvfinaludyst móti HB í
kvøld. Dan Djurhuus, liðfor
maður, sigur, at vónirnar
eru góðar.
– Vit vóna at fáa eitt
hampiligt úrslit. Tað er fyrst
og fremst at halda nullið.
Klára vit tað er tað óført og
eitt gott útgangstøði til seinnu
hálvfinaluna, sum verður á
heimavølli, sigur hann.
Hóast
Dan
Djurhuus
sigur, at VB/Sumba fyrst og
fremst fer at leggja seg eftir
at halda málið reint, so
afturvísir hann, at teir fara
at grava seg niður í egnum
brotsteigi. Hann sigur somu
leiðis, at teir ikki óttast at
spæla móti verandi meistar
unum.
– Okur ræðast ikki altjóða
hetjur, sigur Dan Djurhuus,
og sipar til yvirskrift í Sosi
alinum
mánadagin,
tá
skrivað stóð um sigurin hjá
B71 á HB, at bygdamenn
vunnu á altjóða hetjum.
Jákup á Borg er liðfor
maður hjá HB. Hann ásann
ar, at dysturin í kvøld ikki
verður nøkur løtt uppgáva.
Hann vísir á, at hóast HB
vann sannførandi seinast
liðini hittust, so er tað einki
garanti fyri, at sama søga
endurtekur seg í kvøld.
– Men hetta er ein semi
finala og vit eru uppsettir.
Vit eru fyrireikaðir upp á,
at vit mugu skapa dystin,
og eitt gott úrslit er ein
sigur við meiri enn einum
máli, sigur Jákup á Borg,
sum leggur dent á, at teir
ikki taka nakað fyri givið.
Til dystin í kvøld má HB
vera Páll Mohr Joensen fyri
uttan, umframt at Ólavur í
Ólavsstovu er ivasamur.
HB – VB/Sumba:
Sum tá Føroyar spæla
Útlendsk feløg biðla
til Holst
Sjálvur sigur lands
liðsspælarin, at hann
als einki veit um
útlendskan áhuga.
Og í øllum førum
vil hann fyrst njóta
løtuna, nú Lyngby
hevur vissað sær
uppflyting
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Millum føroyskar miðlar
var breið semja um, at
Christian Lamhauge Holst
var størsta positiva føroyska
ískoyti, tá skotar vitjaðu
seinasta mikudag.
Sum bindiliður millum
miðvøll og álop var hann ein
av avgjørdu fortreytunum
fyri føroyska trýstinum, sum
skotar tó hóðraðu undan. Og
meira enn ta einu ferðina var
annars vælvaksna skotska
verjan um ein háls av
kropsliga sterka Lyngby-
spælaranum.
Og sambært bold.dk, so
eru tað eisini onnur, sum
hava lagt hetta til merkis.
Heimasíðan skrivar, at bæði
hollendsk og ensk feløg
hava
sýnt
spælaranum
áhuga, og at hann í løtuni
illa fær frið fyri feløgum,
sum ringja til sín.
Hevur einki hoyrt
Sjálvur sigur spælarin tó, at
hann ikki veit nakað um
nakran útlendskan áhuga.
- Eg veit líka so nógv ella
lítið, sum øll onnur vita. Eg
havi sáttmála við Lyngby, so
um fyrispurningar eru, so
eiga hesir at fara ígjøgnum
teir.
Og
undir
øllum
umstøðum vil eg gjarna
njóta løtuna her og nú.
Sunnudagin
vissaðu
vit
okkum
uppflyting
til
superliguna, og beint nú er
tað hetta, sum rúmar mest í
mínum tonkum.
- So sjálvur vil eg gjarna
njóta løtuna her, áðr enn eg
fari at gera viðmerkingar til
gitingar
um
tað,
sum
møguliga kann henda í
framtíðini, sigur Christian
Lamhauge Holst.
Tá Christian fekk kjansin frá byrjan móti skotum, tók hann
so ruddiliga av. Í samfullar 90 minuttir var hann ein støðug
hóttan móti skotsku verjuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Sambært Egil á Bø
vil EB/Streymur í
steypafinaluna. Tí
fara teir eftir einum
sigri í kvøld. Liðfor
maðurin hjá Skála,
Pauli G. Hansen, sigur
at hjá teimum hevur
steypakappingin alt
at siga, og við tí er
lagt upp til spennandi
dyst í kvøld
Fótbóltur
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Skála ætlar sær ein sigur á
EB/Streymi í kvøld, eins
og teir gjørdu sunnudagin.
– Vónirnar eru rímiliga
góðar, og sjálvandi fara
vit eftir sigrinum í kvøld,
soleiðis at møguleikarnir
til seinna dystin eru góðir.
Men vit vita hvørjum vit
spæla ímóti. EB/Streymur
er topplið, so tað verður
ikki nemt, sigur Pauli G.
Hansen.
Hann vil vera við, at hjá
teimum hevur steypakapp
ingin alt at siga.
– Vit blíva ikki nummar
eitt í landskappingini, so í
ár hevur steypakappingin
allan týdning. Tað er har vit
skulu gera okkum galdandi,
sigur Pauli G. Hansen.
Til uppgávuna hevur
Skála somu menn tøkar,
sum til dystin sunnudagin.
Poul Narvi Poulsen hevur
trupulleikar við baklærin
um. Annars eru allir mans
tøkir.
EB/Streymur hevur uttan
undantak allar mans tøkar.
Tað sigur Egil á Bø, liðfor
maður, sum hevur góðar
vónir til dystin í kvøld.
– Vit mugu arbeiða hart,
stríðast og fáa spæli at
koyra. Kanska hevur júst
hetta ikki eyðkent EB/
Streym í síðstuni, men vit
síggja nú, at tað gongur
ikki uttan hetta, so tað fara
vit at broyta, sigur Egil á
Bø,
sum
er
ógvuliga
avgjørdur, tá spurt verður
um, hvat eitt gott úrslit hjá
EB/Streymi er.
– Vit skulu í finaluna!
Tí vilja vit eisini vinna
dystin í kvøld, fyri at gera
uppgávuna
lættari
á
heimavølli. Vit fara ikki
inn eftir javnleikinum,
sigur Egil á Bø avgjørdur.
Skála – EB/Streymur:
Finalan bíðar
Formula-liðið
Føroyar eitt pláss aftur
Sjálvt um føroyska fótbóltslandsliðið fekk tvey góð úrslit í EM-undankapp
ingardystunum ímóti Italia og Skottlandi, so tykist hetta ikki hava nakra ávirkan á
nýggja styrkislistanum, sum FIFA júst hevur almannakunngjørt. Á nýggjasta
listanum er Føroyar nevniliga farið eitt pláss skeiva vegin, so teir nú liggja á einum
186. plássi. Størsta upplopið á listanum hevur Armenia staðið fyri, eftir teirra
heldur óvæntaða sigur á Póllandi síðsta mikudag. Armenia er farið 48 pláss upp
eftir listanum og liggur nú á einum 80. plássi. Ovast á listanum er Italia, meðan
Frakland, sum er farið fram við bæði Brasilia og Týsklandi, nú liggur á øðrum
plássi. Svøríki liggur ovast av Norðanlondunum á 17. plássi, Danmark liggur
nummar 27, Noreg nummar 36, Finnland 42 og Ísland á einum 109 plássi.
12 ára gomul
til US-open
Bert 12 ára gamli Alexis Thompson skrivar søgu, tá
US Open í golf byrjar um tvær vikur. Talan er
nevnliga um so yngsta luttakaran í søguni. Gamla
metið átti Morgan Pressel, sum í dag er 19 ár. Alexis
hevur vunnið seg gjøgnum undankappingina, og tí er
hon púrasta vís í at taka lut í høvuðskappingini, tá
hendan byrjar.