Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 111 - 13. juni 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Vandin er, at tað ikki longur verður gjørligt at finna føroyskar venjarar til bestu deildina Kurt Mørkøre Tað er nú ikki bert í Før­ oyum, at spurningurin um sølu av øli til fótbóltsdystir verður viðgjørdur. Í Danmark er málið eis­ ini komið á breddan eftir tilburðin í Svøríkis­dystin­ um, har ein áskoðari leyp inn á vøllin eftir dómaran­ um. Maðurin, sum leyp inn á vøllin, hevur í rættinum greitt frá, at hann helst hevði drukkið ov nógvar øl. Og tað hevur fingið DBU og UEFA at seta spurnartekin við tað, sum gongur fyri seg beint uttan fyri fótbóltsvøllin. ­ Eitt er, at loyvini eru í lagi. Eitt annað er signal­ virðið í hesum. Hetta er jú á markinum til beinleiðis sølu á gøtuni, sigur aðal­ skrivarin í DBU, Jim Stjerne Hansen, við Ekstra Bladet. Aðalskrivarin, sum eisini er limur í discipliner­ nevndini hjá UEFA, sipar til viðurskiftini kring Park­ en. DBU leigar sjálvan leikvøllin frá Parken Sport & Entertainment, men sama felag hevur ølsølur beint uttan fyri stadion. ­ Eg vil siga, at hetta er heilt nær markinum fyri, hvat UEFA­reglurnar yvir høvur loyva, sigur Jim Stjerne Hansen. Sambært reglunum hjá UEFA er ikki loyvi at selja øl á stadion við meira enn 2,6% alkoholinnihaldi. Men tað er ikki staðfest í nøkrum reglum, hvat hend­ ir uttan fyri teljiapparatini. Hetta tí tað er ikki eitt greitt mark ímillum, hvat er stadonøki og ikki. Reglurnar fyri skeinking til fótbóltsdystir eru bert galdandi, tá talan er um dystir í UEFA­regi. Er tal­ an um dystir í eitt nú donsku superliguni, so eru ongar forðingar fyri, at skonkt verður á stadion­ økinum. -mørk Rúsdrekkasøla undrar DBU og UEFA Hóast vanligi áskoðarin ikki sleppur at fáa sær eina bjór ella annan rús­ andi løg til altjóða dystir, so eru tó onnur á stadion, sum væl kunnu fáa sær nøkur gløs. Á sonevndu VIP­økjun­ um verður nevnliga skonkt bæði her heima og uttan­ lands. Men sambært aðalskrivaranum hjá FSF, so er hetta ikki í stríð við UEFA­reglur. ­ Tá talan er um VIP øki, so er talan í prinsipp­ inum um lukkað selskap. Hesi verða ikki roknað sum partur av áskoðarun­ um annars, og tá er talan ikki um somu reglur, sigur Ísak Mikladal. -mørk Skeinkja til VIP-arar Ansa venjararnir sær ikki sjálvum, er tað eingin annar, sum ger tað. Vandin kann vera, at føroyskir venjarar ikki longur vilja vera partur av spælinum hjá feløgunum, heldur Kurt Mørkøre. Hann hevur tikið stig til, at føroyskir venjarar kunnu fáa tryggari arbeiðsumtøður Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo ­ Í nógvar mátar føli eg tað, sum eru bæði feløg og venj­ arar um at missa tamarhaldið á sær sjálvum. Eg var venj­ ari í Føroyum í 2002, og tá fingu seks venjarar sekkin í bestu deildini. Og higar til í ár hava fýra venjarar longu fingið sparkið. Tá er í øllum førum nakað, sum bendir á, at sambandið við veruleikan er ikki altíð líka gott. Soleiðis sigur Kurt Møkøre, sum í ár er venjari hjá B36. Hann sigur seg snøgt sagt vera skelkaðan av gongdini í føroyskum fótbólti, har feløg ferð eftir ferð velja at turka minni heppin úrslit av upp á venj­ aran, uttan at nøkur sum helst fyrilit verða tikin. ­ Tú hevur jú ikki eitt óavmarkað tal av venjarum til bestu deildina. Ikki minst, nú tað verður kravt, at vit skulu hava A­venjaraprógv. Vandin er, at tað ikki longur verður gjørligt at finna føroyskar venjarar til bestu deildina, og so er ikki nógv vunnið. Tí haldi eg, at vit venjarar eiga at standa nógv betri saman, enn vit gera. Standard-treytir Tað eru sjálvandi ymsir lutir, sum kunnu betrast, tá tosað verður um treytir hjá venjarum. Men sambært Kurt er ein av hesum í øll­ um førum, at fáa nakrar greiðar setanar­ og ikki minst uppsagnartreytir. ­ Eg eri sjálvur limur í norska venjarafelagnum, og har er ein standar­sáttmáli, sum feløg og venjarar skulu fylgja. Í løtuni arbeiða vit við at gera ein føroyskan standard­sáttmála. Uppgáv­ an hjá venjarafelagnum verð­ ur so at fáa hendan nýttan, tá nýggir venjarar verða settir. Hóast tað er trupult at fáa nakran venjara at úttala seg ítøkiliga, so er nógv, sum bendir á, at hóast uppsagnar­ treytir eru í einum sáttmála, so verða hesar ikki hildnar, tá venjari verður koyrdur. Er hetta eisini nakað, sum venjarafelagið kann virka fyri. ­ Tað er sjálvandi eitt av málunum. Taka vit Noreg sum dømi, so stilla venjara­ felagið alt fyri eitt upp við sakførara, um trætumál av hesum slag stinga seg upp. Og tað haldi eg avgjørt eis­ ini vildi verið ynskilligt her hjá okkum. ­ Um ikki annað, so kundi hetta fingið feløgini at hugs­ að seg betri um, áðrenn tey taka eitt so álvarsamt stig. Fyri mær at síggja er støðan í løtuni tann, at venjarar verða sekkjaðir púrasta uttan fyrilit. Feløgini vita nóg illa, hví tey gera tað, og enn minni vita tey, hvat skal henda aftaná. Vónin er bara, at sonevnda venjaraeffektin skal geva eina seks stig næstu dystirnar, og leggjav tey vertin á, at venjarar eisini eru persónar við familju og føstum útreiðslum til hús og heim. Akutt neyðugt Enn er nýggja átakið hjá venjarunum bert í føðingini, men stendur tað til Kurt Mørkøre, so verður borið skjótt at við hesum. ­ Venjarafelagið hevur áður mest verið ein áhuga­ bólkur – og ikki eitt fak­ felag. Men eg haldi, at tað er neyðugt, at vit fáa regulerað nøkur viðurskifti heilt skjótt. Og er tað neyðugt, so gangi eg gjarna á odda í hesum. Vandin er jú, at vit missa føroysku venjararnar í bestu deildini, og tað kann ongan tíð vera gott. Skal ein venjari í dag gera sær vónir um at venja lið í bestu deildini, so skal hann investera bæði tíð og pening í sína útbúgving. Og tá er ikki annað enn rímiligt, at ein ávístrygd er í starvinum. Venjararnir krevja sín rætt Føroyska venjarastættin er í vanda, um »hópuppsagnirnar« hjá feløgununum halda fram