mikudagur 13. juni 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 111 - 13. juni 2007 ]
VB/Sumba fer at liggja
langt aftri í royndini
at halda málið reint,
meðan HB fer at leypa
á við øllum monnum,
tá liðini bæði hittast
í fyrru hálvfinaluni
í steypakappingini í
kvøld
Fótbóltur
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
VB/Sumba
hevur
allar
mans tøkar, nú teir fara
norður um fjørðin at spæla
hálvfinaludyst móti HB í
kvøld. Dan Djurhuus, liðfor
maður, sigur, at vónirnar
eru góðar.
– Vit vóna at fáa eitt
hampiligt úrslit. Tað er fyrst
og fremst at halda nullið.
Klára vit tað er tað óført og
eitt gott útgangstøði til seinnu
hálvfinaluna, sum verður á
heimavølli, sigur hann.
Hóast
Dan
Djurhuus
sigur, at VB/Sumba fyrst og
fremst fer at leggja seg eftir
at halda málið reint, so
afturvísir hann, at teir fara
at grava seg niður í egnum
brotsteigi. Hann sigur somu
leiðis, at teir ikki óttast at
spæla móti verandi meistar
unum.
– Okur ræðast ikki altjóða
hetjur, sigur Dan Djurhuus,
og sipar til yvirskrift í Sosi
alinum
mánadagin,
tá
skrivað stóð um sigurin hjá
B71 á HB, at bygdamenn
vunnu á altjóða hetjum.
Jákup á Borg er liðfor
maður hjá HB. Hann ásann
ar, at dysturin í kvøld ikki
verður nøkur løtt uppgáva.
Hann vísir á, at hóast HB
vann sannførandi seinast
liðini hittust, so er tað einki
garanti fyri, at sama søga
endurtekur seg í kvøld.
– Men hetta er ein semi
finala og vit eru uppsettir.
Vit eru fyrireikaðir upp á,
at vit mugu skapa dystin,
og eitt gott úrslit er ein
sigur við meiri enn einum
máli, sigur Jákup á Borg,
sum leggur dent á, at teir
ikki taka nakað fyri givið.
Til dystin í kvøld má HB
vera Páll Mohr Joensen fyri
uttan, umframt at Ólavur í
Ólavsstovu er ivasamur.
HB – VB/Sumba:
Sum tá Føroyar spæla
Sjálvur sigur lands
liðsspælarin, at
hann als einki veit
um útlendskan
áhuga. Og í øllum
førum vil hann fyrst
njóta løtuna, nú
Lyngby hevur vissað
sær uppflyting
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Millum føroyskar miðlar
var breið semja um, at
Christian
Lamhauge
Holst var størsta positiva
føroyska ískoyti, tá skotar
vitjaðu seinasta mikudag.
Sum bindiliður millum
miðvøll og álop var hann
ein av avgjørdu fortreytun
um fyri føroyska trýstinum,
sum skotar tó hóðraðu
undan. Og meira enn ta
einu ferðina var annars væl
vaksna skotska verjan um
ein háls av kropsliga sterka
Lyngby-spælaranum.
Og sambært bold.dk, so
eru tað eisini onnur, sum
hava lagt hetta til merkis.
Heimasíðan skrivar, at
bæði hollendsk og ensk
feløg hava sýnt spælaran
um áhuga, og at hann í løt
uni illa fær frið fyri feløg
um, sum ringja til sín.
Hevur einki hoyrt
Sjálvur sigur spælarin tó,
at hann ikki veit nakað
um nakran útlendskan
áhuga.
- Eg veit líka so nógv
ella lítið, sum øll onnur
vita. Eg havi sáttmála við
Lyngby, so um fyrispurn
ingar eru, so eiga hesir at
fara ígjøgnum teir. Og
undir øllum umstøðum vil
eg gjarna njóta løtuna her
og nú. Sunnudagin viss
aðu vit okkum uppflyting
til superliguna, og beint
nú er tað hetta, sum rúmar
mest í mínum tonkum.
- So sjálvur vil eg gjarna
njóta løtuna her, áðr enn
eg fari at gera viðmerkingar
til gitingar um tað, sum
møguliga kann henda í
framtíðini, sigur Christian
Lamhauge Holst.
Sambært Egil á Bø
vil EB/Streymur í
steypafinaluna. Tí fara
teir eftir einum sigri í
kvøld. Liðformaðurin
hjá Skála, Pauli G.
Hansen, sigur at hjá
teimum hevur steypa
kappingin alt at siga,
og við tí er lagt upp til
spennandi dyst í kvøld
Fótbóltur
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Skála ætlar sær ein sigur á
EB/Streymi í kvøld, eins og
teir gjørdu sunnudagin.
– Vónirnar eru rímiliga
góðar, og sjálvandi fara vit
eftir sigrinum í kvøld,
soleiðis at møguleikarnir til
seinna dystin eru góðir.
Men vit vita hvørjum vit
spæla ímóti. EB/Streymur
er topplið, so tað verður
ikki nemt, sigur Pauli G.
Hansen.
Hann vil vera við, at hjá
teimum hevur steypakapp
ingin alt at siga.
– Vit blíva ikki nummar
eitt í landskappingini, so í
ár hevur steypakappingin
allan týdning. Tað er har vit
skulu gera okkum galdandi,
sigur Pauli G. Hansen.
Til
uppgávuna
hevur
Skála somu menn tøkar,
sum til dystin sunnudagin.
Poul Narvi Poulsen hevur
trupulleikar við baklærin
um. Annars eru allir mans
tøkir.
EB/Streymur hevur uttan
undantak allar mans tøkar.
Tað sigur Egil á Bø, liðfor
maður, sum hevur góðar
vónir til dystin í kvøld.
– Vit mugu arbeiða hart,
stríðast og fáa spæli at koyra.
Kanska hevur júst hetta ikki
eyðkent EB/Streym í síðst
uni, men vit síggja nú, at tað
gongur ikki uttan hetta, so
tað fara vit at broyta, sigur
Egil á Bø, sum er ógvuliga
avgjørdur, tá spurt verður
um, hvat eitt gott úrslit hjá
EB/Streymi er.
– Vit skulu í finaluna! Tí
vilja vit eisini vinna dystin
í kvøld, fyri at gera uppgáv
una lættari á heimavølli. Vit
fara ikki inn eftir javnleikin
um,
sigur
Egil
á
Bø
avgjørdur.
Útlendsk
feløg biðla
til Holst
Tá Christian fekk kjansin frá byrjan móti skotum, tók
hann so ruddiliga av. Í samfullar 90 minuttir var hann ein
støðug hóttan móti skotsku verjuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Skála – EB/Streymur:
Bæði liðini ætla
sær sigurin
Føroyar eitt pláss aftur
Sjálvt um føroyska fótbóltslandsliðið fekk tvey góð úrslit í EM-undankapp
ingardystunum ímóti Italia og Skottlandi, so tykist hetta ikki hava nakra ávirkan á
nýggja styrkislistanum, sum FIFA júst hevur almannakunngjørt. Á nýggjasta
listanum er Føroyar nevniliga farið eitt pláss skeiva vegin, so teir nú liggja á einum
186. plássi. Størsta upplopið á listanum hevur Armenia staðið fyri, eftir teirra
heldur óvæntaða sigur á Póllandi síðsta mikudag. Armenia er farið 48 pláss upp
eftir listanum og liggur nú á einum 80. plássi. Ovast á listanum er Italia, meðan
Frakland, sum er farið fram við bæði Brasilia og Týsklandi, nú liggur á øðrum
plássi. Svøríki liggur ovast av Norðanlondunum á 17. plássi, Danmark liggur
nummar 27, Noreg nummar 36, Finnland 42 og Ísland á einum 109 plássi.
12 ára gomul
til US-open
Bert 12 ára gamli Alexis Thompson skrivar søgu, tá
US Open í golf byrjar um tvær vikur. Talan er
nevnliga um so yngsta luttakaran í søguni. Gamla
metið átti Morgan Pressel, sum í dag er 19 ár. Alexis
hevur vunnið seg gjøgnum undankappingina, og tí er
hon púrasta vís í at taka lut í høvuðskappingini, tá
hendan byrjar.
Formula-liðið
Sosialurin mannar Formula-liðið við spælarunum, sum
stóðu seg best í 12. umfari av Formula-deildini