Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 111 - 13. juni 2007 ] VB/Sumba fer at liggja langt aftri í royndini at halda málið reint, meðan HB fer at leypa á við øllum monnum, tá liðini bæði hittast í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini í kvøld Fótbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo VB/Sumba hevur allar mans tøkar, nú teir fara norð­ur um fjørð­in at spæla hálvfinaludyst móti HB í kvøld. Dan Djurhuus, lið­for­ mað­ur, sigur, at vónirnar eru góð­ar. – Vit vóna at fáa eitt hampiligt úrslit. Tað­ er fyrst og fremst at halda nullið­. Klára vit tað­ er tað­ óført og eitt gott útgangstøð­i til seinnu hálvfinaluna, sum verð­ur á heimavølli, sigur hann. Hóast Dan Djurhuus sigur, at VB/Sumba fyrst og fremst fer at leggja seg eftir at halda málið­ reint, so afturvísir hann, at teir fara at grava seg nið­ur í egnum brotsteigi. Hann sigur somu­ leið­is, at teir ikki óttast at spæla móti verandi meistar­ unum. – Okur ræð­ast ikki altjóð­a hetjur, sigur Dan Djurhuus, og sipar til yvirskrift í Sosi­ alinum mánadagin, tá skrivað­ stóð­ um sigurin hjá B71 á HB, at bygdamenn vunnu á altjóð­a hetjum. Jákup á Borg er lið­for­ mað­ur hjá HB. Hann ásann­ ar, at dysturin í kvøld ikki verð­ur nøkur løtt uppgáva. Hann vísir á, at hóast HB vann sannførandi seinast lið­ini hittust, so er tað­ einki garanti fyri, at sama søga endurtekur seg í kvøld. – Men hetta er ein semi­ finala og vit eru uppsettir. Vit eru fyrireikað­ir upp á, at vit mugu skapa dystin, og eitt gott úrslit er ein sigur við­ meiri enn einum máli, sigur Jákup á Borg, sum leggur dent á, at teir ikki taka nakað­ fyri givið­. Til dystin í kvøld má HB vera Páll Mohr Joensen fyri uttan, umframt at Ólavur í Ólavsstovu er ivasamur. HB – VB/Sumba: Sum tá Føroyar spæla Sjálvur sigur lands­ liðsspælarin, at hann als einki veit um útlendskan áhuga. Og í øllum førum vil hann fyrst njóta løtuna, nú Lyngby hevur vissað sær uppflyting Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Millum føroyskar mið­lar var breið­ semja um, at Christian Lamhauge Holst var størsta positiva føroyska ískoyti, tá skotar vitjað­u seinasta mikudag. Sum bindilið­ur millum mið­vøll og álop var hann ein av avgjørdu fortreytun­ um fyri føroyska trýstinum, sum skotar tó hóð­rað­u undan. Og meira enn ta einu ferð­ina var annars væl­ vaksna skotska verjan um ein háls av kropsliga sterka Lyngby­spælaranum. Og sambært bold.dk, so eru tað­ eisini onnur, sum hava lagt hetta til merkis. Heimasíð­an skrivar, at bæð­i hollendsk og ensk feløg hava sýnt spælaran­ um áhuga, og at hann í løt­ uni illa fær frið­ fyri feløg­ um, sum ringja til sín. Hevur einki hoyrt Sjálvur sigur spælarin tó, at hann ikki veit nakað­ um nakran útlendskan áhuga. ­ Eg veit líka so nógv ella lítið­, sum øll onnur vita. Eg havi sáttmála við­ Lyngby, so um fyrispurn­ ingar eru, so eiga hesir at fara ígjøgnum teir. Og undir øllum umstøð­um vil eg gjarna njóta løtuna her og nú. Sunnudagin viss­ að­u vit okkum uppflyting til superliguna, og beint nú er tað­ hetta, sum rúmar mest í mínum tonkum. ­ So sjálvur vil eg gjarna njóta løtuna her, áð­renn eg fari at gera við­merkingar til gitingar um tað­, sum møguliga kann henda í framtíð­ini, sigur Christian Lamhauge Holst. Sambært Egil á Bø vil EB/Streymur í steypafinaluna. Tí fara teir eftir einum sigri í kvøld. Liðformaðurin hjá Skála, Pauli G. Hansen, sigur at hjá teimum hevur steypa­ kappingin alt at siga, og við tí er lagt upp til spennandi dyst í kvøld Fótbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Skála ætlar sær ein sigur á EB/Streymi í kvøld, eins og teir gjørdu sunnudagin. – Vónirnar eru rímiliga góð­ar, og sjálvandi fara vit eftir sigrinum í kvøld, soleið­is at møguleikarnir til seinna dystin eru góð­ir. Men vit vita hvørjum vit spæla ímóti. EB/Streymur er topplið­, so tað­ verð­ur ikki nemt, sigur Pauli G. Hansen. Hann vil vera við­, at hjá teimum hevur steypakapp­ ingin alt at siga. – Vit blíva ikki nummar eitt í landskappingini, so í ár hevur steypakappingin allan týdning. Tað­ er har vit skulu gera okkum galdandi, sigur Pauli G. Hansen. Til uppgávuna hevur Skála somu menn tøkar, sum til dystin sunnudagin. Poul Narvi Poulsen hevur trupulleikar við­ baklærin­ um. Annars eru allir mans tøkir. EB/Streymur hevur uttan undantak allar mans tøkar. Tað­ sigur Egil á Bø, lið­for­ mað­ur, sum hevur góð­ar vónir til dystin í kvøld. – Vit mugu arbeið­a hart, stríð­ast og fáa spæli at koyra. Kanska hevur júst hetta ikki eyð­kent EB/Streym í síð­st­ uni, men vit síggja nú, at tað­ gongur ikki uttan hetta, so tað­ fara vit at broyta, sigur Egil á Bø, sum er ógvuliga avgjørdur, tá spurt verð­ur um, hvat eitt gott úrslit hjá EB/Streymi er. – Vit skulu í finaluna! Tí vilja vit eisini vinna dystin í kvøld, fyri at gera uppgáv­ una lættari á heimavølli. Vit fara ikki inn eftir javnleikin­ um, sigur Egil á Bø avgjørdur. Útlendsk feløg biðla til Holst Tá Christian fekk kjansin frá byrjan móti skotum, tók hann so ruddiliga av. Í samfullar 90 minuttir var hann ein støðug hóttan móti skotsku verjuni Mynd: Álvur Haraldsen Skála – EB/Streymur: Bæði liðini ætla sær sigurin Føroyar eitt pláss aftur Sjálvt um føroyska fótbóltslandslið­ið­ fekk tvey góð­ úrslit í EM­undankapp­ ingardystunum ímóti Italia og Skottlandi, so tykist hetta ikki hava nakra ávirkan á nýggja styrkislistanum, sum FIFA júst hevur almannakunngjørt. Á nýggjasta listanum er Føroyar nevniliga farið­ eitt pláss skeiva vegin, so teir nú liggja á einum 186. plássi. Størsta upplopið­ á listanum hevur Armenia stað­ið­ fyri, eftir teirra heldur óvæntað­a sigur á Póllandi síð­sta mikudag. Armenia er farið­ 48 pláss upp eftir listanum og liggur nú á einum 80. plássi. Ovast á listanum er Italia, með­an Frakland, sum er farið­ fram við­ bæð­i Brasilia og Týsklandi, nú liggur á øð­rum plássi. Svøríki liggur ovast av Norð­anlondunum á 17. plássi, Danmark liggur nummar 27, Noreg nummar 36, Finnland 42 og Ísland á einum 109 plássi. 12 ára gomul til US-open Bert 12 ára gamli Alexis Thompson skrivar søgu, tá US Open í golf byrjar um tvær vikur. Talan er nevnliga um so yngsta luttakaran í søguni. Gamla metið­ átti Morgan Pressel, sum í dag er 19 ár. Alexis hevur vunnið­ seg gjøgnum undankappingina, og tí er hon púrasta vís í at taka lut í høvuð­skappingini, tá hendan byrjar. Formula-liðið Sosialurin mannar Formula-liðið við spælarunum, sum stóðu seg best í 12. umfari av Formula-deildini