Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Jakku sigldi 33 túrar uttan slit undir krígnum Vit hava nú í tveimum Miðvikum greitt frá lívinum á Sundi og frá sambandinum við Norðradal og Kaldbak. Men nú er Jakku vaksin, og tíðin er komin at fara til skips sum hjá øðrum dreingjum. Hetta er beint áðrenn 2. heimsbardaga og Jakku kom at sigla við Norðbúgvanum stóran part av krígsárunum. Men fyrst fer hann at sigla við tvøsti við pápa sínum, sum eisini var ein úrmælingur sum útróðrarmaður 3. partur Pápi róði nógv út. Hann hevði ein 5 tons bát, sum kallaðist Mot. Tað var mest kalvi, hann royndi eftir við línu. Ein kalvalína hevði tá einar fimm favnar millum húkarnar, og varð egnd sum onnur lína í stamp. Í dag hava vit einar 12 favnar millum húkarnar, og tá ber til at egna, so hvørt tað verður sett, og hetta lættir nógv um. Pápi var fyrstu tíðina á síni kalvaveiðu avmarkaður av, at hann ikki hevði línuspæl, og tí mátti línan dragast við handakraft, og hetta kundi vera sera tungt. Tí mátti ansast eftir ikki at seta ov djúpt ella í ov hørðum streymi. Tá ið bátarnir fingu línuspæl, var hetta nógv lættari og roynast kundi alla staðni fyri tað. Agnið var ofta sild, men fekst hon ikki settu vit línu eftir brosmu, sum eisini var óført kalvaagn. Tað vísti seg, at tann stóri kalvin ofta var á húki við brosmuagni. So er spurningurin, hvussu vit fingu agn til brosmulínuna, tá ið eingin sild var. Jú, hetta var fuglur, mest havhestur, sum varð skotin, o var sera gott agn. Tað kundi fáast heilt fitt av brosmu inni við land, og tað kundi vera brosma á hvørjum húki. Vit vóru ofta við sum dreingir, og pápi ansaði væl eftir okkum. Hann bant nevniliga ein enda í okkum, so vit vóru lættir at hála umborð aftur, um tað gekk galið. Kalvin var avreiddur til Jens Reinert, pápabeiggja, sum hevði handil í Havn. Tað stóð næstan ikki á at selja kalva til havnarfólk. Pápi avreiddi eisini kalva til Gynnu- Jóannes í Havn, sum keypti kalva og sendi hann niður. Pápi fekk sær í 1947 ein størri bát, sum var 14 tons, og sum hann kallaði Helena eftir mammu. Dánjal Norðberg, hvalbingur í Havn, minnist væl, tá ið pápi plagdi at koma við sínum báti inn á Hvalba at egna og eisini at sova. Hetta var vorðið sum upplivilsi hjá bygdarfólkinum, at síggja hesar knassar baksast við hesar stóru kalvarnar. Teir royndu um Lítlu Dímun og annars eystanfyri Suðuroynna, har tað kundi vera nógv at fáa. Dánjal minnist eisini, hvussu teir plagdu at dyrgja eftir seiði uttanfyri Hvalba og Sandvík. Hann varð brúktur til agn. Sigldi við tvøsti Í 30-unum fór pápi um sumrini at sigla nokkso nógv við hvalatvøsti, sum hann keypti á hvalastøðini hjá Gudmund Mortensen í Lopra. Fyrst og fremst varð siglt til Havnar at selja “fongin”, men eftir fleiri túrar upp í slag minkaði keypihugurin, tá ið fólk vóru forsýnað. Selt varð í Vágsbotni, og var onkur sum ikki stóð so væl i tí plagdi pápi at geva góða vekt. Siglt varð eisini aðra staðni at selja tvøstið og farið var til bygdir ymsa staðni í landinum. Vit beiggjarnir plagdu at vera við sum smádreingir, og eg minnist eisini sjálvur at hava verið við Gjógv við tvøsti. Tá minnist eg, at vit sóðu Jákup Paula Biskopstø, sum varð so illa brendur við Acorn í 1928, sum fyrr er greitt frá í Miðvikuni í frásøgnini hjá Dinnufíu frá Gjógv. Eg hevði ikki sæð hann fyrr, og hetta gjørdi eitt øgiligt inntrykk uppá meg. Hann var nevniliga serliga illa farin í andlitinum. Pápi hevði ein 10 tons bát tá. Tvøstið var sera bíligur matur. Teir á hvalastøðini høvdu eitt mál, tá ið hann keypti. Eg minnist, at tað smalkaðist upp eftir. Eg haldi, at tað tók 200 pund. Men ofta varð lagdur ein lutur omaná til góða vekt. Hvalatvøst svann tó nógv, tí tað rann nógv úr tí sum frá leið. Fólki dámdi sera væl at fáa tvøst. Tá kundi ikki frystast sum nú, so nógv av tvøstinum var saltað til vetrarføði. Men havnarfólk keyptu tó sjáldan meira enn til at kóka so hvørt. Hvalatvøst var bíligur matur. Teir, sum róku hvalaveiðu, skuldu lata 600 krónur fyri hvønn hvalin til landið, men um teir lótu fólki bíligt tvøst, sluppu teir undan hesum. Og bíligt var tað. Fyrst í øldini fekst tað fyri einki. Seinni kundi tvøst fáast fyri 2 krónur upp í eina rokaða tunnu. Teir sum seldu tvøst eins og pápi gjørdi tóku fyrru tíðina 5-10 oyru pr Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Norðbúgvin í tungari aldu millum lond Esmar á brúnni á Norðbúgvanum