mikudagur 13. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Jakku sigldi 33 túrar
uttan slit undir krígnum
Vit hava nú í tveimum
Miðvikum greitt frá
lívinum á Sundi og frá
sambandinum við
Norðradal og Kaldbak.
Men nú er Jakku
vaksin, og tíðin er
komin at fara til skips
sum hjá øðrum
dreingjum. Hetta er
beint áðrenn 2.
heimsbardaga og
Jakku kom at sigla við
Norðbúgvanum stóran
part av krígsárunum.
Men fyrst fer hann at
sigla við tvøsti við
pápa sínum, sum eisini
var ein úrmælingur
sum útróðrarmaður
3. partur
Pápi róði nógv út. Hann hevði ein
5 tons bát, sum kallaðist Mot.
Tað var mest kalvi, hann royndi
eftir við línu. Ein kalvalína hevði
tá einar fimm favnar millum
húkarnar, og varð egnd sum onnur
lína í stamp. Í dag hava vit einar
12 favnar millum húkarnar, og tá
ber til at egna, so hvørt tað
verður sett, og hetta lættir nógv
um.
Pápi var fyrstu tíðina á síni
kalvaveiðu avmarkaður av,
at hann ikki hevði línuspæl,
og tí mátti línan dragast við
handakraft, og hetta kundi vera
sera tungt. Tí mátti ansast eftir
ikki at seta ov djúpt ella í ov
hørðum streymi.
Tá ið bátarnir fingu línuspæl,
var hetta nógv lættari og roynast
kundi alla staðni fyri tað. Agnið
var ofta sild, men fekst hon ikki
settu vit línu eftir brosmu, sum
eisini var óført kalvaagn. Tað
vísti seg, at tann stóri kalvin ofta
var á húki við brosmuagni. So
er spurningurin, hvussu vit fingu
agn til brosmulínuna, tá ið eingin
sild var. Jú, hetta var fuglur,
mest havhestur, sum varð skotin,
o var sera gott agn. Tað kundi
fáast heilt fitt av brosmu inni við
land, og tað kundi vera brosma á
hvørjum húki.
Vit vóru ofta við sum dreingir,
og pápi ansaði væl eftir okkum.
Hann bant nevniliga ein enda í
okkum, so vit vóru lættir at hála
umborð aftur, um tað gekk galið.
Kalvin var avreiddur til Jens
Reinert, pápabeiggja, sum hevði
handil í Havn. Tað stóð næstan
ikki á at selja kalva til havnarfólk.
Pápi avreiddi eisini kalva til
Gynnu- Jóannes í Havn, sum
keypti kalva og sendi hann niður.
Pápi fekk sær í 1947 ein størri
bát, sum var 14 tons, og sum
hann kallaði Helena eftir mammu.
Dánjal Norðberg, hvalbingur
í Havn, minnist væl, tá ið pápi
plagdi at koma við sínum báti
inn á Hvalba at egna og eisini
at sova. Hetta var vorðið sum
upplivilsi hjá bygdarfólkinum,
at síggja hesar knassar baksast
við hesar stóru kalvarnar. Teir
royndu um Lítlu Dímun og annars
eystanfyri Suðuroynna, har tað
kundi vera nógv at fáa. Dánjal
minnist eisini, hvussu teir plagdu
at dyrgja eftir seiði uttanfyri
Hvalba og Sandvík. Hann varð
brúktur til agn.
Sigldi við tvøsti
Í 30-unum fór pápi um sumrini at
sigla nokkso nógv við hvalatvøsti,
sum hann keypti á hvalastøðini
hjá Gudmund Mortensen í Lopra.
Fyrst og fremst varð siglt til
Havnar at selja “fongin”, men
eftir fleiri túrar upp í slag minkaði
keypihugurin, tá ið fólk vóru
forsýnað. Selt varð í Vágsbotni,
og var onkur sum ikki stóð so væl
i tí plagdi pápi at geva góða vekt.
Siglt varð eisini aðra staðni
at selja tvøstið og farið var til
bygdir ymsa staðni í landinum.
Vit beiggjarnir plagdu at vera við
sum smádreingir, og eg minnist
eisini sjálvur at hava verið við
Gjógv við tvøsti. Tá minnist eg, at
vit sóðu Jákup Paula Biskopstø,
sum varð so illa brendur við
Acorn í 1928, sum fyrr er greitt
frá í Miðvikuni í frásøgnini hjá
Dinnufíu frá Gjógv. Eg hevði ikki
sæð hann fyrr, og hetta gjørdi eitt
øgiligt inntrykk uppá meg. Hann
var nevniliga serliga illa farin í
andlitinum.
Pápi hevði ein 10 tons bát tá.
Tvøstið var sera bíligur matur. Teir
á hvalastøðini høvdu eitt mál, tá
ið hann keypti. Eg minnist, at tað
smalkaðist upp eftir. Eg haldi, at
tað tók 200 pund. Men ofta varð
lagdur ein lutur omaná til góða
vekt. Hvalatvøst svann tó nógv, tí
tað rann nógv úr tí sum frá leið.
Fólki dámdi sera væl at fáa tvøst.
Tá kundi ikki frystast sum nú, so
nógv av tvøstinum var saltað til
vetrarføði. Men havnarfólk keyptu
tó sjáldan meira enn til at kóka
so hvørt.
Hvalatvøst var bíligur matur.
Teir, sum róku hvalaveiðu, skuldu
lata 600 krónur fyri hvønn hvalin
til landið, men um teir lótu fólki
bíligt tvøst, sluppu teir undan
hesum. Og bíligt var tað. Fyrst í
øldini fekst tað fyri einki. Seinni
kundi tvøst fáast fyri 2 krónur
upp í eina rokaða tunnu. Teir sum
seldu tvøst eins og pápi gjørdi
tóku fyrru tíðina 5-10 oyru pr
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Norðbúgvin í tungari aldu millum lond
Esmar á brúnni á Norðbúgvanum