mikudagur 13. juni 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 • 13. juni 2007
MIÐvikan
20
➙
kg, og so seint sum í 1949 var
prísurin ikki komin longur upp enn
40 oyru.
Tann 90 ára gamla Brynhild
Absalonsen av Viðareiði minnist
væl, tá ið pápi plagdi at koma
norður til Viðareiðis við tvøsti,
og hon minnist, hvussu fólkið í
bygdini gleddi seg til, at hann
kom. Hon minnist eisini, at
tvøstið kostaði 4 oyru kg. Tá í
tíðini var tímalønin um 50 oyru,
so tað fekst nógvur matur fyri
eina tímaløn. Tað kann eisini
verða skoytt uppí, at Brynhild
minnist væl, at høsnargarðurin
hjá pápa varð umrødd millum
manna. Tað sum Brynhild minnist
best var, tá ið tey fingu at vita
at høsnarungarnir komu úr eini
maskinu! At hetta bar til var púra
nýtt.
Tá ið eg fór úr skúlanum, fór eg
ikki til skips beinanvegin, tí eg fór
at sigla fast við pápa við hesum
tvøstflutninginum.
Fór við Norð
búgvanum
Tá ið eg var 18 ár, fór eg í 1939
við Norðbúgvanum, har Esmar
mammubeiggi var skipari.
Hetta var trolari, sum beint
frammanundan var keyptur av
Christian Holm Jacobsen til
Føroya fyri kr. 110.000, sum hevur
verið nokk so nógvur peningur
tá ið tíðini. Norðbúgvin varð
roknaður sum ein framkomin
trolari eftir tátíðar viðurskiftum.
Hann var nýggjastur av teimum
seks trolarunum, sum vóru eftir í
1942, tá ið hinir fýra vóru søktir
av krígsávum. Hann var eitt stak
væl hildið skip, men tó kanska
nakað mjáur.
Vit fiskaðu við Noreg, og vóru á
veg hagar í apríl 1940. Tá vit vóru
komnir inn móti Lofoten, hoyra
vit í útvarpinum 9. apríl, at Noreg
var tikið av týskarum. Vit løgdu
róðrið í borðið, fara heim og
síðan fara vit til Íslands.
Eg var 33 túrar út í eitt við Norð
búgvanum. Vanliga plagdu menn
at skiftast at vera við, men tað
bar ikki til at skifta allar í senn.
Tað var mangul uppá trolmenn,
og eg varð mettur at vera ein
slíkur, og mátti vera meira fast
við. Hans Pauli Johannesen
gjørdist skipari í 1942, og Esmar
fór við trolaranum Leiv Øssurson
hjá Arbejdernes Trawlerdrift á
Tvøroyri.
Fólkið varð næstan altíð sett
av í Føroyum, tá ið farið var til
markna. Tað vóru bert nakrir fáir
mans, sum fóru niður við, og eg
var næstan altíð ein av teimum.
Eg havi hugsað seinni, at eg var
stakur tá, og teir hava ikki vilja
havt familjumenn niður við vegna
tann vandan sum var. Annars
var fólkið nógv skift, eisini fyri at
kunna hjálpa flest møguligum at
fáa eina inntøku. Tað kundu vera
upp til 100-150 mans við í einum
ári, hóast manningin í senn bert
var góðar 20 mans.
Tá ið vit komu á Havnina,
máttu vit altíð á Skansan at fáa
siglingarordrar, og fingu vit tá at
vita, hvar vit kundu sigla fyri at
vera fríir av minum, sum bretar
høvdu lagt sum verja móti týskum
herskipum.
Vit fiskaðu bara ein túr undir
Føroyum, annars fiskaðu vit altíð
undir Íslandi.
Norðbúgvin var fyrsta út
lendska skip, sum landaði fisk í
bretskari havn undir krígnum, og
hetta var byrjanin til ein serligan
part í okkara siglingarsøgu, har
føroyingar stóðu fyri stórum parti
av tørvinum fyri fiski hjá bretum.
Eg var ongantíð í nakrari
beinleiðis vandastøðu. Men eina
ferð sigur Esmar, at nú hevði eg
verið so nógvar túrar niðri við,
hesa ferð skuldi eg sleppa sleppa
undan. Tá varð Norðbúgvin
álopin av týskum flogførum
saman við Stella Argus, sum
var á somu leið. Tá mundu
teir farið. Norðbúgvin var so
gjøgnumgataður av kúlum, tá ið
hann kom aftur.
Vit plagdu at vera 21 mans til
fiskarí, og tað fóru kanska 7-8
niður við. Fyrru árini plagdu vit
at fara til Fletwood, vestantil í
Skotlandi, men tey seinnu árini
var tað mest Aberdeen.
Teir síðstu sum sóu
manningina á Tór 2
Vit vóru í Fleetwood samstundis
við Tór 2, tá teir landaðu teirra
seinasta túr. Eg minnist væl
manningina. Vit vóru saman inni
á matstovu í Fleetwood og fingu
okkum fish and chips. Tað var
merkisvert, sum manningin á
Tór 2 tyktist at vera friðarlig og
álvarsom, og tað var lítið um teir.
Gud viti, um teir kendu nakað á
sær.
Vit skuldu fylgjast á veg til
Íslands. Teir sigldu frammanfyri,
og teir høvdu eitt lítið kámt ljós
á hekkuni. Men so kom eitt æl,
og tá sóu vit teir ikki aftur. Tá
vóru vit framvegis fram við
bretsku strondini. Vit fóru eins
og teir beinleiðis til fiskiskap,
og vit frætta einki aftur, fyrr enn
vit endaðu túrin og komu inn á
Reykjavík at fáa siglingarordrar.
Tá fáa vit at vita, at Tór 2 er
søktur av einum týskum kavbáti,
og 18 av teimum 21 monnunum
umborð doyðu.
Her kann verða skoytt uppí,
at FF-blaðið hevði í 2004 eina
samrøðu við Malmberg Simonsen
úr Sørvági, sum var ein av teim
um trimum monnunum, sum
bjargaðust. Tá sigur Malmberg
millum annað:
Í 1942 fóru vit avstað aftur, vit
lógu á Kollafirði. Tá ið kvøldið
kom fóru vit heim á Stykkið,
Karl svágur og eg. Vit fóru so
av Stykkinum aftur og oman til
Kollafjarðar og umborð. Men tá
sigur Karl: »Malmberg, tú kemur
at liva og eg komi at doyggja.«
»Tvætl,« sigi eg. Hann hevur havt
okkurt ánilsi, tí hann segði hetta
við meg aftur seinni á túrinum.
Men sum tað sæst við øðrum
líknandi frásagnum, kundi hetta
ikki steðga honum at fara.
Tað gekk júst sum Karl hevði
sagt, og spurningurin er, um tað
er sama kenslan, sum hevur
merkt manningina, tá ið vit hittust
í Fleetwood.
Vit hava helst verið heilt nær
Tór 2, tá ið teir vóru søktir. Niels
Juel Arge skrivar í síni bókarøð
um bardagaárini, at teir á týska
kavbátinum høvdu sæð royk av
einum skipi. Kavbáturin var farin
at sigla eftir roykinum, men misti
hann burtur. Hetta kann væl hava
verið Norðbúgvin.
Seinni kom eg at kenna Malm
berg Simonsen, sum var ein av
teimum trimum monnunum sum
yvirlivdu. Hansara søga hevur
verið prentað í FF blaðnum. Tað
má sigast at vera eitt undur, at
hann og hinir báðir vóru bjargaðir.
Malmberg var á veg til botns, tá
ið hann flotnaði upp aftur, og
saman við hinum báðum kom
uppí ein bát. Síðan nýttu teir
meira enn eitt samdøgur at sigla
inn til Vestmannaoyggjarnar. Øll
søgan hjá Malmberg til sjós kann
síggjast á heimasíðuni:
www.fiskimannafelag.fo
gamla heimasíðan, bløðini 312
og 313.
Norðbúgvin var kolfýrdur sum
flestu trolarar, og av saltfiski
tók hann eini 200 tons ella
nakað minni. Annars varð fylt
mest møguligt í lastina, tá ið
siglt var við ísfiski. Hillar, sum
tekur vektina av ísfiski í lastini,
vóru næstan ikki brúktar undir
krígnum. Undir krígnum vóru
keypararnir ikki so kræsnir.
Hesir trolarar vóru altíð vátir,
og dekkið var ofta undir í sjógv.
Sjálvt, tá ið teir fóru avstað, vóru
teir fult lastaðir av ísi og koli.
Kundi verið stór
vanlukka
Hesa tíðina fór eg so einaferð á
háskúla í Havn. Hetta var í 1941.
Men tá lá Norðbúgvin. Tað var
ein tíð undir krígnum, tá ið skipini
ikki vildu sigla, tí tað var so
vandafult. Á háskúlanum var eg
tveir mánaðir. Tá sendu teir boð
eftir mær aftur fyrst í desember.
Hesa tíðina, eg lá heima, var
eg eina ferð sunnan av Borðuni
við Mot saman við pápa við
kalvalínu. Tá kom eitt troppaskip
inn móti Havnini. Tað vóru 700
hermenn umborð. Nú kemur ein
flúgvari inn av havinum, eg sá,
at hann kom so tætt niður eftir
sjónum. Vit vóru tveir fjórðingar
suður úr Borðuni, og troppaskipið
var ein fjórðing sunnanfyri okkum.
Flúgvarin fór móti troppaskipinm
og lyfti seg upp, so lágt fleyg
hann, og so kastaði hann bumbur,
men tær brustu ikki. Tað ljóðaði,
at bumburnar høvdu verið
saboteraðar. Har hevði verið
ringt skil eisini hjá okkum við so
nógvum fólki, um tað gekk eftir
ætlan hjá týska flogfarinum. Tað
hevði verið ringt at bjarga eisini,
tí báturin var bert fimm tons
stórur.
Vóru við til at sleipa
Carolina Thordén
Ein av teimum nógv umrøddu
hendingunum undir krígnum
var týska bumbingin av finska
farmaskipinum Caroline Thordén
í 1941. Skipið var á ferð úr Fin
landi til USA og var komið inn
á Havnina á leiðini. Finland var
uttanveltað land, so hetta skuldi
ikki verið nakar vandi.
Umborð vóru 35 ferðafólk.
Við manningini vóru 78 fólk við.
Men á veg avstað aftur verður
skipið bumbað í fleiri umførum
av týskum flogførum, og eldur
kemur í tað. Eldurin var so stórur,
at tað var ljóst í Nólsoy á nátt.
Fólkið umborð varð bjargað í land.
Roynt varð at sløkkja eldin, men
tað munaði lítið.
Skipið lá eina heila viku í Nóls
oyarfirði og brendi framvegis,
og nú var skipað fyri at fáa tað
burtur. Avgjørt varð at fáa tað
sleipað norð til Hvalvíkar. Tískil
varð avtala gjørd við reiðaríini á
Stellu Argus og Norðbúgvan um
at sleipa Carolinu Thordén norður
hagar og at seta skipið fram á
sandin. Hetta dámdi hvalvíkingum
einki, men tí varð ikki lurtað eftir.
Við Esmari Fuglø umborð
Jakku t.v. saman við Hans Bærentsen, seinni bóndi á Sundi. Her eru teir á
háskúla í 1941
Tvøst verður vigað í Lopra. Her fekst altíð góð vekt