týsdagur 13. mars 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 13. mars 2001
5
4
Nr. 50 - 13. mars 2001
Jógvan Thomasen,
Viðareiði 70 ár
Í gjár, Grækarismessudag
fór ein vælkendur viðingur
um tey sjeyti.
Tað er Jógvan Thomasen,
vanliga nevndur Jógvan á
Oksakletti. Jógvan er sonur
teirra Andreu J. Isaksen av
Kirkju og Marius Thoma-
sen á Oksakletti á Viðar-
eiði.
Farin úr skúlanum tókst
hann við alt vanligt arbeiði
bæði innan- og uttangarðs,
sum tá var vanligt á bygd.
Hann róði út, og telist
millum teir mongu her
norðuri sum hava troytt
Norðhavsins nær- og fjar-
mið.
Í 1948 mynstraði hann
við
»Oyrnafjalli«
men
noyddist í land, aftaná
nakrar mánaðar, vegna
sjúku. Tá hann gjørdist
frískur varð aftur lagt til
brots. Hevur eitt nú verið
við »Svínoynni«, »Carl-
ton«,
»Havfrúnni«
og
»Norðingi«.
Ella sum skaldið tekur
til: »Hann hevur stríðst og
strevast við Grønlands ís-
bardu strendur, og undir
Íslandi har Jøkulsbrandar
um himin fuku«.
Jógvan legðist uppi í
1976, tá hann fór at arbeiða
hjá Landsverkfrøðinginum,
og var m.a. við til at gera
Múlavegin og gavst at ar-
beiða tá hann rakk pen-
siónsaldur, tí tá var heilsan
farin at bila.
Hann er hegnismaður av
teimum frægu. Tað sæst á
snøggu og framúr væl røktu
sethúsum og úthúsum hans-
ara eysturi á Oksakletti, og
annars øllum hann letur úr
hondum.
Javnaðarmaður
hevur
hann verið frá ungum av og
hevur verið stillari floksins
til løgtingsval.
Jógvan er giftur Maud F.
Hansen av Viðareiði. Hon
er dóttir Elsebeth ið var
ættað úr Innarstovu í Kun-
oy og Elias Hansen av Við-
areiði (Lias hjá Karli).
Jógvan og Maud eiga
børnini
Henning,
Bent
Kristian og Andreu.
Tøkk fyri trúfesti og
vinarlag. Verð hjartaliga
heilsaður á sjeytiára deg-
num.
Vi.
Ellindur Kallsoy
60 ár
Sunnudagin 11. mars fylti
Ellindur Kallsoy á Eiði 60
ár.
Ellindur er eiðismaður
burturav, hóast hann fyrstu
trý árini búði við Gjógv, har
pápin var lærari. Ellindur
er sonur Kristionnu og
Johan Kallsoy, fyrrverandi
lærara.
Ellindur hevur sum før-
oyingar
flestir
verið
sjómaður ein part av lívin-
um. Skips- og útróðrar-
maður. Hevur tó nógvu
seinnu árini arbeitt hjá
Landsverkfrøðinginum
í
Norðureysturoy.
Men eitt, sum eyðkennir
Ellind fram um flestu fólk,
er hansara ótrúligi musi-
kalitetur. Hann dugir at fáa
mestsum alt, sum láta kann,
at spæla.
Ikki hevur tað eftir
fremmand, sum sagt plagar
at verða. Pápin, Johan
Kallsoy, var eisini maður
við tónlistarligum evnum.
Bæði til sang og spæl og
gjørdi eisini sangløg. Okk-
urt er kent frá sangum í
Songbók Føroya Fólks.
Ellindur hevur kanska
mest brúkt síni musikalsku
evni í Eiðis Ljómfelag, har
hann spældi fyrstu cornett,
tey árini felagið var virkið
frá seinast í sekstiárunum
og eini 15- 20 ár fram.
Onkuntíð var hann frá, tá
hann var til skips. Men
evnini eru slík, at tað skuldi
ikki tann stóra venjingin til
at koma við aftur bein-
anveg, hanna aftur var
tøkur. Og eisini í sang-
kórinum á Eiði var Ellindur
við.
Á bygd var ikki soleiðis
fyrr sum nú, at ferðandi
musiklærarar komu við
jøvnum millumbilum at
læra fólk at spæla. So har
var neyðugt at brúka tey,
sum dugdu slíkt. Á Eiði var
tað so heppið, at har vóru
fleiri, sum dugdu at leika
urgu, og Ellindur var ein
teira, sum heitt varð á at
vera organistur í kirkjuni.
Og so var tað harmon-
ikan. Hon varð mangan
tikin fram, tá dansur var.
Og eisini har hevur Ellind-
ur mangan víst síni evni.
Tað er nú helst ikki bara
eftir dagfestingini, hann er
føddur - ellivta mars - at
hann er uppkallaður. Lær-
arafólkini Kallsoy høvdu
stóran barnaflokk. Tólv
vóru tey í tali. So tá tann
ellivti var drongur, sum
føddur varð ellivta í mán-
aðinum, var kanska ikki so
ringt
at
finna
navnið
Ellindur Kallsoy.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Landstýrið skjýtur nú upp at privatisera kongs-
jørðina. Hetta er ein gamal kongstanki hjá Fólka-
flokkinum og er hettar ikki fyrstu ferð málið er
frammi.
Hettar er eitt álvarsmál havandi í huga, at stórt sæð
øll tann syðra helvtin av Streymoynni er kongsjørð.
Hetta merkir, at stór virði verða latin nøkrum fáum,
uttan at onnur fáa høvi so mikið sum høvi at bjóða
upp á hesar landsins ognir. Um man sum Fólka-
flokkurin gekk inn fyri privatisering, so hevði iva-
leyst verið rættari at bjóða jørðina út. Hettar tykist
vera eitt sera gott dømi um Fólkaflokksprivati-
sering, har landsins ognir verða latnar nøkrum fáum
til ein bíligan penga.
Eitt sera luftugt hugtak sum búnaðarvirði skal setast
á jørðina fyri at fáa ein søluprís, men eingin veit
rættiliga hvat tað merkir. Merkir búnaðarvirði tað, ið
jørðin kann bera, hevur borið ella ber í løtuni?
Jørðin, ið nú skal latast nøkrum fáum, kann
potentielt vera verd nógvar milliónir um heilt fá ár.
Hvussu er til dømis við Hoyvíkshaganum og øðrum
hagum á Streymoynni?
Tað kann væl vera, at fólk nú eru greið yvir, at
kongsjørðin ikki skal kunna seljast til byggi-
spekulatión og annað, men hvussu verður um 10 —
15 ár? Tá er vandi fyri, at menn fara at rópa upp um
privatan ognarrætt, og hava púra gloymt, at teir hava
móttikið skattgjaldarans ogn nøkur ár framman-
undan til ein bíligan penga. Tað hevur man mangan
sæð fyrr í øðrum vinnum. Hvussu nógvir reiðarar í
dag, viðganga til dømis, at teir ikki høvdu sitið sum
teir sita í dag, um ikki landið hjálpti?
Tann stóri spurningurin er hví, kongsjørðin skal
privatiserast. Ger tað nakað, um landið og harvið
skattgjaldarin eigur jørðina? Ideologiskt er Fólka-
flokkurin ímóti landsjørð, men hvat sigur Tjóð-
veldisflokkurin? Privatisering av kongsjørðini
kemur neyvan at fylla nógv í skiftisgrunnin.
Vil Tjóðveldisflokkurin standa modell til fólka-
floksprivatisering? Fryktandi er fyri, at spinkla
fullveldissemjan, kemur at geva Fólkaflokkinum
frítt spæl at gjara landsins ognir út á fáar hendur til
undirprís, tað, ið eftir er av hesum valskeiðnum.
Vónandi er gamla alliansan á vinstravonginum mill-
um Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin ikki burtur
med alla vegna fornermilsi í nýggja vonginum av
Tjóðveldisflokkinum, ið tykist undirmeta vandan í tí
høgraráki, ið alsamt meira ger seg galdandi í
føroyska samfelagnum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Kongsjørðin
NØVN Í VIKUNI
Tað verður kunngjørt at góða mamma, vermamma
og omma okkara
ANNA OLSEN
í Valinum
Tvøroyri
andaðist 08. mars 83 ára gomul.
Jarðarferðin verður onsdagin
kl. 14.00 úr Tvøroyrar kirkju.
Fyri tey avvarðandi
Maud
So mikið áhugaverda
og spennandi metir
royndi boristjórin hjá
BP, John Thorogood
uppgávuna vera at
standa fyri fyrstu
boringini hjá
felagnum á føroyska
landgrunninum, at
hann metir seg sum
hepnasta olju-
arbeiðara í verðini
FYRIREIKING TIL
OLJULEITING
Jan Müller
John Thorogood eitur hann,
maðurin, sum skal tryggja
BP, at alt gongur, sum tað
skal, tá borurin umborð á
pallinum Jack Bates um
góðar
tríggjar
mánaðir
snarar seg niður gjøgnum
undirgrundina úti á 1100
metra dýpi í ein lands-
synning úr Suðuroynni.
Hann er ikki ein og hvør í
oljuvinnuni. Telist millum
teir mest royndu boristjór-
arnar hjá BP og við ser-
stakari vitan um nettupp at
bora á djúpum vatni við
ringum veðri og hørðum
streymi.
John Thorogood hevur
arbeitt í oljuvinnuni í 27 ár
tvs. at hann er næstan eins
gamal oljumaður og olju-
vinnan hevur verið í Norð-
sjónum. Leiðslan í BP
hevur valt hann til uppgáv-
una at standa fyri fyrstu
boringini á føroyskum øki.
Og John heldur seg vera
heimsins hepnasta oljubor-
ara. Hann dylur ikki fyri, at
hetta er dreymauppgáva
honum er liti upp í hendi, tí
talan er um at bora fyrstu
ferð í einum heilt nýggjum
og jomfrúuligum øki, sum
hevur heilt sínar egnu
reglugerðir og lógir og
skipan fyri oljuleiting. Ikki
minst hesa avbjóðing dám-
ar honum væl, og tað er fyri
at tryggja sær innlit í
okkara skipanir og reglur,
at hann hevur vitjað í
Føroyum hesar seinastu
dagarnar.
Byrjaði í India í 73
Sjálvur byrjaði hann sum
borimaður á einum dam-
priknum boripalli á landi í
India í 1973. Síðani hevur
hann arbeitt mest sum um
alla verðina, í Nigeria,
Tunis, Marokko, Bolivia,
Mexikanska Flógvanum,
Alaska, Vietnam, Australia
fyri so at enda í Norðsjó-
num og nú loksins á før-
oyska landgrunninum.
John Thorogood, sum
hevur
útbúgving
sum
maskinverkfrøðingur um-
framt aðra víðari útbúgv-
ing, hevur í stóran mun
tikist við at finna tøkniligar
loysnir í sambandi við olju-
leiting. Hann hevur verið
við til at designa boripallar
og til at menna ta útgerð,
sum skuldi forða fyri
“blowoutum”, tá rakt varð
við gasslummar. Frá fyrst-
an tíð var hann hjá Britoil,
sum seinni varð yvirtikið
av BP. Í 1974 fekk hann
fleiri uppgávur í Norð-
sjónum bæði við at designa
boripallar og gera tøknilig-
ar kanningar og analysur.
At hann nú skal til
arbeiða á Atlantsmótinum
hevur so eisini nakað við
hansara fortíð í hesum
forvatninum at gera. Tá
byrjað varð at borað á djúp-
um vatni vestan fyri Het-
land í 80-unum var John
eisini millum teirra, ið stóð
fyri boringini. Har var hann
við til at fáa bilbugt við at
arbeiða í einum øki við
ringum
veðri,
hørðum
streymi osfr.
Frá 1996 hevði hann so
til uppgávu at standa fyri
fyrstu boringunum úti á
Vøringslættanum, ið er sera
djúpt vatn og ein partur av
tí sama jarðfrøðiliga øki vit
hava um okkara leiðir. John
sigur, at hann her eisini
lærdi sera nógv um norsku
loyviskipanina og treytirnar
í hesum sambandi.
Verið glaðir fyri Buvik
Og nú hann er komin til
Føroya umleið fimm ár
seinni er hann sera fegin
um at síggja, at ein norð-
maður, Alex Buvik stendur
á odda fyri teimum skipan-
um, sum skulu galda fyri
trygd, heilsu og umhvørvi í
sambandi við fyrstu bor-
ingina. – Tit eru sera heppin
at hava ein slíkan mann
sum Alex Buvik til at taka
sær av hesum so týðandi
partinum av oljuleitingini,
tí hann hevur dugað at tikið
tað besta frá 20 ára roynd-
um í norskari oljuvinnuni
og solda tað frá, sum ikki
egnar seg til føroysk við-
urskifti. Og John Thoro-
good heldur fram:
– Eg kann bert siga, at eg
eri so ótrúliga fegin um at
hava fingið hesa uppgáv-
una í Føroyum, tí hon er eitt
so einastandani høvi at vera
við í einum heilt nýggjum
øki, sum vil gera sínar
roynir við hesi vinnu sigur
John Thorogood, sum ikki
fjalir yvir, hvussu væl
honum dámar oyggjarnar
og fólkið her býr. Sjálvur er
hansara besta frítíðarítrív at
ganga í fjøllunum, og tað
vónar hann tíð verður til,
hóast hann veit, at komandi
boring fer at krevja sín
mann.
Tá
vit
spyrja
hann,
hvussu tað verður at ar-
beiða í føroysku undir-
grundini
sammett
við
aðrastaðni sigur hann, at
harðbalna veðurlagið sjálv-
andi hevur sína ávirkan,
men hann heldur ikki, at
tað verður eins trupult at
bora her sum tað mangan er
í t.d. Meksikanska flógv-
anum. Hann vísir so eisini
á, at alt er so væl kannað
her um leiðir, og eru tað
bert 20 kilometrar til næsta
brunnin í bretskum øki.
Føroyingur við í
boriliðnum
Teir verða umleið 16 mans í
arbeiðsbólkinum, sum skal
taka sær av boringini her.
Men haraftrat koma so
eisini fleiri onnur fólk,
sum eru knýtt at boritil-
takinum. Ein stórur partur
av arbeiðinum verður gjørt
úr Aberdeen, men tá nærk-
ast boringini fara tey 16
fólkini í teaminum at ar-
beiða út frá Havnini. Sjálv-
ur sigur John, at tað hevur
stóran týdning, at tey, sum
hava ábyrgdina av bori-
operatiónini eru í Føroyum,
tá tað verður farið í gongd
av álvara. Sjálvur fer hann
at hava sæti á skrivstovuni
hjá BP nærhendis Skansan.
– Tað er umráðandi, at vit
eru fysiskt í Føroyum, tí
hendir nakað galið, so má
møguleiki verða fyri at
handtaka okkum her sigur
hann eitt sindur skemtandi
tó í ramasta álvara.
BP hevur so eisini før-
oysk borifólk við í arbeiðs-
bólkinum. Tað er Høgni
Hansen frá Hansen Drill-
ing. Hann er útleigaður til
ymsar
uppgávur.
John
Thorogood
staðfestir
heldur smílandi, at í dag
eru 5 føroyinskir boriverk-
frøðingar og út frá fólka-
talinum hava føroyingar
lutfalsliga fleiri boriverk-
frøðingar enn t.d. bretar
hava tað.
John Thorogood heldur
sjálvur góðar møguleikar
verða at finna olja her.
Hann vísir serliga til tað,
sum jarðfrøðingarnir síggja
og siga. Men hann dylur
heldur ikki fyri, at man
kann eisini vera óheppin og
einki finna. Hetta eru tað
mong dømi um aðrastaðni,
eisini har alt hevur bent á,
at olja var til steðar. Men
kortini velur John at vera
bjartskygdur. Hann kennir
seg eisini tryggan við at
skula brúka pallin Jack
Bates til uppgávuna, tí
hann er so royndur í hesum
økinum. Nú verða so fyri-
reikingar gjørdar til at fara
undir boringina í sokallaða
Svínoyarprospektinum.
Hepnasti í heiminum
John Thorogood fær her undirvísing í føroyskum. Lærari er Tórður Jóansson
Mynd Jan Müller
– Hetta er ein ótrúliga spennandi uppgáva fyri meg at vera ein tann fyrsti, sum kemur at bora í hesum økinum sigur John
Thorogood
Mynd Jan Müller