Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 13. mars 2001 7 6 Nr. 50 - 13. mars 2001 4 x 4 JEEP TILBOÜ MITSUBISHI P MITSUBISHI PAJERO 2,8 TD 4X4 AJERO 2,8 TD 4X4 AVMARKAÜ N¯GD www.ivan.fo EINANS KR. 235.000,- v/MVG Incl.: * Spoylara * T—naÝar rœtar (myrkir aftan) * Air-Condition * Fl¿gu sp¾lara * Kr—k AVMARKAÜ N¯GD 4X4 MITSUBISHI Lógarbrotini hjá Helenu Dam á Neystabø í sambandi við pensjónsmálið vóru so mikið álvars- lig, at tað kann koma upp á tal at revsa fyrrverandi lands- stýriskvinnuna eftir revsilógini. Upprit løgfrøðingi hjá Fólkatingsins Um- boðsmannastovni mælir løgmanni til at fara viðari við málinum PENSJÓNSMÁLIÐ John Johannessen Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, situr í hesum døgum og umhugsar, um pensjóns- málið skal fáa víðari fylgjur fyri Helenu Dam á Neysta- bø, fyrrverandi landsstýris- kvinnu. Niðurstøðan hjá løg- deildini um handfaringina av pensjónsmálinum hevur verið til viðgerar hjá løg- frøðingi, sum arbeiðir hjá Fólkatingsins Umboðs- mannastovni. Hesin stað- festir frágreiðingina frá Løgdeildini og ræðir løg- manni til at fara víðari við málinum. Sosialurin hevur fingið fatur á einum telefonupp- riti, sum Marjun Hanusar- dóttir, løgmansstjóri, hevur skrivað eftir telefonsam- røðu við Carsten Lojborg frá Fólkatingsins Umboðs- mannastovni. Og harafturat hevur Sosialurin eisini fingið fatur á einum upp- riti, sum løgmansstjórin skrivaði til løgmann, tá Helena Dam á Neystabø fekk møguleikan sjálv at siga seg úr landsstýrissess- inum ella at verða koyrd úr honum. Hesi skjøl mæla løg- manni til at tryggja sær, at ruddað verður upp í mál- inum og at umhugsa málið í sambandi við løgtingslóg- ina um ábyrgd landsstýris- sins. Ruddað upp Uppritið av telefonsamrøð- uni millum Marjun Hanus- ardóttir, løgmansstjóra, og C. Lojborg, frá Umboðs- mannastovu Fólkatingsins sýnir, at C. Lojborg heldur tað vera sólarklárt, at við- komandi landsstýrismaður átti at fara frá. C. Lojborg vísir eisini á, at tað ikki er vist, at málið er liðugt, um landsstýris- maðurin fer frá. Hann ger vart við, at í Danmark hevði verið umhugsað, hví málið gekk so galið. Spurn- ingar høvdu verið settir um, hvørt tað eru serligir trupulleikar í embætisverk- inum, og myndugleikin hevði verið eftirhugdur so ella so. Hetta arbeiðið er løg- maður farin í gongd við. Hann hevur álagt nýggja landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum at fáa viðurskiftini á Al- manna- og Heilsumálastýr- inum í rættlag og møguliga bera so í bandi, at lóggivið verður við afturvirkandi kraft. Men løgmaður bíðar eis- ini eftir eini frágreiðing frá Landssgranskoðarnum um, hvussu nógvan pening Helena Dam á Neystabø í veruleikanum hevur goldið út uttan heimild. Afturhelt upplýsingum Tá landsstýrismálanevndin tók upp málið um embætis- førsluna í pensjónsmálin- um vóru nøkur innanhýsis skjøl í Almanna- og Heilsu- stýrinum, sum landsstýris- málanevndin ikki fekk fatur á, tí Helena Dam á Neysta- bø metti tey ikki vera neyðug at útflýggja. Hetta heldur C. Lojborg eisini vera sera álvarsligt. Telefonuppritið sigur so- leiðis: »Tað er “meget åben- bart”, at landsstýrismað- urin hevur afturhildið upp- lýsingar fyri tingsins nevnd. Hesi skjøl eru á ein hátt at meta sum kjarnin í málinum, og tað áliggur á ongan hátt landsstýris- manninum at meta um, hvørt hesi skjøl eru við- komandi ella ikki.« Sambært lógini um ábyrgd landsstýrisins er hetta revsivert. Í stykki 2 í grein 5 í lógini um ábyrgd lands- stýrisins stendur, at løg- maður ella landsstýris- maður verður revsaður, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villeiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri ting- sins meting av málinum. Upplýsingarnir, sum Helena Dam á Neystabø afturhelt, høvdu týdning fyri málið. Tí kann hon revsast eftir hesi grein. Revsingin, sum er ásett í grein 6, er bót, hefti ella fongsul upp til 2 ár. Løgmaður metir tó ikki, at neyðugt verður at fara í rættin við hesum. Men hann ger kortini greitt, at tað kann henda, tí hann ikki er liðugur at umhugsa málið. – Tað er álvarsamt, at ein landsstýrismaður afturheld- ur upplýsingum. Men í hesum føri fekk eg fatur á upplýsingunum og lat landsstýrismálanevndini teir. Og niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini broyttist ikki, eftir at hon hevði fingið skjølini, sigur løgmaður. – Men tað er heilt greitt, at tað er uppsagnargrund, at ein landsstýrismaður aftur- heldur upplýsingum, sigur Anfinn Kallsberg. Spurningur um siðvenju Kári á Rógvi, løgfrøðingur, er samdur við, at tað er nógv, sum talar fyri, at pensjónsmálið kann verða tikið upp í rættinum. Men hann staðfestir samstundis, at tað ikki er vanligt í lond- um, sum vit sammeta okk- um við, at revsa lands- stýrismenn, sum hava tikið politsku avleiðingarnar av sínum mistøkum. – Fer ein landsstýris- maður, sum hevur forbrotið seg, úr starvi, er vanligt, at hann sleppur undan bæði revsiábyrgd og endur- gjaldsábyrgd, sigur Kári á Rógvi. – Í Føroyum hava vit enn onga siðvenju fyri, hvussu slík mál skulu avgreiðast. Tí er neyðugt, at politisku myndugleikarnir – og serliga løgtingið - stinga eina greiða linju út í kortið í hesum málinum. Ein slík linja kemur at verða vegleiðandi fyri onnur mál í framtíðini eisini, sigur Kári á Rógvi, løgfrøðingur. Helena kann fáa dóm Føroyskar fyritøkur fara um stutta tíð at kunna søkja um stuðul úr einum nýggju vinnuframa- grunni, sum hevur 42 milliónir krónur at býta út til fyritøkur við einum góðum hugskoti VINNUFRAMA- GRUNNUR Nýggi vinnuframagrunnur- in, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, ætlar er at seta á stovn, skal avloysa Ídnaðargrunnin, Menning- argrunnin og tríggjar aðrar almennar grunnar. Peng- arnir úr hesum grunnunum skulu flytast yvir í nýggja Vinnuframagrunnin, sum sostatt fær 42,5 milliónir krónur at arbeiða við. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at stovna Vinnuframa- grunnin og taka av fimm aðrar grunnar. Umframt Ídnaðargrunnin og Menn- ingargrunnin er talan um Grunn Ferðavinnunar, Grunnin til ídnaðarfremj- andi enamál og ábyrgdar- grunnin. Vinnuframagrunnurin skal stuðla tiltøkum, sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan. Í lóg- ini fyri grunnin stendur, at fyritøkur kunnu fáa stuðul til tiltøk, sum við framtíðini í huga betra um kappingar- evnini ella økja um altjóða- geringina hjá fyritøkunum. Landsstýrismaðurin hev- ur eisini møguleika at gera av, at nøkur ávís øki eiga at verða stuðlaði. Talan kann millum annað gerast um bioteknologi, kunninga- tøkni og ferðavinnu. Virk- semi í samband við olju- vinnuna verður eisini nevnt í viðmerkingunum til lógar- uppskotið. Grunnurin kann stuðla bæði vørum og tæn- astum, sum ein ein fyritøka ætlar sær undir, og grunn- urin skal stuðla uppundir granskingar- og kanningar- virksemið í vinnufyritøk- um. Bjarni Djurholm heldur, at meira fæst fyri pengarn- ar, um ein grunnur kemur í staðin fyri teir fimm grunn- arnar, sum ætlanin er at taka av. Og við at leggja pengarnar úr hinum fimm grunnunum yvir í nýggja grunnin, fæst eisini ein fíggjarliga sterkur grunnur. Løgtingið skal viðgera uppskotið um Vinnuframa- grunnin fríggjadagin. Fáið uppgávurnar hjá Landsverkfrøðinginu m og Strandferðsluni á privatar hendur. Hetta mælir Sambandsflokkurin til í einum uppskoti til samtyktar ÚTLISITERING Tað er ikki nóg mikið at fara undir at bjóða tænast- urnar hjá Strandferðsluni til privatar at reka. Virksemið hjá Landsverkfrøðinginum skal eisini yvir á privatar hendur, heldur Sambands- flokkurin. Flokkurin hevur lagt fram eitt uppskot til sam- tyktar, har hann heitir á landsstýrið um at syrgja fyri, at so nógv av virksem- inum hjá hesum báðum stovnunum sum gjørligt verður privatiserað og útlis- iterað til privat at røkja. Strandferðslan og Lands- verkfrøðingurin skulu nið- urleggjast, og ein deild undir Vinnumálastýrinum skal stovnast at hava um hendi privatiseringar og út- lisiteringar av virkseminum hjá Strandferðsluni og Landsverkfrøðinginum. Uppskotið hjá Sam- bandsflokkinum er lagt fyri løgtingið, eftir at Bjarni Djurholm hevur lagt fram eitt annað uppskot um at bjóða út tænastur hjá Strandferðsluni til privat at reka. Sambandsflokkurin heldur at virksemið hjá Landsverkfrøðinginum eis- ini skal takast við, nú ætl- anin er at fara undir útlisit- eringar og privatiseringar. Við uppskotinum sigur Sambandsflokkurin seg leggja upp til eina heildar- loysn. Sambandsflokkurin vil av við teir báðar stovnarnar, tí teir hava verið truplir at umsita, og sum flokkurin sigur í viðmerkinginum, hava teir mangan givið landsstýrismonnum og løg- tingsmonnum grá hár í høvdið. Eisini hevur ver- andi skipan onkuntíð verið beinleiðis orsøkin til sam- gonguslit. Sambandsflokkurin held- ur harumframt, at tað er ov dýrt at hava tveir almennar stovnar sum Strandferðsl- una og Landsverkfrøðingin. – Flestu munnu ásanna, at skipanin hevur fingið loyvi at vaksa á ein hátt, sum ikki gevur borgarunum bestu og bíligastu tænast- una, sigur Sambandsflokk- urin í viðmerkingunum. Nevnd skal finna loysnina Júst hvussu ein tílik privat- iserings- og útlisiterings- ætlan skal fremjast í verki, veit Sambandsflokkurin ikki nágreiniliga. Hann skjýtur tí upp, at ein skjótt- arbeiðandi nevnd verður sett at gera eitt uppskot fyri teir báðar stovnarnar undir einum. Málsetningurin hjá nevndini skal vera at finna fram til eina loysn, sum gevur eina betri og bíligari tænastu, stendur í viðmerk- ingunum til uppskotið, sum kemur fyri í løgtinginum hesa vikuna. 42 milliónir til vinnuframa Sambandsflokkurin vil privatisera SL og LV Landssstýrismaðurin í vinnumálum ætlar nú at avtaka Ídnaðargrunnin og fýra aðrar grunnar og stovna ein Vinnuframagrunn við 42 milliónum krónum í staðin. Sambandsflokkurin mælir nú landsstýrinum til at privatisera og útlisitera so nógv av virkseminum hjá Landsverkfrøðinginum og Strandferðsluni sum gjørligt