Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Brúkarabólkur fyri svimjihøllina í Klaksvík mælir til, at upptøkutól verða sett upp í høllini fyri at betra um trygdina, og fleiri starvsfólk skulu setast UMVÆLING Eyðun Klakstein Klaksvík: Trygdin í svimjihøllini í Klaksvík skal verða í hásæti. Tí skulu fleiri starvsfólk setast, og upptøkutól skulu setast upp í høllini. Hetta sigur ein brúkara- bólkur í tilmæli til Klaks- víkar kommunu. Bólkurin, sum var var mannaður við Tinu Purkhús, Dánjal Poulsen og John Færø, varð valdur av Klaksvíkar kommunu til at veita ráð- geving í sambandi við høv- uðsumvælingina av svimji- høllini. Svimjihøllin í Klaksvík skal umvælast fyri 25 milli- ónir krónur komandi árini, og mest átroknadi umvæl- ingarnar byrja í summar. Kameravakt Brúkarabólkurin heldur, at hyljarnir og nýggja skreiði- breytin í høllini skulu tryggjast við upptøkutól- um, sum kunnu fylgjast frá vaktarrúminum og billet- søluni. – Allar nýmótans høllir eru kameratryggjaðar í dag, umframt at lívbjargarar ganga fasta vakt um hylj- arnar upp á skift við kam- eravaktina, vísir bólkurin á. Umframt upptøkutól í høllini, undirstrikar brúk- arabólkurin, at tað verður neyðugt at seta fleiri starvs- fólk eftir umvælingarnar. Onnur uppskot Í leygardagsblaðnum greiddu vit frá, at brúkara- bólkurin mælir til, at fleiri broytingar verða gjørdar í umvælingarætlanini. Harafturat hevur bólkur- in eisini umrøtt alternativ til ætlaðu umvælingarnar. Bólkurin nevnir í stuttum aðrar møguleikar, so tað í framtíðini verður lættari at útbyggja høllina við 50 metra hyli, kemur tað upp á tal. Eitt uppskot er eisini at byggja nýggjan hyljapart vestur úr høllini, hava verð- andi svimjihøll opnað til nýggju hyljarnir eru lidnir, og síðani brúka svimjihøll- ina til frítíðarhøll við yms- um tilboðum. Klaksvík: Leygardagin skipaði hondbóltsfelagið Stjørnan fyri tarvakapping á fótbóltsvøllinum í Klaks- vík. Ein tvey ára gamal tarvur stóð upp á spæl, og nógv hundrað fólk vóru við í kappingini. Tarvurin varð leiddur inn á vøllin, eftir fyrru dystirn- ar í Klaksvíkskappgini í fótbólti, og tað tók nakrar tímar, áðrenn tarvurin av- greiddi sín part. Umframt tarvin vóru eis- ini flogferðaseðlar og far- telefon burturlutað. Fleiri starvsfólk eftir umvælingina Brúkarabólkur fyri svimjihøllina í Klaksvík mælir til at seta fleiri starvsfólk og at kameratryggja hyljarnar eftir stóru umvælingarnar sum byrja í summar Góð undirtøka fyri tarvakappingini Hesin tarvurin stóð upp á spæl í tarvakapping í Klaksvík leygardagin. Mynd: SJH Fríggjakvøldið á mid- nátt varð ein drongur ákoyrdur av einum skut- ara á Tinghúsvegnum í Havn. Drongurin slapp við smærri snuddum. Løgreglan í Havn hevur annars havt eitt friðarligt vikuskiftið. Sunnukvøldið var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning. Alarmsentralurin fekk um vikuskiftið fráboðan um, at tað var eldur í úti í Tindhólmi. Tað vísti seg, at menn høvdu tikið niður eitt gamalt seyða- hús og brent tað, men onkursvegna var kunn- ingin millum hesar og alarmsentralin ikki í lagi. ek Drongur ákoyrdur av skutara Nr. 50 - 13. mars 2001 9 8 Nr. 50 - 13. mars 2001 KLÆNKISKEIÐ Byrjar aftur 19. mars fram til 19. maj. Vit bj—Ýa t¾r: ¥Feitt test ¥Kontrolvigast 1 ferÝ um vikuna ¥Kostr‡Ý ¥Styrkivenjing (nàggjar Technogym maskinur) ¥Spinning (spildurnàggjar Fitness Bike) ¥Polar pulsm‡tara (m‡tar, um tœ brennir feitt) ¥Roynt, œtbœgviÝ f—lk til at hj‡lpa og stuÝla t¾r. T’Ýirnar verÝa: M‡. kl. 18:30 - 19:30 spinning H—s. ella fr. kl. 18:00 - 19:30 styrkivenjing Tilmelding ’ Fragd & Fimi leygardagin 17/3 millum kl. 14:00 - 17:00 GJALDAST SKAL VIÜ TILMELDING KR. 798,- Fragd & Fimi v/ Janu Thomsen, Dj. ’ Geilsg¿ta 5 FO-100 T—rshavn, Tlf. 31 71 00 E-mail: fragd@post.olivant.fo Heimas’Ýa: fragd.olivant.fo OPIÜ ER: M‡.-Mik.-Fr. kl. 12:00-21:00 Tà.-H—. kl. 07:00-10:00 + 15:00-21:00 Leygardag kl.14:00-17:00 Sosialurin 311820 Sunnudagin á mid- degi fór Brimil á sína fyrstu ferð í føroysk- um sjógvi sum vaktarskip. Skiparin, Jákup Müller, metir, at nakrar vikur ganga, áðrenn skipið veruliga er klárt BRIMIL Stefan í Skorini Leingi er tað, ið væl skal vera, sigur orðatakið, og soleiðis var eisini við nýggja vaktarskipi okkara, Brimli. Leingi hava myndugleik- arnir og fólk annars bíðað eftir skipinum, sum nú skal verja borg í havinum kring Føroyar. Brimil lá í Noregi í fleiri mánaðir, meðan Fíggjarmálastýrið og manningarfeløgini trættust um lønir. Leygardagin klokkan 14 stevndi Brimil inn um molan í Havn, og við einum stórum fylgi av smábátum legði Brimil at bryggju, har stór mannfjøld var komin saman at skoða flaggskipið. Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður við fiskivinnu- málum, flutti fram røðu, har hann frøddist um, at nýtt skip var komið við í flotan. Eisini var horntón- leikur á skránni, og eftir hátíðarhaldið varð fólkið boðið umborð at hyggja nærri at hesum vælaverki. Heldur trongligt var um- borð hesa løtuna leygar- dagin, tí nógv fólk leitaði sær umborð. Royndartúr Á middegi sunnudagin loysti Brimil fortoyning- arnar og legði út á hav. Jákup Müller, ið er skipari umborð á Brimli, sigur, at hesin túrurin var meira at rokna sum royndartúrur. Á sínum fyrsta túri stevndi Brimil á Norðhavi og helt síðani leiðina eystureftir. Túrurin endaði suðuri á Nólsoyarbanka, tá kósin varð sett aftur á Havnina. – Hesin fyrsti túrurin hjá okkum var meira fyri at royna skipið og at sigla ordiliga við skipinum fyri at vita um alt riggar, sum tað skal, sigur Jákup Müll- er. – Brimil hevur eina sera umfatandi telduskipan, sum verður stýrd av einum serv- ara. Hana hava vit eisini fingið roynt á hesum fyrsta túrinum hjá okkum, sigur skiparin. Mánadagin lá Brimil aftur við bryggju í Havn. Bíðað varð eftir at fáa tað seinastu útgerðina umborð, tí hon lá framvegis uppi á Sandvíkahjalla. Talan er um sleipiútgerð, lensiút- gerð og aðra útgerð. Hetta er týdningarmikil útgerð, sum Brimil má hava, áðrenn farið verður til verka av álvara. Í dag, týs- dagin, var ætlanin, at Brim- il aftur skuldi leggja til havs, men enn er ikki greitt, hvagar leiðin gongur. Nøkur tól umborð hava eisini fyri neyðini at stillast eitt sindur betri, og serkønir menn vóru umborð til hetta arbeiði mánadagin. Væl nøgdir Skiparin sigur seg vera ógvuliga væl nøgdan við skipið, og leggur dent á hvussu friðarligt tað er undir sigling. Jákup Müller leggur aft- urat, at enn er ilt at siga nakað nágreiniligt um skipið, tí tað hevur ikki verið í drift. Næsti túrur hjá Brimli verður hinvegin kanska fyrsti veruligi túrur, sum verður gjørdur. – At byrja við verður nógv venjing, tí vit eru als ikki von við skipið enn. Tá fáa vit at vita, hvat skipið kann, og hvussu skjótt vit kunnu arbeiða umborð, sigur skiparin. Brimil verið royndartúr Tá týski trolarin Hansa gekk burtur fyri eini viku síðan, var Tróndur í Gøru eitt av skipunum, sum var við í leitingini eftir manningini SKIPSVANLUKKA Edvard Joensen Tróndur í Gøtu fann líkini av fýra av manningini av týska trolaranum, Hansa, sum gekk burtur í ein útnyrðing úr Írlandi fyri eini viku síðan. Tá Hansa tann 6. mars sendi út neyðarkall, var Tróndur í Gøtu staddur stutt frá teimum. Teir fóru beinanveg til hjálpar, tá teir fingu boð frá eini írskari radiostøð um neyðarkallið, og vóru við í leitingini eftir manningini. Tróndur í Gøtu bjargaði líkunum av fýra av mann- ingini, sum lógu og flutu í yvirlivilsisbúnum. Tó høvdu teir ligið so mikið leingi í sjónum, at teir vóru deyðir, áðrenn teir vórðu funnir. Umframt fann Tróndur í Gøtu eisini ein tóman gummibát og ein, sum ikki var uppblástur. Eitt norskt skip bjargaði einum av manningini og tveimum líkum, sum flutu á sjónum, meðan ein bjarg- ingartyrla bjargaði níggju av manningini úr einum bjargingarbáti. Tá leitingin var av, fór Tróndur í Gøtu til Killy- begs í Írlandi við líkunum, áðrenn farið varð aftur til fiskiskap. Brimil kom á Havnina leygardagin seinnapart, har nógv fólk var komið saman at skoða nýggja skipið. Sunnudagin var Brimil longu á Norðhavinum og helt skil á teimum mongu bátunum Mynd: Jens Kr. Vang Tróndur í Gøtu fann fýra lík Nýggja tyrlan hjá Atlantic Airways kemur til landið um góðar tvær vikur. Hon skal nýtast í leiting og bjarging á sjónum í nýggju tilbúgvingar- ætlanini TYRLUFLÚGVING Stefan í Skorini Tá Fiskimálastýrið gjørdi av, at Atlantsflog skuldi taka sær av leiting og bjarg- ing í nýggju tilbúgvingar- ætlanini, var longu greitt, at neyðugt var við eini nýggj- ari tyrlu. Atlantic Airways hevur nú gjørt av at keypa eina av slagnum Bell 212 úr USA. Magni Arge upplýsir, at henda tyrlan kann væntast at vera í Føroyum seinast í hesum mánaðinum. Ein føroysk sendinevnd hevur verið í USA fyri at kanna tyrluan nærri, og eftir øllum at døma vóru menn nøgdir við hesa nýggju tyrluna. Atlantsflog hevur fleiri jørn í eldinum, tí oljufeløg- ini hava eisini valt Atlants- flog til at taka sær av øllum útgerðarvirksemi í olju- vinnuni saman við bretska felagnum Bristow. Nýggja Bell 212 kemur til Føroyar um góðar tvær vikur. Tyrlan skal fyrst og fremst nýtast í leiting og bjarging í tilbúgvingarætlanini Tróndur í Gøtu Nýggj tyrla um tvær vikur