Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 sundalagsstevna Rottangi Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Streymnes: - Eg havi ar­beitt við hesum síðani 1995. So tað er mær til fyri­ muns, sigur Heri. Saman við starvsfelaga sín­um, pólendinginum Mart­ ini eru teir staddir við utt­astu húsini á Streymnesi, á økinum har kappróðrar­ neystið liggur. Úr bilinum gongur ein long slanga, og beint nú er Martin farin undir at tøma ein rottanga í niðaru síðu av bygdarvegnum. Hetta er skjótt gjørt, tí menn eru vanir við slíkt ar­beiði. Stóri tangabilurin koyrir nakrar metrar longur fram, og nú skal tangin tøm­ ast í einum hvítum sethúsum í ovaru síðu. Rottangin liggur beint við vegin, og tí er einfalt at sleppa til og einfalt at tøma hann. Tað er týðiligt, at Heri og Martin eru vanir við hetta. - Vit hava ein annan bil, sum ger hetta sama. Vit hava okkara rutu og teir hava sína, soleiðis at vit ikki vevjast uppi í økinum hjá hvørjum øðrum, sigur Heri. Tá tangin á bilinum er full­ur, verður tað turr a til­ farið koyrt norður til Gján­ oyri, millum Nesvík og Langasand. Arbeiða seg norðureftir Hósmorgunin vóru teir báðir IRF-menninir í ferð við at gera tað, sum teir so mangan hava gjørt áður, bæði hendan dagin og und­ an hesum degi. Tá vit hittu teir fyrr apartin vóru teir í Streymnesi fyri at tøma rottangarnar har. - Vit arbeiða okkum spaku­liga norðureftir, greið­ ir Heri frá til Sosialin. Teir byrjaðu her í bygdini, og tá tann seinasti rottangin var tømdur, var ætlanin at leggja leiðina norður til Langa­sands, Haldórsvíkar og víðari til Tjørnuvíkar. Spurningurin var kortini, um teir komu at røkka allar hesar bygdirnar á eystur­ síðuni á Streymoynni í dag. - Eg vænti heilt erliga ikki, at vit koma longur enn til Langasands í dag, sigur hann. Hindrar ikki Hvørt einstakt húsarhald hev­ur ein slíkan rottanga, men tað er ikki altíð eins lætt hjá einum nýbyrjaðum at finna hann. Hjá Hera er hetta arbeiðið munandi lættari, tí hann í fyrsta lagi hevur verið so leingi í hesi vinnuni. Umborð á bilinum hava teir haraftrat eitt hent am­boð við hondina: Hvør ein­asti rottangi er skrivaður á eitt blað, og soleiðis ber til at síggja, hvar hann ligg­ ur. Tá komið er fram til tang­ an, verður lokið koyrt av, slangan førd niður í og inni­ haldið tømt umborð í tanga­ bilin. Ein til tveir minuttir seinni er arbeiðið liðugt. - Hetta er skjótt gjørt. Tað hindrar ikki, tá tað er so høg­ligt sum í hesum garði­ num, sum Heri tekur til. Longri tøming í Havn Hesin rottangin í Streymnesi var rættiliga skjótt tømdur, men tað er kortini ikki altíð at teir sleppa so lætt. Hóast fólk hava fingið eina reglugerð sendandi í samband við tangarnar, verð­ ur ikki altíð gjørt, so sum sagt verður. Í onkrum førum mugu teir líkasum bróta sær slóð gjøgnum Koma neyvan til La Treytir fyri tøming Eigarin av rottanganum hevur ábyrgd av, at tangin er í forsvarligum standi, og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Treytirnar fyri at tangin verður tømdur eru: • at tangin er lættur at koma til • at tað er grivið væl frá rundan um lokið • at lokið er væl fest, men lætt at loysa • at lokið er trygt og heilt • at lokið er lætt at festa aftur, tá arbeiðið er liðugt Tá ið tangin er tømdur, liggur ein litaður lepi við árstali undir lokinum á tanganum. (Kelda: irf.fo) FAKTA - Tað er ein fyrimunur at kenna húsini, so vit altíð vita, hvar rottangarnir eru, sigur klaksvíkingurin Heri Joensen. Hansara arbeiði er at tøma rottangar kring landið. Hósdagin í farnu viku hitti Sosialurin hann í Streymnesi Tá vit eru í Havn tekur tað munandi longri tíð. Tá er komið fyri, at vit ikki klára meiri enn einar níggju tangar um dagin Skjótt er at tøma hendan rottangan í Streymnesi. Leiðin verður nú løgd norðureftir móti Langasandi Mynd: Jens Kr. Vang Nr. 111 - 13. juni 2007