Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 sundalagsstevna Í lestri sínum er ungi hvalvíkingurin, Magnus Fuglø vanur við stórar bygningar, brýr, tunlar og hvørt av sínum. Hósdagin í farnu viku var hann farin í holt við eina heldur minni uppgávu: At gera sær eitt neyst í heimbygdini Neystið Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hvalvík: - Tað er gott at kunna sleppa burtur frá bók- unum eitt bil, - og ja, royna tað ein hevur lært í praksis, sigur Magnus. Hann lesur í løtuni til sivilverkfrøðing, men hevur eisini onnur áhugamál. Sam- an við pápa sínum, Jacob, sum er útlærdur timbur- maður, vóru teir til arbeiðis í Hvalvík hósdagin í farnu viku. Frammanfyri teir lá hóp- urin av byggitilfari, sum við kønum hondum skal endurskapast til ætlaða neystið. - Tað er veldugt at sleppa at brúka ein hamara, sigur Magnus. Arbeitt verður í smáum, og tí er eingin tíðarfreist sum so sett á, nær arbeiðið skal verða liðugt. Teir ætla kortini at neystið skal innilokast í ár. Pláss til størri bát Henda morgunin, tá Snoddi koyrdi framvið Hvalvík, sóust feðgarnir báðir standa so óført og práta við eitt av mongu neystunum á havnar- lagnum í heimbygdini. Ætlanin er, sum vera man, at gera neystið til ein bát í niðaru hæddini, meðan ætlanin er at nýta ta ovaru hæddina til eitt stað at hugna sær í. Júst hvussu, er ikki endalig avgerð tikin um enn. Hetta nýggjasta neystið í Hvalvík er 12,5 metrar langt og 5,4 metrar breitt. Undirhæddin verður rætti- liga høg, og tí eru góðir møguleikar at hava ein bát inni. Sjálvur hevur Magnus, sum er búsitandi í Danmark í samband við lestur, ein bát - eitt gamalt 5-manna- far. - Eg ætli at fáa mær ein størri bát einaferð í tíðini. Men eg veit ikki akkurát nær tað verður, sigur hann, meðan pápin nikkar sam- tykkjandi. Ovara hæddin í neystinum fer at hava vanlig mál, men verður kortini gjørd soleið- is, at ein partur av henni fer at verða eitt sindur hægri við opnum tróðri. Dirigerað úr Danmark Tað tekur sína tíð at gera eitt slíkt neyst, um ein bert satsar uppá at gera tað, tá ein er heima í summarfrí. Hjá Magnusi og Jacobi var tað so, at neystagrundin varð stoypt í fjør, og hevur arbeiðið ligið so at siga stilt fram til í farnu viku. - Vit byrjaðu faktiskt at arbeiða aftur í gjár. Syllar- nar komu upp fyri nøkrum vikum síðani, og í gjár settu vit stilladsini upp. - Arbeiðið við syllunum gjørdu pápi og Árni svágur, meðan eg sat í Danmark og dirigeraði teir í arbeiðinum, sigur Magnus við einum brosi. – Tað er veldugt at halda einum hamara Magnus Fuglø er hvalvíkingur, men býr nú í Odense, har hann lesur til sivilverkfrøðing. Hann verður eftir ætlan liðugur um eitt ár. - Í ár vóru ongar royndir á skránni, og tí fekk eg so langa summarferiu hesaferð, sigur hann. Hetta komandi árið skal kortini serrit- gerðin skrivast LesNaðuriN Snorri Brend Hvalvík: Hóast Magnus hevur lisið í fleiri ár, er ikki vist, at hann kortini kemur heim aftur beinanvegin, tá útbúgvingin er liðug. - Eg ætli fyrst at fáa mær eitt sindur av arbeiðsroynd- um, áðrenn eg flyti henda- vegin, sigur hann. Hjá einum manni við slík- ari útbúgving er spurning- urin jú altíð, um at fáa arbeiði, men sum skilst á Magnusi er hetta ikki nakar trupulleiki í dag. Eitt av arbeiðunum hjá einum sivilverkfrøðingi er tað teir kalla konstrusjóns- teknikkur, m.a. tá talan er um stórar bygningar. - Ynskið hjá mær er at fáa arbeiði hjá onkrari stórari fyritøku, og vera við at kon- struera brýr og møguliga eisini tunlar. - So tú skilur, at arbeiðið er rættiliga fjølbroytt, slær Magnus fast. Brýr og soylur Í Danmark - og í Føroyum - er rættiliga nógv byggi- virksemi í løtuni. Og sam- bært Magnusi er stórur eftir- spurningur eftir verkfrøð- ingum. - Tað skuldi tí ikki verið trupult at funnið mær eitt arbeiði í Danmark komandi ár. - Hinvegin so eru ikki teir stóru møguleikarnir fyri arbeiði hjá okkum her í Før- oyum, slær Magnus fast. Í stóran mun er tað bert Landsverk sum roknað verð- ur við. Sum verkfrøðingur fer ein ígjøgnum ein hóp av lærugreinum og evnum. Hjá Magnusi hevur serliga arbeiðið við betongi havt áhuga, og hetta verður helst eisini tað sum serritgerð hansara fer at snúgva seg um. Hann er serliga áhugaður í teimum mongu brúgvunum sum fara tvørtur um teir donsku motorvegirnar - og ikki minst, hvussu tær verða hildnar uppi av teimum stóru betong-soylunum. Avbjóðingin í slíkum før- um er at tryggja, at brúgvin heldur, so at soylan ikki ein dag kemur upp undan á veg- num. - Professarin á skúlanum hjá mær hevur júst skrivað eina grein í einum tíðarriti um hetta sama og legði har fram nakrar teori’ir. - Tað verður út frá hesum teori’um at eg fari at arbeiða víðari við mínari serritgerð, sigur Magnus. Brúgvar spennandi at arbeiða við Tað er gott at kunna sleppa burtur frá bóku­ num eitt bil, ­ og ja, royna tað ein hevur lært í praksis Hinvegin so eru ikki teir stóru møguleikarnir fyri arbeiði hjá okkum her í Føroyum - Vit ætla at fáa neystið innilokað í ár, sigur Magnus Fuglø. Í morgun sást, at gólvpláturnar vóru lagdar á Mynd: Jens Kr. Vang Nr. 111 - 13. juni 2007