mikudagur 13. juni 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 • 13. juni 2007
MIÐvikan
34
á Suðurlandið. Veðrið kundi
sjálvsagt eisini spæla inn.
Tað varð nærum altíð lagt at í
Føroyum á veg til markna. Hetta
var fyri at seta fólkið av og eisini
fyri at fáa siglingarordrar.
Komu í minubelti
Tá ráddi um at halda seg uttanfyri
minufeltini, men tað kom eisini
fyri, at skipini kortini komu á
stongdar leiðir, og einaferð
funnu vit út av, at vit lógu í
minufeltinum og trolaðu. Eg
stóð eina ferð afturi á hekkuni,
og tá kom ein mina í veirarnar.
Eg haldi, at hon var 14 favnar
aftanfyri okkum, tá ið hon brast,
men ikki bilti.
Hetta var á Halanum út fyri
Vestfjarðum, vit undraðu okkum
yvir ikki at síggja aðrar trolarar.
Tað var ikki fyrr enn vit komu
heim, at vit fingu at vita, at vit
høvdu verið í minubelti. Hetta
høvdu vit eingi boð fingið um.
Esmar greiddi frá hesi hending,
tá ið vit komu aftur at fáa
siglingarordrar. Tann vakthvandi
gjørdist púra paff, tók seg um
høvdið og sigur við Esmar:
»Tú stendur her?« Ja, svarar
Esmar, har stóð hann. Tá sigur
tann vakthavandi bretin: »Tit
hava togað á einum øki, sum er
minulagt, og tað er eitt undur, at
tygum standa her.«
Eina ferð vit vóru komnir niður
móti Skotlandi komu vit í eina
konvoy. Tað ljóðaði, sum at tað
varð skotið eftir konvoyuna, men
meira hendi tíbetur ikki. Men so
lítið nervaði tað meg, at eg svav
trygt fyri tað.
Halin var lumpisligur
Eg havi verið við til at fiska nógv
á Halanum, sum er fiskileið út frá
Vestfjarðum í Íslandi. Her kundi
vera sera lumpisligt veður. Eg
minnist einaferð, at vit høvdu gott
veður, og tað var mestsum stilli.
Tá fer sjógvurin knappliga at øtla.
Vit arbeiddu á dekkinum, og vit
fingu boð um at skalka lúkurnar
beinanvegin. Sjógvurin gjørdist
beinanvegin so ringur, hóast
tað var stilli. Knappliga kom
ein sjógvur aftani frá, og breyt
frá hekkuni og fram um brúnna,
men vit vóru fyrireikaðir og einki
hendi.
Á halanum var so sera nógvur
fiskur. Tað kundi vera nógvur
toskur, men vit fingu eisini full
trol av kongafiski, sum eisini
hevði góðan prís í Aberdeen. Tað
kundi eisini vera nógvur upsi í
trolinum.
Royndist illa undir
Føroyum
Eg kann skoyta uppí, at roynt varð
viðhvørt at kasta undir Føroyum,
men lítið kom burtur úr. Eina ferð
royndu vit við Norðbúgvanum við
Hans Paula sum skipara at fáa
túr undir Føroyum, men tað gekk
illa at fáa uppí hann. Vit royndu
í 14 dagar, men hann bleiv ikki
ordiliga fullur. Hetta var heldur
ikki dámt av útróðrarmonnum,
sum roknaðu trol fyri at vera ein
oyðandi reiðskap. Tað var nakað
heilt annað at royna undir Íslandi.
Tað var tað sama galdandi tá
sum nú, at tað er nógv meira fyri
av fiski undir Íslandi enn undir
Føroyum. Tað líknar ikki saman.
Kolldømdur fiskur
kortini góðan prís
Eina ferð vit komu inn í Scrapster,
lá Bjørn Ólason har við fullari last
við maskinskaða. Vit skuldu skjótt
avstað, men teir bóðu so Hans
Paula um sleip. Hann var grúiliga
trekur. Eitt sleip tók jú eisini
tíð, og júst í hesi vinnu merkti
tíð pengar, ofta nógvar pengar.
Men Hans Pauli eftirlíkaði
kortini, vit tóku hann so uppá
sleip til Aberdeen. Teir landaðu,
fiskurin var gamal, og tað varð
alt kolldømt, meðan vit fingu
góðan túr. Jens av Reyni hevur
verið niðri tá. Hann kom oman á
fiskamarknaðin og sá skilið. Hann
hvarv ein løtu aftaná. Hvussu
var og ikki, men hann hevði so
fingið orðnað fyri, at fiskurin í
hvussu er skuldi seljast. So varð
gjørt, og teir fingu ein góðan túr
kortini. Teir seldu fyri eini 6.000
pund. Tað vóru nógvir pengar tá,
pundið var omanfyri 20 krónur.
Í 2005 hevði FF-blaðið eina
røð av samrøðum við Sofus
Poulsen, sum hevur verið okkara
umboðsmaður í Aberdeen í meira
enn hálva øld. Hann greiddi
frá, at tað var sjáldan, at fiskur
varð kolldømdur í Aberdeen. Um
heldur vánaligan fisk segði Sofus,
at hann kundi væl skerast til flak,
men hann varð tó ikki skrællaður.
Hann varð lagdur í saltlaka,
viðhvørt við eitt sindur av gulari
liting í. So varð fiskurin royktur,
og hetta riggaði heilt væl.
Tað var annars altíð hampiliga
friðarligt, tá ið vit lógu inni í
Bretlandi. Tað var bert eina
ferð vit vóru í landi, at tað var
luftalarmur. Tá vóru vit koyrdir í
onkran kjallara. Onkur flúgvari
varð tó niðurskotin. Vit sóðu
seinni um dagin rovini av einum
flogfari í einum lastbili.
Tá ið eg hevði siglt 33 túrar,
fór eg av Norðbúgvanum. Verður
roknað við 15 dagar uppá túrin
verður hetta um 500 dagar.
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Jakku
frá tí ringasta illveðrinum,
hann hevur upplivað. Hann
fer við Fiskanes, og so byrjar
lívið sum útróðrarmaður. Vit
hava eisini meira av tilfari frá
bóndagarðinum. Greitt fer at
verða frá Müllerættini á Sundi.
Hendan myndin av skúlanæmingum
í Kaldbak er tikin í samband við eina
útferð til Kirkjubøar um 1939/40.
Upplýsingarnir eru frá Petur Skeel
Jacobsen, sum júst var farin úr
skúlanum, men slapp við kortini.
Myndin er frá fornminnissavninum.
Á myndini síggja vit: Nr. 1 Arthur
Bøgarð , beiggi nr. 13. Doyði ungur.
Nr. 2 Willy Bærentsen av Sundi,
beiggi nr. 10. Nr. 3 John Mohr
Reinert, giftur við nr. 5. Nr. 4 Hildur
Jacobsen, gift Isholm, býr niðri. Nr. 5
Bergtóra Nicodemussen, gift við nr.
3. Nr. 6 Greta (Lulla) Wenningstedt
Jacobsen (dóttir Karl á Tórgarði).
Nr. 7 Poula Jacobsen, (systir nr. 9),
gift við Jákup Apol. Nr. 8 Magnhild
Petersen, gift við nr. 10. Nr. 9 Petur
Skeel Jacobsen , veðurmaður hjá
Sosialinum. Nr. 10 Dánjal Jákup
(Baggu) Bærentsen av Sundi, beiggi
nr 2 og giftur við nr. 8. Nr. 11 Maria
Vang, lærari, umrødd í fyrsta parti.
Nr. 12 Niels Nysted, ættaður úr
Hvannasundi. Nr. 13 Helga á Bøgarði,
systir nr. 1.
Fleiri á myndini hava samband við
hesa frásøgn
Abbabørnunum hjá Gustav dámdu væl at koma inn á Sund at ferðast. Her síggjast f.v. Andrias, Helena, Gustav og
Margretha hjá Solveig og Andrea hjá Gimma. Bóndagarðurin sæst aftanfyri
Skrásetingarnummar 3350F4925.