mikudagur 13. juni 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 • 13. juni 2007
MIÐvIkaN
33
➙
á Norðbúgvanum og Kvívíks
Tummasi umborð á Stella Argus
var farið at sleipa.
Hetta skuldi eisini fyrireikast,
og tað var ikki bara sum at siga
tað. Skipið lá uppankrað, og
tað var ringt at koma framat tí
brennandi skipinum fyri varma.
Símun Askham, skipaði fyri, og
hann var uttan iva tann rætti
maðurin til hesa uppgávu.
Teir kom út við báti at brenna
akkersketurnar av og at sjekla
veirarnar í skipið til sleipið.
Skiparin á Carolinu Thordén var
umborð hjá okkum. Avbrendu
akkersketurnar liggja vist enn á
botni í Nólsoyarfirði.
Manningin var ikki umborð,
so tað máttu í skundi útvegast
manning, sum var tøk. Eg var
so eisini við. Eingin kokkur
var, so Esmar bað meg um at
kokkast. Eg minnist, at ein av
monnunum umborð hjá okkum
var Grækaris Madsen úr Kvívík,
sum var kendur sum ein ramligur
sjálvstýrismaður. Synirnir hjá
honum Thorstein og Arngrim vóru
annars við Norðbúgvanum. Tað
hevur ikki ligið fyri hjá teimum at
koma við, og so er pápin komin í
staðin.
Tá ið vit eru komnir norður um
Staksoyruna seta vit fulla ferð
á maskinuna og stýrdu inn móti
landi nakað sunnan fyri kajuna,
sum nú er. Vit slakkaðu av, og
lótu Carolinu renna seg fram í
sandin. Hetta gekk heilt væl.
Tað brendi framvegis, og nú
var eftir at basa eldinum. Hetta
var eisini uppgávan hjá askham
smiðjum við Símuni á odda.
Símun var giftur við Onnu, sum
gjørdist 104 ára gomul, og hvørs
lívssøga eisini hevur verið í FF
blaðnum. Tað kann verða nevnt,
at smiðjan hjá teimum var har,
sum Gourmet og Glitnir eru nú.
Teir fingu Carolinu Thordén at
halla so mikið, at hon drakk sjógv
fyri at lætta um sløkkingina. Tá
byrjaði sløkkingararbeiðið, men
tað gingu fleiri dagar, til eldurin
var køvdur. Tíverri rann olja úr
skipunum og dálkaði illa.
P/f Uvak og p/f Kimbil, sum
áttu trolararnar, høvdu lagt
kr. 10.000 á til hvønn trolara,
um royndin ikki eydnaðist.
Eydnaðist hon, skuldi gjaldið
vera tað dupulta, og tað fingu
skipini eisini. Hetta gav eisini
manningini ein fittan part.
Carolina Thorden lá her eina
tíð og varð síðan vist sleipað til
Bretlands.
Samanstoytur
Eg havi eina ferð verið við til
ein samanstoyt. Hetta var,
tá ið Esmar var skipari við
Norðbúgvanum og var á brúnni.
Vit arbeiddi á dekkinum, og
Esmar var vist durvaður. Vit
rendu inn í síðuna á einum av
teimum ensku trolarunum, sum
fiskaðu undir Íslandi. Hetta
var á Eysturlandinum. Hol kom
á trolaran, men tó omanfyri
vatngangin, so vandi var ikki fyri,
at hann fór at søkka. Skiparin á
enska trolaranum var sjálvsagt
í øðini, Esmar kundi einki siga,
tí hann hevði skuldina. Enski
skiparin vildi hava Norðbúgvan at
fylgja teimum inn á Seyðisfjørðin.
Tað var gamaní, segði Esmar.
Men hann fór ongan veg, fyrr enn
hann hevði havt morgunhálið,
sum ofta var tað besta til fisk!
Teir fara so inn á Seyðisfjørðin.
Her varð skjótt atborið. Smiðir
komu umborð við plátum at tetta
holið. Tað varð hildið sjóforhoyr.
Og nú vóru báðir skipararnir so
fyrndar blíðir, og Esmar bjóðaði
sínum starvsbróðuri umborð,
áðenn báðir fóru út aftur uttan at
hava mist tað stóra.
Nógv kol
Tað bleiv altíð pressað við
fullari ferð, tá ið siglt var millum
lond, og hann kláraði 10 míl.
Brennievnið hjá skipinum var kol,
og undir sigling brúkti hann 10
tons um samdøgrið. Hetta var
øgiliga strævið hjá fýrbøtarunum,
onkuntíð tók eg eina vakt fyri at
hjálpa teimum.
Tá ið siglt varð, máttu vit altíð
hava útkikk eftir minum. Vit sóu
eisini nógvar fara framvið, uttan
at tær gjørdu skaða. Um náttina
varð siglt, uttan at lanternurnar
vóru tendraðar. Hóast tað stórt
sæð var ómøguligt at síggja
minur í myrkri, hildu vit kortini
útkikk.
Kolið var virðismikið. Einaferð
minnist eg, at Hans Pauli veddaði
við ein av manningini um okkurt,
sum teir vóru ósamdir um. Hans
Pauli lovaði viðkomandi eitt tons
av koli, um hann hevði rætt. Tað
hevði hann eisini, hann fekk kolið
og gjørdi kvetti.
Mistu bjargingarbátin
Hans Pauli greiðir frá í sín bók
Jól á Halanum frá fyrsta túrinum,
hann var við Norðbúgvanum.
Hetta var í oktober 1942, vit
fóru av Vestmanna móti kvøldi í
ruskveðri. Annar báturin hekk í
davidunum við síðuna. Vit fingu
ein skvamp, og báturin hvarv.
Ein kappi reyk eisini saman við
øðrum leysum á dekkinum. Farið
var inn á Seyðisfjørðim í Íslandi
at keypa ein nýggjan bát. Vit
fóru út á Glettingarnes, um 20
30 fjórðingar úr landi at fiska.
Skálaberg við gamla Mortan í
Hvannasundi sum skipara var á
somu leið. Tað var ikki loyvt at
samskifta í telefonini, tí hon var
bert til neyðarbrúk. Teir kundu
geva boð millum sín við floytuni.
Komu teir nóg nær, kundu teir
rópa millum sín.
Hendan fyrsta túrin hjá Hans
Paula varð landað í Fleetwood,
har tað stóð eitt nýtt spæl vit
skuldu hava um borð. Vit seldu
hendan túrin fyri 12.000 pund.
Fyri ein slíkan túr fekk manningini
23.000 krónur, og var hetta frálík
inntøka fyri teir 14 dagarnar, ein
slíkur túrur vardi.
Tóku ís av Leitisvatni
Vit tóku ofta ís niðri, tað var ikki
nóg mikið av framleiðsluorku at
gera ís í Føroyum. Men viðhvørt
tóku vit ís í Føroyum, og eina ferð
var tað í Sørvági. Tá høvdu teir
samlað ís av Leitisvatni. Stóri
Martin á Vatnsoyrum hjálpti til at
knúsa ísin. Tað mundu vera eini
30 tons av ísi vit fingu. Tað varð
ísað so lítið tá, tí túrirnir vóru
so skjótir. Hetta gjørdist ein av
teimum skjótu túrunum. Eg haldi,
at tað gingu sjey dagar frá tí, vit
fóru av Sørvági og inntil, vit vóru
aftur á Havnini við fullari last.
Tað vanliga var at fiska eina
viku og onkuntíð 45 dagar.
Tað var so stutt at sigla yvir
Vitjan á Sundi. F.v. Gugga, systir Jakku við Torbjørn, Jóhanna Apol, Eiko Apol, Ruth, kona Eiko, og Jákup Apol
Báturin hjá Gustav, Helena, við lítla báti at rógva í land við
Carolina Thordén liggur brennandi í Nólsoyarfirði. Jakku var við at sleipa skipið norður til Hvalvíkar, har eldurin var
bastur