Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 112 - 14. juni 2007 Nú er greitt, at ongin sem­ja fæst í Suðuroy ei­na felags sosiala deild fyri alla oynna, tí nú hava vágbingar og porkenningar gjørt av at vera fyri seg sjálvar. Seinni verð­ur støða tikin til, um Vágur og Porkeri ei­si­ni skulu hava sína eg­nu barnavernd Samstarv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Onki felags samstarv verður millum kommunurnar í Suðuroy á hesum sinni. Tað er greitt, eftir at borg­ar­stjór­ in í Vági og í Porkeri skriv­ aðu undir sáttmála um ei­na sosiala deild fyri hesar báð­ ar kommunurnar. Tað hevur leingi ligið í kort­un­um, at kommunan í Vá­gi og í Porkeri vildu stov­ na teirra egnu sosiala deild, held­ur enn at vera í sam­star­ vi við restina av oynni og má­na­kvøld­ið skrivaðu borg­ ar­stjór­ar­nir báðir so undir ein sáttmála og sostatt er all­ ur ivi beindur burtur. Góðtaka ikki leistin Annars skrivaðu allar kom­ mu­nur­nar í Suðuroy søgu, tá ið tær samdust um eina fel­ags barnavernd fyri alla Suð­ur­oy. Men samstundis váttaðu tær, at málið var at stovna ei­na felags sosiala deild fy­ri alla oynna. Men hetta miseydnaðist og tað var serliga tí at vág­ bing­ar kundu ikki góðtaka leis­t­in, sum deildin skuldi skip­ast eftir. Í fyrstu atløgu skuldi so­si­ al­a deild liggja undir Tvør­ oyr­­ar Kommunu, har borg­ ar­stjór­in á Tvøroyri skuldi vera umsitingarligur leiðari. Tað vildu vágbingar ikki góð­ta­ka, tí teir vildu heldur, at talan varð um ein meiri el­la minni sjálvsstøðugan stovn, sum ikki varð lagdur und­ir eina ávísa kommunu. Harafturat lá í kortunum, at málini, sum hendan so­si­ ala deild skuldi umsita, vó­ru so umfatandi, at var tað sett í gildið, kundu tey akk­ur­át tað sama avmontera Vágs Býráð, sum tikið varð til á býráðsfundi í Vági, eina­ferð málið var til við­ gerð­ar har. - Ætlanin var nevniliga, at umframt øll vanlig sosial mál, skuldi hendan nýggja so­si­ala deildin eisini umsita barn­an­­singina, ein part av skúla­mál­um og ellisheim, hóast tey ikki eru kommunal mál enn, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vá­gi. Nógv av hesum økjum eru ikki sosial mál í Vágs Bý­ráði, men mentamál og bý­ráðið vildi eisini hava yvir­lit yvir tær avleiðingar, het­ta fór at fáa fyri býráðið, tí tað kundi enntá eisini fáa av­leið­ingar fyri umsitingina hjá býráðnum. Hetta vildu vágbingar ik­ki lata sær lynda, men teir si­ga, at teir fingu ikki undir­ tøku fyri at broyta leistin og tí fóru teir at kanna mø­gu­ leik­an fyri at stovna eina so­si­ala deild fyri syðru helvt í Suðuroy. Sumbingar hava kortini gjørt greitt, at teir halda fast um upp runaligu ætlanina og Bygdaráðið í Hovi hevur ik­ki tikið nakra greiða støðu. Tað endaði so við, at Vág­ ur og Porkeri skipa sosial deild undir navninum Suð­ ur­oy­ar sunnara sosiala deild. Tá ið sáttmálin varð und­ ir­skrivað­ur, fegnaðust báðir borg­arstjórarnir um, at tað hevði eydnast at fáa hetta sam­starv­ið ílag og tey søg­ du bæði, at tey vónaðu, at hetta fór at ganga líka væl, sum alt annað samstarv, sum frammanundan er ímill­ um Vág og Porkeri. Taka støðu til barna­vernd Men hvussu verður so vorð­ ið við samstarvinum um bar­na­­vern­­dina, sum øll oygg­in er fel­ags um? -Tað hava vit ikki tikið nak­ra støðu til, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági Tí verður fyribils ongin broyt­ing gjørd í sam­starv­in­ um um barnaverndina. Men borgarstjórin viður­ kenn­ur, at tað kann tykjast eitt sindur óruddiligt, at økið, sum sosiala deild og barna­vern­din fevna um, ik­ki fylgjast. Tí verður spurningurin um samstarvið um barna­ vern­dina tikið upp í heyst fy­ri at vita um tað skal hal­ da fram, ella um vágbingar og sumbingar stovna teirra eg­nu barnavernd. Tað er ásett, at minst 1500 fólk skulu búgva í hvør­jum barnaverndarøki og tað treytina lúka Vágur og Porkeri. Annars ásannar borg­ar­ stjór­in í Vági, at spurn­ing­ur­ in er, hvat framtíðín kemur at bjóða og um fleiri komm­ un­ur koma upp í, ella hvus­ su tað verður yvirhøvur. - Vit lata onga hurð aftur, so spurningurin um fram­tí­ð­ ar samstarv er framvegis op­in, staðfestir Kirstin Strøm Bech. - Verða fortreytirnar til stað­ar, kann tað eisini hen­ da, at øll oyggin semist um ei­na felags sosiala deild, legg­ur hon afturat. Sosiala deildin hjá Vági og Porkeri skal halda til á kom­mu­nuskrivstovuni í Pork­eri og miðað verður eft­ ir at lata hana upp 1. aug­ ust. Tey hava søkt eftir leið­ ara, men ongin søkti, so nú verð­ur starvið lýst leyst av nýgg­jum. Fyribils í hvussu so er, verður bara hetta eina fól­ki í starvið, so út­­reiðs­lur­ nar verða løn til hetta eina fól­ki og skrivstovuhald. Ongin felags sosial deild Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági og Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri skrivaðu undir avtalu um sosialt samstarv mánakvøldið. Báðir borgarstjórarnir fegnaðust um, at tað eydnaðist at fáa hesa avtaluna í lag Gjørt avtalu í fimm ár Avtalan, sum kommunan í Vági og Pork­­eri, hava gjørt um Suðuroyar sun­n­­a­ru So­si­al­u deild, er galdandi í fimm ár, til 31.12. í 2012. Tað merk­ ir, at hon er gald­an­di restina av hes­ um valskeiðnum og alt næs­ta val­ skeið. Men hon kann altíð sigast upp við 12 mán­aða freist. Hvør kom­ mu­na betalir útreiðslurnar eftir fólka­­talinum. Tey málsøki, sum so­si­ a­la deildin skal um­si­ta, eru hesi - Vanlig sosialmál - Samskifta og ráðgeva borgarum - Samskifta við almennar stovnar - Samskifta við barnaverndina - Samskifta við kommunulæknar, tann­­­læk­n­­ar, heilsusystir, skúla­heil­ su­­syst­­ir, ser­lær­ar­ar, o.a. - Hjálpa fólki ígongd aftaná steðg frá ar­beiðs­lív­inum - Skrivari/ráðgevari í sosialu nevn­d­ ini í Vágs Kommunu og ráðgevari hjá Porkeris Kom­mu­nu í sos­ial­mál­ um - Skattamál - Frípláss - Talirør ímillum kommunurnar í so­ si­­­al­­mál­um - Ger hoyringsskriv í sambandi við lóg­­ar­­upp­­­ skot/broytingar á sosiala øki­num. Friðingarfundur á Selatrað Náttúrufriðingarnevndin hevur fund fríggjadagin 15. juni. Fundurin verður á havnarlagnum á Selatrað og byrjar kl. 13. Evnið, sum er til viðgerðar, er ein umsókn frá Sjóvar kommunu um loyvi at gera øki til kampingvognar á havnarlagnum á Selatrað. Tey, ið møta á fundinum, fáa høvi at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn. Útoyggjastevna í Fugloy Leygardagin 14.juli verður Útoyggjastevnan 2007 hildin í bygdunum Hattarvík og Kirkju á Fugloy. Byrjað verður í Hattarvík fyrrapartin, har ársaðalfundurin verður. Eftir aðalfundin verður stevnan sett, og fólk fáa okkurt til matna. Allan seinnapartin vera tiltøk í oynni. Har verður undirhald, fyrilestrar, frásagnir, og eitt kór fer at syngja í Hattarvíkar kirkju. Kapp ing í seyðaroyting verður eisini á skránni, har roytt verður upp á gamla mátan, og harafturat verður árliga togtoganin millum útoyggjarnar á skránni. Nógv ymisk tiltøk fyri børn vera eisini á skránni í oynni.