Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 112 - 14. juni 2007 Nú er greitt, at ongin sem­ja fæst í Suðuroy eina felags sosiala deild fyri alla oynna, tí nú hava vágbingar og porkenningar gjørt av at vera fyri seg sjálvar. Seinni verður støða tikin til, um­ Vágur og Porkeri eisini skulu hava sína egnu barnavernd SamStarv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Onki felags samstarv verður millum kommunurnar í Suðuroy á hesum sinni. Tað er greitt, eftir at borgarstjór­ in í Vági og í Porkeri skriv­ aðu undir sáttmála um eina sosiala deild fyri hesar báð­ ar kommunurnar. Tað hevur leingi ligið í kortunum, at kommunan í Vági og í Porkeri vildu stov­ na teirra egnu sosiala deild, heldur enn at vera í samstar­ vi við restina av oynni og mánakvøldið skrivaðu borg­ arstjórarnir báðir so undir ein sáttmála og sostatt er all­ ur ivi beindur burtur. Góðtaka ikki leistin Annars skrivaðu allar kom­ munurnar í Suðuroy søgu, tá ið tær samdust um eina felags barnavernd fyri alla Suðuroy. Men samstundis váttaðu tær, at málið var at stovna eina felags sosiala deild fyri alla oynna. Men hetta miseydnaðist og tað var serliga tí at vág­ bingar kundu ikki góðtaka leistin, sum deildin skuldi skip­ast eftir. Í fyrstu atløgu skuldi sosi­ ala deild liggja undir Tvør­ oyrar Kommunu, har borg­ arstjórin á Tvøroyri skuldi vera umsitingarligur leiðari. Tað vildu vágbingar ikki góðtaka, tí teir vildu heldur, at talan varð um ein meiri ella minni sjálvsstøðugan stovn, sum ikki varð lagdur undir eina ávísa kommunu. Harafturat lá í kortunum, at málini, sum hendan sosi­ ala deild skuldi umsita, vóru so umfatandi, at var tað sett í gildið, kundu tey akkurát tað sama avmontera Vágs Býráð, sum tikið varð til á býráðsfundi í Vági, einaferð málið var til við­ gerðar har. ­ Ætlanin var nevniliga, at umframt øll vanlig sosial mál, skuldi hendan nýggja sosiala deildin eisini umsita barnansingina, ein p­art av skúlamálum og ellisheim, hóast tey ikki eru kommunal mál enn, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági. Nógv av hesum økjum eru ikki sosial mál í Vágs Býráði, men mentamál og býráðið vildi eisini hava yvirlit yvir tær avleiðingar, hetta fór at fáa fyri býráðið, tí tað kundi enntá eisini fáa avleiðingar fyri umsitingina hjá býráðnum. Hetta vildu vágbingar ikki lata sær lynda, men teir siga, at teir fingu ikki undir­ tøku fyri at broyta leistin og tí fóru teir at kanna møgu­ leikan fyri at stovna eina sosiala deild fyri syðru helvt í Suðuroy. Sumbingar hava kortini gjørt greitt, at teir halda fast um up­p­runaligu ætlanina og Bygdaráðið í Hovi hevur ikki tikið nakra greiða støðu. Tað endaði so við, at Vág­ ur og Porkeri skip­a sosial deild undir navninum Suð­ uroyar sunnara sosiala deild. Tá ið sáttmálin varð und­ irskrivaður, fegnaðust báðir borgarstjórarnir um, at tað hevði eydnast at fáa hetta samstarvið ílag og tey søg­ du bæði, at tey vónaðu, at hetta fór at ganga líka væl, sum alt annað samstarv, sum frammanundan er ímill­ um Vág og Porkeri. Taka støðu til barnavernd Men hvussu verður so vorð­ ið við samstarvinum um barnaverndina, sum øll oyggin er felags um? ­Tað hava vit ikki tikið nakra støðu til, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági Tí verður fyribils ongin broyting gjørd í samstarvin­ um um barnaverndina. Men borgarstjórin viður­ kennur, at tað kann tykjast eitt sindur óruddiligt, at økið, sum sosiala deild og barnaverndin fevna um, ikki fylgjast. Tí verður sp­urningurin um samstarvið um barna­ verndina tikið up­p­ í heyst fyri at vita um tað skal hal­ da fram, ella um vágbingar og sumbingar stovna teirra egnu barnavernd. Tað er ásett, at minst 1500 fólk skulu búgva í hvørjum barnaverndarøki og tað treytina lúka Vágur og Porkeri. Annars ásannar borgar­ stjórin í Vági, at sp­urningur­ in er, hvat framtíðín kemur at bjóða og um fleiri komm­ unur koma up­p­ í, ella hvus­ su tað verður yvirhøvur. ­ Vit lata onga hurð aftur, so sp­urningurin um framtíð­ ar samstarv er framvegis op­in, staðfestir Kirstin Strøm Bech. ­ Verða fortreytirnar til staðar, kann tað eisini hen­ da, at øll oyggin semist um eina felags sosiala deild, leggur hon afturat. Sosiala deildin hjá Vági og Porkeri skal halda til á kommunuskrivstovuni í Porkeri og miðað verður eft­ ir at lata hana up­p­ 1. aug­ ust. Tey hava søkt eftir leið­ ara, men ongin søkti, so nú verður starvið lýst leyst av nýggjum. Fyribils í hvussu so er, verður bara hetta eina fólki í starvið, so útreiðslur­ nar verða løn til hetta eina fólki og skrivstovuhald. Ongin felags sosial deild Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági og Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri skrivaðu undir avtalu um sosialt samstarv mánakvøldið. Báðir borgarstjórarnir fegnaðust um, at tað eydnaðist at fáa hesa avtaluna í lag Gjørt avtalu í fimm ár Avtalan, sum kommunan í Vági og Porkeri, hava gjørt um Suðuroyar sunnaru Sosialu deild, er galdandi í fimm ár, til 31.12. í 2012. Tað merk­ ir, at hon er galdandi restina av hes­ um valskeiðnum og alt næsta val­ skeið. Men hon kann altíð sigast up­p­ við 12 mánaða freist. Hvør kom­ muna betalir útreiðslurnar eftir fólkatalinum. Tey málsøki, sum sosi­ ala deildin skal umsita, eru hesi ­ Vanlig sosialmál ­ Samskifta og ráðgeva borgarum ­ Samskifta við almennar stovnar ­ Samskifta við barnaverndina ­ Samskifta við kommunulæknar, tannlæknar, heilsusystir, skúlaheil­ susystir, serlærarar, o.a. ­ Hjálp­a fólki ígongd aftaná steðg frá arbeiðslívinum ­ Skrivari/ráðgevari í sosialu nevnd­ ini í Vágs Kommunu og ráðgevari hjá Porkeris Kommunu í sosialmál­ um ­ Skattamál ­ Fríp­láss ­ Talirør ímillum kommunurnar í so­ sialmálum ­ Ger hoyringsskriv í sambandi við lógarup­p­skot/broytingar á sosiala økinum. Friðingarfundur á Selatrað Náttúrufriðingarnevndin hevur fund fríggjadagin 15. juni. Fundurin verður á havnarlagnum á Selatrað og byrjar kl. 13. Evnið, sum er til viðgerðar, er ein umsókn frá Sjóvar kommunu um loyvi at gera øki til kamp­ingvognar á havnarlagnum á Selatrað. Tey, ið møta á fundinum, fáa høvi at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn. Útoyggjastevna í Fugloy Leygardagin 14.juli verður Útoyggjastevnan 2007 hildin í bygdunum Hattarvík og Kirkju á Fugloy. Byrjað verður í Hattarvík fyrrap­artin, har ársaðalfundurin verður. Eftir aðalfundin verður stevnan sett, og fólk fáa okkurt til matna. Allan seinnap­artin vera tiltøk í oynni. Har verður undirhald, fyrilestrar, frásagnir, og eitt kór fer at syngja í Hattarvíkar kirkju. Kap­p­ing í seyðaroyting verður eisini á skránni, har roytt verður up­p­ á gamla mátan, og harafturat verður árliga togtoganin millum útoyggjarnar á skránni. Nógv ymisk tiltøk fyri børn vera eisini á skránni í oynni.