Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 112 - 14. juni 2007 Postverk Føroya gav í morgun 15 fólkum boð um, at tey verða søgd úr starvi frá 1. ju­li, meðan 20 verða flutt í annað starv. Post­verkið skal spa­ ra 22 ársverk, sum sva­ra til 8,8 mill­i­ón­­ir krónur. – Tí er het­ta neyðugt, sig­ur leið­s­l­ an í Post­verk­inum UPPSAGNIR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í dag brúkar Postverkið nógv fleiri pengar til at bera nógv færri brøv út enn áður. Tí er neyðugt við broyt­ing­ um, annars endar Postverkið í fíggjarligum trupulleikum. Og Postverkið hevur hand­ lað. 15 fólk eru send heim og 20 verða flutt í annað starv. Harumframt hava tvey fólk í fulltíðarstarvi fing­ið tilboð um at flyta til ein KT-undirveitara, fýra starvs­fólk fara frá vegna ald­ur seinni í ár, og onnur ha­va boðað frá, at tey gevast á Postverkinum seinni í ár. Tær 15 uppsagnirnr svara til 13 ársverk, og tilsamans skal Postverkið spara 22 árs­ verk – tí eisini hinar broyt­ ing­ar­nar. 22 ársverk svara til 10 prosent av samlaða starvs­fólka­kostnaðinum, alt­so 8,8 milliónir krónur. Vánaligur sáttmáli Tað var í morgun at starvs­ fólk­ini fingu boðini um upp­sagn­ir­nar. Postverkið hevði eina hálva millión í hal­li í fjør, tá fíggjarpostar ik­ki eru íroknaðir. – Og framrokningar vísa, at hallið fer at økjast mun­ an­di næstu árini, um ongar broyt­ing­ar verða gjørdar, vís­ir Sofus Clementsen, stjó­ri, á. Tí eru uppsagnirnar gjørd­ar. Flestu teirra eru inn­an útbering av posti, har tøkn­i­l­i­ga menningin hevur havt við sær stórar broyt­ing­ ar – fyrst og fremst nógv fær­ri brøv. Sofus Clementsen sigur, at broytingarnar í starvs­ fólka­hóp­in­um eru liður í bygn­að­ar­broytingum, sum ha­va til endamáls at laga virk­sem­ið hjá Postverkinum eft­ir veruleikanum á mark­ nað­in­um. Veruleikin hjá Post­verk­in­um er, at rak­st­ur­ in ikki ordiliga hongur sam­ an í løtuni. Orsøkin er fyrst og fremst ein óliðiligur sátt­ má­li við Postfelagið, heldur Post­verkið. – Tað eru ov nógvar bind­ ing­ar í sáttmálanum fyri Post­verk­ið, sum hava við sær, at tað er trupult at fáa skyld­is­tænasturnar at hanga sam­an fíggjarliga. Har, sum Post­verkið hinvegin sleppur at virka frælst í fríari kapp­ ing, gongur raksturin væl, stað­fest­ir Sofus Clem­en­t­ sen. Bindingarnar, sum Sofus Clem­ent­sen nevnir, eru ser­ li­ga innan útberingina, har arbeitt verður eftir eini akk­ ord-skipan. Ein skipan, sum tey eru farin frá í flestu lond­um fyri langari tíð síð­ ani, og sum Postverkið met­ ir seg fáa ov lítið burturúr. Og flestu uppsagnirnar eru eisini, sum sagt, innan júst út­beringina. Helvtin úr Havn Í ársfrágreiðingini hjá Post­ verk Føroya fyri 2006 stend­ ur, at størsta avbjóðingin við at laga virkið eftir mark­ nað­in­um er at fáa broytt av­tal­una við Føroya Post­ felag, so hon verður betri at vir­ka undir. Við upp­sag­nu­ num í dag ásannar Post­verk­ ið, at hetta ikki eydnaðist. Leiðslan í Postverk Før­ oy­a hevur annars boðað Post­fel­ag­num frá, at Post­ verk­ið ynskir ein nýggjan og liðiligara sáttmála, sum er hóskandi fyri eitt felag í frí­ari kapping. Síðani síðsta heyst hevur leiðslan í Post­ verk­in­um fleiri ferðir heitt á Postfelagið um at fremja flei­ri broytingar, sum kunnu gag­na bæði limunum og Post­verk­inum, men eingin nýggjur sáttmáli er komin. Helvtin av teimum 15 upp­søg­du fólkunum starv­ ast í Havn, hini eru spjadd kring landið. Og hóast tað við hesum vera færri post­ boð, so kemur tað ikki at gan­ga út yvir tænastuna, vil So­fus Clementsen vera við. Hópuppsøgn fyri 8,8 milliónir Sofus Clementsen, stjóri í Postverk Føroya, greiddi frá uppsagnunum á tíðindafundi á Hafnia í morgun. Í bakgrundini hóma vit Finngerð S. Hansdóttir, skrivara Mynd: Jens Kristian Vang Skip skulu hava verju Reiðarafeløg í 45 londum fara nú at leggja trýst á sínar politisku myndugleikar fyri at fáa enda á trupulleikanum við sjórænarum. Á einum fundi í altjóða reiðarafelagnum International Champer of Shipping um vikuskiftið var semja um, at altjóða samfelagið má útvega skipaferðsluni hernaðarliga verju ímóti sjórænarum. Sjónrán stóð ikki á skránni til fundin, men tilburðurin við danska "Danica White" gjørdi, at evnið bleiv tikið upp. Nærum 2 mió um vikuna Altsamt fleiri vitja portalin. Aftur í farnu viku varð nýtt met sett, tá portal.fo hevði nærum 2 milliónir sýndar síður. Gamla metið hjá portalinum fyri sýndar síður var á leið 1,7 milliónir, so talan er um stóran vøkstur. Saman við sportal.fo og planet.fo hevur Portalurin støðugt verið ovast á listanum hjá Gallup, og soleiðis er eisini hesaferð. Av øðrum miðlum eru uf.fo, nordlysid.fo, vikublad.fo, dimma.fo og kvinna.fo við á top-10 listanum. Hetta í nevndu raðfylgju.