Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 112 - 14. juni 2007 Postverk Føroya gav í morgun 15 fólkum boð um, at tey verða søgd úr starvi frá 1. juli, meðan 20 verða flutt í annað starv. Postverkið skal spa­ ra 22 ársverk, sum svara til 8,8 milliónir krónur. – Tí er hetta neyðugt, sigur leiðsl­ an í Postverkinum UPPSAGNIR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í dag brúkar Postverkið nógv fleiri pengar til at bera nógv færri brøv út enn áður. Tí er neyðugt við broyting­ um, annars endar Postverkið í fíggjarligum trupulleikum. Og Postverkið hevur hand­ lað. 15 fólk eru send heim og 20 verða flutt í annað starv. Harumframt hava tvey fólk í fulltíðarstarvi fingið tilboð um at flyta til ein KT­undirveitara, fýra starvsfólk fara frá vegna aldur seinni í ár, og onnur hava boðað frá, at tey gevast á Postverkinum seinni í ár. Tær 15 uppsagnirnr svara til 13 ársverk, og tilsamans skal Postverkið spara 22 árs­ verk – tí eisini hinar broyt­ ingarnar. 22 ársverk svara til 10 prosent av samlaða starvsfólkakostnaðinum, altso 8,8 milliónir krónur. Vánaligur sáttmáli Tað var í morgun at starvs­ fólkini fingu boðini um uppsagnirnar. Postverkið hevði eina hálva millión í halli í fjør, tá fíggjarpostar ikki eru íroknaðir. – Og framrokningar vísa, at hallið fer at økjast mun­ andi næstu árini, um ongar broytingar verða gjørdar, vísir Sofus Clementsen, stjóri, á. Tí eru uppsagnirnar gjørdar. Flestu teirra eru innan útbering av posti, har tøkniliga menningin hevur havt við sær stórar broyting­ ar – fyrst og fremst nógv færri brøv. Sofus Clementsen sigur, at broytingarnar í starvs­ fólkahópinum eru liður í bygnaðarbroytingum, sum hava til endamáls at laga virksemið hjá Postverkinum eftir veruleikanum á mark­ naðinum. Veruleikin hjá Postverkinum er, at rakstur­ in ikki ordiliga hongur sam­ an í løtuni. Orsøkin er fyrst og fremst ein óliðiligur sátt­ máli við Postfelagið, heldur Postverkið. – Tað eru ov nógvar bind­ ingar í sáttmálanum fyri Postverkið, sum hava við sær, at tað er trupult at fáa skyldistænasturnar at hanga saman fíggjarliga. Har, sum Postverkið hinvegin sleppur at virka frælst í fríari kapp­ ing, gongur raksturin væl, staðfestir Sofus Clement­ sen. Bindingarnar, sum Sofus Clementsen nevnir, eru ser­ liga innan útberingina, har arbeitt verður eftir eini akk­ ord­skipan. Ein skipan, sum tey eru farin frá í flestu londum fyri langari tíð síð­ ani, og sum Postverkið met­ ir seg fáa ov lítið burturúr. Og flestu uppsagnirnar eru eisini, sum sagt, innan júst útberingina. Helvtin úr Havn Í ársfrágreiðingini hjá Post­ verk Føroya fyri 2006 stend­ ur, at størsta avbjóðingin við at laga virkið eftir mark­ naðinum er at fáa broytt avtaluna við Føroya Post­ felag, so hon verður betri at virka undir. Við uppsagnu­ num í dag ásannar Postverk­ ið, at hetta ikki eydnaðist. Leiðslan í Postverk Før­ oya hevur annars boðað Postfelagnum frá, at Post­ verkið ynskir ein nýggjan og liðiligara sáttmála, sum er hóskandi fyri eitt felag í fríari kapping. Síðani síðsta heyst hevur leiðslan í Post­ verkinum fleiri ferðir heitt á Postfelagið um at fremja fleiri broytingar, sum kunnu gagna bæði limunum og Postverkinum, men eingin nýggjur sáttmáli er komin. Helvtin av teimum 15 uppsøgdu fólkunum starv­ ast í Havn, hini eru spjadd kring landið. Og hóast tað við hesum vera færri post­ boð, so kemur tað ikki at ganga út yvir tænastuna, vil Sofus Clementsen vera við. Hópuppsøgn fyri 8,8 milliónir Sofus Clementsen, stjóri í Postverk Føroya, greiddi frá uppsagnunum á tíðindafundi á Hafnia í morgun. Í bakgrundini hóma vit Finngerð S. Hansdóttir, skrivara Mynd: Jens Kristian Vang Skip skulu hava verju Reiðarafeløg í 45 londum fara nú at leggja trýst á sínar politisku myndugleikar fyri at fáa enda á trupulleikanum við sjórænarum. Á einum fundi í altjóða reiðarafelagnum International Champer of Shipping um vikuskiftið var semja um, at altjóða samfelagið má útvega skipaferðsluni hernaðarliga verju ímóti sjórænarum. Sjónrán stóð ikki á skránni til fundin, men tilburðurin við danska "Danica White" gjørdi, at evnið bleiv tikið upp. Nærum 2 mió um vikuna Altsamt fleiri vitja portalin. Aftur í farnu viku varð nýtt met sett, tá portal.fo hevði nærum 2 milliónir sýndar síður. Gamla metið hjá portalinum fyri sýndar síður var á leið 1,7 milliónir, so talan er um stóran vøkstur. Saman við sportal.fo og planet.fo hevur Portalurin støðugt verið ovast á listanum hjá Gallup, og soleiðis er eisini hesaferð. Av øðrum miðlum eru uf.fo, nordlysid.fo, vikublad.fo, dimma.fo og kvinna.fo við á top­10 listanum. Hetta í nevndu raðfylgju.