týsdagur 13. mars 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 13. mars 2001
19
18
Nr. 50 - 13. mars 2001
Neistin heldur fram-
haldandi fast um
vónina fyri heiðurs-
merkjum, eftir at teir
sunnudagin bastu
kollfirðingum, sum
annars hava verið
sera væl koyrandi í ár
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Seinastu vikurnar hevur
tosið í Kollafirði partvíst
gingið um, hvussu langt
kollfiriðingar mundu fara
at klintrað upp eftir stiga-
talvuni í ár.
Eftir eina sera laka byrj-
an, hevur gingið at kalla
upp á stás í endaspælinum,
og fram til sunnudagin vóru
tað bert vestmenningar,
sum høvdu bast kollfirð-
ingunum í grundspælinum.
Millum sigrarnar hjá KÍF
á vegnum taldist dysturin í
Havn móti Neistanum, men
talan gjørdist so ikki um
nakra endurtøku sunnu-
dagin.
Svart korter
Í fyrra hálvleiki vóru tað
annars teir á heimaliðnum,
sum vóru oman á fyri tað
mesta. Tá hálvleikurin var
hálvrunnin, var støðan 12-8
til heimaliðið, men eftir
hetta fór at ganga full-
komuliga galið. Tað eydn-
aðist bert kollfirðingum at
fáa sær eitt mál afturat und-
an steðginum, og tá Neistin
so samstundis helt á at
skora, eydnaðist teimum
eisini at vinna seg fram um.
Svarta
korterið
hjá
heimaliðnum viðførdi so, at
Neistin fekk skapt sær ein
fyrimun, sum eisini skuldi
vísa seg at verða avgerandi
fyri dystin.
Restina
av
dystinum
royndu kollfirðingarnir at
vinna tað mista inn aftur,
men hetta eydnaðist ongan
tíð, og við sigrinum má
sigast, at kollfirðingar eru
endaliga burturi úr stríðn-
um um heiðurskrónur. Hin-
vegin helt Neistin fast um
sín møguleika, sum nærum
sá út til at vera mistur, eftir
at teir hava verið fyri
nøkrum tapum seinastu
dystirnar.
Nýskipað verjuspæl
Tað var eisini ein væl nøgd-
ur Jákup Sverri Kass, sum
vit fingu orðið á, tá sigurin
var komin til høldar.
– Fyri at verja fyri stóru
skjúttunum hjá teimum,
royndu vit allan dystin at
spæla við eini offensivari 3-
2-1 verju. Tað eru vit ikki
vanir, og at byrja við høvdu
vit eisini trupulleikar við
hesum.
– Tað, sum vendi dystin-
um, var at vit eftir eitt time-
out fingu rættiliga fatur í
verjupartinum. Samstundis
byrjaði Jacob Jónsson veru-
liga at gera um seg, og so
ráddi bara um at halda fast.
Tað gekk eisini væl í verju-
partinum í seinna hálvleiki,
og ikki minst í álopsspælin-
um fingu vit nú nøkur
nýggj system at koyra, so
alt í alt eri eg sera væl
nøgdur við dystin, sigur
Jákup Sverri, sum annars
eisini rósti dómarapartinum
fyri eitt sera gott avrik.
Um
møguleikan
fyri
heiðursmerkjum sigur Ják-
up Sverri, at teir sjálvandi
trúgva upp á hendan.
– Vit royna so avgjørt at
enda millum trý tey fremstu
liðini, og so mugu vit bara
síggja, hvussu langt tað
røkkur, sigur fyrrverandi
løgtingsmaðurin at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF: Jákup Dam 7, Durica
Tomic 7(1), Petur Martin
Johansen 5(3), Petur Mart-
in Poulsen 2, Iljan Topic 2,
Jónálvur Johannesen 1,
Kristian Madsen 1
Neistin: Kári Mortensen
9(5), Jacob Jónsson 8,
Rune Møller 4, Ragnar
Zachariasen 3, Helgi Just-
inussen 3, Jákup Sverri
Kass 2, Áki Mørk 1
Brotskøst:
KÍF 6, Neistin 5
Útvísingar:
KÍF 6, Neistin 3
Diskvalifikatión:
KÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr StÍF:
Pole Hansen
og Justines Justinussen
Alt sá út til at ganga
upp á stás hjá kvinnu-
liðnum úr Stjørnuni,
tá tær móti Tjaldri
sunnudagin høvdu
eina trygga leiðslu
uppá 8 mál, tá farið
varð undir seinna
hálvleik. Men Tjaldur
kom aftur, og tá av-
tornaði var bert eitt
mál, ið skilti liðini
sundur
HONDBÓLTUR
Heini í Skorini
Stjørnan hevur ikki havt
eina góða seinnu helvt í
hesum kappingarárið, eftir
at tær í fyrru helvt lógu lið
um lið við oddaliðið VÍF.
VB hevur nú yvirhálað
klaksvíkskvinnurnar
í
landskappingini, og tí var
ein sigur á Tjaldri í Runa-
vík sunnudagin eitt krav,
um tær ikki skuldu missa
VB úr eygsjón.
Tað gekk eisini sera væl
hjá Stjørnuni at byrja við,
og tær komu uppá heili 5
mál, áðrenn Tjaldur fekk
sítt fyrsta mál. Tær høvdu
fullkomiliga tamarhald á
dystinum, og tær spældu
eisini væl. Tjaldur fekk ikki
sítt spæl at hanga saman, og
verjan hjá Stjørnuni tyktist
vera ov sterk til kvinurnar
úr Tjaldri. Í øllum førum
megnaðu tær bert at skjóta
seks mál allan fyrra hálv-
leik, meðan Stjørnan fekk
14 mál. Sostatt sá dysturin
longu út til at vera avgjørd-
ur, tá liðini fóru til hálv-
leiks.
Tjaldur kom aftur
Í seinna hálvleiki sóu liðini
út til at vera javnari enn í
fyrra, tá Stjørnan fullkomi-
liga hevði stýrt dystinum.
Bæði liðini skiftust um at
fáa mál, men tað broytti lít-
ið um støðuna, og tað
skuldi meiri til hjá kvinn-
unum úr Tjaldri at koma
innaftur í dystin.
Um tær hava hugsað júst
hetta, er ilt at vita, men
miðskeiðis í fyrra hálvleiki
tók Tjaldur yvir í dystinum,
og tær sótu fullkomiliga á
dystinum. Tá støðan var
19-11 til Stjørnuna, setti
Tjaldur gongd á álops-
maskinuna,
og
áðenn
áskoðarar og kvinnurnar
hjá Stjørnuni vistu av, skor-
aði Tjaldur ferð eftir ferð,
og sostatt nærkaðust teir
meiri og meiri stagneraðu
kvinnunum úr Stjørnuni.
Tjaldur kom heilt uppá
18 mál, meðan Stjørnan
hevði 19, og knappliga var
veruligur
spenningur
í
dystinum í høllini í Runa-
vík. Men Stjørnan fann í
síðstu løtu fótafestið aftur,
og tær fingu økt um leiðsl-
una til 20-18. Tjaldur
megnaði aftur at minka
leiðsluna niður í eitt mál, tá
tær skoraðu til 19-20, men
Stjørnan noktaði at geva
seg, og tær skoraðu aftur, tá
bert tríggir minutti vóru
eftir. Tjaldurskvinnurnar
minkaðu aftur, so munurin
millum liðini bert varð eitt
mál, men Tjaldur megnaði
aldrin at fáa útjavnandi ella
vinnandi málið, sum tað ta
einu løtuna sá út til at tær
kundu fáa.
Ein av leikarunum hjá
Stjørnuni, Annika Ljós-
stein, segði eftir dystin, at
tær slakkaðu ov nógv av í
seinna hálvleiki, og at tað
var tað sum gjørdi, at Tjald-
ur kom innaftur í dystin.
Annika segði, at hóast tær
avtalaðu í hálvleikinum at
halda á við sama spælið og
somu ferð, hildu tær ikki á
við góða spælinum, og
skyldaðist tað allarhelst
sannførandi leiðsluni tær
høvdu í hálvleikinum.
Endaliga úrslitið var so-
statt 21-20 til Stjørnuna, og
tað var um reppið, at tær
blakaðu alt fyri borð, eftir
ein sera góðan fyrra hálv-
leik.
Meistaraheitið
er
gloppið teimum av hendi,
og hetta skyldast eisini
skaðar. Í Runavík høvdu
tær bert ein leikara á bonk-
inum, meðan spælarar sum
als ikki vóru til reiðar at
spæla vegna sjúku og skað-
um noyddust at spæla við.
Alt í alt fekk Stjørnan trý
týdningarmikil stig inni í
Runavík, og tær kappast
enn við VB um silvurkrón-
urnar.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Tjaldur: Milica Ergic 8(3),
Mona Langgard 7, Beinta
Hansen 3, Kristine Ellings-
gaard 2
Stjørnan: Annika Ljósstein
7(1), Anna K. Samson 5,
Una Olsen 3, Adriana
Milodanovic 2, Bára Skaale
2, Simona Dziugyte 1,
Vesna Radovic 1
Brotskøst:
Tjaldur 3, Stjørnan 2
Útvísingar:
Tjaldur 1, Stjørnan 4
Dómarar úr Kyndli:
Hanus Kúrberg
og Hanus Thomassen
KÍF-Neistin 25-30 (13-16)
Neistin vil ikki gevast
Hesa ferð eydnaðist ikki kollfirðingum at fáa tvey stig, og harvið hava teir helst mist møguleik-
an fyri heiðursmerkjum
Tjaldur-Stjørnan 20-21 (6-14)
Um reppið at Stjørnan snávaði
Tað var um reppið, at tjaldurskvinnurnar fingu vent dystin-
um móti Stjørnuni, men tær máttu at enda taka til takkar við
teprum tapi
FCK hevur leigað
norska landsliðsmál-
verjan í Everton, Tho-
mas Myhre, meðan
teir bíða eftir, at Ják-
up Mikkelsen skal
koma úr Herfølge til
Keypmannahavnar
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Tað hevur leingi liðið á
ljóði, at teir báðir klaks-
víkingarnir í superliguni
skulu liðfelagar. Danskir
fjølmiðlar hava fleiri ferðir
sagt og skrivað, at at Jákup
Mikkelsen hevur veirð á-
vegis at smoyggja Herfølge
hamin av sær, tí hann skal
lata seg í málverjabúnan
hjá FCK, men higartil hev-
ur hetta bara verið tos og
ikki veruleiki.
– Eg fylgi eisini við tí,
sum verður sagt og skrivað
í fjølmiðlunum, men eg fái
tíverri ikki gjørt nakrar
viðmerkingar til tíðindini.
Tað er ein veruleiki, at
skeiði hjá mær í Herfølge
verður liðugt 30. juni. Eg
havi boðað felagnum frá, at
eg eri ikki sinnaður at halda
fram.
Herfølge
hevur
møguleikan at selja meg til
okkurt annað felag, um teir
og eg semjast við nýggja
felagið, men higartil hava
teir í Herfølge sagt, at teir
ynskja at hava meg sum
málverja, staðfestir Jákup
Mikkelsen.
Bindingarnar
Í vikuskiftinum fekk fram-
haldssøgan um málverja-
spurningin hjá FCK nýggj
bein at ganga á. FCK held-
ur seg hava fingið akuttan
tørv á einum málverja. Or-
søkin er tann, at Michael
Stensgaard, sum man vera
ein av mest óhepnu fót-
bóltsspælarunum í Dan-
mak, ikki fær spælt. Hann
hevur verið nógv skaddur,
og nú er tað ryggurin, sum
er somikið illa skaddur, at
tað ikki er hugsingur um
hjá málverjanum at spæla
undan summarfrítíðini.
20 ára gamli Rune Peder-
sen vardi máli hjá FCK
sunnudagin. Hann hevði
millum lítið og einki at
gera. Í heyst vísti hann, at
evnini eru góð, men FCK
heldur, at tað er alneyðugt,
at ungi maðurin fær kapp-
ing frá einum royndum
málverja.
Sambært
heimasíðum,
sum hava við FCK at gera,
so er hesin sessurin ætlaður
Jákupi Mikkelsen, men
hann sleppur ikki úr Her-
følge fyrr enn í summar.
Tvær orsøkir sigast vera
til hetta, og tær hava nógv
við hvørja aðra at gera.
Onnur er, at Herfølge vil
hava so stóra upphædd frá
FCK, at tað verður mett
órímuligt fyri bara fýra
mánaðir. Hin er, at teir í
Herfølge halda tað vera
alneyðugt at hava ein
royndan málverja, nú teir
skulu stríðast fyri at sleppa
undan niðurflyting.
Norðmaður
í sessinum
At tað ikki ber til at fáa
Jákup Mikkelsen til Keyp-
mannahavnar hevur havt
við sær, at teir í FCK eru
farnir aðrar leiðir. Í viku-
skiftinum hoyrdist, at teir
hava leitið Thomas Myhre
upp. Hann er norðmaður,
sum er sáttmálabundin við
Everton í bestu ensku
deildini.
Talan er ikki um hvønn
sum helst. Thoma Myhre er
norsku landsliðsmálverji,
men altjóða royndir eru
ikki borgan fyri spælitíð í
Onglandi. Norski málverjin
situr fyri tað mesta á beink-
inum í Liverpool felagnum.
Tað ber ikki til, um hann
skal verja plássið á norska
landsliðnum, og tí eru hann
og Everton sinnað at gera
avtalu við FCK. Talan er
um eina leiguavtalu fram til
summarsteðgin. Sambært
góum FCK keldum er ætl-
anin framvegis, at Jákup
Mikkelsen í summar skal á
lønarlistan hjá FCK, men
tað hevur Jákup Mikkelsen
ongar viðmerkingar til.
Fyrsta umfarið eftir
vetrarsteðgin undir-
strikaði, at Herfølge
sklal stríðast nógv
fyri at sleppa undan
niðurflyting, og at
FCK framvegis hevur
ilt við at umseta yvir-
vág í spæli til mál og
harvið sigrar
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Sunnudagin varð sjøtul
settur á seinna umfarið av
donsku
landskappingini.
33. og síðsta umfarið verð-
ur spælt mikudagin 13.
juni. Tá verður greitt, hvør
fer at standa við meistara-
skapinum, og hvørji liðini
verða, sum far at flyta niður
í næstbestu deildina.
20. umfarið var á skránni
sunnudagin. Og hóast tað
resta 13. umfar, so varð tað,
sum longu í heyst týðuliga
sást, undirstrikað. Meist-
araliðið frá í gjør, Herfølge,
sum
Jákup
Mikkelsen
framvegis verjir málið hjá,
er illa statt. Tað fer at
snúgva seg um eitt stríð og
strev fyri at varðveita sessin
í bestu deildini.
Sunnukvøldið var Her-
følge á trið aftasta plássin-
um, men tað kann væl vera,
at teir eru verri staddir enn
so, tá blaðið verður lisið.
Mánakvøldið spældu AB
og AGF í Gladsaxe. Hesi
bæði liðini eru næstu kapp-
ingarneytarnir hjá Herfølge
at sleppa undan niðurflyt-
ingarplássinum. Um AB
megnaði at vinna á AGF,
lyftu teir seg upp um Her-
følge. Hvussu tað gekk við
tí stríðnum, far at frætta
meira um í blaðnum í
morgin.
Í FCK hava teir síðani
kappingarbyrjan, 23. juli í
fjør, sagt, at málið hjá teim-
um var at enda millum trý
tey fremstu í superliguni og
harvið at vinna rættin til at
spæla í Europa Cup kom-
andi kappingarár. Viðhalds-
fólkini spenna bogan eitt
vet hægri. Hjá teimum telja
gullkrónur og einki annað.
Illa mannaðir
Jákup Mikkelsen og liðfel-
agarnir í Herfølge vóru
sunnudagin
í
Viborg.
Heimaliðið vann 3-0. Tað
ljóðar kanska eitt sindur
undarligt, men tað er ein
veruleiki, at Herfølge hevði
bóltin nógv mesta partin av
tíðini, at Jákup Mikkelsen
hevði millum lítið og einki
at gera, og at hann ikki átti
nakran lut í málunum.
– Tað sást væl, at talan
var um fyrsta týdningar-
mikla dystin eftir vetrar-
steðgin. Ferðin var ikki ser-
liga høg, og inn til teir
fingu hol á, tóktist tað sum
um, at hetta f´ro at verða
ein typiskur 0-0 dystur.
Tað er Jákup Mikkelsen,
sum vit hava í telefonini. Tá
Viborg tveir minuttir undan
steðginum setti hol á, var
tað ein av hansara egnu,
Torben Christiansen, sum
hevði síðsta fótin á. Hann
royndi at sparka bóltin
burtur, men rakti somikið
illa, at hann sigldi í málið
aftan fyri Jákup Mikkelsen.
Í 2. hálvleiki skoraði
Viborg tvey mál afturat. Á
báðum førum var talan
stikkbóltar í dýpdina. Báðu
ferðirnar var Jákup Mikkel-
sen seldur, og tað sást
týðuliga, at Herfølge hevði
stórar trupulleikar í mið-
verjuni.
– Fleiri av føstu spælar-
unum
hjá
okkum
eru
skaddir, so tað sær ikki so
ljóst út, heldur Jákup Mikk-
elsen.
Søren Frederiksen, sum
er ættaður úr Viborg, men
sum í fleiri ár hevur verið
stórskjútti í Aalborg, skor-
aði næsta málið hjá heima-
liðnum. Hetta var fyrsti
landskappingardystur hjá
honum í hesum umfarinum
í Viborg.
Viborg hevur ikki verið
roknað millum tey mest
støðugu liðini í superliguni.
Nú hava teir vunnið seg
upp ímillum tey fremstu, og
tað er ikki burtur við at
ímynda sær, at teir í ár
kunnu vinna DM fyri fyrstu
ferð.
Framvegis lítla úrtøku
Størsta
áskoðarafjøldin
sunnudagin var í Parkini í
Keypmannahavn.
Hóast
dysturin ímillum FCK og
AaB varð sendur beinleiðis
á TV3+ rásini, so møttu
fleiri enn fimtan túsund
upp. Nógv tey flestu vón-
aðu, at FCK skuldi vinna at
harvið av álvara blanda seg
seg í oddastríðið. Tey sóu
FCK leggja bragdliga fyri
og spæla seg til heilar og
hálvar møguleikar. Men tey
vórðu eisini mint á, at FCK
hevur trupult við at fáa mál.
– Tað hekk væl saman hjá
okkum fyrstu løtuna. Vit
funnu væl hvønn annan, og
vit høvdu fleiri málmøgu-
leikar, men tíverri fingu vit
ikki mál.
Hetta sigur Todi Jónsson
úr Keypmannahavn. Hann
var annar av fremstu monn-
unum í 4-4-2 spæliskipan-
ini. Todi hevði ongan upp-
lagdan møguleika. Í 1.
hálvleiki tóktist hann sera
væl upplagdur, tá hann
tamdi og sneiddi framvið
mótstøðumonnum, og einar
tvær ferðir var um reppið,
at hann gjørdist leysur.
Undir liðini á sær hevði
Todi Hene Fernandez, vete-
ranurin úr Viborg, sum er
nýggjur maður í FCK.
– AaB hevði ein møgu-
leika, og hann skoraðu teir
uppá. Tá teir høvdu fingið
mal, var tað ikki so flótandi
hjá okkum. Tíbetur fingu
vit javnleik. Ståle Solbak-
ken varð rendur um koll,
greiðir Todi frá.
Fleiri mettu brotssparkið
vera bíligt, og kanska var
tað eitt sindur av tí, sum
plagar at verða rópt kom-
pensatiónsdómi. Einar tvær
ferðir varð Todi skumpaður
í ryggin, uttan at dómarin
lat við seg koma.
Mesta av uppspælinum
hjá FCK var eftir miðásini,
har Ståle Solbakken var
høvuðsmaður. Í borðunum
vóru Suma og Thomas
Thorninger. Teir megnaðu
sera sjáldan at bróta ígjøgn-
um og harvið leggja inn-
fyri.
Heine Fernandez varð
kosin dagsins maður. Tað
mundi ivaleyst komast av,
at tað var hann, sum skor-
aði málið hjá FCK. Burtur
sæð frá málinum var nýggi
maðurin
ikki
serliga
sjónskur.
Jylland á odda
Brøndby hevði vitjan av
OB, sum fór við øllum stig-
unum. Heimaliðið hevði
eina rúgvu av møguleikum,
men fingu bara eitt mál. Í
næst síðsta minutti skoraði
OB sigursmálið.
At Brøndby tapti hevði
við sær, at tvey lið úr Jyl-
landi komu í toppin. Silke-
borg, sum saman við FCK
og Brøndby verður metta at
vera besta boðið upp á DM,
vann grannastríðið ímóti
FCM 3-1, og Viborg sigur-
in á Herfølge hevði við sær,
at teir krupu heilt fram í
oddin.
Lyngby verður roknað
fyri lítið aftur ímóti teimum
stóru í Keypmannahavn,
FCK, Brøndby og eisini
AB, men hóast teir ikki
verða so nógv virdir, so
roynast teir norðan fyri
høvuðsstaðin væl. Sunnu-
dagin vóru teir í Haderslev.
Gestirnir vunnu 3-1 og
løgdu seg á triðja plássið –
framman fyri Brøndby og
FCK.
FCK haltaði og Herfølge fall
Sessurin hjá Jákupi verður hildin heitur
Framhaldssøgan um fram-
tíðina hjá Jákup Mikkelsen
fekk enn ein part skrivaðan
um vikuskiftið