Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 13. mars 2001 17 16 Nr. 50 - 13. mars 2001 Dysturin millum H71 og VÍF í høllini á Hálsi sunnudagin var ein avgreiðsluspurn- ingur hjá VÌF, sum vann sera sannfør- andi við tíggju mál- um. Nógv mistøk og ónærlagni setti sín dám á dystin, men samstundis var í løtum gott hond- bóltsspæl at síggja HONDBÓLTUR Heini í Skorini Oddaliðið VÍF úr Vest- manna var sunnudagin í høllini á Hálsi og vitjaði H71. VÍF var stórfavorittur undan dystinum, við tað at teir í ár hava verið klárt besta liðið í 1. deild hjá monnum í ár. Harafturímóti hevur H71 ikki megnað at givið teimum sterku liðun- um stóra mótstøðu í ár, so dysturin millum hesi bæði liðini sá út til at vera ein avgreiðsluspurningur fyri VÍF, sum skuldi hava trý løtt stig afturat á ferðini móti sannførandi meistara- heitinum í ár. Javnt at byrja við Tað gekk tó javnt á fyrstu minuttirnar, og H71 sá út til at megna at forða VÍF í at seta seg á dystin og fáa trygga leiðslu tíðliga í dystinum. Men so hvørt sum fyrri hálvleikur leið, gjørdist VÌF liðið betri, og álopsspælið hjá H71 rigg- aði ikki eins og tað skuldi. Fleiri mistøk vóru gjørd í álopsspælinum hjá hoyvík- ingum, og VÍF revsaði H71 hvørjaferð við mótálopum sum førdu til mál. Álops- spæli hjá VÍF gekk skjótt, og tað var meiri enn H71 verjan megnaði at gera nakað við. Støðan var 10- 13 móti endanum av fyrra hálvleiki, men hóast tað megnaði VÌF at koma uppá 17 mál áðrenn hálvleik, meðan H71 enn var á 10 málum. Eftir at liðini høvdu verið jøvn ígjøgnum fyrra hálvleik, tók VÍF sostatt eina sjey máls leiðslu, sum skuldi tryggja teimum trý stig at hava í viðførinum við aftur til Vestmanna. Mistøk og lítil konsentratión Hoyvíkingar vístu gott hondbóltsspæl í byrjanini av seinna hálvleiki, og teir megnaðu at koma innaftur í dystin. Eftir stutta tíð fingu hoyvíkingar eina sjey máls leiðslu hjá VÌF niður í bert trý mál, og spenningur var aftur í dystinum, hóast VÌF sá út til at hava tamarhald á støðuni. Sera nógvir mál- møguleikar vóru misnýttir, serliga hjá vestmenningum, og sera nógv mistøk vórðu framd av báðum liðum. Tað tóktist ikki at vera nøkur konsentratión á liðunum báðum, og mistøkini og misskiljingarnar vóru sera nógvar. Málverjin hjá VÌF kom enntá tíðliga í seinna hálvleiki framvið í álop, og hann hevði ein og tveir góðar møguleikar at skora. Men miðskeiðis í seinna hálvleiki setti VÍF ferðina upp, og teir tóku aftur eina trygga leiðslu í dystinum. Teir vístu til tíðir gott álopsspæl, og fleiri góðar kombinatiónir vóru til tíðir at síggja. Verjan hjá H71 megnaði ikki at stegða skjúttunum hjá VÌF, og spælið hekk als ikki saman hjá teimum. Hoyvíkingar valdu at mansverja Áka og Inga Olsen saman við Sámali Joensen partar av seinna hálvleiki, og tað gav nógv pláss til hinar VÍF leikararnar. VÍF hevur nevniliga fleiri streingir at spæla á enn bert teir tríggjar fyrrnevndu VÍF leikarar, og hetta nýttu ser- liga VÍF leikararnir Martin Hummeland og Johnny Joensen til fulnar. Eins og í fyrra hálvleiki revsaði VÍF hvørt álopsmistak hjá H71, og við skjótum mótálopum fingu vestmenningar fleiri mál. Móti endanum av dystin- um, tá alt longu var avgjørt, var lítil og eingin kon- sentratión at síggja á lið- unum báðum. Mistøkini vóru mong, verjuspælið hjá hoyvíkingum var vánaligt, og tað var ein dámur av óseriøsiteti móti endanum av dystinum. Hetta førdi tó við sær nakrar undirhald- andi detaljur, og liðini høvdu ráð at taka nakrar kjansir. M.a. var VÌF mál- verjin í heilum við í álopið, men hann megnaði tó ikki at skjóta nakað mál fyri VÍF. Halgir Dahl Olesen stóð fyri einum ser flottum málið, har hann skrúvaði bóltin út um málverjan, áðrenn hann broytti kós í netmeskarnar, meðan Sám- al Joensen hjá vestmenn- ingum skeyt eitt sera flott brotspark, har hann snýtti málverjan við skotfintu áðrenn hann hann kastaði bóltin róligt upp um mál- verjan. Sannførandi sigur Samanumtikið vann VÍF ein sera sannførandi sigur, sum ikki varð spældur á sera høgum støði. Endaliga úrslitið var 31-22 til VÌF, og var dysturin á Hálsi mest ein avgreiðsluspurningur hjá vestmenningum, hóast H71 í løtum vísti gott hondbóltsspæl. Dysturin líktist móti end- anum ikki einum 1. deildar dysti, við tað at alt var avgjørt miðskeiðis í seinna hálvleiki, men VÍF fekk trý stig afturat, og einki lið hevur nú nakran møguleika at gera seg galdandi í FM stríðnum. Vinnur VÍF mikukvøldið á StÍF inni á Strondum, er FM heitið reint teoretiskt heima, og við spælinum teir hava víst í ár eru teir favorittar til hendan dystin, hóast teir máttu lúta fyri strandingum í steypafinaluni. Dysturin í tølum Málskjúttar: H71: Halgir Dahl Olesen 9(4), Agnar Højgaard 4, Johnny Durhuus 3, Anfinn Debes 3, René Dahl Olesen 2, Høgni Joensen 1 VÍF: Sámal Joensen 6(3), Ingi Olsen 6, Martin Hummeland 6, John Zachariassen 3, Sjúrður Holm 2, Agnar Joensen 2, Áki Olsen 2 Brotskøst: H71 5, VÍF 4 Útvísingar: H71 3, VÍF 4 Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum og Carsten Ander- sen Dysturin millum VB og Kyndil sunnudagin gjørdist ein stórsigur til VB, og harvið kann staðfestast, at mangt er broytt í føroyskum kvinnuhondbólti HONDBÓLTUR Heini í Skorini Fyri ikki so nógvum árum síðani vóru kvinnuliðini hjá Neistanum, Kyndli og VÍF bestu og mest dominerandi liðini í landinum, meðan lið sum Stjørnan og VB ong- antíð vóru góð boð uppá FM meistaraheitið. Men nógv er broytt síðani tá, og í dag sær myndin ikki út á sama hátt sum fyri nøkrum árum síðani. At toppurin í føroyskum 1. deildar hond- bólti hjá kvinnum er VÌF, VB og Stjørnan, meðan havnarliðini Kyndil og Neistin eru munandi veik- ari, vísir, at mangt er broytt í stutta tíð í føroyska hond- bóltsheiminum. Kyndlakvinnurnar vánaliga byrjan Hetta var eisini sjón fyri søgn, tá VB tók ímóti Kyndli suðuri í Vági. VB kvinnurnar settu seg bein- anvegin á dystin, og Kyndil megnaði einki at gera við vælleikandi VB liðið. Tá dysturin nærkaðist miðjuni av fyrra hálvleiki, var støðan heili 10-3 til VB, og ein fekk skjótt fatan av, hvat lið fór at vinna dystin. Sera nógv mál komu ígjøg- num fyrra hálvleik, og hálvleiksstøðan kundi eins væl verið eitt endaligt úrslit í hondbólti. Hálvleiksstøð- an var 23-15 til VB. Framúrskarandi VB- álopsspæl Málini hildu á at skola inn, og kyndlaverjan megnaði einki at gera við vælleik- andi VB liðið. Tær sýndu sera gott álopsspæl, og málini í dystinum vóru sum sagt sera mong. VB kom til seinast uppá heili 42 mál, meðan Kyndil fekk 26, so talan var um ein sera mál- ríkan dyst suðuri í Vági. VB sat á dystinum frá byrjan til enda, og tær vístu, at tær eru eitt lið á veg uppeftir, meðan tað sær verri út hjá Kyndli. At lata 42 mál inn í einum dysti, ber ikki boð um gott verju- spæl, meðan tær haraftur- ímóti skoraðu 26 mál, sum jú heldur ikki er so galið. At skjóta 26 mál kann bara ikki nýtast til nakað, tá málini hjá mótstøðuliðin- um vóru næstan tað tví- falda . Sostatt fekk VB trý týdn- ingarmikil stig afturat í landskappingini, og tær liggja í løtuni væl fyri at ogna sær silvurkrónurnar. Men Stjørnan andar VB í nakkan, og um VB snávar í einum dysti, samstundis sum Stjørnan vinnur, kann myndin gerast heilt øðrvísi. Kvinnuliðið hjá Neistanum blandar seg eisini í stríðið um heiðursmerki, so nógv er enn at spæla um, hóast tað ikki er sannlíkt, at nak- að lið megnar at gera nakað við suverena oddaliðið VÌF í ár. Dysturin í tølum Málskjúttar: VB: Gurið Mortensen 11, Regina Rádó 7(2), Andrea Lutz 6, Kristina Holm 4, Margret Augustinussen 4, Laila Jespersen 3, Marjun Krosslá 3, Eyðbritt Krosslá 2 Kyndil: Lotte Sørensen 11(4), Erla Smith 4, Jensia Petersen 4, Ann Hansen 3, Óluva Dalsgaard 2, Krist- bjørg Petersen 1, Anita Kjærbo 1 Brotskøst: VB 3, Kyndil 5 Útvísingar: VB 4, Kyndil 2 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Krist- ian Johansen H71–VÍF 22–32 (10–17) Lættur VÍF sigur á Hálsi VB–Kyndil 42–26 (23–15) VB kvinnurnar sera sannførandi VB kvinnurnar vóru greitt oman á móti Kyndli sunnu- dagin, og halda sostatt framvegis fast í møguleik- anum fyri silvurkrónum Vestmenningar høvdu ongar trupulleikar av at basa hoyvíkingum, og nú eru teir gulu bert ein dyst frá gullinum VÍF kvinnurnar nærkast FM-gullinum og greipuni við fullari ferð, og sunudagin fekk Sóljan ikki gjørt stórvegis fyri at steðga teimum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað tykist alt meira ein sannroynd, at VÍF fer at ogna sær føroyameistara- skapin í kvinnuhondbólti hetta kappingarárið. Gam- an í væntar teimum enn trý stig fyri at verða mate- matiskt tryggar í gullinum, men tað er so ikki líkt til, at nakar fer at seta teimum ein kíla í á vegnum. Toppur og botnur Sunnudagin vitjaðu tær botnliðið úr Sóljuni, og hóast tær hjá VÍF ikki gjørdu nakað fyri at seta metið, sum Stjørnan setti fríggjadagin, so var ongan tíð ivi um, hvar stigini skuldu fara. Fyrstu løtuna fekk tó so hampuliga javnt, og eina løtu var støðan fýra mál til hvørt liðið, men so tóku tær hjá VÍF dik á seg. Tað alt kom til alt, hevði VÍF vunnið við 21 málum, og úrslitið varð soleiðis enn ein staðfesting av munin- um, sum er ímillum topp og botn. Ikki vísar Ein av leikarunum hjá VÍF er Nikolina Eyðbjørns- dóttir, og um sjálvan dystin helt hon ikki, at hesin var tað stóra at skriva um. – Eg haldi ikki, at tað var nakar trupulleiki at vinna, men eg fýlist á, at vit tóku heldur lætt upp á uppgáv- una fyrstu løtuna. Vit eiga ikki at taka nakað fyri givið – heldur ikki, tá vit spæla móti botnliðum, segði hon um dystin. Um gullmerkini, sum eftir øllum at døma bara bíða eftir VÍF, vildi Niko- lina tó ikki siga tað stóra. – Eg má viðganga, at tað skal ganga øgiliga illa, um vit ikki skulu gerast før- oyameistarar, men enn haldi eg ikki, at nøkur á liðnum tekur tað fyri givið, at vit fara at vinna. Í út- gangsstøði kann alt henda, og tí vil eg ikki siga nakað um hetta enn, sigur Niko- lina. Og at tað skal ganga illa, um VÍF ikki skal vinna gull, er einki at tosa um. Fáa tær trý stig afturat, er eingin, sum kann taka tær, so eftir øllum at døma, ganga tvey umfør afturat, men so kunnu tær hjá VÍF ikki koma við nakrari um- bering. Tá verður tað stað- fest, at tær hava vunnið gullmerkini, sum øll onnur uttan tær sjálvar langt síð- ani hava ásannað. Dysturin í tølum Málskjúttar: Sóljan: Marjun Jørgensen 4(2), Heidi Haraldsen 2, Louisa Jørgensen 1, Heidi Maria Akselsen 1, Hertha Simonsen 1, Fía Selma Nielsen 1, Sólja Nielsen 1 VÍF: Fríða Marjunardóttir 10, Ioana Rápa 8(3), Sól- eyð Mikkelsen 6(1), Niko- lina Eyðbjørnsdóttir 4, Jacklin Durhuus 3, Alis Høghamar 1 Brotskøst: Sóljan 2, VÍF 6 Útvísingar: Sóljan 3, VÍF 1 Dómarar úr H71: Petur S. Dahl og Bárður Brimvík Tað varð staðfest við sjey tumma seymi, at munurin millum topp og botn í bestu kvinnudeildini er risastórur HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað mundu vera tey allar fægstu, sum vóru í iva um, at tað fór at eydnast Stjørnuni at fáa tvey stig burtur úr heimadystinum móti Sóljuni. Munurin millum liðini hevur í alt ár verið sjónligur, men í fyrsta dystinum á árinum var tó nær við, at Stjørnan fekk ein rættiliga skelk. Úrslitið í fyrsta inanhýsis dystinum gjørdist ein fýra máls sigur til Stjørnuna, og ikki minst verður dysturin mintur fyri, at Simona Dziugyte trein fram á før- oyska pallin við 16 málum móti verandi meistarunum. Bíðaðu eftir málinum Síðani tá er tó nógv hent, og fyri hesi bæði liðini hevur tað ikki minst havt týdning, at litaviski stór- skjúttin hevur skift Sólju- búnan við tann hjá Stjørn- uni. Meira enn nøkur onnur var hon orsøkin til, at talan fríggjadagin gjørdist um ein metstigur, har vága- genturnar at enda bert mundu hugsa um, nær dysturin skuldi enda. Við sínum trettan málum varð hon í øllum førum topp- skjútti, og hóast talan kanska var um eina bíliga bakgrund hesaferð, so hava avrik hennara seinastu vik- urnar borið boð um, at hon nú er um at finna seg til rættis á liðnum. Longu frá fyrsta bríksli tóktist greitt, at útiliðið einki sum helst skuldi hava at siga móti gramma heimaliðnum. Í verjuni syrgdu klaksvíkingarnir fyri, at so at siga eingin bóltur kom framvið, og í álopspartinum royndu tær ferð eftir ferð at spæla tunt, soleiðis at sleppast kundi til skot móti málinum, har Kristina ferð eftir ferð var prísgivin av viðleikarum sínum. Sum tíðin leið, tóktist alt bert at verða ein spurningur um, hvør tað yvirhøvur skuldi eydnast Sóljuni at skora, fyrr enn farið varð til hálvleiks. Hetta eydnaðist, tá 25 minuttir vóru leiktir, men tá høvdu tær úr Klaksvík longu skorað 21 ferðir, so málið gjørdi lítla aðra nyttu enn at strika nullið á talvuni. Andriana við aftur Umframt at tað sjálvsagt var hugaligt hjá heimalið- num at vinna somikið sann- førandi, so mundi tað eisini kennast fløvandi, tá Andri- ana Milodanovic kom á vøllin í seinna hálvleiki. Hon byrjaði við at brenna eitt brotskast, men eftir hetta setti hon fulla ferð á, og tað eydnaðist henni eisini at skjóta átta mál. At Andriana nú er við aftur, og at Simona hevur tókst sannførandi í seinast- uni, er tó ikki nóg mikið hjá Stjørnuni til at endurvinna meistaraheitið. Hinvegin ber tað boð um, at Stjørnan eisini komandi árini fer at hava eitt lið, sum veruliga kann blanda seg upp í toppin, so tað ganga neyvan aftur 24 ár millum meist- araheitini aftur. Dysturin í tølum Málskjúttar: Stjørnan: Simona Dziugyte 13(2), Andriana Milodano- vic 8, Anna Kristina Sam- son 6(1), Annika Ljósstein 4, Bára Skaale 3, Vesna Radovic 2(1), Una Olsen 2(1), Rannvá Andreasen 1, Sólvá Eystberg 1, Berlina Sólsker 1 Sóljan: Sólja Nielsen 1, Hertha Simonsen 1, Jó- hanna í Horni 1 Brotskøst: Stjørnan 7 Útvísingar: Sóljan 8 Diskvalifikatión: Sóljan 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomas- sen. Høvdu lítið annað at gera enn at halad skil á málskjóting og útvísingum. Sóljan-VÍF 11–32 (6–17) Eitt fet nærri gullinum Metsigur í Klaksvík Tað var ikki fyrr enn fyrstu 25 minuttirnir vóru lagdir aftur um bak, at Sóljan yvir høvur slapp á máltalvuna Hóast tær hava lagt kappingarneytarnar úr Stjørnuni væl aftur um seg, so vil Nikolina Eyðbjørnsdótti enn ikki hoyra nakað tos um FM og gullkrónur