týsdagur 13. mars 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 50 - 13. mars 2001
Nr. 50 • týsdagur • 13. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Fýra føroyskar gentur
hava ætlanir um at
sleppa til HM-kapp-
rógvin í sonevndum
outriggarum
RÓGVING
Jákup Mørk
Tá føroyingar tosa um
kappróður, eru tað aloftast
teir føroysku bátarnar, at
tosað verður um. Sum so er
einki løgið í tí, men seinnu
árini hava so sanniliga
eisini prógvað, at føroysk
róðrarfólk eisini duga ann-
að enn at rógva í serstaku
føroysku bátunum.
Kappingin
í
Scilly-
Oyggjunum hevur prógvað,
at okkara rógvarar eisini
kunnu standa seg millum
tey bestu í heiminum, men
tað er ikki bara her, at
føroyingar hava gjørt vart
við seg.
Danskir meistarar
Fyri hálvum ári síðani
eydnaðist
tað
nevnliga
fimm føroyskum gentum at
vinna DM í rógving í so-
nevndum in-riggarum, og
tríggjar av hesum hava nú
ætlanir um at gera seg
galdandi í flokkinum, sum
verður rópt out-riggarar.
Umframt tær tríggjar, sum
longu hava vunnið gull -
Katrin Olsen, Katrin Rubek
Nielsen og Beinta Hansen –
er Sigrid Svartá nú eisini
komin í bátin. Tær tríggjar
fyrst nevndu vóru í fleiri ár
partur a suverenu mann-
ingini á Jarnbardi, meðan
Sigrid í nøkur ár hevur róð
við kvinnunum á Hvess-
ingi.
Ein av føroysku gentun-
um, Katrin Olsen, sigur við
Sosialin, at rógving í hes-
um bátaflokkum er full-
komuliga øðrvísi, enn tað
at rógva í førosykum bát-
um.
– Her er so øgiliga nógv
meira talan um teknikk, tá
tú rørt. Javnvágin í bátinum
skal alla tíðina vera í lagi, tí
báturin er sera smalur, og
tolir tí ikki tað stóra, um vit
hava hug at vagga frá síðu
til síðu.
– In-riggarin, sum vit róðu
í at byrja við, er heldur
breiðari, men eisini har er
stórur munur í mun til før-
oysku bátarnar, sigur Katrin,
sum eisini sigur, at talan
heldur ikki er um sama
bátaflokkin, sum verður
nýttur á Scilly oyggjunum.
Tungt at sleppa til
kapping
Sum nevnt, so hav tríggjar
av gentunum longu verið
danskir
meistarar,
og
Katrin sigur, at tað alla
tíðina hevur verið ætlanin,
at tær skuldu rógva kapp
undir onkrum umstøðum.
– Eg flutti niður um
heystið í 1999, og tað var
rættiliga skjótt, at vit funnu
saman, og settu okkum fyri
at fara at rógva. Tað er tó
ikki bara sum at siga tað,
um tú ætlara at rógva kapp
í Danmark, sigur Katrin.
– Vit gjørdu snøgt sagt
tað, at vit hugdu í telefon-
bókina, og har funnu vit so
eitt felag, sum vit meldaðu
okkum inn í. Tað gekk tó
ein tíð, áðrenn vit høvdu
gjørt øllum greitt, at vit
eisini vildu við í kappingar.
Í Danmark er stórur part-
urin av limunum í róðrar-
feløgunum bara við fyri at
motionera, men tað var ikki
tað, sum vit ætlaðu.
– Tað eydnaðist okkum
so at enda at sleppa við til
DM fyri in-riggarar, og
sum kunnugt, so gekk hetta
upp á stás.
Gullið hjálpti
At
føroysku
genturnar
vunnu gullmerki, skuldi
eisini vísa seg at fáa av-
gerandi ávirkan á møgu-
leikar teirra at gera seg
galdandi. Eftir hetta eru tær
fluttar ein bátaflokk upp, og
tær hava eisini fingið ein
venjara, sum í øllum smá-
lutum roynir at seta tær inn
í, hvussu ein out-riggari
skal rógvast.
– Tað er eingin loyna, at
vit eru sera fegnar um venj-
aran hjá okkum, Vagn
Nielsen. Hann er ein av av-
gjørt bestu venjarunum í
Danmark, og tá hann kort-
ini var í felagnum hjá okk-
um, so hildu vit okkum til
at spyrja okkum fyri.
Grundað á góða úrslitið í
DM játtaði hann hesum, og
nú er hann við okkum einar
tvær til tríggjar ferðir um
vikuna.
Katrin
leggur
eisini
afturat, at tað so avgjørt er
neyðugt við venjara, um tað
skal eydnast teimum at
røkka langt í ítróttini.
– Sum nevnt, so hevur
hetta slag av rógving sera
nógv at gera við teknikkin,
og hevur tú ikki ein per-
sónligan venjara, er ringt at
fara rætt fram í hesum.
– Vagn hjálpir okkum við
øllum hesum, eins og hann
helst eisini kemur at hjálpa
okkum til kappingar, og
hetta eru vit sera fegnar
um. Hann hevur verið við
til alt hetta sjálvur, og veit tí
akkurát, hvussu vit skulu
bera okkum at í kapping-
unum, hvar vit skulu hita
upp o.s.fr. Tað einasta, sum
vit skulu hugsa um, er at
rógva, og hetta er sjálvsagt
ein stórur lætti hjá okkum.
Hava stór mál
Tá ein í fyrstu royndini
hevur vunnið DM, er ikki
annað enn náttúrligt at seta
sær hægri mál, og tað hava
føroysku rógvigenturnar so
avgjørt eisini gjørt. At byrja
við vóru tríggjar føroyskar
á bátinum, men síðani er
tann fjórða – ein donsk
genta – skift út við enn ein
føroying, soleiðis at talan
nú er um ein rættiligan
føroyskan bát.
Saman hava tær fýra sett
sær sum mál at luttaka við
komandi HM-kapping, sum
verður í Sveis í august
mánaði, umframt at tær
sjálvsagt ætla at gera seg
galdandi, tá DM verður á
skránni í heyst.
Uppskriftin til hetta er
venjing, venjing og venj-
ing, og Katrin greiðir frá, at
tær í løtuni venja upp móti
10 ferðir um vikuna. Hoon
viðgongur, at hetta kann
vera tungt, tá tú eisini hevur
lesnaðin at hugsa um, men
við eitt sindur av tilrættis-
leggjan, hevur tað gingið
higartil, og skal málið
røkkast, er nógva venjingin
neyðug.
– Tað vum vit veruliga
satsa uppá, er tó HM-
kappingin í 2002, sigur
Katrin.
– Vit eru so stutt síðani
byrjaðar við hesum báta-
slagnum, men vit vóna tó,
at vit eisini kunnu sleppa
við í ár, tí hetta fer at geva
okkum eina rúgvu av
royndum, sum vónandi
kunnu koma okkum til
góðar komandi ár.
Fáa ikki stuðul
Sum nevnt, so er talan um
stór mál, sum tær fýra hava
sett sær, men í hesum sam-
bandi hevur Katrin tó at
enda eitt hjartasuff. Hetta
snýr seg um figgjarligu
tungu byrðuna, sum tær
mugu lyfta, um tað skal
eydnast teimum at sleppa
við til stóru kappingarnar.
– Hvussu langt vit sleppa
í luttøku okkara, veldst
eisini um, hvussu gongst
hjá okkum í teimum kapp-
ingum, sum vit taka lut í.
Vit royna eisini at sleppa á
eina venjingarlegu í Frak-
landi, men hetta er sjálv-
sagt kostnaðarmikið, og við
lestri og rógving, er ikki
hugsingur hjá okkum at
hava nakað starv við síðuna
av.
– Vit hava roynt at sett
okkum í samband við ym-
isk føroysk virki, men tað
hevur verið so eiðasørt, at
nakað av hesum hevur
stuðlað. Í nógvum førum
hava vit ikki so mikið sum
fingið eitt nei, men bara
slettis einki aftursvar.
– Sjálvar halda vit í øll-
um førum, at hetta er sera
keðiligt. Vit hava kanska
ikki so nógv at bjóða stuðl-
unum her og nú, men vit
høvdu tó vóna, at nakað av
vælvild varð sýnt okkum.
Sleppa vit við til stóru
kappingarnar,
haldi
eg
eisini, at hetta so avgjørt
átti at verið góð reklama
hjá føroyskum útflutnings-
fyritøkum. Tað er í øllum
førum sera tungt hjá okk-
um, at einasti frídagurin,
sum vit hava um vikuna,
skal nýtast til at skriva
umsóknir um stuðul ymsa
staðni, sigur Katrin Olsen
at enda.
Vónandi kemur eisini
hetta í rættlag, soleiðis at
føroysku kappróðragent-
urnar kunnu røkka enn
longri. Higartil er tað vorð-
ið til gull í Føroyum og
Danmark, so hví ikki eisini
taka enn eitt fet á leiðini?
Stíla móti HM
Vagn Nielsen, sum er venjari hjá bátinum, hevur í mong ár
róð kapp sjálvur, og telist í dag millum bestu venjararnar í
Danmark
Venjingarnar hjá føroysku getnunum eru úti við 10 í tali um vikuna, so tað er sjálvsagt tungt, um tíðin eisini skal nýtast til at
taka sær av fíggjarliga partinum
FOÍB ella Føroya
Oljuídnaðarbólkur
eitur áhugafelag ella
yrkisgagn, sum tey 12
oljufeløgini við
leitiloyvi í Føroyum
nú stovna.
OLJUFELØG Í
FØROYUM
Jan Müller
Tíðin er nú farin frá GEM-
samstarvinum millum olju-
feløgini
og
føroyskar
myndugleikar – ella rættari,
GEM hevur loyst sínar upp-
gávur – og verður í hesum
sambandi tikið stig til eitt
heilt nýtt tiltak undir
heitinum FOÍB, sum stend-
ur fyri Føroya Oljuídnaðar-
bólkur. Hetta er eitt áhuga-
felag hjá teimum 12 olju-
feløgunum, sum hava fing-
ið leitiloyvi á føroyska
landgrunninum. FOÍB,
sum verður felags yrkis-
gagn hjá oljufeløgunum,
hevur sum høvuðsendamál
at samskipa og loysa felags
tvørgangandi spurningar,
ið koma at taka seg upp í
kjalarvørrinum
av
eini
komandi oljuvinnu.
Sosialurin skilur, at tað
hevur verið arbeitt við hes-
um sokallaða áhugafelagn-
um í eina tíð, og nú er so
tíðin komin til at seta tað í
verk. Umboð fyri øll olju-
feløgini eru komin til
Havnar í hesum sambandi
og verður kunnandi fundur
um tiltakið týsdagin.
GEM givið úrslit
Hetta merkir, at GEM-sam-
starvið verður upployst.
GEM hevur annars útint
sínar mongu uppgávur og
hevur sum so verið sera
hent hjá bæði føroyskum
myndugleikum og hjá olju-
feløgunum. Byrjanin til
GEM var eitt ynski um at
seta gongd á og samskipa
umhvørvisarbeiðið nú und-
an tí fyrstu oljuboringini.
Fleiri undirbólkar hava ar-
beitt undir GEM við um-
hvørvi, veðurspurningum,
jarðfrøði og trygd. Úrslitið
av øllum tí nógva innsavn-
aða tilfarinum frá teimum
mongu GEM-verkætlanun-
um er ein databasi, sum
kann verða sera hentur hjá
øllum, sum hava okkurt til-
knýti til komandi olju-
vinnu.
Leiðari fyri GEM øll hesi
árini hevur verið Halvor
Snarvold frá Statoil og
verður tað uttan iva eisini
hann, sum kemur at standa
á odda fyri nýggja tiltakin-
um FOÍB. Frá føroyskari
síðu hevur so Hjalti í
Jákupsstovu, stjóri á Fiski-
rannsóknarstovuni
verið
eitt av oddafólkunum í
GEM-arbeiðinum. Atlanti-
con hevur so virkað sum
skrivstova hjá GEM-sam-
starvinum og bendir alt á,
at Atlanticon fer at taka sær
av teimum praktisku og
fyrisitingarligu uppgávun-
um hjá FOÍB eisini. Leiðari
á Atlanticon er Hilmar
Eliassen.
Hann sigur við Sosialin,
at nú vit siga farvæl til
GEM, man fáur ivast í, at
hetta samstarvið hevur havt
stóran týdning. Uppbygt er
eitt forstáilsi av øllum tí
føroyska landgrunninum,
sum vit ikki hava havt áður.
Tað hevur so eisini verið
við til at lyfta upp gransk-
ingarstøðið í Føroyum, so-
leiðis at bæði føroyskir
granskarar og stovnar hava
verið við í teimum avbjóð-
ingum, sum GEM-verkætl-
aninar hava havt við sær.
Ringt er at seta á júst
hvussu nógv GEM-verk-
ætlanin hevur kostað, men
tað man liggja einastaðni
millum 20 og 30 mill. kr.
ella meira. Hetta eru peng-
ar, sum oljufeløgini hava
latið. Men føroyskir stovn-
ar hava so sett fólk og orku
til tær ymsu uppgávurnar.
Hvat verða tað so fyri
spurningar, sum nýggja fel-
agið FOÍB fer at taka sær
av kundi verið spurt. Til tað
er at siga, at tað fer at taka
sær av málum, sum eru
frammi í tíðini, og sum
bæði hava við oljufeløgini
og føroyska samfelagið at
gera. Eitt nú skattaspurn-
ingar. Sum so kann sigast,
at hetta nýggja felagið fer
meira at takast við samfel-
agsligar spurningar, meðan
GEM tók sær av meira fak-
ligum spurningum, sum
hava við eina komandi leit-
ing at gera. GEM var meira
ein partur av forkanningun-
um til ta leiting, sum, nú
skal fara í gongd og sum
kanska endar við fram-
leiðslu um nøkur ár. Har
metir man seg so at hava
rokkið á mál í tí málsetn-
ingi, sum varð settur fyri
nøkrum árum síðani. Nú
verða so nógv nýggj evni at
taka upp.
Oljufeløg skipa sítt egna áhugafelag
Frá seinasta GEM-fundinum, sum varð hildin í Havn.
Mynd Jens K Vang
Á hesum GEM-fundinum
varð tosað um trygd og
lógarvirksemi í sambandi við
komandi leiting.
Mynd Jens K. Vang