týsdagur 13. mars 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 13. mars 2001
13
12
Nr. 50 - 13. mars 2001
ájavnt við borgaran í milli-
ónabýnum. Tað at búgva í
Føroyum er ikki longur ein
geografisk avmarking í
sjálvum sær, tí globali,
elektróniski alfaravegurin
er algongdur hjá øllum
teimum, sum vilja verða
borgarar í hesum heims-
samfelag. Í hesi altjóðagerð
er tó ómetaliga umráðandi
ikki at gloyma sín uppruna,
at virða tey, sum undan eru
farin, og læra av teirra lívs-
royndum, tí alt gott um
tøknilig framstig og al-
tjóðagerð, men í kjalar-
vørrinum á teimum lúrir
rótloysi, sum á mangan hátt
skapar eitt asosialt og
einsamalt menniskja. Hetta
er nakað, vit enn ikki hava
merkt so nógv til hjá okk-
um, men sum er vaksandi
trupulleiki í størri londum.
Tjóðskaparkensla og at
hava visiónir og dreymar
eru ikki móti í tøkniliga
heimssamfelagnum. Hesi
virði, sum hava givið fólki,
samfelagsbólkum og tjóð-
um lívsvirði og treysti at
stríðast fyri tí, sum hevur
verið teimum lívsneyðugt
og kært, eru dømd deyð at
verða á tøkniliga alfara-
vegnum. Globaliseringin
brýtur niður landamørk og
annan skilnað og á tøkniligi
alfaravegnum er tað ein-
staklingurin, sum vinnur
longst fram á leið. Í tí
heiminum ert tú ikki før-
oyingur, men heimsborgari.
Ongantíð
áður
hevur
verið so neyðugt, at hvørt
einstakt menniskja følir
ábyrgd fyri altjóða sam-
felagnum og teirri klótu, vit
búgva á, tí dálkingin og
ovurnýtslan av náttúruríki-
døminum hóttir tilveru-
grundarlag okkara hvønn
einasta dag, men, tí tað er
eitt men, í altjóðagerðini
hava røturnar og samleikin
lyndi til at hvørva. Og í
avsosialiseringini hvørvur
menniskjavirðið og virð-
ingin fyri hvør øðrum sum
menniskju. Individualiser-
ingin hevur úti í heimi ført
við sær, at fólk gerast iso-
lerað og kenna seg einsa-
møll og lítilsverd. Tey
kenna betur stjørnuna á
sjónvarpsskíggjanum, lívið
hjá einum kendum sjón-
leikara ella politikara enn
tey kenna sín egna granna.
So er ikki hjá okkum enn,
og vit mugu vóna, at hetta
heldur ikki verður gera-
disdagurin úti í framtíðini.
Famtíðin kemur ikki av sær
sjálvari, sigur eitt av skald-
um okkara. Vit mugu hvør í
sínum lagi gera okkara til,
at framtíðin hevur meira at
bjóða av góðum enn av
ringum. Vit mugu í størri
mun spyrja okkum sjálv,
hvat kunnu vit gera fyri
samfelagið og ikki bara
spyrja, hvat samfelagið
kann gera fyri okkum. Vit
eru jú samfelagið og sam-
felagið verður, so sum
borgarin í samfelagnum vil,
at tað verður. Í Føroyum
hava vit enn varðveitt virð-
ingina fyri ættini, familj-
uni, vinunum, grannunum,
skúlafeløgunum
og
ar-
beiðsfeløgunum.
Latið
okkum halda á við tí, sjálvt
um vit ikki altíð eru so
samd, tí virðingin fyri hvør
øðrum byggir fyrst og
fremst á at góðtaka, at fólk
kunnu hava onnur lívsvirði,
aðrar hugsanir og annan
lívsstíl enn vit sjálv. Hesi
virði eru hornasteinurin
undir einum fjølbroyttum
og pluralistiskum samfelag,
sum eitt og hvørt demo-
kratiskt samfelag átti at
bygt á. Sum lítil tjóð mugu
vit eisini leggja okkum í
geyma, at standa vit – hóast
ikki fullsamd – sum ein
rødd mótvegis umheimin-
um, so standa vit stinnari
og koma longur fram á mál.
Øllum øðrum kann ein
sterkari mótpartur gera sær
dælt av!
Vit eiga sum føroyingar
at virða okkara egna, sum
tó á ongan hátt eigur at
merkja, at vit lítilsvirða og
halda hánt um tað, sum er
øðrum kært. Tvørturímóti
er tað vegurin at skilja og
virða onnur. Virðingin fyri
øðrum gongur gjøgnum
sjálvsvirðingina. Vit mugu
ikki sum fólk standa við
húgvuni í hondini og biðja
um okkara sjálvsagda rætt.
Uppaftur minni mugu vit
lata okkum kúga, har vit
vita, at vit hava allan rættin.
Slík framferð skapar onga
virðing, hvørki fyri okkum
sjálvum ella øðrum.
Kunningarsamfelagið er
veruleiki. Broytingar henda
skjótt og eru víðfevndar
eftir ongari tíð. Hetta setur
ómetalig krøv til hvønn
einstakan okkara at fylgja
við tí, sum hendir. Og
sjáldan hevur tørvurin á
einum góðum og nýtíðar-
ligum skúla verið so stórur
sum nú. Fáir samfelags-
bólkar hava so stóran
týdning fyri trivnað og
framburð í einum samfelag
sum lærarin, sum ósjálv-
søkin og eftir besta føri-
muni leggur í tað uppvaks-
andi ættarliðið vitan og
førleika til at taka upp arvin
eftir tey, sum undan fóru.
Øktu krøvini, sum sam-
felagið setur skúlaverkin-
um, bera í sær øktar byrðar
á einstaka læraran, og tað er
eingin sjálvfylgja, at hann
tekur á seg hesar byrðar. Í
dag merkja vit ein vaksandi
læraratørv og í londunum
uttan um okkum rýma
lærarar úr skúlaverkinum.
Vit eiga tí sum foreldur og
samfelag at seta stóran prís
upp á tað arbeiði, sum dag-
liga verður gjørt í skúlun-
um, og streingja á samfe-
lagið at geva hesum sam-
felagsbólki so góðar ar-
beiðumstøður sum gjørligt,
tí ein góður skúli er fyri-
treyt fyri einum sunnum og
góðum samfelag.
Tøknin og framburðurin
hava alt týðiligari leiklut í
samfelagsgongdini og ilt er
hjá vanligum fólki at fylgja
við í tí, sum hendir. Gen-
tøkni og teir møguleikar,
hon hevur, seta ómetaliga
stór krøv til bæði moral og
etikk. Gentøkni og økt
vitan hava sjálvsagt sera
stóran týdning í stremban-
ini eftir at lekja og sleppa
undan deyðiligum sjúkum,
men teir møguleikar, hon
gevur at velja út og mani-
pulera, eru ræðandi; tí
mugu vit vera á varðhaldi,
so fagri nýggi heimurin
ikki gerst samfelagið fyri
tey úrvaldu. Eisini náttúran
kann koma at líða undir
teimum genmanipulatión-
um, sum verða settar út í
hana, tí uttan mun til,
hvussu
langt
vísindini
kunnu fáa tamarhald á
náttúruni, so fer náttúran
uttan iva altíð at finna sínar
egnu leiðir, og vit vanligu
borgarar í heimssamfelag-
num mugu so bara vóna, at
stýring menniskjans av
náttúruni ikki endar í ræðu-
leikum og oyðileggingum.
Uppgáva
skótans
at
hjálpa fólki og vekja ans
fyri náttúruni hevur ongan-
tíð áður í søgu menniskjans
verið so viðkomandi at taka
á seg sum nú. Í dag er tað
t.d. eingin sjálvfylgja, at vit
fáa fríska luft at anda niður
í okkum ella mat, sum ikki
á onkran hátt er heilsu-
skaðiligur. Blindi vakstrar-
tankin og trároynd menn-
iskjans av náttúruni hava
elvt til, at jørðin ikki megn-
ar at breyðføða allan heim-
in. Tær sjúkur, sum í hesi
løtu herja neyt og seyð í
Evropa eru tekin um, at
trároynd menniskjans av
náttúrutilfeinginum kann
hava óhugnaligar fylgjur.
Globaliseringin
hevur
eisini havt tær fylgjur við
sær, at tú ikki longur kanst
ábyrgda einstaklingar fyri
tær oyðileggingar, sum
dálking og óheppin troyting
av náttúruni hava við sær,
og tí líða vit øll undir tí og
gerast partar av tí. Upp-
gávan hjá okkum øllum er
at skapa virðing fyri náttúr-
uni og samfelagnum, bæði í
tí stóra og í tí smáa, og
sjálvt um vit mangan kunnu
loyva okkum at ivast, um
slíkt arbeiði munar nakað,
og hvussu væl fólkaræðið
virkar, so hava sterkar
røddir í fólkinum framvegis
ávirkan á, hvørjar politiskar
avgerðir verða tiknar.
At enda fari eg at takka
skótunum og Havnar Horn-
orkestri fyri, at tey trúliga á
hvørjum ári skipa fyri hald-
um sum hesum og á tann
hátt halda okkum føstum
við tann týdning, sum
náttúran og sosiali felags-
skapurin hava og eiga at
hava fyri okkum øll.
Bjarta framtíð og gott
summar. Takk fyri!
∆
Fær Føroya Pedagog-
felag ikki nøktandi
svar frá løgmanni
uppá fyrispurning,
hvør rættarstøðan hjá
felagnum er, lýsir
felagið við arbeiðs-
steðgi og 500
pedagogar fær heim
RÆTTARLOYSI
Turið Kjølbro
Gjáramorgunin
handaði
nevndin í Føroya Peda-
gogfelag
løgmanni
eitt
bræv. Felagið vil hava løg-
mann at skera ígjøgnum í
spurninginum um, hvør
rættarstøðan hjá felagnum
er. Spurningurin verður
reistur, tí Pedagogfelagið
hevur fingið mótstríðandi
upplýsingar frá tveimum
aðalstýrum.
– Fáa vit ikki nøktandi
svar frá løgmanni, innkalla
vit álitisfólkini við møgu-
ligum arbeiðssteðgi fyri
eyga, sigur Carita Björk-
lund, forkvinna í Føroya
Pedagogfelag.
Líka til fyri einum mán-
aði síðani visti Pedagog-
felagið ikki betur, enn at
tað er Fíggjarmálastýrið
felagið skal samráðast við.
Men 5. februar fekk felagið
at vita, at Fíggjarmálastýrið
ikki metur seg hava heimild
at samráðast við Pedagog-
felagið, tí kommunurnar
hava yvirtikið dagstovna-
økið. Hetta hendir eftir at
Pedagogfelagið
hevur
handað Fíggjarmálastýr-
inum krøv til nýggjan
sáttmála og enntá eftir, at
Pedagogfelagið afturímóti
hevur fingið mótkrøv, sum
ganga inn á dagstovnaøkið.
Løgin mannagongd
Sáttmálin hjá felagnum fór
úr gildi 1. mars, og nú sátt-
málaloysið hevur verið í
tvær vikur, er framvegis
ikki greitt, hvør skal sita
hinumegin borðið, tá ið
nýggjur
sáttmáli
skal
tilevnast. Sum skilst hava
kommunurnar ikki fingið
boð um, at tað eru tær, sum
skulu samráðast við Føroya
Pedagogfelag.
– Rættarloysi valdar í
løtuni, og tí hava vit ikki
annað at gera enn at venda
okkum til løgmann fyri at
fáa hann at greiða spurn-
ingin, sigur Carita Björk-
lund.
Meðan dagstovnalógin
var ávegis og til viðgerðar á
løgtingi, fekk Føroya Peda-
gogfelag at vita, at Fíggj-
armálastýrið framvegis fór
at vera mótpartur felagsins
í eini samráðingarstøðu.
Hetta er ikki niðurfelt í
lóggávuna,
men
undir
fyrstu og aðru viðgerð av
lógaruppskotinum
og
í
tveimum fyrispurningum
váttaði landsstýriskvinnan í
almanna- og heilsumálum,
at so er. Alt seinasta heyst
hevur Pedagogfelagið sam-
ráðst við Fíggjarmálastýrið
um nakrar flokkingar innan
dagstovnaøkið. Í november
í fjør gjørdi Pedagogfelagið
greitt yvir fyri Fíggjar-
málastýrinum, at sáttmálin
skuldi sigast upp, og 1.
februar í ár vórðu krøvini
til komandi samráðingar
latin inn. Tað undrar for-
kvinnuna í Pedagogfelag-
num ikki sørt, at Fíggj-
armálastýrið tríggjar vikur
áðrenn sáttmálin fer úr gildi
finnur út av, at tað ikki er
teirra borð at samráðast við
Pedagogfelagið.
– So leingi vit fáa mót-
stríðandi upplýsingar frá
tveimum
aðalstýrum,
kunnu
vit
einki
gera.
Grundin til, at vit eru kom-
in í hesa støðu er einfalt
útsøgnin frá landsstýris-
kvinnuni á sumri í fjør, tá
hon gjørdi greitt, at tað er
Fíggjarmálastýrið vit skulu
samráðast við. Vit kenna
okkum ógvuliga illa við-
farin og hendan støðan
vísir, at landsstýrið og løg-
tingið hvørki virða okkum
ella kommunurnar, sigur
Carita Björklund.
Hon ger greitt, at Peda-
gogfelagið als einki hevur
ímóti at samráðast við
kommunurnar.
Tað
er
mannagongdina í málinum,
tey fílast á.
Møguligur
arbeiðssteðgur
Føroya Pedagogfelag hevur
síðani hendan støðan kom
í, fingið svar frá løgmans-
skrivstovuni, har sagt verð-
ur, at tað er kommunurnar
Pedagogfelagið skal sam-
ráðast við sambært komm-
unulógini.
– Svarið er als ikki
nøktandi. Løgmaður eigur
at koma inn í málið og taka
eina sjálvstøðuga meting av
okkara rættarstøðu. Vit fáa
okkum illa at trúgva, at
løgmaður eitt hálvt ár eftir
at ein lóg er komin í gildi,
letur eitt aðalstýri trýsta
ígjøgnum eina tulking sum
er beinleiðis í andsøgn við
tað, sum landsstýriskvinn-
an hevur boðað frá, sigur
Carita Björklund.
Avgreiðir løgmaður ikki
spurningin nøktandi, verð-
ur
arbeiðssteðgur.
Tað
merkir, at øll tey, sum
arbeiða á barnagørðum,
vøggustovum, frítíðarskúl-
um og sum dagrøktarar fara
heim. Talan er her um eini
500 starvsfólk. Og fleiri
túsund børn. . .
Føroya Pedagogfelag:
Hóttir við arbeiðssteðgi
Vit fáa okkum illa at trúgva, at løgmaður eitt hálvt ár eftir at
ein lóg er komin í gildi, letur eitt aðalstýri trýsta ígjøgnum
eina tulking sum er beinleiðis í andsøgn við tað, sum lands-
stýriskvinnan hevur boðað frá, sigur Carita Björklund,
forkvinna í Føroya Pedagogfelag
Framhald av síðu 12
Uppgáva skótans at
hjálpa fólki og vekja
ans fyri náttúruni
hevur ongantíð áður í
søgu menniskjans
verið so viðkomandi
at taka á seg sum nú. Í
dag er tað t.d. eingin
sjálvfylgja, at vit fáa
fríska luft at anda
niður í okkum ella
mat, sum ikki á
onkran hátt er
heilsuskaðiligur
GRÆKARIS-
MESSURØÐA
Vár í Ólavsstovu
Í dag bjóða vit tjóðfugli
okkara, tjaldrinum, væl-
komnum aftur úr fjarum
londum. Koma tjaldursins
boðar frá ljósari tíðum,
boðar frá summari og sól.
Vit fegnast eftir myrka
veturin, at nú ber móti
ljósari tíðum. Tjaldrið –
hesin vakri fuglur, sum
einki óttast og sum tekur
dystin upp við rovfuglin –
er við sínum lívstreysti
vorðin natúrliga valið til
tjóðfugl okkara. Og tað
virði, sum Nólsoyar Páll
hevur givið tjaldrinum í
Fuglakvæðnum man eisini
hava stuðlað hesum vali.
Nólsoyar Páll nýtti tjaldrið
sum mynd um seg sjálvan,
tá hann skuldi lýsa tað
órættvísi,
sum
danski
myndugleikin framdi móti
øllum framburði í hesum
landi. Tjaldrið tekur í
Fuglakvæðnum stríðið upp
móti rovfuglunum, sum
ímynda donsku, korruptu
embætismenninar, og móti
krákuni,
sum
umboðar
føroyingin, sum smettar
fyri donsku myndugleik-
unum, hvat tjaldrið fæst
við. So føroyingurin, sum
heldur vil tekkjast teimum
”stóru” og mótarbeiða sín-
um egnu, var eisini kent
fyribrigdi á døgum Nóls-
oyar Páls, men eingin
framburður og ávøkstur
spurdist burturúr tí.
Fr a m b u r ð s m a ð u r i n
Sverri Patursson var tann,
sum tók stig til at heilsa
flytifuglinum væl heim-
afturkomnum, og alskur
hansara og tilvit um tann
týdning, sum náttúran hev-
ur fyri okkum øll, kemur til
sjóndar í stórum parti av
skaldskapi hansara. Alsk
hansara til fugl og náttúru
og hansara ótroyttiliga stríð
fyri framburði í hesum
landi – bæði fyri fólk og fæ
– stendur grækarismessan
sum ímyndin fyri. Hon
ímyndar somuleiðis tær
bjørtu vónir, sum vit øll
kenna, nú myrki veturin má
lúta fyri ljósinum.
Mál og mentan, sjálv-
bjargni og treysti eru eingin
sjálvfylgja. Tað krevur mið-
víst arbeiði, krevur hollan
kunnleika og eitt sjálvs-
virði, sum javnsetir okkum
við borgarar í øðrum tjóð-
um. Úti í heimi sita fólk
full av undran og virðing
fyri, at so fáment tjóð hevur
megnað og megnar at
varðveita, lívga og fjølga
um egið mál, egnar bók-
mentir og egna mentan. Al-
tjóðagerðin, sum eyðkennir
tíðina vit liva í, ber í sær, at
smáu málini og smáu
mentanirnar sum sjáldan
áður eru hótt. Vit kunnu
eyðvitað lata standa til,
men tá skaðin er hendur, er
sjáldan nakar vegur aftur;
og betri er at binda um
heilan fingur. Vit eiga at
geva okkara unga fólki
málið í varðveitslu, og vit
vaksnu mugu kenna ábyrgd
fyri, at málið og mentanin
verða handað eftirkomar-
um okkara í góðum ella
helst betri standi, enn vit
arvaðu tey!
Tað áræði, sum ung-
dómur okkara vísir okkum
hvønn einasta dag, bæði
við at taka av teimum av-
bjóðingum, sum kunning-
arsamfelagið setur, og við tí
treysti, tey fara í holt við at
leggja undir seg nýggj øki,
bæði geografiskt og in-
tellektuelt, ber okkum boð
um ein upplýstan ungdóm,
sum stirðil er í og sum
tekur ábyrgd. Ungdómurin
er framtíð okkara og eitt
land, sum ikki ger íløgur í
sín ungdóm, hevur onga
framtíð. Ongantíð áður
hevur heimurin ligið so
opin fyri tí uppvaksandi
ættarliðnum. Elektróniska
samskiftið setur borgaran í
minstu bygdini í Føroyum
Vár í Ólavsstovu helt grækarismessurøðuna í Havn:
Eingin sjálvfylgja
at anda fríska luft…
Framhald á næstu síðu