fríggjadagur 15. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 • 15. juni 2007
Vikuskifti
4
Heidi varð fødd við einum breki,
sum hevur forðað henni í at gjørt
nógv vanligt virksemi. Hon hevur
klumpfót, og tað er eisini okkurt
við rygginum hjá Heidi.
– Eg sá longu sum ung, at eg
kundi ikki tað sama sum hini. Eg
kundi ikki renna og kundi tí heldur
ikki spæla fótbólt, sum er best
umtókta ítróttargreinin úti á bygd,
sigur Heidi.
Hon hevur klárað seg væl við
brekinum.
– Foreldrini hava altíð skumpa
undir meg, og eg havi roynt at
fingið tað besta burturúr øllum,
sigur Heidi.
Svimjingin var
bjargingin
Heidi byrjaði at svimja sum níggju
ára gomul, tá ið pápin meldaði
hana til.
– Svimjingin hevur gjørt ótrú
liga nógv fyri meg. Hon hevur
hjálpt mær bæði likamliga og
sálarliga. Eg føli, at eg dugi
nakað, og tað gevur mær sjálvs
álit. Nógv fólk, sum hava brek,
hava undirlutakenslur orsakað av
brekinum. Har hevur ítróttin hjálpt
mær, sigur Heidi.
Heidi fekk veruliga blóð uppá
tonnina, tá ið hon var til sína
fyrstu kapping.
– Aftaná fyrstu stóru kappingin
í 1997, varð eg gripin av svimjing.
Eg vann ikki nakað tá, men eg
fekk hugin. Eg eri eitt ordiligt
kappingarmenniskja, og eg elski
at fara til kappingar, sigur Heidi.
Vendir sjónar
horninum
Heidi hugsar av og á um, hvussu
lívið hevði verið uttan brekið. Hon
má nú ásanna, at tað hevði verið
torført at liva uttan tað.
– Brekið hevur givið mær
møguleikan at svimja og vinna
heiðursmerki. Brekið hevur gjørt
meg treiska, og uttan tað hevði
eg helst verið ein vanlig genta.
Nú fái eg møguleikan at ferðast
til stórar kappingar. Eg minnist
heldur onga keðiliga hending frá
barnaárununum, har ið eg eri
vorðin happað.
– Fyrr hugsaði eg meira
um, hvussu lívið hevði verið
uttan brekið. Men nú vendi eg
sjónarhorninum á og dugi at
síggja, at eg eri heppin. Eg hevði
uttan iva kent meg amputeraða
um brekið knappliga var burtur,
sigur Heidi.
Hart at svimja
Heidi arbeiðir hálva tíð sum
stuðul. 1. august skal hon byrja
at arbeiða hálva tíð hjá Norðoya
Sparikassa, sum eisini er hennara
høvuðsstuðul.
– Eg venji umleið níggju ferðir
um vikuna, og tað er tveir til
tríggir tímar hvørja ferð. Tá ið
kappingarnar nærkast, venji eg
10 – 12 ferðir um vikuna.
– Eg havi tí ikki tíð til at
arbeiða fulla tíð. Tað hevði borið
til, men so hevði tað gingið útyvir
kroppin, tí at eg hevði ikki fingið
hvílt.
– Tað kann vera strævið at fáa
tað at hanga saman fíggjarliga, tá
ið eg einans arbeiði fulla tíð. Tað
hevur verið mín størsta stúran,
men nú Norðoya Sparikassi er
mín høvuðsstuðul, nýtist mær
ikki meira at hugsa um tað, og eg
kann nýta mína orku til svimjing,
sigur Heidi.
Hon staðfestir, at tú mást ofra
nógv sum svimjari, men tú fært
eisini nógv.
– Tað er ósosialt at svimja.
Tú ert einsamallur í hylinum við
tínum tonkum. Tú kanst heldur
ikki gera tað, sum tú vilt, tí at
tú skalt venja. Men svimjingin
hevur givið mær so ótrúliga nógv
eisini. Eg kennir nógvar av mínum
kappingarneytum til altjóða
kappingar, og tær kann eg altíð
tosa við. Eg sakni tó onkuntíð ein
liðfelaga.
– Í svimjing hevur tú einans
teg sjálvan at skylda uppá. Tú
kanst ikki goyma teg í einum liði.
Tú kanst kenna teg blottaðan.
Tað kann vera hart, tá ið tað ikki
gongur væl. Men so er tað eisini
eyka stuttligt, tá ið tað gongur
væl, tí at tá er alt fokus á teg,
greiðir Heidi frá.
Brekið hevur gjørt
– Fyrr hugsaði eg meira um, hvussu lívið hevði
verið uttan brekið. Men nú vendi eg
sjónarhorninum á og dugi at síggja, at eg eri
heppin. Eg hevði uttan iva kent meg
amputeraða um brekið knappliga var burtur,
sigur Heidi Andreasen, ið hevur vunnið nógv
heiðursmerki í altjóða svimjikappingum
Heidi um politikk
- Eg fái ikki tíð til at fylgja við. Men eg havi
áhuga fyri politikki. Tað er ein spurningur um
raðfesting
… um trúgv
- Trúgv hevur altið fylt nógv í mínum
lívi, og tað fer hon altíð at gera. Eg eri
uppvaksin í brøðrasamkomuni. Trúgv er
ein nattúrligur partur av lívinum, og eg
sendi eisini eina bøn til Gud, áðrenn eg
skal svimja
Ítróttarprofilurin
Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo