Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 113 - 15. juni 2007 tíðindi 21. november spælir fólkakærasti danski sangarin seinastu 30 árini, Kim Larsen, konsert í Føroyum Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Á heimasíðuni hjá Norður­ landahúsinum verður boðað frá, at Kim Larsen spælir konsert í Norðurlanda­húsi­ num, og atgongu­merk­ini eru sett til sølu. Ætlanin var, at fólkakæri sangarin skuldi spæla konsertir í Føroyum í august 2005, men hesar konsertir vóru tá avlýstar. So fyri tey, ið tá gleddu seg til konsert­ ina, kunnu nú endi­liga uppliva fyrrverandi Gasolin oddamannin. Kon­sertin er partur av størri konsertferð í Danmark, Noregi og Svøríki, ið longu er byrjað og endar í Føroyum Seinastu ferð, Kim Larsen vitjaði í Føroyum, var á Tórs­havnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali eina ferð í nítiárunum. Tá vórðu atgongumerkini til fyrstu konsertina seld eftir eini løtu, og skipað varð fyri eini eyka konsert, henda varð eisini útseld. Á toppinum Nógv er broytt, síðan Kim Larsen var í Føroyum seinast. Hóast hann tá seldi nógv atgongumerki í Føroy­ um, var fløgusølan í einum aldudali. Kim Larsen hevur við teimum seinastu fløg­u­ num vunnið sær veg aftur úr aldudalinum. Hann er ein tann best seljandi danski tónlistarmaðurin í løtuni. “Glemmebogen” og “Glem­ me­bogen 2 Jul og Nytår”, eru tolkingar av kendum gomlum donskum sangum, sum Kim Larsen gevur sín egna dám. Meðan “7-9-13” eru løg hjá Larsen sjálvum. Eisini DVD’in “Det var en torsdag aften” var sera væl dámd, og tá nýggjasta fløgan Gammel Hankat kom í handlarnar ruddaðu stór donsk dagbløð forsíðuna, og kallaðu hetta eitt meistaraverk. “Glemmebogen 2” við gomlum jóla og nýttárs­ sangum seldi fyrstu tríggjar vikurnar 110.000 eintøk. Hetta er nokk til, at fløgan fær dupulta platín. Sjálvt um hetta eru sera høg sølutøl, er hetta lítið av miklum. “Midt om natten”, sum Kim Larsen gav út 1983, seldi 500.000 eintøk og er mest selda útgáva nakrantíð í Danmark. Filmurin av sama navni gjørdist somuleiðis vælumtóktur, og gjørdi Kim Larsen til danska fólkaogn. Royndur harri Kim Larsen byrjaði sítt lív sum tónleikari í bólkinum Gasolin. Fyrstu stak­plátur­ nar hjá bólkinum komu út í 1969. Bólkurin gjørdist best umtókti danski rokk­ bólkur í 70 árunum. Larsen skrivaði flestu løgini hjá bólkinum, men gav samstundis fløgur út sum einstaklingur. Í 1973, vórðu “Værsgo”, við Kim Larsen og “Gas 3” við Gasolin, best og næst best umtókta fløga í Danmark. Kim Larsen royndi, bæði við Gasolin og sum einstaklingur, at sleppa inn á amerikanska marknaðin við fløgum á enskum máli. Men hetta eydnaðist ongantíð. Í 1979 góvust Gasolin. 80 árini gjørdust sera góð fyri Kim Larsen. Hann gav eina ørgrynnu av landa­ plágum út. Blip båt, Midt om natten, Susanne himmel­ blå, Forkædt som voksen, Jutlandia og Yummi Yummi eru bara nøkur fá av teimum løgum, sum eru vorðin fólkaogn. Í 1995 flutti keypmanna­ havnarin Kim Larsen til Odense, har stovnaði hann bólkin Kjukken, sum hann hevur spælt við líka síðan. Saman hava teir givið 7 fløgur og eina DVD út. Teir hava verið í Føroyum einaferð fyrr, og í november koma teir aftur. Kim Larsen til Føroya Í heyst koma Kim Larsen og Kjukken at spæla fyri føroyingum í Norðurlandahúsinum Mynd: Polfoto Skuggaportrið Sama mánað, sum høvundurin Lene Kaaberbøl fekk donsku Orla virðislønina fyri bókina Skuggaportrið, gevur Bóka­deild Føroya Lærarafelag hana út á føroyskum. Orla virðislønin er einasta danska virðisløn, har børn sjálvi gera av, hvør skal vinna. Bókin snýr seg um stummu gentuna, Annu, sum verður illa happað í skúlanum, og sum onga mammu hevur, men býr við pápanum í einum vakstrarhúsi. Ein dagin hoyrir hon mammuna rópa á seg, men rópið hoyrist bara innan í henni. Hon veit, at mamman er í vanda og fer at leita í Náttarlandinum saman við besta vini sínum, Aiani. Sinnisbati 25 ár Tað eru 25 ár liðin, síðani felagið Sinnisbati varð stovnað. Dagurin verður hátíðarhildin við almennum haldi í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 17. juni klokkan 16. Soffi Egholm, formaður í felagnum, fer at bjóða vælkomin. Svenning av Lofti, sum var fyrsti formaðurin í felagnum, fer at hugleiða um søguna hjá Sinnisbata, og Tormóður Stórá, sálarlækni, fer at halda fyrilestur um depressión. Regin Jóanesarson fer at greiða frá, hvussu tað var at liva við alkoholismu og depressión. Bólkurin “Menniskja” frá psykiatriska deplinum fer at spæla tónleik, meðan kaffi og te við onkrum afturvið verður bjóðað, sigur Sinnisbati í tíðindaskrivi.