Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Góðar og ringar tíðir Heidi vann nógvar kappingar sum heilt ung, og hon gjørdist rættiliga kend. Tað gekk sera væl hjá henni, inntil ein skaði steðgaði henni beint, tá ið hon var á toppinum. – Sum 16 ára gomul fekk eg skaða í báðum økslunum. Eg noyddist at steðga við at svimja. Hetta var beint aftaná príshandanina í Monako, tá ið eg var á tindinum. – Tá mátti eg gera av, um eg skuldi halda fram ella ikki. Tað tók langa tíð at venja meg upp aftur, men eg eri treisk og úthaldin – kanska tí at eg havi eitt brek – og eg fekk strítt meg upp aftur, sigur Heidi Tómt uttan svimjing Til spurningin um hvussu leingi, hon fer at halda á, svarar Heidi: – Inntil víðari havi eg sett nærmastu framtíðina av til svimjing. Eg fari í hvørt fall at vera seriøs fram til Beijing 2008. – Nógvir av mínum vinum eru longu farnir at útbúgva seg, og eg gangi eisini og hugsi um, nær eg skal fara. Mær dámar væl kreativt arbeiði, so tað verður helst okkurt innan design og myndir. Heidi dugir illa at ímynda sær eitt lív uttan svimjing. – Tað verður tómt uttan svimj­ing. Tá verði eg einans ein ”vanligur” persónur. Men tá ætli eg mær at ”liva lívið” og gera alt tað, sum eg ikki hava kunnað orsakað av svimjingini. Nýtt hársnið Í frítíðini er Heidi saman við vin­um og familju. Hon býr sjálv í Havn, men hon er ofta á Eiði og vitjar foreldrini. – Eg føli ofta, at og forsømi vinirnar orsakað av svimjingini. Tí royni eg at brúki tíð saman við teimum í mínari frítíð. Mær dámar eisini væl at fara norður til Eiðis at vitja foreldrini. Eg flutti til Havnar fyri fýra árum síðani, men mær dámar enn væl at fara til Eiðis, tá ið køliskápið er tómt, sigur Heidi við einum smíli. – Tað var nokkso ringt í fyrstani at búgva einsamøll. Knappliga skuldi eg vaska klæðir og keypa vesipappír og uppvaskievni. Hetta ver ein sjálvfylgja heima og Eiði, sigur Heidi flennandi. Nógv hava lagt merki til, at Heidi hevur skift hársnið. Onnur síðan er tætt trimmað, meðan hon hevur langt hár út yvir. – Eg var hármodell, og mær dámdi væl hársniðið. Eg vildi eisini royna okkurt annað. Eg havi fingið nógvar viðmerkingar um tað. ”Tú hevði so pent hár áðrenn”, siga nógv við meg. Pápi segði, at nú hevði hann fingið ein drong afturat, sigur Heidi og flennir. – Svimjararnir uttanlands halda, at eg havi eitt veddimál, og at eg verði revsað fyri eina ringa tíð, við at hárið verður trimmað av. Møguliga eg fari at trimmað alt av í nærmastu framtíð. Tað er nú eg skal royna alt, sigur Heidi, sum heilt vist ikki er bangin fyri, hvat onnur halda. - Nú ber eisini til at seta uppí hárið, so um eg knappliga vil hava langt hár aftur, kann tað gerast uppá stutta tíð, sigur ein fyrikomandi Heidi Andreasen at enda. Nr. 113 • 15. juni 2007 meg treiska … um móta - Eg havi áhuga fyri móta. Móti er nakað, sum ein sjálvur skal skapa og ikki umvent. Mær dámar væl, tá ið ymiskir stílar verða blandaðir, og teir fáa eitt persónligt eyðkenni … um EB/Streym - Tað er kul, at teir klára seg so væl. Eg eri errin av teimum. Eg royni at fylgja við og royni at hyggja. Serliga nú, tá ið teir klára seg so væl Navn: Heidi Andreasen Fødd: 18. desember 1985 Ættað av Eiði Arbeiðir sum stuðul Hevur studentsprógv Fakta - Svimjararnir uttanlands halda, at eg havi eitt veddimál, og at eg verði revsað fyri eina ringa tíð, við at hárið verður trimmað av, sigur Heidi Andreasen, svimjari. Mynd: Jens Kr. Vang