Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 • 15. juni 2007 Vikuskifti 4 Heidi varð fødd við einum breki, sum hevur forðað henni í at gjørt nógv vanligt virksemi. Hon hevur klumpfót, og tað er eisini okkurt við rygginum hjá Heidi. – Eg sá longu sum ung, at eg kundi ikki tað sama sum hini. Eg kundi ikki renna og kundi tí heldur ikki spæla fótbólt, sum er best umtókta ítróttargreinin úti á bygd, sigur Heidi. Hon hevur klárað seg væl við brekinum. – Foreldrini hava altíð skumpa undir meg, og eg havi roynt at fingið tað besta burturúr øllum, sigur Heidi. Svimjingin var bjargingin Heidi byrjaði at svimja sum níggju ára gomul, tá ið pápin meldaði hana til. – Svimjingin hevur gjørt ótrú­ liga nógv fyri meg. Hon hevur hjálpt mær bæði likamliga og sálarliga. Eg føli, at eg dugi nakað, og tað gevur mær sjálvs­ álit. Nógv fólk, sum hava brek, hava undirlutakenslur orsakað av brekinum. Har hevur ítróttin hjálpt mær, sigur Heidi. Heidi fekk veruliga blóð uppá tonnina, tá ið hon var til sína fyrstu kapping. – Aftaná fyrstu stóru kappingin í 1997, varð eg gripin av svimjing. Eg vann ikki nakað tá, men eg fekk hugin. Eg eri eitt ordiligt kappingarmenniskja, og eg elski at fara til kappingar, sigur Heidi. Vendir sjónar­ horninum Heidi hugsar av og á um, hvussu lívið hevði verið uttan brekið. Hon má nú ásanna, at tað hevði verið torført at liva uttan tað. – Brekið hevur givið mær møguleikan at svimja og vinna heiðursmerki. Brekið hevur gjørt meg treiska, og uttan tað hevði eg helst verið ein vanlig genta. Nú fái eg møguleikan at ferðast til stórar kappingar. Eg minnist heldur onga keðiliga hending frá barnaárununum, har ið eg eri vorðin happað. – Fyrr hugsaði eg meira um, hvussu lívið hevði verið uttan brekið. Men nú vendi eg sjónarhorninum á og dugi at síggja, at eg eri heppin. Eg hevði uttan iva kent meg amputeraða um brekið knappliga var burtur, sigur Heidi. Hart at svimja Heidi arbeiðir hálva tíð sum stuðul. 1. august skal hon byrja at arbeiða hálva tíð hjá Norðoya Sparikassa, sum eisini er hennara høvuðsstuðul. – Eg venji umleið níggju ferðir um vikuna, og tað er tveir til tríggir tímar hvørja ferð. Tá ið kappingarnar nærkast, venji eg 10 – 12 ferðir um vikuna. – Eg havi tí ikki tíð til at arbeiða fulla tíð. Tað hevði borið til, men so hevði tað gingið útyvir kroppin, tí at eg hevði ikki fingið hvílt. – Tað kann vera strævið at fáa tað at hanga saman fíggjarliga, tá ið eg einans arbeiði fulla tíð. Tað hevur verið mín størsta stúran, men nú Norðoya Sparikassi er mín høvuðsstuðul, nýtist mær ikki meira at hugsa um tað, og eg kann nýta mína orku til svimjing, sigur Heidi. Hon staðfestir, at tú mást ofra nógv sum svimjari, men tú fært eisini nógv. – Tað er ósosialt at svimja. Tú ert einsamallur í hylinum við tínum tonkum. Tú kanst heldur ikki gera tað, sum tú vilt, tí at tú skalt venja. Men svimjingin hevur givið mær so ótrúliga nógv eisini. Eg kennir nógvar av mínum kappingarneytum til altjóða kappingar, og tær kann eg altíð tosa við. Eg sakni tó onkuntíð ein liðfelaga. – Í svimjing hevur tú einans teg sjálvan at skylda uppá. Tú kanst ikki goyma teg í einum liði. Tú kanst kenna teg blottaðan. Tað kann vera hart, tá ið tað ikki gongur væl. Men so er tað eisini eyka stuttligt, tá ið tað gongur væl, tí at tá er alt fokus á teg, greiðir Heidi frá. Brekið hevur gjørt – Fyrr hugsaði eg meira um, hvussu lívið hevði verið uttan brekið. Men nú vendi eg sjónarhorninum á og dugi at síggja, at eg eri heppin. Eg hevði uttan iva kent meg amputeraða um brekið knappliga var burtur, sigur Heidi Andreasen, ið hevur vunnið nógv heiðursmerki í altjóða svimjikappingum Heidi um politikk ­ Eg fái ikki tíð til at fylgja við. Men eg havi áhuga fyri politikki. Tað er ein spurningur um raðfesting … um trúgv ­ Trúgv hevur altið fylt nógv í mínum lívi, og tað fer hon altíð at gera. Eg eri uppvaksin í brøðrasamkomuni. Trúgv er ein nattúrligur partur av lívinum, og eg sendi eisini eina bøn til Gud, áðrenn eg skal svimja Ítróttarprofilurin Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo