fríggjadagur 15. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 • 15. juni 2007
Vikuskifti
sendingina. Og tað er eisini gott,
at tað er ein kvinna, sum er vertur
í sendingini, sigur Hjørdis.
Nógvar reaktiónir
Hjørdis hevur í øllum førum fingið
nógvar positivar reaktiónir frá
fólki.
– Tað er altíð onkur, sum hevur
onkra negativa viðmerking,
men eg havi næstan bara fingið
positivar reaktiónir, síðani eg
byrjaði at gera sendingina. Tað
er stuttligt at hoyra frá fólki og
merkja, at tey hava áhuga fyri
sendingini, sigur hon.
– Tað er eisini stórur áhugi
fyri at atkvøða fyri sangunum á
listanum, og áhugin hevur verið
vaksandi, síðani eg byrjaði.
Aðrir vertir í 15 teimum
bestu hava eisini roynt seg
sum plátuvendarar – DJ
– á dansistøðum, men tað hevur
Hjørdis ikki.
- Eg havi als ikki hugsað um
at blíva DJ, og eg rokni í øllum
førum við, at tað hevði eg ikki
torað.
Navn: Hjørdis Gudmundsen
Aldur: 24 ár
Heimstaður: Sandavágur
Bústaður: Havn
Starv: Í skrivstovulæru á Fútaskrivstovuni
Fakta
- Eg stúrdi nógv fyri at gera sendingina í fyrstuni,
men nú er tað blivið meira stuttligt at gera hesa. Og
tað er eisini gott, at tað er ein kvinna, sum er vertur
í sendingini, sigur Hjørdis Gudmundsen, vertur í 15
teimum bestu hjá Útvarpinum. Mynd: Jens Kr. Vang
… um fartelefonir
Eg havi fartelefonina við mær allastaðni, har eg fari.
Hon stendur ofta á ljóðleys. Kanska er tað tí, at havi
hana ljóðleysa, tá ið eg eri til arbeiðis, og so gloymi eg
at koyra ljóðið frá aftur, tá ið eg komi heim. Fartelefonin
skal bara altíð verið í nærheitini.
… um ítrótt
Eg íðki ikki annan ítrótt, enn at eg venji eitt
sindur í Yndi. Eg róði kapp í 1999 og 2000,
og eg fylgi framvegis við Ørnini. Annars
havi eg ikki so stóran áhuga fyri ítrótt, men
eg kann gott fara til ein fótbóltsdyst hjá FS
Vágum ella landsliðnum.