Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 113 - 15. juni 2007 Í fjør rindaðu løntak­ arar í Føroyum nógvar pengar í barsilsskipanina, sum ikki komu barnafamiljunum til góðar Barsilsskipan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyskar barnafamiljur máttu í fjør vinka farvæl til 8,6 milliónir. Tað vísir eitt yvirlit yvir fíggjarligu støðuna hjá Bar­ silsskipanini í fjør. Hvørja ferð, vit fáa løn, stendur hvørja svart á hvít­ um á lønarseðlinum, hvussu stór upphædd verður goldin til barsilsskipanina. Tað merkir, at hvørja ferð, vit fáa løn, er ein ávís upphædd markað beinleiðis til at gera tilveruna lættari hjá foreldrum við pinku­ børnum. Men ein trivaligan part av hesum pengunum síggja foreldrini als onki til. Ein uppgerð yvir fíggjar­ ligu støðuna hjá barsils­skip­ anini, vísir, at í fjør vórðu 74,4 milliónir játtaðar á fíggjarlógini til barsils­skip­ anina til at gjalda til foreldur í barnsburðarfarloyvi og til umsiting. Men tað blivu bara brúkt­ ar 71,8 milliónir, so skip­ anin hevði eitt avlop upp á 2,6 milliónir, sum fullu beinleiðis aftur í stóra pott hjá landskassanum. Gjaldið til barsilsskip­an­ ina er eitt ávíst prosentgjald av hvørjari løn og játtanin á fíggjarlógini verður ásett eftir, hvussu nógv, lands­ stýrið væntar, fer at verða goldið í lønum tað árið. Men í fjør gekk munandi betri enn væntað og av tí sama vóru lønarútgjald­ing­ arnar eisini munandi størri enn væntað. Sostatt hava vit fingið váttað frá Tolli og Skatti, at í fjør vórðu tilsamans 80,4 milliónir goldnar inn í bar­ silsskipanina. Sostatt vísir samlaða rokni­stykkið hjá barsils­skip­ anini fyri í fjør, at tilsamans vóru 8,6 milliónir meiri goldnar inn í skipanina, enn tað vórðu goldnar útaftur til foreldur í barnsburðar­far­ loyvi. Av av tí, at barsilsskipanin er ein stovnur undir landi­ num, fellur peningurin aft­ ur til landskassan. So hóast tað stendur í hvørjum einasta lønarseðili, at ein ávís upphædd er gold­ in til barsilsskipanina, er alt­ so ein partur endaður beint aftur í landskassanum sum vanligur skattur og kann verða brúktur til onnur enda­ mál. Sostatt hava allir føroy­ ing­ar í fjør goldið 12% ov nógv í barsilsskipanina, sum ikki komu barna­familj­ unum til góðar, hóast pen­ ingurin beinleiðis er markaður til tær. Bjarni Djurholm, lands­ stýr­i­smaður í vinnumálum, fekk ikki sagt nakað um støðuna, fyrrenn hann hevði sett seg betri inn í viður­ skiftini og tað eydnaðist av tí sama ikki at fáa við­merk­ ingar frá honum til dagsins blað. Spíla seg út á jóansøku Handlarnir á Tvøroyri ætla rættiliga at spíla seg út á jóansøku. Í hesum sambandi halda teir Stevnunátt fríggjakvøldið á Jóansøku, og tá hava handlarnir opið til á midnátt við nógvum góðum tilboðum. Klokkan 18 vitjar Bassi hjá Eik og Oddi hjá Suðuroyar Sparikassa í miðbýnum, og klokkan 22 verður mótaframsýning uttanfyri Trilluna, har dansigentur eisini seta dám á. Tað er handilsfelagið á Tvøroyri, ið skipar fyri. Felagið heldur, at tað hendir ov lítið í handilslívinum og tí vilja tey royna okkurt nýtt. Fær tiltakið undirtøku, er ætlanin, at tað skal fylgja jóansøkuni bæði á Tvøroyri og í Vági. Avdúka Poul F sunnudagin Sunnudagin klokkan 15 verður minnisvarði yvir kenda skaldið, Poul F., avdúkaður í Froðba. Tað er lions Klubburin í Suðuroy, sum hevur tikið stig til at reisa hetta minnið um eitt av okkara gitnastu skaldum við Tarvafjósið á Hamri í Froðba. Talan er um ein stein, sum er tikin úr haganum í Sumba við vælvild frá eigarunum. Hóast Poul F. er sumbingur, búði hann tey mestu av sínum manndómsárum í Froðba, har hann eisini var lærari. Tað verður Vilborg Mikkelsen, dóttir Poul F., sum fer at avdúka steinin, og Óli Holm fer at siga nøkur fá orð um skaldið. Somuleiðis fer Kirkjukórið, Ljómur at syngja. Føroyskar barnafamiljur vinka milliónum farvæl Barsilskipanin í 2006 Goldið til skipanina 80,4 milliónir Játtað á fíggjarlógini 74,4 milliónir Brúkt 71,8 milliónir Tølini vísa, at í 2006, vórðu 2,6 milliónir minni brúktar úr barsilsskipanini, enn játtað varð á fíggjarlógini og tær fara beinleiðis aftur í landskassan. Samstundis vórðu 80,4 milliónir goldnar inn í til barsilsskipanina. Sostatt hevði barsilsskipanin í fjør eitt avlop upp á 8,6 milliónir, sum fella aftur í landskassan. Hetta merkir eisini, at allir løntakarar hava goldið 8,6 milliónir í barsilsskipanina, sum ikki eru brúktar til endamálið, men sum enda í landskassanum Barsilsskipanin er góð forrætning hjá landskassanum, tí barnafamiljurnar síggja onki til ein fittan part av pengunum, sum tær av røttum eiga