fríggjadagur 15. juni 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 113 • 15. juni 2007
í stuttum
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Vánaligir filmar
geva pengar
Oscar-vinnarin Al Pacino heldur,
at verri filmarnir eru, meira ber til
at vinna av teimum. Pacino lesir
nógv handrit, og tað eru altíð tey
vánaligu, sum kunnu geva pengar.
- Tað er næstan eitt faktum,
at verri handritini eru, hægri
er lønin. Eitt vánaligt handrit
merkir, at tú kanst skora kassan
við at spæla í filminum, men eitt
veruliga gott handrit kanst tú
gloyma alt um. Tá skalt tú verða
heppin, um tú ikki sjálvur skalt
gjalda fyri at spæla við, sigur Al
Pacino.
Rýma úr
Hollywood
Tvær av størstu stjørnunum
í Hollywood eru Brad Pitt
og Angelina Jolie. Tey eru
harafturat gift hvørjum øðrum,
og nú vilja tey verða við, at
tey umhugsa at gevast við at
spæla filmar í Hollywood.
- Eg og Brad hava trý børn, og
vit vilja gjarna hava fleiri. Men
børn krevja tíð, og tað ber ikki
til at fáa alt at passa saman.
Vit umhugsa bæði at arbeiða í
nøkur fá ár afturat, og so fara
at brúka meira tíð til familjuna,
sigur Angelina Jolie.
Miss á
toppinum
Myndamonnum dáma
væl at fotografera vakrar
kvinnur, og her hevur ein
myndamaður hjá AP verið
ovarliga í New York við
trimum kvinnum. Á myndini
síggjast Riyo Mori, sum var
Miss Universe í ár, Rachel
Smith, sum var Miss USA
2007, og Katie Blair, sum
var Miss Teen USA. Og
so var lag á manni at taka
eina góða mynd ovast í
Rockefeller Center við
Empire State Building í
baksýninum
Mynd: Polfoto
Seyðaríðing
Nógvir eru leikirnir.
Seyðasýning er eitt, men
seyðaríðing man neyvan verða
so vanlig. Men í USA finna tey
upp á bæði eitt og annað. Har
plaga tey at ríða á illum tarvum,
og hesin smádrongur roynir seg
á bakinum á einum seyði, sum
var ein av kappingunum á Eagle
Fun Days Rodeo í Idaho.
Mynd: Polfoto
Sjampanjan
fleyt
Tað er ein fastur táttur av eini
hvørjari kapping við bilum ella
moto-súkklum, at vinnararnir fáa
handað eina fløsku av sjampanju,
so at teir kunnu sproyta
sjampanjuna eftir hvørjum øðrum.
Á myndini sæst Valentino Rossi
úr Italia, sum vann eina kapping í
Barcelona farna vikuskiftið. Hann
hevur helst vunnið so nógvar
kappingar, at hann tímir ikki at
sproyta sjampanjuna eftir sínum
kappingarneytum. Í staðin legðist
hann á kvinnuna, sum hevði
handað um sjampanjuna.
Mynd: Polfoto