Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 113 - 15. juni 2007 Fornfrøðingarnir á Fornminnissavninum hava júst havt forkunnuga vitjan av altjóða serfrøðingum innan múr, mørtel, stein og annað sum er viðkomandi fyri eina góða varðveiting av Kirkjubømúrinum FORNMINNI Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Varðveitingin av Kirk­ju­bø­ múr­in­um krevur stóra fyri­ reik­ing, tí Múrurin er okk ­ ara týdningarmesta forn­ min­ni, og eitt vánaligt varð­ veit­ing­ararbeiði kann skaða meir, enn tað gagnar. Hetta sig­ur leiðarin á Forn­min­nis­ savn­in­um, Andrass Mor­ten­ sen. Sum ein liður í hesum fyri­reik­ing­ararbeiði hevur Forn­min­nisavnið júst skip­ að fyri eini ser­frøð­ing­a­ráð­ stev­nu við luttakarum úr Dan­mark, Finlandi, Svøríki, Eng­lan­di og Føroyum. Símun V. Arge, deil­dar­ leið­ari fyri fornfrøðideildini á Føroya Fornminnissavni, sig­ur at Fornminnisavnið við hesum teku r málið um múr­in upp aftur, eftir at tað hev­ur ligið stilt í eina tíð. Luttakarnir á ráðstevnuni ha­va øll drúgvar tekniskar roynd­ir innan ymisk øki, og ráð­stevn­an skal varpa ljós á, hvat er neyðugt at gera, og hvør er best gongda leið­ in at fara. Føroysku forn­frøð­ing­ar­ nir ynskja ikk i at gera sama feil, sum mynduleikar aðra­ stað­ni hava gjørt. Í Rom, har nógvar fornleivdir eru, og nógv varð­veit­ing­ar­ar­bei­ ði er gjørt, brúka myn­du­ leik­ar­nir í dag nógvar pen­ gar at rudda upp og fjerna res­ta­ur­eringar, tí tær ikk i eru nógv væl gjørdar og syn­te­tiskt tilfar er brúkt. - Innan altjóða varð­veit­ ing­ar­beiði er rákið, at ein vend­ur aftur til tað upp­ru­na­ li­ga og roynir at brúka tilfar, sum er so upprunaligt sum mø­gu­ligt, sigur Símun V. Ar­ge. Tí hevur Forn­min­ni­s­savn­ ið bjóða fólki við servitan inn­an miðaldarlig kálksløg, varð­veit­ingar mørtel, og nátur­ stein­sløg til Føroya at ge­va íblástur. Poul K. Larsen frá Na­tion­ al­mu­seets Be­var­ing­sa­f­del­ ing hevur staðið fyri klima­ kann­ing­unum av Kirk­ju­bø­ múr­in­um. Í eitt ár hava máti­ tól staðið á Múrinum og reg­is­tre­rað t.d. miðalhitan á vegg­in­um hvønn tíma á døgn­in­um. Poul K. Larsen sig­ur, at mátingarnar vísa, at verjan ger mun, tí hon bæði turkar og stabiliserar hit­an. Klimakanningarnar sku lu brúk­ast sum grundarlag fy­ri avgerðini um, hvat slag av vernd Múrurin skal hava í framtíðini. Andrass Mortensen, Lands­an­ti­k­varur, sigur at tað etisk rættasta er, at varð­ vei­ta Múrin sum eina toft og so órørdan sum mø­gu­ ligt. - Aðrastaðni hava tey nógv sløg av ruinum, men í Før­oy­um hava vit bara hesa ei­nu. Tí er tað ikk i líka mik­ ið, hvat verður gjørt við Múr­in. Tað at hann stendur sum toft gevur vitjandi eina heilt serliga uppliving av men­tu­na­r­liga rúminum. Ein toft sigur nógv í sær sjálv­ um. Men samstundis sum Forn­min­ni­s­avnið ynskir at varð­veita Múrin so upp­ru­ na­lig­an sum møguligt, so legg­ur Andrass Mortensen dent á, at tað er ein skylda at tryggja at leivdirnar verða vardar og røktar. Kanningarnar av Múr­in­ um sku lu verða lidnar um eitt ár. Síðani sku lu tær brúk­ast til støðutakan um, hvus­ su Múrurin skal varð­ veit­ast, og til at formidla og kun­ na vitjandi, um Múr­søg­ una.­ Leiðarin á Forn­min­ni­ savn­in­um, Andrass Mort­en­ sen, sigur, at alt hetta ar­beiði krevur pengar, men hann væntar ikk i at fígg­ing­ in verður nakar trupuleiki. - Eg vænti, at politisku r vil­ji er, til at gjøgnumføra bæði skrásetingararbeiði og ku nn­ing­ararbeiði. Hetta er hó­ast alt okk ara týd­n­ing­ar­ mes­ta fornleivd, sigur hann. Í Heyst verður aftur ein ser­ ­frøð­­ing­­aráðstevna um Múr­ in. Tá verður árligi norð­­ur­ lend­ski fundurin um múr­ar og toftir hildin í Før­oyum. Altjóða íblástur um Múrin Føroyskir og útlendskir serfrøðingar hava seinastu dagarnir viðgjørt teknisku spurningarnar í samband við varðveitingina av Kirkjubømúrinum Í eitt ár hava mátitól staðið á Múrinum og skrásett til dømis miðalhitan á vegginum hvønn tíma á døgninum. Poul K. Larsen frá Nationalmuseets Bevaringsafdeling sigur, at mátingarnar vísa, at verjan ger mun, tí hon bæði turkar og stabiliserar hitan Mette Marciniak, arkitektur og steinhøggari frá Slots- og Ejendomsstyrelsen, og Tim Padfield, Conservation Scientist úr Englandi, práta við Símun V. Arge, leiðara á Fornfrøðideildini á Fornminnisavninum Hundamótasýning í SMS Hundadagur verður í SMS leygardagin frá tí at sølumiðstøðin letur upp kl. 10.00 til hon letur aftur kl. 16.00. Á hundadegnum verður høvi at ku nna seg um hundafelgið og virksemi teirra. Eisini verður høvi at heilsa uppá hundar á Torginum. Hæddarpunktið á degnum verður kl. 15.00, tá hundafelagið saman við Beintu Vilhelmsen skipar fyri hundamótasýning á torginum í SMS. Tiltøk ímóti veðrinum Leiðarar hjá indiánarum og inuittum í Alaska hava handað amerikonsku Kongressini eitt skriv, har teir hava heili 150 krøv um tiltøk, sum politikararnir eiga at seta í verk fyri at tálma veðurlagsbroytingunum. Í skrivinum vísa teir millum annað á, at longu nú vænta serfrøðingar, at fólkið má flytast úr fleiri bygdum. Endamálið við krøvunum er at fáa Kongressina at skipa fyri einari hoyring um broytingarnar í Alaska, skrivar blaðið Sermitsiak.