týsdagur 13. mars 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 13. mars 2001
23
22
Nr. 50 - 13. mars 2001
Tey bæði fremstu
kvinnuliðini vunnu í
hvør sínum lag 3-0
um vikuskiftið, og
einki verður avgjørt
fyrr enn á seinasta
leikdegi
FLOGBÓLTUR,
MEISTARADEILD
KVINNUR
Í
meistaradeildini
hjá
kvinnum
er
framvegis
spenningur.
Dráttur
og
Mjølnir hava sína egnu
kapping, og hon er so jøvn,
sum hon nú einaferð kann
vera. Dráttur var leygardag-
in í Havn og spældi ímóti
Fleyr. Hesin dysturin hevði
alstóran týdning, tí hann
skuldi vinnast 3 – 0, og tað
megnaðu
kvinnurnar
í
Drátti. Fleyr var við í dyst-
inum, men Dráttur er sterk-
ari serliga í álopinum, og tí
var lítil og eingin ivi um
úrslitið.
Mjølnir hevði heimadyst
ímóti ÍF, og har var als
ongin ivi. Mjølnir sendi ÍF
heim aftur við einum stór-
tapi, og Mjølnir vísir satt
meistaraspæl nú. Øll mót-
støða verður kveistrað burt-
ur. Spell, at Mjølnir og
Dráttur ongan dyst hava
eftir hvørt ímóti øðrum,
men kanska Drátturkapp-
ingin fellur soleiðis, at
finalan verður millum hesi
liðini. Tað kundi verið
áhugavert. Seinasta leik-
umfarið er næsta vikuskifti,
og tá spæla Fleyr og
Mjølnir í Gundadalshøllini
í Havn, og á Giljanesi
spæla Dráttur og Fossanes.
Dráttur hevur tí á pappír-
inum lættari uppgávu, men
tað sigur so lítið.
Bronsustríðið
stendur
ímillum TB og ÍF, og dystur
er á skránni næsta viku-
skifti millum júst hesi
liðini. Tað liðið sum vinnur
fær bronsuna.
ÍF sýndi í Klaksvík
fleiri av orsøkunum
til, at teir nú kunnu
kalla seg greipuvinn-
arar. Eftir at hava
tveitt nervarnar av
sær, lótu fuglfirðing-
arnir ongan iva vera
um, hvat var betra
liðið
FLOGBÓLTUR,
MEISTARADEILD
MENN
Meistaradeildin hjá monn-
um varð avgjørd í Klaksvík
leygardagin. Mjølnir skuldi
vinna dystin ímóti ÍF, um
nakar spenningur skuldi
vera eftir til seinasta leik-
dag næsta vikuskifti, men
ÍF vildi tað øðrvísi.
Mjølnir var favorittur
Fyrst í kappingarárinum
var einki sum bendi á, at ÍF
skuldi enda ovast. Tá vóru
tað serliga Mjølnir og
Fram, sum dystaðust um
oddasessin. Mjølnir fór í
jólafrí á odda, og sjálvt um
munurin ikki var so stórur
niður til hini liðini, so var
nógv sum bendi á, at tað fór
at eydnast Mjølni at vinna
enn ein meistaraskap. Liðið
spældi væl, og teir høvdu
eisini neyðuga hepni við
sær. Men seinna hálva hev-
ur verið ógvuliga kørg hjá
Mjølni. Liðið hevur ikki
vunnið síðan 27. januar, og
tá ið so ÍF í seinnu hálvu
hevur vunnið allar sínar
dystir, er avgerðin nú fallin.
Dystargongdin
Stórt trýst lá á Mjølni til
henda dystin. Kravið var
ein sigur. Tað heila byrjaði
sera væl. Uppstillingin varð
broytt nakað, tí Borko
spældi á miðjuni, og fyri
hann á kantinum spældi
Jógvan, sum annars vanliga
hevur spælt hevari. Jóannes
spældi
diagonalur
fyri
Rúna, og henda uppstill-
ingin tóktist virka væl.
Mjølnir legði harðliga fyri í
1. setti, og ÍF fekk kær-
leikan at kenna. Blokkurin
hjá Mjølni var sum ein
livandi múrur og tók at
kalla øll smash, sum ÍF
royndi seg við. Borko og
Trygvi
á
miðjuni
hjá
Mjølni smashaðu eisini
sera væl, so tað sá út sum
um, at Mjølnir hevði funnið
uppskriftina til at vinna á
ÍF.
Fyrst í 2. setti gekst eisini
væl hjá Mjølni, men so fór
ÍF-maskinan
í
gongd.
Nógvar hevingar fara út á
kantin hjá ÍF, og Kenneth
og Boban spældu seg upp,
og funnu hol í blokkinum
hjá Mjølni. Tá ið ÍF fyrst
hevði fingið spælið rætti-
liga at glíða, var dysturin
avgjørdur. ÍF lovaði ong-
antíð Mjølni at koma fyri
seg aftur, og teir stýrdu
dystinum fullkomiliga, tað
sum eftir var, sum settmun-
urin eisini greitt sigur. Besti
maður á vølli var Kenneth
Neshamar í ÍF.
Hví ÍF?
Hvussu ber tað so til, at tað
júst gjørdist ÍF, sum vann
føroyameistaraskapin í ár?
Høvuðsorsøkin er helst
Boban Ilic. Hann er sera
góður leikari, men tað eru
so nógvir hjá ÍF. Men Bob-
an hevur megnað at fingið
liðið at virka saman. Hann
hevur vant liðið, og leik-
ararnir eru væl fyri, og
spælið gongur sera væl.
Nakrir gamlir leikarar eru
komnir aftur og saman við
teimum ungu, hevur hetta
ført til, at ÍF í ár hevur
vunnið greipuna. At so hini
liðini hava havt misjøvn
úrslit, hevur sjálvandi ikki
gjørt støðuna verri. Men ÍF
er besta liðið í meistara-
deildini hjá monnum, og vit
ynskja teimum hjartaliga til
lukku.
Silvurstríðið
Nú ÍF stakk av við gullin-
um, eru silvurið og bronsan
eftir at dystast um. Har
liggja 3 lið framvið. Fram
er í løtuni á 2. plássi. Teir
hava 13 stig, men í hølinum
á teimum er Fleyr, sum
hevur 12 stig og Mjølnir
hevur 11 stig, men teir
mangla ein dyst ímóti SÍ.
Sostatt er einki avgjørt enn.
Fleyr og Mjølnir dystast
leygardagin í Gundadals-
høllini, og liðið sum vinnur
fær heiðursmerki. Fram og
ÍF spæla í Eysturskúlanum,
og vinnur Fram, so fáa teir
silvurið.
Onnur úrslit:
Fleyr – SÍ 3 – 0
ÍF – Fleyr 1 – 3
SÍ – Fram 0 – 3
Mjølnir–ÍF 1–3 (25–17, 17–25, 16–25, 19–25)
ÍF vann greipuna
ÍF vann avgerandi dystin í Klaksvík, og staðfestu harvið støðu sína sum besta flogbóltslið í landinum. Fuglfirðingar kunnu nú
kalla seg greipuvinnarar
Mynd: Álvur Haraldsen
Dráttur og Mjølnir
framvegis stavn um stavn
Dysturin um gullmerkini
stendur millum Drátt og
Mjølnir, og hóast munurin er
so lítil, sum tilber, so er líkt
til, at Dráttur hava trumfin
á hondini
Eftir at nøkur vánalig
úrsliti hava verið í
kjalarvørinum á
steypasigrinum, fekk
StÍF aftur ein sigur
sunnudagin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var ikki frítt, at runa-
víkingar høvdu góðar vónir
undan dystinum móti StÍF
sunnudagin. Stutt framman
undan hittust liðini á Skála,
og har eydnaðist gestunum
at fáa annað stigið við sær.
Tann dysturin var sam-
stundis byrjanin til ein
lítlan niðurtúr hjá StÍF, sum
eisini hevur viðvirkað, at
tryggja silvurplássið av
álvara er komið í vanda.
Tí var eisini neyðugt hjá
strandingum at vinna, og
hetta eydnaðist eisini, tó at
tað at kalla allan dystin stóð
rættiliga nógv á hjá steypa-
vinnarunum.
Tað varð nevnliga ongan
tið tann stóri munurin á
liðunum báðum í dystinum.
Í fyrra hálvleiki var størsti
munurin ein trý mála stór
leiðsla hjá útiliðnum, sum
fekst í lag, samstundis sum
Tjaldri varð rakt av nøkrum
útvísingum.
Tað eydnaðist tó heima-
liðnum at stríða seg upp á
javnt, men í seinna fekk
StÍF aftur ein lítlan fyri-
mun, sum teir hildu fast
um, tað sum eftir var av
dystinum.
Á veg upp
Toppskjútti hjá StÍF í dyst-
inum var afturvendi John
Petersen, og yvirhøvur lat
hann hampuliga væl at
dystinum.
– Tað var javnt alla tíð-
ina, og til tíðir stóð nógv á,
men fyri tað mesta, so
høvdu vit tó kortini munin,
haldi eg.
– Í øllum førum gekk
spælið betri, enn tað hevur
gjørt í seinastuni, og hóast
vit framvegis misnýta ov
nógvar
møguleikar,
so
haldi eg tó, at vit nú eru á
veg upp úr aldudalinum,
sum vit hava verið í síðani
steypafinaluna.
Spurdur um stranding-
arnir nú av álvara fara eftir
silvurmerkjunum, svarar
John, at tað er hann so ikki
í iva um.
– Hetta var vónandi
fyrsta stigið á veg upp
aftur, og nú gullmerkini
meira ella minni eru farin,
ætla vit okkum sjálvandi at
royna
eftir
silvurinum,
sigur John Petersen at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Tjaldur:
Zoran Sarcevic
9(4), Sverri Justinussen
6(1), Tummas Magnussen
3, Dejan Mactic 3, Mortan
Hansen 2, Arnfinn Lang-
gaard 1
StÍF: John Petersen 9, Artur
Johansen 7(7), Alexandur
Johansen 4, Andre F. Dan-
ielsen 2, Bent Djurhuus 1,
Costin Dumitrescu 1, Mar-
ius Joensen 1, Sveinbjørn
Poulsen 1
Brotskøst: Tjaldur 7, StÍF 7
Útvísingar: Tjaldur 5, StÍF
4
Dómarar úr Kyndli: Hanus
Kúrberg og Hans Thomas-
sen.
Endabresturin hjá
vaksnu flogbólts-
leikarunum verður
vikuskiftið, 24. – 25.
mars, á Giljanesi
FLOGBÓLTS-
KAPPING
Tíðiondaskriv
Í Ítróttahøllini á Giljanesi
verður vikuskiftið, 24. og
25. mars, skipað fyri
árligu flogbóltskapping-
ini hjá flogbóltsfelag-
num, Drátti, fyri eldru
lið. Hetta er samstundis
seinasta flogbóltsviku-
skifti vaksin í hesum
kappingarárinum. Lands-
kappingin endar komandi
vikuskifti, og tá eru so
allir vinnarar og taparar
funnir. Flogbóltsspælarar
hava nú høvi at hittast og
spæla flogbólt, uttan at
hava lands- og steypa-
kapping at hugsa um.
Leygarkvøldið
verður
dansur í Sørvági, har or-
kestrið, B&Z, spæla. Til-
melding skal fara fram í
seinasta lagi innan hós-
kvøldið 15. mars kl.
21.00 á tlf. 333009 ella
umvegis teldupost:
elisabeth@oilwind.fo
Støðan, Meistaradeild Menn
Støðan
Dystir
Sett
*
Lið
leiktir vunnir taptir vunnin
tapt
munur Stig
ÍF
15
11
4
37
21
16
17
Fram
15
9
6
35
25
10
14
Fleyr
15
8
7
28
25
3
12
Mjølnir 14
9
5
34
21
13
11
Støðan, Meistaradeild Kvinnur
Støðan
Dystir
Sett
*
Lið
leiktir vunnir taptir vunnin
tapt
munur Stig
Dráttur
19
17
2
55
13
42
25
Mjølnir 19
17
2
54
12
42
25
ÍF
19
8
11
27
39
-12
13
TB
19
8
11
36
34
2
12
Fleyr
19
6
13
21
45
-24
7
Støðan, 1. Deild Menn
Støðan
Dystir
Sett
*
Lið
leiktir vunnir taptir vunnin
tapt
munur Stig
ÍF
12
9
3
31
12
19
18
Fleyr
12
8
4
27
21
6
16
Mjølnir b12
7
5
26
19
7
14
Nøvan
12
7
5
23
21
2
14
Mjølnir a12
6
6
22
22
0
12
SÍ
12
3
9
14
28
-14
6
Støðan, 1. Deild Kvinnur
Støðan
Dystir
Sett
*
Lið
leiktir vunnir taptir vunnin
tapt
munur Stig
Fleyr
10
8
2
27
10
17
16
Nøvan
9
6
3
20
14
6
12
KÍF
10
6
4
22
16
6
12
Dráttur
9
5
4
18
18
0
10
SÍ
10
3
7
15
22
-7
6
Støðan, 2. Deild Menn
Støðan
Dystir
Sett
*
Lið
leiktir vunnir taptir vunnin
tapt
munur Stig
Nøvan
8
5
3
19
13
6
10
SÍ
8
1
7
5
17
-16
2
Støðan, 2. Deild Kvinnur
Støðan
Dystir
Sett
*
Lið
leiktir vunnir taptir vunnin
tapt
munur Stig
TB
13
13
0
39
2
37
26
Mjølnir a13
11
2
35
13
22
22
KÍF
14
10
4
33
17
16
20
Fleyr
14
8
6
30
22
8
16
Nøvan
14
4
9
21
28
-7
10
ÍF
14
5
9
20
29
-9
10
SÍ
14
3
11
10
35
-25
6
Støðan, Dreingir 16
Støðan
Dystir
Sett
*
Lið
leiktir vunnir taptir vunnin
tapt
munur Stig
Fleyr
9
7
2
23
10
13
14
SÍ
9
7
2
21
8
13
14
TB
9
3
6
11
18
-7
6
ÍF
9
1
8
5
24
-19
2
Støðan, Gentur 16
Støðan
Dystir
Sett
*
Lið
leiktir vunnir taptir vunnin
tapt
munur Stig
KÍF
9
8
1
26
4
22
16
TB
10
8
2
26
8
18
16
Dráttur a10
7
3
22
11
11
14
Fleyr
10
3
7
9
23
-14
6
Dráttur b 9
2
7
10
21
-11
4
ÍF
10
1
9
3
29
-26
2
Flogbóltsúrslit
228
1K
Fleyr
Dráttur
3-0 (25-18)(25-15)(25-8)
10-03-01
229
1K
KÍF
Mjølnir
3-0
10-03-01
230
1K
Nøvan
SÍ
3-0
10-03-01
354
1M
Mjølnir b
SÍ
0-3
10-03-01
355
1M
Fleyr
ÍF
3-1 (17-25)(25-23)(26-24)(25-23)
10-03-01
356
1M
Nøvan
NFL
3-0 (25-16)(25-15)(25-18)
10-03-01
454
2K
Fleyr
SÍ
3-0
10-03-01
453
2K
Nøvan
Fossanes
3-0
455
2K
KÍF
ÍF
3-0
10-03-01
2M
Nøvan
SÍ
3-0
729
D16 Fleyr
SÍ
3-0 (25-23)(25-16)(25-22)
10-03-01
641
G16 Fleyr
Dráttur b
0-3 (21-25)(21-25)(23-25)
640
G16 KÍF
Dráttur a
3-0
10-03-01
642
G16 ÍF
TB
0-3
10-03-01
54
MK
ÍF
Fleyr
3-0
11-03-01
55
MK
Mjølnir
ÍF
3-0 25-9 25-12 25-13
10-03-01
56
MK
Fossanes
TB
0-3
10-03-01
57
MK
Fleyr
Dráttur
0-3 (15-25)(13-25)(17-25)
10-03-01
136
MM ÍF
Fleyr
1-3
11-03-01
135
MM SÍ
Fram
0-3
11-03-01
137
MM Mjølnir
ÍF
1-3 25-17 17-25 16-25 19-25
10-03-01
138
MM Fleyr
SÍ
3-0 (25-14)(25-18)(25-21)
10-03-01
Flogbóltsvikuskifti á Giljanesi
Tjaldur–StÍF 24–26 (10–11)
StÍF ressast aftur
John Petersen vónar, at
niðurtúrurin hjá StÍF nú er
steðgaður, og at strandingar
aftur eru halda kós móti
silvurmerkjunum