týsdagur 13. mars 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 13. mars 2001
25
24
Nr. 50 - 13. mars 2001
Hálvfinalur og finala vórðu leikt um viku-
skiftið, og tá avtornaði hevði Símin Lassaberg
saman við øðrum sterkum bridge nøvnum
tryggjað sær heitið sum steypavinnari
BRIDGE
Bogi Simosnen/Arnbjørn Sivertsen
Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingin vóru leiktar í
Lonini í Fuglafirði leygardagin. Spæld vóru 40 spøl bæði
í hálvfinalunum og í finaluni.
Úrslitini vóru hesi:
Hálvfinalurnar
Marjun Restorff – Magni Jøkladal
135 — 112 imp
Símin Lassaberg– Carl Mikkelsen
133 — 50 imp
Finalan
Símin Lassaberg – Marjun Restorff
105 — 63 imp
Á vinnandi liðnum saman við Símin Lassaberg leiktu
eisini Rói á Rógvu Joensen, Marner Joensen og Árni
Dam, kend føroysk bridgenøvn, sum allir hava spælt á
landsliðnum fleiri ferðir.
Í mai skulu hesir umboða Føroyar í norðurlendsku
kappingini fyri steypavinnarar í Rottneros í Svøríki. Vit
ynskja teimum tillukku við sigrinum í steypakappingini
og góða eydnu í Svøríki.
Vit skulu síggja eitt spæl frá hálvfinaluni, har Rói
hegnisliga vinnur 3ut.
S/ -
Q103
K987
9743
43
J97
K62
AJ104
52
105
KJ82
Q1076
983
A854
Q6
AQ6
AKJ2
NS: Símin Lassaberg — Rói á Rógvu Joensen
EV: Carl Mikkelsen — Arnbjørn Sivertsen
V
N
E
S
-
-
-
2kl
pass
2rú
pass
2ut
pass
3kl
pass
3sp
pass
3ut
pass
pass
pass
2kl: Krav.
2rú: Relé.
2ut: 20-21 hp.
3kl: Baron — leitar eftir 4 litum.
Kontraktin vann eisini við hini borðini, men har fekk
spælførarin hjálp í útspælinum. Hjartari ella kleyvari út
ger tað lættari fyri spælføraran.
Carl spældi rú 10 út, sum gingu runt til frúnna. Rói
spældi spaðara til tíggjuni, sum Arnbjørn tók við
konginum og spældi kl 9 aftur. Rói tók við essinum og
spældi hj 6, Carl dekkaði við tíggjunum, og Rói tók við
konginum. Frá borðinum spældi hann síðan hjartara til
frúnna, sum Carl tók við essinum og spældi rútara aftur til
áttuni og essið. Rói tók nú sp A og sp Q, og støðan var
hendan:
-
98
97
4
•
-
J4
2
•
KJ
Q107
83
8
-
6
KJ2
Tá Rói nú spældi hjartara frá borðinum, var Carl enda-
spældur. Hann mátti antin spæla hjartara til borðið ella
spæla út frá kleyvaranum. Avbera væl spælt av Róa!
FM blandað pør
Spælt var í Bridgehúsinum í Havn 3. mars. Longu tíðliga
í kappingini løgdu Gunna Midjord og Finn Ougaard seg á
odda í kappingini. Tey megnaðu at halda støðuna og kundu
eftir tey 39 spølini krúnast sum føroyameistarar fyri
blandað pør 2000-01.
Vit ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku við hesum
frálíka úrslitinum!
14 pør vóru við í kappingini, og sjey tey fremstu vóru
hesi (barometer, miðal er 0 ella 50%):
1. Gunna Midjord - Finn Ougaard
54
61.54%
2. Marjun Restorff - Símin Lassaberg
4
60.04%
3. Henriette Svenstrup - Oddmar Danielsen24
55.13%
4. Maria Christiansen - Marner Joensen
22
54.70%
5. Súsanna Dam - Hannis Jacobsen
17
53.63%
6. Arnleyg Mikkelsen - Carl Mikkelsen
16
53.42%
7. Ingibjørg Hansen - Atli Hansen
3
50.64%
FM lið
Finalu-umfarið í FM kappingini fyri lið verður spælt í
Ósáskúlanum í Klaksvík fríggjakvøldið og leygardagin
23. og 24. mars. Byrjað verður at spæla klokkan 19.00
fríggjakvøldið, og hildið verður fram kl. 11.00 leygar-
morgunin.
Sunnudagin 25. mars verður opin parakapping í
Ósáskúlanum.
FBS Steypakappingin
Liðið hjá Marjun Restorff. Taptu í finaluni. F.v. Eyðun Joensen, Marjun Restorff, Arnleyg Mikkelsen og Eyðun Jensen
Gunna Midjord og Finn Ougaard vunnu FM í kappingini fyri
pør
Liðið hjá Símin Lassaberg, sum vann steypafinaluna. F.v. Símin Lassaberg, Rói á Rógvu Joensen, Marner Joensen og Árni Dam
Ársaðalfundurin
verður á loftinum í ÍSF-húsinum leygardagin
17. mars 2001 kl. 18.00.
Vit tosa um leyst og fast kring fótbóltslandsliðið.
12. Maður
Liðini, sum vóru við í
Klaksvík, tóktust
troytt av nógvari og
harðari venjing
KLAKSVÍKSKAPPING
Jóannes Hansen
HB fór sunnukvøldið úr
Klaksvík við steypinum,
sum Klaksvíkar Býráð hev-
ur latið felgøunum at kapp-
ast um, tá tey fyrireka seg
til nýggja kappingarárið.
Nú er stórur spenningur
um, hvør fer at vinna steyp-
ið til ognar. Reglurnar siga,
at tað liðið, sum fyrst vinn-
ur steypið fimm ferðir, eig-
ur tað til ognar. Higartil
hava KÍ og GÍ vunnið tað
fýra ferðir í part, og HB
sigurin sunnudagin var tann
triði.
Hjá klaksvíkingum var
hetta fyrsta høvi at síggja
fótbólt í ár. Sjálandi var tað
hugaligt í góðveðrinum at
síggja nøkur av fremstu
feløgunum í landinum, men
vónandi verður dygdin í
spælinum betri, tá tað verð-
ur størri álvari. Tað sást
væl, at nógvir av evnarík-
astu monnunum í landinum
vóru á vøllinum. Men tað
sást eisini væl, at teir vóru
ikki so væl upplagdir, sum
teir kunnu vera. Nógv og
tung venjing og fleiri venj-
ingardystir gera um seg.
Skjótleikin, neyvleikin og
hugflogið vóru ikki altíð í
topp, og tað hevði felriri
mistøk við sær, mne kortini
var tað hugaligt.
KÍ vann leygardagin 2-1
á VB, og HB smurdi GÍ av
5-1. Nógv kend andlit vóru
at síggja, men tað vóru eis-
ini fleiri ungir spælarar á
vøllinum, sum framman
undan hava spælt millum
lítið og einki í bestu deild-
ini.
Klaksvíkingar kenna Ma-
rek Wierzbicki, men hetta
var fyrsta ferðin, at teir sóu
hann í VB búna. Marek
skoraði VB málið móti KÍ.
Talan var um beinleiðis frí-
spark. Nýggjur í VB búnan-
um var eisini Gisli Svein-
bjørnsson, sum var ytstur í
vinstru.
Eyðun Klakstein skoraði
til 1-0 fyri KÍ, og Tomislav
Sivic skoraði sigursmálið.
Vágbingar hildu seg í
síðstu løtu verða snýttir fyri
brotsspark, men tað metti
dómarin ikki.
Gøtumenn høvdu stórar
trupulleikar í verjuni. Poul
Ennigarð verður ein mánað
afturat niðri á skúla, og
Bartal Eliasen var upptikin
av flogbóltinum. Hann er
liðformaður hjá fuglfirð-
ingum, sum leygardagin
vunnu FM.
Hjá HB var Rókur Jesp-
ersen yngsti maður. Tað er
ikki fyrr enn nú, at hann
fær aldur at spæla vaksna-
mannafótbólt.
Honum
verður tað ivaleyst nógv at
hoyra frá. Longu í fjør
hevði HB fleiri ungar menn
á liðnum, og tilfarið trýtur
ikki. Allan Mørkøre og
Hans á Lag eru skaddir,
men ungir menn halda seg
til. Eitt annað dømi um
hetta er Bjarni Jørgensen,
sum er sera evnaríkur.
Finaludagurin
Sunudagin vann GÍ 3-1 á
VB, og í finaluni vann HB
3-1 á KÍ. Í steðginum var 1-
1. Nógvir ungir menn vóru
á KÍ liðnum í vikuskiftin-
um. Hjalgrím Elttør er ung-
ur, men hann fekk royndir á
besta liðnum í fjør. Hann
setti hol á fyri heimaliðið.
Dygst undan steðginum
javnaði Rúni Nolsøe upp á
óneyðugt brotsspark. Í 2.
hálvleiki vóru nógir møgu-
leikar báðar vegir, men tað
var bara HB, sum fekk mál.
Klaksvíkingar steðgaðu
upp, tí teir mettu talan vera
um rangstøðu. Rúni Nolsøe
tóktist eisini at ivast í,
hvussu hann var staddur,
men hann gjørdi púra beint
og trillaði bóltin í málið, og
dómarin góðkendi. Fram
móti dystarenda stútaði
klaksvíkingurin, Rógvi Jac-
obsen, innlegg úr høgru
upp um KÍ-málverjan.
Eftir at størsti danski
telvarin nakrantíð
Bent Larsen brádd-
liga í fjør gjørdist álv-
arsliga sjúkur, er
hann nú frískur og
luttekur aftur við
sterkum kappingum.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Tað kom sum ein bumba tá
Bent Larsen uttan varskóð
bleiv innlagdur við vesku-
samling í heilanum. Hann
hevði tá telva eitt talv í
DM. Hann varð tó sera
heppin, og tveir mánaðir
eftir hendan tilburð fór
hann troyttur men frískur
yvir aftur til Argentina, har
hann leingi hevur havt
búðstað.
65 ára gamli Bent Larsen
bleiv fyrsti danski stór-
meistarin, og varð leingi
millum fremstu telvarnar í
heiminum. Hann hevur
mangar sterkar kappingar
vunnið í 60´unum og 70´-
unum, har eitt nú Spassky,
Karpov og aðrir sterkir
stórmeistarar eisini hava
luttikið. Nógvan heiður
hevur hann fingið, eitt nú
valdur til næsterkasta telv-
ara í heiminum í 1976. Síð-
ani Curt Hansen í 1985
bleiv næsti danski stór-
meistari, hava fimm aðrir
fingið hendan tittul, og eru
tað nú sjey danskir stór-
meistarar.
Tað er tó ein heiður sum
Bent Larsen manglar, nevn-
liga heimsmeistaraheitið.
Hann fekk dyggan smeit tá
hann í kappingini um at
bjóða Boris Spassky av í
1969, tapti heili 6-0 ímóti
Bobby Fischer, sum loksins
vann á Spassky.
Ulf Andersson
og Bent Larsen javnir
Í hesum døgum luttekur
Bent í stórmeistarakapping
í Argentina, har eitt nú
fremsti sviin Ulf Andersson
eisini luttekur. Telvað eru
fýra umfør, og liggja danin
og sviin javnir í toppstríðn-
um við trimum javnleikum
og einum vunnum talvi
hvør. Hetta má sigast at
vera góð byrjan hjá Bent,
sum ikki tykist at hava tikið
skaða av heilatilburðinum
fyri einum árum síðani.
Flóvin og Rógvi
í Íslandi
Havnar Telvingarfelag og
Talvfelagið Grandrokk í
Reykjavík gjørdu í fjør
avtalu sum inniber, at hevur
eitt av hesum feløgum brúk
fyri hjálp í eitt nú liðkapp-
ingini, kann tað lána telvara
telvara úr vinarfelagnum.
Enn hevur Havnar Telv-
ingarfelag ikki gjørt sær
dælt av hesum, og hevur tað
helst ikki verið neyðugt.
Havnar Telvingarfelag vann
jú FM í ár.
Hinvegin hava Flóvin Tór
Næs og Rógvi W. Rasmus-
sen, sum eru limir í Havnar
Telvingarefelag,
verið
nakrar túrar í Íslandi. Talv-
felagið Grandrokk er eitt
sermerkt talvfelag. Telvað
verður nevnliga í einari
barr, nevnd Grandrokk.
Felagið hevur ment seg
nógv, í fjør vunnu teir 3.
deild og í ár hjálptu føroy-
ingarnir teimum at vinna 2.
deild. Telvað verður bert í
tveimum vikuskiftum í ís-
lendsku liðkappingini, í
november og mars.
Einstøku úrslitini hjá
Flóvin og Rógva hevur ikki
verið møguligt at fingið
fatur á.
Talvið hesa vikuna
Roselli, B (2400) - Larsen, B (2500)
Magistral Internacional de Pinamar Viejo Hotel
Ostende (2), 09.03.2001
1.e4 c5 2.Nf3 Nc6 3.d4 cxd4 (Bent Larsen hevur altíð
verið talsmaður fyri sisilionskum frá svartari síðu, og
sum hann sjálvur sigur so er tað altíð gott at fáa hvíta
sentrumsfinnu fyri sína c-finnu) 4.Nxd4 g6 5.Nc3
Bg7 6.Nb3 d6 7.Be2 Nf6 8.0-0 0-0 9.Bg5 Be6! (betri
enn tað passiva Bd7) 10.Kh1 Rc8 11.f4 a6 12.Rb1?!
Na5 13.e5? (mistak. 13. f5 er betri alternativ)
13...Nxb3 14.axb3 dxe5 15.fxe5 Nd7 16.Bf3 b6?
17.Bd5? (17.Bb7 Rc7 18.Bxa6 Nxe5 19.Qe1 javnt
spæl) 17...Nxe5 18.Bxe6 Qxd1 19.Rbxd1 fxe6
20.Bxe7 Rxf1+ 21.Rxf1 Nc6 22.Bh4 Nd4 23.Rf2 b5
(leggur trýst á c2, hvítur viknar tí støðuna. Larsen
hevur enn stórdygdir í endatalvi og restin er tekn-
ikkur)
24.b4 Rc4 25.Be7 Nc6 26.Bd6 Nxb4 27.b3 Rc6
28.Bxb4 Bxc3 29.Bxc3 Rxc3 30.Kg1 a5 31.Kf1 a4
32.bxa4 bxa4 33.Ke1 a3 34.Kd2 a2 35.Rf1 Ra3
36.Ra1 e5 37.Kc1 e4 38.Kb2 Ra7 39.Kc3 Kf7
40.Kd4 Ra4+ 41.c4 Ke6 42.Kxe4 Rxc4+ 43.Kd3 Ra4
44.Kc3 Kf5 45.Kb3 Ra7 46.Kb2 Kg4 47.Kc3 h5
48.Kd3 h4 49.Ke3 h3 50.g3 Ra3+ 0-1
HB best í Klaksvík
Hóast unga aldur sín, so taldist Andrew av Fløtum millum royndastu menninar á HB-liðnum,
sum um vikuskiftið vann klaksvíkskappingina
Mynd: Álvur Haraldsen
Bent Larsen væl fyri
Danski stórmeistarin, Bent Larsen, hevur reist seg av
sjúkraleguni, og tykist nú aftur at vera væl fyri