Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 50 - 13. mars 2001 Nr. 50 - 13. mars 2001 27 Fótbóltslandslið okk- ara tykist at hava ætl- anir um at tryggja framtíðina hjá før- oyskum fótbólti, og møguliga merkir hetta, at John Peter- sen ikki verður tøkur til komandi landsliðs- uppgávurnar FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Í dag, týsdagin, eru bert átta dagar eftir, til A-lands- liðið í fótbólti skal á fyrstu veruligu landsliðsferðina, har leiðin gongur til ávíka- vist Luksemburg og Russ- lands. Enn er hópurin ikki úttik- in, men fyri flestu fótbólts- áhugaðar føroyingar man lítil ivi vera um, at John Petersen fer at teljast mill- um teir, sum Allan Simon- sen setur álit sítt á. Avboð hóttir Sjálvur er John tó ikki so vísur í, at hann verður við á ferðini hjá landsliðnum. Unnusta hansara, Arnbjørg Danielsen, er komin væl á- leiðis í royndunum at økja um húskið. Somikið væl áleiðis, at hon møguliga skal eiga, meðan landsliðs- leikararnir eru staddir uttanlands. Spurdur, um hetta kann ávirka luttøku hansara til komandi landsdystirnar, sigur John Petersen, at tað er væl møguligt. – Nú er landsliðið ikki úttikið enn, so lat okkum fyrst síggja, um eg teljist millum leikararnar í hópin- um, sigur hann, hóast tað ikki munnu vera mong, sum ivast í hesum. – Enn havi eg so onga endaliga støðu tikið, men um so er, at eg verði úttikin, og Arnbjørg ikki hevur átt, áðrenn fráferðina, so verð- ur allar helst talan um eitt avboð, sigur hann víðari. – Enn fái eg tó sjálvandi ikki sagt nakað endaligt um hetta. Hon er sett at eiga 18., og heldur hetta, so er sum so ikki nakar trupul- leiki. Møguleiki er eisini fyri, at eg kanska kann spæla seinna dystin, men tað er so ikki nakað, sum eg havi fingið boðið, ella sum eg havi tosað við nakran um, sigur John Petersen at enda. Baby boom Líka mikið nær familju- víðkanin hjá John Petersen fer í gongd, so er eftir øllum at døma líkt til, at lands- liðsleikarar okkara royna at økja um fólkatalið her á landi. Fyri stuttum eru bæði Jó- hannis Joensen og Arn- bjørn Danielsen vorðnir pápar at hvør sínari dóttir, og innan langa tíð fer Øssur Hansen eisini at teljast millum landsliðsleikarar- nar, sum millum annað hava blæðuskift á skránni. Til stuttleikar kann ann- ars nevnast at enda, at tað ikki bert er Allan Simon- sen, sum verður nervaður av hesum lítla baby-boom’- inum. Arnbjørg Danielsen hevði uttan iva verið eitt av mest uppløgdu evnunum til kvinnulandsliðið, um hon var tøk til komandi uppgáv- urnar, men fyri fyrst noyð- ist Álvur Hansen í øllum førum at klára seg uttan hennara hjálp. Máltindurin: Ioana Rapa VÍF 157 (36) Simona Dziugyte Stjørnan 135 (28) Regina Radó VB 123 (33) Sóley Mikkelsen VÍF 119 (40) Annika Thomsen Neistin 116 (21) Andrea Lütz VB 100 (9) Lotte Sørensen Kyndil 100 (47) Vesna Tomajek Stjørnan 96 (27) Jórun Ludvig Kyndil 92 (14) Nicolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 91 Anna K. Samson Stjørnan 91 (1) Fríða Marjunardóttir VÍF 90 (9) Gurið Mortensen VB 87 (5) Beinta Joensen Tjaldur 72 (12) Nicoleta Radu VÍF 65 Máltindurin: Halgir D. Olesen H71 180 (36) Bjarni Wardum Kyndil 149 (43) Sverri Justinussen Tjaldur 119 (16) Dorica Tomic KÍF 119 (30) Ingi Olsen VÍF 114 (30) Artur Johansen StÍF 111 (39) Áki Olsen VÍF 103 (8) Sámal Joensen VÍF 102 (9) Jónleif Sólsker Kyndil 93 (23) Martin Hummeland VÍF 88 Costin Dumitrescu StÍF 87 (20) Mortan Hansen Tjaldur 74 (3) Kári Mortensen Neistin 72 (16) Áki Mørk Neistin 71 (6) Jacob Jónsson Neistin 71 (6) Støðan 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1. VÍF 8 8 - 0 - 0 606 321 285 28 2. Stjørnan 7 5 - 0 - 2 521 398 123 20 3. VB 7 5 - 0 - 2 508 389 119 19 4. Neistin 6 4 - 0 - 2 393 387 6 13 5. Kyndil 7 1 - 1 - 5 442 536 -94 8 6 .Tjaldur 7 1 - 1 - 5 290 491 -201 4 7. Sóljan 8 0 - 0 - 8 318 556 -238 2 Støðan 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1. VÍF 7 7 - 0 - 0 619 454 165 26 2. StÍF 7 4 - 1 - 2 549 492 57 17 3. Kyndil 7 4 - 1 - 2 534 483 51 17 4. Neistin 7 4 - 0 - 3 461 481 -20 14 5. KÍF 7 3 - 1 - 3 457 505 -48 10 6. H71 8 1 - 0 - 7 508 580 -72 6 7. Tjaldur 7 0 - 1 - 6 440 573 -133 4 John er ivasamur til landsdystirnar Torkil V. Rasmussen Fríggjakvøldið 9 mars var tað stóra tiltakið við Michael Learns To Rock í høllini á Hálsi. Góður hýrur var í fólki og tónleikarum, ið leiktu framúrskarandi góðan pop-rock tónleik. Tiltakið byrjaði klokkan átta og endaði klokkan hálvgun ellivu. Kendi danski bólkurin hevur verið her á klettunum einaferð fyrr, men sjálvur hildu teir, at henda ferðin varð betri enn seinast. HR Booking við Rúna Persson á odda, stóð fyri tí stóra tiltakinum, sum var á Hálsi. Øll fjødin var meir ella minni sera nøgd við konsertina, og ikki minst tónleikarnir. Á pallinum var sera heitt, tí við 42 ljóskastarum uppá samanlagt 30.000 watt og 20 hátalarar uppá saman- lagt 25.000 watt, skuldi tað veri nokk av hita, ljósi og ikki minst av ljóði. Sosialurin fekk eitt prát við sangaran og ljómborðs- leikarin Jascha Ritcher. Kan I lide Førøerne? Ja, helt sikkert, fordi Fæ- røerne har et smukt land- skab, og folk er meget inte- reseret i de ting man laver. Hvor mange gange har I været her? Vi har været her en gang før, og det var i august måned ’96. Hvad synes I om det færøske folk? De er meget flinke og rare, og man føler en vis tryghed at være her oppe. Hvornår startede I og hvornår fik I succes? Vi startede i ’88, men be- gyndte ikke at få succes før i ’92. Hvad er jeres fremtids- planer? Vi skal på onsdag til Schweits, og så nogle dage bagefter skal vi til Finland. Så har vi også planer om at turnere i Asien, og så til sidst skal vi spille meget i Danmark. Har I planer om at komme tilbage til Færø- erne? Ja, fordi vi skal en gang i tiden lave en Færø, Island, Grønland tour. Hvem er jeres inspirati- onskilde? Øøh, jo, vi er meget in- spirerede af Supertramp, The Bee Gees og Abba. Kan I li’ det færøske musikliv? Vi kender desværre ikke meget til det, så det er svært at sige. Kan I lide den færøske kultur? Hvis du mener maden, så siger vi, at vi ikke har smagt noget af det, men I har en god Olaifest. Tónleikurin Sigast kann, at hetta var ein av teimum stóru tiltøkun- um, ið hava verið í longri tíð í Havnini, og hetta hevur verið við til at seta rættu- liga gongd í tónleikalívið her á oyggjunum. Fyri bert fáum vikum síðani var heimskendi technotónleik- arin DJ Aligator her heima, og so er tað eisini Prix Før- oyar, ið hevur stóra ávirkan fyri menningina í føroyska tónleikinum. Michael Learns To Rock vórðu mannaðir av fýra tónleikarum, og teir vóru Jascha Ritcher sang og ljómborð, Kåre Wancher trummur, Mikkel Lentz gittar og Henrik Schou Poulsen, ið bert spælir við á konsertum, og hann spælir bass í bólkinum. Bólkurin hevði eisini ein back-gear teknikara, ein monitor teknikara, ið bólkurin hev- ur heitið eftir, tí hesin monitor teknikarin eitur nevniliga Michael, og til síðst høvdu ein front teknikara (front of house.) Okkara egni Ronny Petersen, ið var ljósmaður á Prix Føroyar í Klaksvík og Miðvági var eisini ljósmað- ur fríggjakvøldið. Konsertin Nógv spurd fólk hildu, at atgongumerkini vóru ov, og ætlaðu sær ikki til konsert- ina á Hálsi. Hóast tey spurdu ikki komu, vóru tó sera nógv fólk møtt upp. Vanligt er á konsertum á Hálsi, at tey tilkomnu sita á áskoðaraplássunum, og tey ungu streyma fram móti pallinum, og hesa ferðina varð ikki øðrvísi. Konsertin byrjaði tjúgu minuttir ov seint, tí sum flest vita, so eru føroyingar altíð ein góðan hálvan tíma ov seinir uppá tað. Hetta var ikki júst eitt drukktiltak, fyri tað um onkur hevði ein lítlan uppi á sær, hetta var meiri eitt upplivingartiltak. Michael Learns To Rock spældi ikki hesuferð play- back, sum sagt varð at teir gjørdu seinast. Fólkið tók sera væl ímóti danska rock- pop bólkinum, so væl at eldri fólk høvdu kunna spurt, um tey ungu ikki fáa ilt í lógvarnar, tí nógv varð gjørt av skríggjan og klapp- an, tá ið bólkurin leikti tey kendu løgini hjá sær, s.s. Breakin’ My Heart og Someday, ið varð leiktur triðsíðst, tí tá ið bólkurin fór av palli, varð skrála eftir tveimum løgum, og langt um leingi varð tað so gjørt. Sangarin dugdi sera væl at føra seg fram, og bólk- urin var væl samanspældur á palli. Í tí vakra grøn-bláa ljósinum, meðan tey heldur penu stillu løgini vórðu leikt, og tendrarnir hægstir, líktiskt høllin einari ung- arnskari kirkju. Klokkan 21.00 hevði bólkurin eina pausu uppá góðan hálvan tíma, og í pausuni varð leiktur góður tónleikur frá m.a. Eric Clapton, Cher, Britney Spears o.ø. Allar T-shirtirn- ar vórðu seldar, og aftaná konsertina bar eisini til at fáa undirskriftir frá bólkin- um. Michael Lears To Rock spældi eisini nýggjan tón- leik, ið var frá nýggju fløgu teirra, ið eitur Blue Night, og eitt av løgunum hevði tað sama heitið sum fløgan. Aftaná lagið segði Jascha Ritcher, at ørsøkin til at teir so seint komu aftur til Før- oyar var, at kvinnurnar her á landi vóru ov villar, og beint aftaná tey orðini, leiktu teir ein ótrúliga gott lag, sum vísti at Michael veruliga hevur lært at rocka. Sangurin æt Wild Women. Í niðurløgunum sloppu áhoyrarnir at syngja, tað sum í restaði. Sølukonurnar aftanfyri diskin, har ið sodavatn kundi keypast, stóðu eisini heilt villar og dansaði til tónleikin. Tónleikarnir vóru sera væl nøgdir við tiltakið aft- aná konsertina, ið endaði klokkan 22.30. Michael lærdi fólk at rocka