týsdagur 13. mars 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 13. mars 2001
29
28
Nr. 50 - 13. mars 2001
VIÐMERKINGAR
»Harrin fyrigevi teim, teir vita ikki hvat teir gera«
Eiko Apol
Tórshavn, 24. feb. 2001
Hesi orð standa í Halgu-
bók. Somu orð kunnu sig-
ast um sitandi landsstýri.
Nú tá uppgangstíðir aftur
eru at hóma her á landi –
náttúran hevur vælsignað
okkum við nógvum fiski,
prísurin er høgur sum ong-
antíð fyrr í søguni. Nú vilja
teir kappa allan stuðul úr
Danmark burtur – vit skulu
klára okkum sjálvi fíggjar-
liga og fáa »frælsi«.
Sjálvur havi eg aldri kent
meg ófrælsan, hóast eg
havi búð í Føroyum alla
mína tíð. Í sjónvarpinum
tann 5. feb. segði løgmað-
ur: »Vit hava tað gott her í
Føroyum«. Tað er satt sum
tað er sagt, hesum vilja
flestøll taka undir við. Hvat
bagir okkara núverandi
landsstýri?
Danski stuðulin til Før-
oyar er upprunaliga ætlaður
at menna føroyska sam-
felagið, soleiðis at vit
kunnu koma ájavnt við hini
norðurlondini. At byrja við
var allur peningurin oyra-
merktur, t.d. til sosialmál,
skúlamál, sjúrkahúsverkið
o.s.fr. – Seinni varð hetta
broytt eftir ynski úr Føroy-
um, til »blokkin«, so allar
veitingarnar komu í eina
pulju,
sum
landstýrið
skuldi ráða yvir og umsita.
Blokkurin verður prístals-
reguleraður og er nú komin
upp á slakar 1000 miljónir
kr. um árið. – Hvussu hesin
»blokkur« verður umsitin av
ymsu landsstýrum okkara er
neyvan møguligt hjá palleba
at fáa nakra hylling av, tað er
ivaleyst eitt av mongu
loyndarmálum landsstýri-
sins.
Mær
kunnugt,
hevur
løgtingið
viðtikið
eina
danska lóg, um alment
innlit, at galda eisini her á
landi.
Umframt
»blokkin«,
veita illavornu danir fleiri
aðrar veitingar til Føroyar.
Til dømis loyva teir sær at
byggja prestagarðar, løna
alla prestastættina fulla løn,
umframt bisp og bispagarð.
Somuleiðis loyva teir sær at
taka alla ábyrgdina og kost-
naðin av løgregluni, løg-
regluovasta, sýslumonnum,
skrivstovufólki v.m. Somu-
leiðis ditta teir sær at gjalda
alla rættarskipanina í Før-
oyum, so sum dómarar,
fulltrúar, rættarhølir, skriv-
stovufólk v.m.
Um tað so er vaktar og
bjargingartænastan,
við
tyrlutænastu, eru teir eisini
har. Tað kann tó viðmerkj-
ast, hent er møguliga at
hava verjuskipið danska
nú, meðan Brimil liggur
svínabundin í Noregi á 4.
mánaði, tí ikki eru ráð at
gjalda manningini eina
líkinda løn. – Sjálvir hava
tingmenn givið sær eina
lønarhækking uppá 80%,
uttan nakað hóvasták, um-
framt aðrar ágóðar.
Eisini eru danir so frekir,
at teir gjalda okkara uttan-
ríkistænastu fyri einki. At
hugsa sær, vit fáa loyvi at
brúka teirra ambassadu í
t.d. New York, Tokyo, Cape
Town, París o.s.fr. fyri
einki.
Onkur hevur roknað út,
at allar hesar veitingar ið
verða veittar Føroyum um-
framt blokkin, eru uml.
helmingin av hesum. T.v.s.
1.5 milliard kr. tils. um
árið. Við øðrum orðum 150
milliónir kr. um mánaðin.
Hvussu í Guðs garði ætlar
landsstýrið at bøta fyri ella
kompensera
fyri
hesa
upphædd???
Sum er, eru vit eftirbátar
á fleiri økjum, samanborið
við tey skandinavisku lond-
ini, t.d. á tí sosiala, enn er
langt á mál. Tað er sjúkligt
og reint ábyrgdarloysi at
mæla fólki til, at taka undir
við ørvitisætlan landsstýri-
sins.
Tað hevur ljóðað, at
landsstýrið ætlar at stovn-
seta ein fíggjargrunn at
bøta fyri, kompensera, fyri
hesum 125 miljónum um
mánaðin ið danir lata
Føroyum
beinleiðis
og
óbeinleiðis.
Tá stóra oljukreppan var
seinast, varð ein oljugrunn-
ur stovnsettur. Hesin skuldi
hava til endamál at virka
sum ein regulatorur fyri
prísbroytingum á oljuni. Tá
oljuprísurin fór upp, skuldi
grunnurin lata hjálp til
brúkarin, og øvugt, tá prís-
urin var lágur, skuldi olju-
avgjaldið hækka.
Hvat er hent? Oljugrunn-
urin er uppetin og burtur,
bert oljuavgjaldið er eftir.
Hví varð tað ikki eisini
tikið burtur saman við
grunninum?
Slíkar grunnar vil føroya
fólk helst vera fyriuttan.
Ivaleyst hava tey eisini
fingið nóg mikið av po-
litiska veruleikafjara ør-
vitistosi tykkara.
Sveinastykkið loysinga-
flokkanna liggur við Hoy-
víksvegin, meginpostverk
Føroya. Tað var serliga
talsmaður tjóðveldisflokk-
in, ið var heitur fyri at yvir-
taka postverkið, tí at hetta
vildi gerast eitt satt gull-
nám sum fráleið. Í dag veit
føroya fólk alt um hvussu
væl vignaðist og hvussu
væl varð stýrt. Postverkið
má fáa fíggjarliga anda-
hjálp fyri at ana.
Mangur fæst við boga, ið
ikki kann hann upp at toga.
Jákup Danielsen
Á heimasíðuni hjá sær ger
Vinnuhúsið ella rættari sagt
Føroya Arbeiðsgevarafelag
sínar trongdskygdu meting-
ar um ávísa kanning sum
Starvsmannafelagið kunn-
gerð í seinasta Starvsblað-
num. Ætli mær ikki at við-
gera hesa kanning, men
havi trongd til at gera við-
merkingar til orðingarnar
um at m.a. Starvsmanna-
felagið tók avgerð um at
lækka lønirnar í kreppuár-
unum til at keypa seg frá
umskipanum og uppsag-
num.
Eg havi ringt við at skilja,
hví Arbeiðsgevarafelagið
heldur tað hava serligan
áhuga at draga hetta fram, tí
júst hesi viðurskifti saman
við vøkstrinum í londunum
rundanum okkum, fara
óivað at hava stóran týdn-
ing í verandi sáttmálating-
ingunum.
Um avgerðina hvørt tað
var rætt at fara niður í løn
ella ikki, kunnu sáttmála-
partarnir klandrast um, tí
ofta er tað so, at ein og hvør
er sær sjálvur næstur og
hevur trupult við at hugsað
um heildina, um samfe-
lagið og tann einstaka har
alt lívsgrundarlagi stóð til
at rilla.
Tað er eitt ógrundað
postulat, pástandur, tá tað
verður sagt, at Starvs-
mannafelagið keypti seg frá
umskipanum í almenna
sektorinum, meðan sann-
leikin liggur í tí, sum sagt
er frammanundan, at fe-
lagið hugsaði um einstaka
limin ella teir limir sum
kundu verða í vanda fyri at
fáa sekkin, til eitt lív har
ongin í Føroyum, hvørki
vinnulívið ella almennar
skipanir kundu hjálpa teim-
um. Útlitini hjá teimum var
at verða í einum felagið fyri
arbeiðsleys ella at dúga
uppá danska samfelagið,
sum fleiri, óivað eisini í
Arbeiðsgevarafelagnum, so
fegin vilja verða fyriuttan.
Bakklókskapur sigst at
verða besti vápnið hjá
nalvaskoðarum.
Hví komu vit í tað støð-
una, at lækkað lønir?
Kanska skuldi tað verið
óneyðugt at endurtikið tað
her, men fyri tey í Arbeiðs-
gevarafelagnum, sum enn
ikki vita tað, so var sam-
felagið kollrent av vánalig-
um bankaleiðslum, vinnu-
lívsspekulantum og eisini
fyri ein part av politisku
skipanini við luttøku av
øllum politisku flokkunum.
Eftir einari nátt í oktober
mánaða í 1992 var føroyska
samfelagið koyrt á húsa-
gang, ikki av dønum men
av føroyingum sjálvum. At
danir máttu taka um endan,
er størsta skommin før-
oyska samfelagið hevur
verið út fyri og tað er
ótrúligt at hoyra, tá tað ferð
eftir ferð verður sagt, at
orsøkin var, tí vit ikki
høvdu ræði á egnum landi.
Slíkt møsn hoyrir bakklók-
skapinum til.
Sum partur av semjuni,
sum var gjørd í oktober
1992, var avtalað millum
Føroya
Landsstýri
og
donsku stjórnina at fíggj-
arlógin skuldi minkað við
500 milj. Kr. og í fíggj-
arlógaruppskotinum
fyri
1993 var ásett, at ”lønir-
nar” skuldu minkað við
10% og var hetta ført upp
undir hvørjum rakstrar-
staðið sær.
Kostirnir vóru tvinnir,
annaðhvørt lækkaði lønin
ella eisini máttu enn fleiri
missa sítt lívsgrundarlag.
Avtalað var tí gjørd við
Landsstýrið um at lækkað
lønir í eitt 11 mánaða skeið
í 1993, fyri síðani at ”nor-
maliserað”
viðurskiftini
aftur 1. januar 1994. Og
sum ikki einaferð hesi
nógvu árini, so hevði al-
menni arbeiðsgevarin ikki
rygg til at halda seg til
gjørdar avtalur og skuldi
ganga nógv ár til at fáa
viðkent avtaluna sum kom í
gildi 1.2.1993. Síðani hev-
ur álitið á arbeiðsgevaran
verið ein býur í Russlandi.
Eg tori væl at standa við
avgerðina, sum tikin var, at
lækkað lønirnar og avgerð-
in var eisini røtt, eftir teim-
um viðurskiftum hon var
tikin undir, men í hesum nú
so vælkenda bakklókskap-
inum, kundi verið, at
okkurt skuldi verið øðrvísi.
Og tað sum kundi verið
øðrvísi var, at tú ongantíð
kanst líta á mótpartin, at
gjørdar avtalur ikki verða
hildnar og at álit er ókent
”begreb” í teirra verð.
Eg eri glaður fyri og sovi
væl um náttina fyri, at eg
m.a. ikki var viðvirkandi
til, at enn fleiri gjørdist ar-
beiðsleys og endaðu á
einari solnaðari arbeiðs-
loysisskipan ella máttu
flyta av landinum, burturfrá
tí øllum tí sum tey høvdu
bygt upp her, men sum eftir
einari nátt, av ódugnaskapi
frá øðrum, máttu rýma frá..
Av teimum 7.000 fólkun-
um sum fluttu í kreppu-
árunum, er bert ein lítil
partur komin aftur til land-
ið og vit Føroyar gjørdust
fátækari. Eg veit av góðum
grundum ikki hvat fyri
samfelagssinni tit í Vinnu-
húsinum diskað upp við. Tit
vildu allarhelst valt at lati
enn fleiri fólk, enn tey sum
fóru, farið av landinum og
sungið í kórinum hjá einum
ávísum politikara, at í
Føroyum kunnu ikki verða
meiri enn 25. túsund fólk.
Tað er somuleiðis ein
ótrúligur pástandur, at siga,
at
lønarniðurskurðurin
førdi við sær enn ein størri
almennan sektor. Ja, tað er
beinleiðis tápuligt at koma
við slíkum møsni. Undir
leiðslu av Edmundi Joen-
sen, var farið undir at um-
skipað almenna sektorin og
ongantíð hevur vøksturin
verið so stórur síðani tá.
Heldur ikki nú, tá fortalarin
fyri minking av almenna
sektorinum, situr við ræðið.
Landsstýrismaður
hjá
hesum sama flokki hevur
úttalað alment, at hann trúi
ikki sínum egnu eygum, at
vit í dag hava ein so væl-
virkandi almenna umsiting.
Niðurstøðan er, at fak-
feløgini eiga ongan lut í
umskipanini hjá Finn Nor-
man Kristensen og eg kann
bara staðfesta, at tað al-
menna eisini í hesum sam-
gonguskeiðinum er voksið
enn meira. Eg velji at
trúgva, at tey ráðandi hava
gjørt tað, tí tey hava hildið
tað verið neyðugt.
Til síðast skal sigast til
samanlíkningina við starvs-
fólkatalið hjá bankanum, at
tað sigur seg sjálvt, at talið
av starvsfólkum er minkað
í hesum sektorinum. Teir
koyrdu bæði seg sjálvar og
alt føroyska samfelagið á
heysin og vit hava í dag 2
bankar minni enn í 1992.
Bakklókskapur, besta vápnið hjá nalvaskoðarum
Thomas Arabo
Fá ting kunnu øsa føroy
ingar so nógv, sum spurn-
ingurin um flutning. Tað
veri seg berghol, vegir, ferj-
ur og ikki minst uttanlanda-
sigling.
Hetta eru spurningar, ið
viðkoma øllum og øll hava
skil fyri, so ella so. Antin
sum brúkari ella sum eyg-
leiðari.
Nú er so tjak aftur um
uttanlandasiglingina aftan á
frið í eini 10-15ár.
25 ár eru liðin síðani
ferðafólkaflutningsvinnan
sjóvegis til okkara granna-
lond tók seg upp. Ikki var
tað friðarligt at arbeiða við
tí, men síðan Smyril Line
byrjaði í 1983, hevur verið
meira friður enn áðrenn.
Nú er tað so blivið ein
vinnugrein har eini 150
fólk hava sítt lívsstarv.
Føroyingar eru einsamallir
á marknaðinum. D.F.D.S.
gavst við sínum virksemi
og íslendingar royndu seg
eitt ár - tað miseydnaðist.
Helst tí teir høvdu undir-
mett uppgávuna.
Sostatt má metast at før-
oyingar á hesum øki hava
dugað betur enn aðrir - og
hava eina vitan um hesa
sigling, sum aðrir ikki hava.
Sostatt hava útlendskar
fyritøkur lítlar ella ongar
fyritreytir at ráðgeva um
henda spurning.
Smyril Line hevur nú
afturat summarsiglingini í
næstan tríggjar vetrar havt
sigling uppá Føroyar.
Endamálið var at vita um
grundarlag var fyri ferða-
fólkaflutningi, har tað, at
fáa sín egna bil við, skuldi
verða gularótin, og vita um
tað var onkur tørvur, serliga
hjá teimum, ið selja feskar
kvalitetsvørur, ikki var
nøktaður.
Hesar royndir hava ging-
ið hampuligt, so tá ið fe-
lagið nú stóð fyri trimum
framtíðar valmøguleikum,
so valdi man at royna at
endurnýggja seg við nýggj-
um rakstrartóli.
Hinir møguleikarnir vóru
at doyggja spakuliga við
gomlu Norrönu ella selja
alt til hægstbjóðandi.
Uppgávan
at
endur-
nýggja bleiv ikki løtt tað
vistu øll íð tóku avgerðina
og tað skuldi ganga væl í
hond um hetta skuldi koma
at rigga.
Àr 2000 gekk ikki væl í
hond og tann fortjenastan ,
ið var væntað kom ikki.
Hettar skeiklaði alt pro-
jektið og nú verður so ar-
beitt við at fáa tað á beint
aftur.
Tann, sum hevur uppliv-
að øll rokini, ið hava verið
um uttanlandasigling legg-
ur til merkis, at aftur hesu
ferð er tað farmaflutning-
urin, ið mest tjak er um.
Um tað er nakað serfør-
oyskt at vit skula buka okk-
ara egnu veit eg ikki, men
tá ið útlendingar ota seg inn
á okkara markna, tá er
champagna,
kransakaka,
smíl og ikki minst - tøgn.
Norröna hevur í dag eina
flutningsskipan, sum er
ørðvísi enn aðrar. Við-
skiftafólk eru sum heild
nøgd og gjalda fyri hesa
tænastu.
Nýggja Norröna hevur
somu skipan, men nógv
størri kapacitet. Hesin stóri
kapacitetur kann verða
ógvuliga hentur hjá teimum
alifyritøkum, sum selja á
spotmarknaðinum og skula
hava stóra nøgdir til markn-
að tá ið prísurin er í topp.
Harafturat fáa tær dugna-
ligu lastbilafyritøkurnar, ið
vit nú hava fingið, møgu-
leika at gera flutningsskip-
anir inn í onnur lond.
Í øðrum londum er tað
slíkar fyritøkur, ið taka sær
av at handfara góðs og ikki
reiðaríðir. Sum dømi kann
nevnast at DFDS nú um
dagarnar seldi sína lastbil-
fyritøku og røkir nú bert
flutning frá kei til kei.
Í øllum hesum fraktprát-
inum, ið vit síggja í bløðun-
um, so er tað líkasum tað er
gloymt at vit tosa um eitt
ferðamannaskip, ið skal
,sum høvuðsuppgáva, hava
ferðamannaflutning. Tað er
lívsgrundarlagið hjá Smyril
Line.
Summarsiglingin er tann,
ið er og verður høvuðs-
grundarlagið hjá felagnum.
Um tað hendir at vit spæla
av við Smyril Line - og hetta
kan henda um tað ikki eydn-
ast at fáa nóg mikið av
kapitali til vega - so hava vit
mist
ferðingamøguleikan
sjóvegis með alla.
Sum oyggjabúgvar, so
hugsi eg at tað vil merkjast
ógvuliga svárt, at vit ikki
hava valmøguleikan, tá ið
vit skulu uttanlands og
møguleikin fyri ferðing við
bili sjóvegis fellur burtur.
Harafturat skal hugsast
um hvussu stóran part
flutningsinntøkurnar
hjá
felagnum muna í inntøku-
rokniskapinum hjá ferða-
vinnuni.
Eitt sindur ironiskt vil tað
verða um vinnugreinin sjó-
vegis ferðafólkaflutningur,
ið yvirlivdi kreppuna, nú
fer fyri bakka í eini tíð, har
vinnan gongur væl, sam-
felagið er væl fyri og okk-
ara góði banki fær medalju
í danska ríkinum fyri at
tjena pengar og hava met-
yvirskot.
Jú, pengar eru til - tað eru
kanska ov fá, ið føla seg
sum oyggjabúgvar ella…..?
VIÐMERKINGAR
Ferðafólkaflutningsvinnan
sjóvegis fyri bakka?
Greipan hjá Nyrup
Steinbjørn B.
Jacobsen
Sum allir miðlar hevur
sjónvarpið sínar veikleikar,
men eisini viðhvørt eina
sterka síðu, sum eingin
annar miðil nær ella námint
hevur.
Ein mynd kemur fram á
skíggjan í nøkur fá sekund,
men hon fer ikki frá tær
aftur, tí hesi fáu sekundini
avdúkaðu so ótrúliga nógv,
sum ein mongd av orðum
ikki høvdu megnað. Hon
verður til ein sannleika, ið
ikki kann kjakast um ella
burturforklárast.
Øll, sum eg havi spurt,
sansaðu og mintust mynd-
ina.
Myndin var av teimum
báðum fólkatingslimunum,
sum eru valdir í Føroyum,
men samstundis eru teir
løgtingslimir og formenn í
hvør sínum stóra føroyska
flokki. Har gingu teir glaðir
og væl tilpassar í tí danska
fólkatinginum, í eini av
okkara mongu lagnuløtum.
Ein vildi hildið, at teir um
ikki annað vóru foyir og illa
við. Í hvørjum tingi lá teirra
hjarta? Ella rættari penga-
pungurin? Tað danska gev-
ur teimum um 700.000 kr.
(snøklarnir viðtaldir). Tað
føroyska gevur teimum um
300.000 kr. Hví noyðast við
annan, tá ið tú kann fáa
báðar og tað fyri lítið og
lætt.
Men hetta má vísa øllum
føroyingum, at tað er ein
høpisleys skipan, sum vit
liva undir. Hvat er tað fyri
eitt demokrati, vit hava?
Tað má vera eindømi í søg-
uni.
Onkur vil kanska halda,
at eg gangi teimum ov nær
við at minna á teirra lønir,
men um eg hevði roynt at
spurt um teirra gerðir vóru
grundaðar á, at báðir vóru
hugsjónarmenn, høvdu fólk
flent. Nei, eg vil ikki gita
meir. Frægast er at halda, at
pengapungarnir stýra teim-
um fullkomiliga. At hesir
báðir
føroysk/donsku
fólkatingslimirnir hava sett
felags kós (teir eru so
sanniliga í sama báti) niðri
á dana tingi, kann so eingin
ivast í. Kósin er eisini fyri
føroyskan
politikk
her
heima.
Samdir draga teir somu
línu. Draga vaðskít til tað
føroyska samfelagið.
P.S. Løgið, men satt. 6.3.01
kl. 17.40. Beint liðugur at
skriva hetta reisi eg meg og
tendri fyri SvF. Har hoyrist
fyrst formaðurin hjá fólka-
flokkinum og beint aftan á
formaðurin hjá javnaðar-
flokkinum frá tingsins røð-
arapalli, til viðgerðar vóru
landsstýrismannalønir. Jú,
tað hoyrdist, at teir skiltu
ótryggu støðuna hjá livi-
breyðspolitikarunum.
P.S. Nógv er at skriva um,
men hesar dagarnar er
serliga ein søga úr Gamla
Testamenti komin fram fyri
meg, sum vit øll kenna. Vit
síggja tær báðar konurnar
koma við barninum til
Sálamon, men tá ið hann
biður teir klíva barnið í
tvey, opinberast fyri øllum,
hvør er hin sanna móðirin.
Mikael Blak
Sosialurin skrivaði miku-
dagin 7. mars, at 200 hevði
gjørt ein niðursetandi sang
um Karstin Hansen, ið æt
»Skitni Karstin«. So er
ikki. Um tíðindamaðurin
Torkil V. Rasmussen hevði
lurtað betur eftir tekstun-
um, ella spurt seg fyri hjá
bólkinum, hevði hann vit-
að, at sangurin eitur »Skitni
Kartni, og ikki skitni Karst-
in. Hann hevði eisini vitað,
at teksturin als ikki snýr seg
um ein fíggjarmálaráð-
harra, men um ein meir ella
minni
fiktivan
persón.
»Skitni Kartni« snýr seg
um ein 27 ára gamlan sam-
bandsmann, sum býr heima
hjá foreldrunum og letur
tey um at gjalda alt fyri
hann. »Skitni Kartni« er
sum áður nevnt meir ella
minni fiktivur, so teksturin
er ikki ætlaður nøkrum
ávísum einstaklingi. Vit eru
200, vit eru tjóðveldis-
menn.
Vánalig tíðindafólk til Prix Føroyar
Páska-
stevnan
2001
í ítróttar-
høllini á
Skála
TÍÐINDASKRIV
Aftur í ár verður
páskastevnan hildin
inni á Skála. Tað er
samkoman Keldan í
Skálafirði, sum skip-
ar fyri stevnuni. Eins
og
undanfarin
ár
verður nógv ymiskt á
skránni. Talarar verða
m.a. Enevald Flåten
frá Levende Ord, Da-
vid Hansen frá Ål-
borg
Menigheds
Center, Danmark, og
føroyingurin Bergur
Skovgård, sum er
leiðari fyri eini sam-
komu í Svendborg.
Umframt
hetta
verða tiltøk fyri børn,
har skipað verður fyri
barnamøtum
sam-
stundis sum kvøld-
møtini eru. Her verð-
ur nógv ymiskt gjørt
burtur úr við m.a.
drama,
dansi
og
sangi.
Tvey sera forvitn-
islig ungdómstiltøk
verða eisini við á
stevnuni, har m.a.
sang-,
dansi-
og
dramabólkar luttaka.
Stórur dentur verður
eisini lagdur á sang
og lovsang og kemur
hetta eisini at seta sín
dám á á møtunum.
Keldan leggur dent
á, at páskastevnan er
fyri øll og tí verður
ynskt, at so nógv fólk
og samkomur sum
tilber verða við.
Undir
stevnuni
verður stórur dentur
lagdur á at biðja fyri
fólki til frelsu og
grøðing. Meiningin
er, at hini gleðiligi
boðskapurin
um
frelsaran skal koma
út til alt fólkið, so at
menniskju
skulu
uppliva Guds kær-
leika og kraft bæði til
anda, sál og likam.
Stevnan
byrjar
skírisdag 12. apríl og
er til 2. páskadag 16.
apríl. Lýst verður
nærri í bløðunum
seinni um skránna til
páskastevnuna.